Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sl la la oe ll ll tt dende be ll, — 6 es dåue dused 6 Nr. 9 = 16. JANUAR 1998 Skattakollveltingin hjå Kallsberg: Annað og meiri enn fiskimannaskattur So nógv hevur verið fokuserað uppá eitt brot í nýggju skattalógini, at lands- stýrismaðurin í skattamálum, Anfinn Kallsberg, metti tað neyðugt at bjóða fjólmiðlunum til tíðindafund, fyri at greiða frá øðrum avleiðingum av hesi skattakollveltingini LEo POULSEN Tað er ein sannroynd, at einki annað hevur verið at hoyrt til nýggju skattalógina enntað, at fiskimenn fáa ein skattalætta uppá 15%. Hó- ast hetta bert er ein av mongum og umfatandi broytingum í hesi rættiligu skattakollvelting, hevur mest sum einki verið at hoyrt um aðrar broytingar enn ta nevndu Hetta fekk landsstýris- mannin í skattamálum, An- finn Kallsberg, til mikudag- in at bjóða fjølmidlunum til ein tíðindafund, har hann greiddi frá skattabroytingu- num í síni heild Kallsberg hevði hug at rógva upp undir, at fjølmidl- arnir í slíkum førum bert høvdu hug at draga tað fram, ið bar brá av >sensa- tión<. Og í so máta var part- urin um skattalættan til fiskimenn jú funnin fress- ur, serliga av ti, at flestu av arbeidarafeløgunum mæltu so hart ímóti hesum parti Og tað er helst einki at taka seg aftur í, at landsstyris- maðurin hevur grein í sín- um máli. Trupulleikin er so bert, at restin av í hesum før skattabroytingunum, drukn- ar í umrøduni av fiski- mannaskattinum. Og tað er Rættiliga umfatandi og kollveitandi Veruleikin er jú tann, at henda nýggja skattalógin er rættiliga umfatandi og í hevuðsheitinum ávirkar so at siga hvønn einasta skatta- borgara í landinum Fyrst og fremst kemur vanligi skattgjaldarin at merkja broytingina við at nú verður ikki longur neyðugt við sjálvuppgávu og ognar- uppgerð. Og hetta verður helst ein stórur lætti hjá øllum. Vit vita øll, hvussu tað ríður okkum sum ein marra at fáa avgreitt hetta, tó at tað nú var vorðið rætti- liga nógv lættari enn fyri nøkrum árum síðani. Nú verður tað skatta- valdið, ið ger sjålvuppgåv- una fyri okkum, og hon kemur so sendandi. Tað ein- asta skattgjaldarin so hevur at gera, er, at antin góðtaka uppgerðina sum hon er, og so skal ikki meiri gerast, ella at gera vart við seg, um skeivleikar eru í Anfinn Kallsberg sigur, at hetta verður gjørt, partvís fyri at sleppa skattgjaldara- num undan teirri byrðu tað kortini er at fylla sjálvupp- gávuna út, men eisini fyri at bøta um rættartrygd skatt- gjaldarans. Adur kundi skattavaldið seta fólk í skatt, um tey av einihvørji orsøk ikki lótu sjálvuppgávuna inn. Tá lá tað á skattgjald- aranum at prógva, at skatta- valdið mistók seg, um ikki rætt var. Nú liggur próv- byrjan hjá skattavaldinum. Ivin skattgjald- aranum tilgóða Hetta merkir í stuttum, at skattgjaldarin verður mun- andi betri fyri, tá ósemja er millum skattavaldið og skattgjaldara. Áður var tað soleiðis, at var skattgjaldari mettur av skattavaldinum, skuldi hann fyri tað fyrsta prógva, at hann hevði rætt. tað fór fram gjøgnum ymsar kæru- stovnar, og slíkar viðgerðir kundu taka drúgva tíð. Men alt meðan málið var vidgjørt, kundi skattgjaldar- in verða eftirhildin í løn, ja, enntá pantaður. Fyri ikki at tala um rentutilskrivingar. Alt hetta kundi merkja, at skattgjaldarin, hóast hann í síðsta enda vann sakina, kundi vera niðurundir kom- in fíggjarliga. Eftir nýggju lógini verður lok lagt á, meðan málið verður vidgjørt, og ikki fyrr enn eftir at allir møguleikar eru troyttir og endalig av- gerð fallin, krevur skatta- valdið peningin inn — sjålv- sagt treytað av, at teir vinna sakina. Hetta er stórur bati hjá skattgjaldaranum, serstak- liga í teimum førum, har hann fær rættin og ikki skattavaldið. Rationalisering Sjålvsagt er ikki einasta or- søkin til hesa broyting at sleppa fólki undan at fylla út sjálvuppgávur og ognar- uppgerðir. Tó at hetta verð- ur ein lætti, so liggja eisini aðrir fyrimunir aftanfyri hesa broyting. Mett verður, at millum 27.000 og 30.000 A-skatt- gjaldarar eru í landinum, og tað sigur seg sjálvt, at tað er ein stór pappírsdyngja, ið nú verður sloppið undan. Og ikki bert tað, tí sjálvandi hevur hvør einstøk sjálv- uppgáva verið gjøgnum- gingin av skattavaldinum, nakað, ið bæði hevur kravt tíð og fólk. Hesum slepst so eisini undan við nýggju skattalógini. Ein onnur broyting