fríggjadagur 16. januar 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 9 — 16. JANUAR 1998
tíðindablaðið SOSTANMn
Hetta, at fiskimenn og sjómenn nú fáa ein skattafrádrátt
uppá 15%, er ein neyðug broyting sum í longdini fer at
føra við sær, at landskassin fær meiri, enn hann missir við
hesi skattalækkingini
LEo POULSEN
So at siga einasti partur av
nýggju skattalógini, sum
hevur fingið umrødu í fjøl-
miðlum, og harvið millum
manna, er skattalættin til
fiskimenn og sjómenn.
Arbeiðarafelggini hava
vist sína ónggd við, at mun-
ur verður gjørdur millum ar-
beiðsbólkar, og tað er eisini
skiljandi. Landsstýrismað-
urin í fíggjarmálum vísir tó
á, at nevnda broyting á ong-
an hátt er gjørd fyri at seta
kílar í hjá arbeidarafjøldini,
men er ein neyðug avleið-
ing av skattavidurskiftunum
flondunum rundan um okk-
um.
Umframt — landsstyris-
mannin í fíggjarmálum hev-
ur Óli Jacobsen, formaður í
Føroya Fiskimannafelag,
verið fremsti talsmaður fyri
hesi skattalækking. Hann
hevur fleiri ferðir víst á —
eins og fiskimenn sjálvir —
at umstødurnar hjá fiski-
monnum eru so nógv gðr-
vísi enn hjá einum arbeiðara
á landi.
Fiskimaðurin er avskorin
frá mongum av teimum á-
góðum og tilboðum, sum
fólk á landi kunnu njóta gott
av; og í mongum fórum taka
sum eina sjålvfylgju. Hartil
kemur, at arbeiðsdagurin
hjá einum fiskimanni ikki
er frá 8 til 5, men ofta upp í
eitt heilt samdøgur í senn.
Missurin kann
erast stórur
að er tó ikki hetta, ið An-
finn Kallsberg hevur lagt
størstan dentin á í nýggju
skattalógini.
Hansara argument er, at
við tí ráki, ið hevur verið
seinastu árini, har fiskimenn
í hundraðtali eru fluttir av
landinum fyri at fiska við
útlendskum fiskiskipum,
hevur landskassin mist
milliónir av skattakrónum
Hetta merkir sjálvandi, at tá
færri eru um at gjalda, mugu
tey, sum eftir eru, gjalda so
mikið meiri.
Við nýggju skattalógini
verður gjørd ein roynd til í
fyrsta umfari at forða fyri,
at fleiri av okkara fiski-
monnum flyta av landinum,
í ødrum lagi at »lokka« teir,
ið longu eru fluttir, at flyta
heimaftur.
Anfinn Kallsberg metir,
at verður einki gjørt, kann
missurin av fiskimonnum —
og harvið skattakrónum —
gerast ógvuliga stórur.
Landsstýrismaðurin vísir á,
at teoretiskt kunnu vit koma
hartil, at føroysk fiskiskip
fara at verða mannað av før-
oyskum fiskimonnum —
búsitandi uttanlands!
Eisini sjomenn
Men tad eru ikki bert fiski-
menn, ið fáa skattafrádrátt.
Eisini sjómenn fáa henda
bata.
Hetta umfatar allar teir,
sum í dag sigla undir FAS.
Tað vil siga farmaskipini og
eitt nú Norrgna. Eisini teir,
sum sigla við stand-by bát-
um í Norðsjónum.
Tað eru tó nøkur undan-
tók millum sjómenn. Til
dømis fáa teir, sum sigla við
strandfaraskipunum 6 íkki
henda fyrimun, eins og eitt
nú sandbátar o.a. ikki er
umfatað av skattafrádrátti-
num.
Teir sjómenn, sum sigla
undir DIS (danska altjóða
skrásetingin) gjalda ikki
skatt, av tí at teir fáa eina
nettohýru, men tað eru tó
nakrir sjómenn, ið sigla við
skipum uttanfyri nevndu
skipanir. Hesir eru tó fáir,
men av tí at mangir av teim
um sigla innan oljuvinnuna
og í starvssåttmålanum
stendur, at lónin ikki við-
kemur triðjamanni, er ofta
trupult at skatta hesar menn.
Ofta nokta teir fyri at upp-
lýsa um inntgku, og so er
einki annað at gera hjá
skattavaldinum, enn at meta
um inntgkuna.
Hartil er at siga, at um
hesir menn ikki ynskja t
gjalda skatt, nýtist teimum
bert at flyta bústað til Dan-
markar, har teir koma undir
lógina um »udenrigsfart«,
og harvið fáa skattafyrimun.
Undrast á
mótsteðuna
Anfinn Kallsberg sigur seg
undrast á ta stóru mótstøðu,
ið skattalækkingin til
fiskimenn hevur fingið frá
ymsu síðunum. Hann vísir
á, at líknandi broytingar áð-
ur eru gjørdar uttan at nakar
hevur mælt eitt orð ímóti.
