fríggjadagur 16. januar 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 9 — 16. JANUAR 1998
Bankakanningin:
tíðindablaðið S
Sjalurfin
Hvat væntar tú av frágreiðingini
Í dag kemur frágreiðingin frå bankakanningarnevndini. Hóast tað er torført at gita um, hvat í henni stendur, hava vit
biðið fýra persónar geva teirra boð uppá, hvat úrslitið av bankakanningini verður
Alt fær loyvi til
at halda fram
Tórshavn:
— Eg rokni ikki við, at vit
koma á botn við hesi kann-
ingini. Eg rokni við, at teir
vilja slætta sjógvin, og vilja
hava tíðina at ganga, so-
leiðis at alt bara kann halda
fram sum higartil.
- Eftir míni meting hevur
ætlanin vid kanningini
verid, at ongin åbyrgd skal
leggjast á nakran persón.
Súsanna Dam heldur, at
føroysku politikararnir hava
vist litlan vilja til at åtaka
sær åbyrgd. Av somu orsøk
er vanligi danin vid at missa
tolid vid føroyingum.
- Politikararnir hava alla
tíðina sagt, at tað eru danir,
sum hava alla skylduna. Tað
passar bara ikki.
- Vanligi føroyingurin
hevur óiva ein aðra upp-
fatan, men tað eru politik-
ararnir sum eru frammi í
útlendsku fjølmidlunum, og
tí ljóðar tað sum at føroy-
ingar fráleggja sær alla á-
byrgd. Tað er ikki rætt
Súsanna. Dam roknar
heldur ikki við, at frágreið-
ingin fær fylgjur í sambandi
við komandi løgtingsval.
- Fólk eru líkaglað og
bangin fyri at skaða síni
egnu. Vit hava tað so øgiliga
gott. So gjalda vit bara hasar
milliardirnar. Samstundis
sleppa vit frá at kanna, hver
hevði ábyrgdina.
- Fólk eru troytt av hesum
málinum nú.
Oyðsil av tíð
og pengum
Jógvan Merkere,
bygdarráðsformaður,
Hósvík
— Eg vænti, at hon fer at
verða sum allar aðrar kann-
ingar undan henni, uttan-
umsigling allan vegin igjøg-
num.
- Tað einasta sum fæst
burturúr tílíkum kanningum
er pengaoyðsl. Ein stór
rokning til skattgjaldaran og
nógv óneyðugt arbeiði til
embætismenninar, og onki
úrslit. Tað er eg bangin fyri
Fara veljararnir at taka
avleiðingar til næsta val?
- Eg rokni við, at teir po-
litikarar, sum tora at halda
eina fasta linju mótvegis
dønum, fara at vinna fram
- Eg rokni ikki við, at før-
oyingar verða so undirbrot-
ligir í framtíðni. Danskir
flokkar skulu nokk ikki rok-
nað við, at teir í framtíðini
eiga »teirra« føroyska fólk-
atingsmann.
Er so nakað gott komið
burturúr kanningini hóast
alt?
- Kanningin hevur lært
okkum, at fyri tað um boð
koma frá hægstu myndug-
leikunum í landinum, so er
ikki vist at alt er rætt sum
teir siga. Teir kunnu verða
eins stórir bandittar og aðrir.
Læran má verða, at vit ikki
skulu verða so undirbrotlig-
ir í framtíðini
Duga ikki nóg væl at samráðast
Kaj Leo Johannesen,
Tórshavn
— Um vit taka útgangsstoði
í teimum sendingunum,
sjónvarpið gjørdi, og siga at
tað er rætt, at danir hava tagt
við ymsum neyðugum upp-
lýsingum, so er mín nið-
urstøda, at teir skulu gjalda
okkum hvert oyra aftur. Tá
meini eg við Den Danske
Bank.
Kaj Leo Johannesen held-
ur eisini, at vit mangla upp-
lýsingar um okkara egna
part í málinum.
- Aftaná sjónvarpssend-
ingarnar hevði eg tað ken-
slu, at tað kann ikki passa,
at føroyingar eru so blá-
oygdir, sum víst varð í sjón-
varpssendingini. Ella er
okkurt galið. Kanningin má
vísa, at onkur í Føroyum
hevur verið vitandi um hvat
hendi.
- Tað hava verið so nógv
fólk, sum áttu at vitað hvat
hendi í bankunum, viðvíkj-
andi avsetingum og líkn-
andi. Her mangla so nógvir
lutir í »puslispælinum«.
- Eg kundi hugsað mær
at vitað, hvørja rollu Bjarni
Olsen og Sigurd Poulsen
hava i målinum. Serliga tå
hugsað verður um referatið,
sum varð broytt. Eitt referat,
sum var grundarlag undir
handlinum vid parta-
brøvunum.
- Hinvegin hevði tað eis-
ini verið stuttligt at fingið
søguna lýsta frá hinari síð-
uni eisini. Vit hava jú sæð
sendingina við føroyskum
eygum, og ongin danskari
hevur úttalað seg
Er tað komið nakað gott
burturúr bankamálinum ?
- Bara um vit fáa nakrar
pengar burtur úr. Annars
ikki. Tað hevði verið gott,
um føroyski skattgjaldarin
slapp undan at gjalda tvær
milliardir.
- Vit hava sæd, at vit eru
so undirbrotligir mótvegis
dønum. Tað hava vit onga
orsøk til tað. Danir eru onki
serligt, teir eru menniskir
eins og vit
Eisini hava vit eisini
sæð, at ein av okkara veik-
leikum er, at vit eru ov veik
ir í altjóða samráðingum
Tað fer út í
sandin
Jógvan við Keldu,
borgarstjóri, Klaksvík
Við bankakanningin verð-
ur uttan iva, sum við so
mongum gðrum her hjá
okkum. Tað verður lagt upp
til eina uppgerð, fyri síðani
at fara út í sandin
- Vit standa ikki nóg væl
saman, og tá bankakanning-
in bara er staðfestandi, so
verður talan um ein tulking-
arspurning. Tí eri eg ræddur
fyri, at tað verða fjølmidl-
arnir sum fáa mest burturúr
kanningini. Nakað stórvegis
annað vænti eg ikki kemur
burturúr
Roknar tú við, at veljarnir
fara at taka avleiðingarnar
við næsta val?
- Nei, eg rokni ikki við tí
Tað er bara hent einaferð
fyrr at veljararnir hava rea-
gerað. Tað var tá Pauli
Ellefsen og Atli Dam fullu
Hetta málið er so gamalt
og nú vilja fólk koma víðari
- Hetta er mín meting, og
tað er væl møguligt, at hon
er skein