fríggjadagur 16. januar 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 9 — 16. JANUAR 1998
tíðindablaðið Sosa)
- Vit mugu sjálv kunna
|
É
Sigurd Poulsen heldur, at danir eru bangnir fyri at koma at hanga upp å føroysku uttanlandsskuldina. Hesum
royna teir at sleppa undan å ein hått, sum vit ikki kunnu g6dtaka
— Vit kunnu ikki vænta, at danir, sum hava egin åhugamål, fara at kunna okk-
um nóg væl um okkara búskap. Tað eiga vit sjálv at gera, sigur Sigurð Poul-
sen, landsbankastjóri, sum ikki hevur álit á, at danskir myndugleikar geva
okkum nøktandi upplýsingar, tá á stendur...
EIRIKUR LINDENSKOV
— Kunna vit okkum ikki nóg
væl um búskaparligu
gongdina f landinum, so
kunnu vit ikki vænta, at
onnur fara at kunna okkum
um tad.
Hetta sigur Sigurd Poul-
sen, stjóri í Landsbanka
Føroyar. Í donskum fjøl-
miðlum er hann endurgivin
fyri at siga, at Føroya nú
hava so lítla tiltrúgv til
danskar myndugleikar, at
vit ikki longur vilja lurta
eftir ráðgevingini frá
danska Fíggjareftirlitinum.
— Funkti6nin hjá Figgjar-
eftirlitinum verður tann
sama sum higartil, men vit
mugu sjálv hava skil á okk-
ara egna búskapi, sigur Sig-
urð Poulsen við Sosialin.
— Hetta gera vit við at
hava góð hagtgl. Hagstovan
ger síni hagtøl, men tey hag-
tølini, sum vit hava serligan
áhuga fyri í Landsbanka-
num, eru hagtølini fyri
fíggjarsektorin og fyri al-
mannasektorin. Vit eru á-
hugað í at vita, hvgrja ávirk-
an fíggjarsektorurin hevur
á vinnulívið og øvugt.
Sigurð Poulsen sigur, at
síðani Landsbankin varð
stovnaður í 1988 hevur
verið roynt at bygt upp slíka
hagtalsskipan. Sigurð Poul-
sen var einsamallur settur í
starv í Landsbankanum í
1988, og er bankin síðani
útbygdur - og starvast í dag
sjey fólk í Landsbanka Før-
oya.
— Tað er eisini mark fyri,
hvussu skjótt tú kanst upp-
byggja ein slíkan stovn, sig-
ur hann.
Danir taka sær av
um áhu um
Fíggjareftirlitið hevur eftir-
lit við, at peningastovnarnir
eru sunnir - at innistandandi
peningurin er tryggur.
— Føroysku myndugleik-
arnir mugu sjålvir taka sær
av, at vit vita, hvussu ymsu
partarnir í búskapinum
verða ávirkaðir, sigur Sig-
urð Poulsen, sum leggur aft-
urat, at hetta hevur stóran
týdning fyri búskaparpoli-
tikkin.
Luitjen Apol á ting: Mikudagin kom triði maður á listanum hjá Verkamannafylkingi
í Suðurstreymi, Luitjen Apol, á ting fyri Ernst Hansen sála
3
Hann heldur, at vit kunnu
ikki líta á, at vit fáa allar
upplýsingarnar uttanifrá.
— Eg havi fult álit á teim-
um upplýsingum, sum vit
dagliga fáa frá donsku
myndugleikunum. Men tá á
stendur, so hava teir skyldu
at taka sær av donskum á-
hugamálum, sigur Sigurð
Poulsen.
Samstarva við
Hagstovu Feroya
Eitt feskt dómi um hetta er
bankamålid, har føroysku
myndugleikarnir ikki hava
verid rætt kunnadir.
Sigurd Poulsen vil ikki
beinleidis siga, at danir hava
givid føroyingum rangar
upplysingar, men heldur
hetta vera eitt dømi um, at
vit ikki sjálv høvdu nóg
góða vitan.
— Um vit kundu spurt
meira beinleiðis, so høvdu
vit uttan iva fingið betri svar
- neyvari upplýsingar, held-
ur hann.
— Vit vistu ikki rættuliga,
hvussu illa tað stóð til í pen-
ingastovnunum.
— Høvdu vit vitað tað bet-
ur i dag?
- Ja, tað høvdu vit, um
enn vit ikki eru nóg væl fyri,
sigur hann.
— Er Landsbankin bygdur
út orsakað av bankamáli-
num?
Vit høvdu undir øllum
umstødum bygt ut Lands-
bankan, men hvøkkurin av
bankamålinum hevur und
irstrikad, hvat er av týdn
ingi, sigur hann
Sigurd Poulsen sigur, at
hetta, hann tosar um, er nak
okkum um føroyskan búskap
að sum Landsbankin sjávlur
hevur sett í gongd. Hann
leggur tó afturat, at Lands-
bankin ger hetta í neyvum
samstarvi við Hagstovu
Føroya, so minst møguligt
at arbeiðinum verður gjørt
tvær ferðir.