Sum dømi vísir hann á,
tá FAS varð sett á stovn í
Føroyum. Hetta var ein
beinleiðis avleiðing av
donsku altjóða skipaskrá-
setingini. Tá ætlaðu flestu
føroysku farmaskipini at
flagga út og fara undir DIS,
tí har er sum nevnt talan um
nettohýrur. FAS varð so sett
á stovn fyri at forða fyri hesi
útflaggan av farmaflota-
num.
Eitt annað dómi er tann
serligi frádrátturin, ið hand-
verkarar fingu, tá teir fóru
uttanlands at arbeiða. Tá
mutaði eingin ímóti, tó at
tað var at geva einum ávís-
um bólki í samfelagnum
skattafyrimun.
Men hetta var gjørt við
somu grundgeving, sum nú
verður nýtt fyri at veita
fiskimonnum skattalætta.
Hvussu so verður ella
ikki, so kann bert tíðin vísa,
um landsstýrismaðurin hev-
ur mett rætt tá hann væntar,
at hesin parturin av skatta-
broytingini í fyrsta lagi fer
at steðga burturflytingini av
fiskimonnum, og í ødrum
lagi fær teir, ið longu eru
fluttir, at flyta heimaftur
Yvirhálaði í rundkoyring
RANDI JACOBSEN
Mikudagin hendi eitt
ferðsluóhapp í Kollfjarða-
dali.
Ein bilur skuldi yvirhåla
triggjar aðrar, sum vóru í
rundkoyringini. Fyri ikki at
verða árendur, koyrdi tann
remsti inn til síðuna, og
bilurin aftarfyri koyrdi inn
í han, og tað sama hendi við
trðja bilinum
Ein bilur fór so illa, at
hann mátti sleipast burtur
Yvirhálandi bilurin hevði
heilt nógva ferð, sigur
politiið í Havn
Politiið stongt
Stokkastovuna
RANDI JACOBSEN
Mikudagin stongdi politiið
matstovuna Stokkastovuna
í Saltangará.
Orsgkin er ógreið eigara-
og leigaraviðurskifti.
Herfyri varð leigarin, sum
hevði skeinkiloyvi, upp-
sagdur. Nýtt leigumál varð
gjørt við ein annan, sum helt
fram við virkseminum. Men
hesin hevur ikki skeinki-
loyvi.
Ogreitt er, hver eigur
gomsluna og annað, sum er
inni á matstovuni. Politiið
hevur heldur ikki sæð rokn-
skapin hjá núverandi leig-
aranum.
Fútarætturin fær uppgáv-
una at greina út øll hesi við-
urskifti.
2 8 skúlatímar - kl. 09.00-16.00
5 10. mars 1998
fri Tilmelding innan 03. mars 1998
3 Teldukoyrikortid er eitt progv fyri, at Word grundskeið
g "+ hevur eina grundleggjandi vitan BR 20 skúlaímar-kl 16.00-20.00
= um teld og brúk av telduforritum. 02.,05.,09.og 12 s 1998
på Teldukoyrikortid fevnir um: King
Få + Windows (telda og styriskipanir) a =
= + Word(tekstvi N 20 skúlatímar - kl. 09.00-15.30
æ á og 5 26.januar,02.og 09. februar 1998
Excel (rokniark) Tilmelding innan 20. januar 1998
me * Internet og E-mail
? » Powered :
Teldukoyrikortid er altjóða góðkent = 8 skúlatímar - kl. 09.00-16.00
= 17.mars 1998
og altjóða heitið er "European Com-
puter Driving Licence - ECDL".
Tilmelding innan 10. mars 1998
Access
10 skúlatímar - kl. 16.00-20.15
24. og 26. mars 1998
Tilmelding innan 17. mars 1998
Fyri at fáa eitt teldukoyrikort krevst,
at roynd er staðin í omanfyri nevndu
skeiðum
Tú kanst fyrireika teg til royndirnar
við at luttaka á telduskeiðum i vár-
skránni 1998
Excel grundskeið
20 skúlatímar - kl. 09.00-15.30
23. februar, 02. og 09. mars 1998
Tilmelding innan 10. februar 1998
Grundskeið í teld
8 skulatimar - kl. 09.00-16.00
24. februar 1998
Tilmelding innan 17. februar 1998
Internet
8 skúlatímar - kl. 09. 00-16 00
15. april 1998
Tilmelding innan 31. mars 1998
Fyritokur. ið hava tørv á at senda heil
hoid á skeið. fáa sertilboð uppá
skræddaraseymað skeið
har inni
haldið er tillaga teirra torvi og
arbeiðsuppgávum
RING OG HOYR HVØRJAR MÓGULEIKAR TÚ HEVUR
NÆ
SKEIDTÆNASTA HANDILSSKULANS
Eftir- og y iðariutbúgving á Førova Handilsskula
Tel 17177 - Fax 13374