er, at líkningarmyndugleikin nú kemur at liggja hjá sjey nevndum í staðin fyri sum áður hjá hvgrjari einstakari kommunu. Ein nevnd verð- ur fyri hvert av teimum seks skattagkjunum, tó verður Streymoyggin býtt í tvey, so at nevndirnar verða tilsam- ans sjey. Kærumyndugleikin kem- ur tó framvegis at liggja lo- kalt, meðan landsskatta- nevndin verður hægsti myndugleiki á hesum øki- num. Hjún verða ikki longur revsað Ein onnur broyting, ið avgjørt er verd at taka við, er skattingin av hjúnum. Tað hevur ofta verið ført fram, at hjún hava verið verri fyri skattliga enn fólk, ið liva saman pappírleyst. Í hesi nýggju skattalógini verður bøtt um henda mun. Hereftir hefta hjún til dømis ikki longur fyri skattaskuld hvør hjá øðrum. Undan hesum var jú vanligt, at um annar hjúnarfelagin hevði restskatt meðan hin hevði avlopsskatt, varð hetta mótroknað. soleiðis verður ikki nú. Eitt annað, ið helst kemur væl við hjá fleiri, er, at um eini hjún hava t.d. ein handil saman, kann maðurin nú gjalda konuni løn. Hetta bar ikki til áður, men nú kann konan so fáa løn eftir inn- satsi, so at siga. Hetta er ein broyting, sum hevur ligið á láni. Fyrr var jú ikki vanligt, at konan ar- beiddi úti í tann mun, ar- beiðsmarknaðurin hesi sein- astu 20-30 árini er broyttur. Í dag er tað meiri regulin enn undantakið, at báðir hjúnafelagar arbeiða úti. Við broytingunum er tað nú vorðið ein minni fíggjar- lig forðing at ganga saman í hjúnarlag, enn framman- undan, og tað má sigast at £ Á | | Anfinn Kallsberg er ónggdur við at bert ein partur av broytingunum í skattalógini er vidgjørdur í fjølmidlunum vera ein broyting til tað betra. Mest umrødda broytingin er sum nevnt frádrátturin, ið fiskimenn og sjómenn fáa, men hetta er so bert ein part- ur í teirri skattakollvelting, ið landsstýrið nú hevur sett í verk. Skattalættin til fiskimenn: Kommunurnar verða ikki verri fyri Missurin hjá kommununum, ið stendst av skattalækkingini, verður uppvigaður av einum uppskoti um, at skatturin frá bankum, sparikassum og tryggingar- felógum skal býtast út á kommunurnar LEo POULSEN Tað voldi kommunustýris- limum nakað av hevuð- brýggi, tá landsstýrismaður- in í fíggjarmálum, Anfinn Kallsberg, stutt fyri jól legði fram uppskotið um broyt- ingar í skattalógini. Serliga var tað skatta- lækkingin til fiski- og sjó- menn, ið skapti ótta, tí hetta kemur beinleiðis at ávirka inntøkurnar hjá kommunu- num. Serstakliga hjá teimum kommunum, har stórur parturin av skattainntgkuni stavar frá fiskimonnum, var ivin stórur. Hartil kom, at kommunurnar longu høvdu lagt sínar fíggjarætlanir, tá skattalógin kom fyri. Tað eru serliga tær smærru kommunurnar, ið eru tengdar at skattainntøk- uni frá fiskimonnum, so har kom skattabroytingin sjálv- sagt at merkjast harðast, men landsstýrið hevur tikið fyrivarni fyri hesum og hev- ur lagt uppskot fram um, hvussu kommunurnar skulu kompenserast fyri skatta- missin. Missa lítið og einki Útrokningar hjá landsstýri- num vísa, at tær kommunur, ið missa mest við skatta- broytingini, fáa knappliga 10% minni í skattainntøku. Tær kommunur, ið merkja minst til broytingina, missa minni enn hálvt skattapro- sent. Tað kann tó í báðum før- um vera talan um nógvan pening, og fyri at uppviga henda missin hjá komm- ununum, hevur landsstýrið gjørt av geva kompensa- ti6n. Anfinn Kallsberg vísir á, at bankar, sparikassar og tryggingarfeløg nú gjalda skatt, og í staðin fyri — sum áður — at kommunurnar, har hesir stovnar hava sitt høv- uðssæti, fáa bróðurpartin av skattainntøkunum, meðan kommunur við deildum fáa ein part, skal hesin skatta- peningur nú býtast javnt út á allar kommunur í landi- num. Býtið verður soleiðis, at ávís upphædd verður út- goldin kommununum í mun til fólkatalið. Hetta ger, at missurin hjá kommununum bert verður avmarkaður, og tann kommunan, ið missir mest — 400.000 kr. — fær við hesum býti 200.000 kr. aftur soleiðis, at samlaði missurin bert verður 200.000 krónur Alt hetta ger, at tað eisini verða kommunur, ið bein- leiðis fara at hava fyrimun av skattalættanum til fiski- menn. Umsjónarmaður Sekt verður eftir umsjónarmanni til dansihøli Hollywood í Tórshavn. Tann, ið settur verður, skal vera fyltur 20 ár og kemur at arbeiða undir dagliga leiðara felagsins. Skrivlig umsókn verður at senda til: Spf. Njálsbúð, N. Finsensgøta 20, 100 Tórshavn