Vaksandi áhugi
fyri hagtølum
— Er tað ikki eitt krav frá
politiska myndugleikanum í
Fóroyum, at Lansbankin
skal brynja seg at hava skil
á hesum viðurskiftum
- Tað er ikki eitt beinleið-
is krav, men tað hevur verið
ein vaksandi áhugi fyri at
fingið góð hagtøl. Men
einki krav um, hvussu hetta
skal gerast, sigur Sigurð
Poulsen.
— Var tað ikki so, at ávísir
politiskir flokkar beinleiðis
vóru ímóti, at Landsbankin
varð settur á stovn?
— Jú, tað er tað nakað um.
Men í dag eru tað meira teir
faktisku spurningarnir, sum
spæla inn, sigur Sigurð
Poulsen. Hann sigur, at hug-
burðurin tá var, at peninga-
stovnarnir eisini skuldu taka
sær av landsins áhugamál-
um.
— Men tað helt ikki kort-
ini, staðfestir Sigurð Poul-
sen.
3
Stóra skuldin ávirkar
Fyri nøkrum árum síðani
hevði Landsstýrið onga um
sung á búskaparliga øki
num. Byrjað varð fyrst í
80'unum, tá farið var at
styrkja Hagstovuna og
Fíggjardeildina í Landsstýr
inum, greiðir Sigurð Poul
sen frá
Tá varð litið á, at vit
fingu hjálp frá donsku um
sitingini. Tað fingu vit eis
ini, men tá kreppa kom, var
týðuligur munur á donskum
og føroyskum áhugamál
um, sigur hann
Í fimtiårunum var eisin
kreppa. Var stødan tann
sama tá? ”
Tað tori eg ikki at siga
men tá var uttanlandsskuld-
in ikki so stór, sigur Sigurð
Poulsen. Men hann leggur
afturat, at nógv av teimum
málum, sum stungu seg upp
í 90'unum
skuldin er so stór
Danir eru bangnir fyri
at teir koma at hanga up
skuldina, og hesum royna
teir at sleppa undan - á ein
hátt, sum vit ikki kunnu
góðtaka
Hetta sigur Sigurð Poul
sen uttan mun til, hvat bank
akanningin í dag avdúkar
um hesi viðurskifti
— Kunna vit okkum ikki
nóg væl sjálv, so kunnu vit
heldur ikki vænta, at fólk
við ødrum áhugamálum
fara at gera tað, sigur hann
Um Í - 2 ár væntar Sigurð
Poulsen, at Landsbanki Før-
oya er nóg væl førur fyri at
vidgera hagtølini.
— Tad snyr seg ikki bara
um at fåa til vega hagtøl,
men um at analysera tey -
og duga at fáa tað rætta
burtur úr, sigur hann.
stóðust av, at
Financial Times:
— Føroysk høvud-
pina fyri Nyrup
EIRIKUR LINDENSKOV
Hesi orð nýtir stóra
bretska vinnublaðið, Fin-
ancial Times í yvirskrift í
grein, sum Keypmanna-
havnar- korrespondenturin
skrivar í mikudagsútgáv-
uni av blaðnum, nú
tveir dagar áðrenn kann-
ingin verður almanna-
kunngjørd
Sambært blaðnum kann
Føroya-målid
lættliga
koma til ta nidurstødu, at
Poul Nyrup Rasmussen,
forsætisráðharri, gjørdi
sama mistak, sum elvdi
til, at undanmadur hans-
ara, Poul Schliitter, måtti
leggja frå sær: Hann gav
Fólkatinginum rangar
upplýsingar
Tað avgerandi punktið
er, hvat forsætisráðharrin
í 1995 segði Fólkatingi-
num, tá hann kunnaði um,
hvat stjórnin í 1993 hevði
sagt Føroyum um Føroya
Banka
Málið verður vidgjørt í
stuttari grein á síðu 2 í
blaðnum. Umframt stutta
frágreiðing um leiklutin
hjá Den Danske Bank
SNýr greinin seg eisini um
tað spennandi árið, sum
Stóra bretska vinnu-
lívsblaðið, Financial
Times viðgerð eisini
føroyska bankamálið
bíðar forsætisrådharra-
num: Følkaatkvødan um
Amsterdam-avtaluna
tann 28. maí og eitt Fólk
atingsval, helst miðskeið
Is í september, eru mål
sum kunnu skapa Nyrup
stjórnin trupulleikar
metir bretska
:
Le Oarar
num um allan he
vinnublað
IK
Financial Times