Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. januar 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 10 — 17. JANUAR 1998 Uffe ofrar Føroyar Vinstraflokkurin og teir Konservativu velja at leggja dent á at fella Poul Nyrup Rasmussen upp á bankafrágreiðingina held- ur enn at viðgera tað, sum stendur í henni EDVARD JOENSEN UR KØBENHAVN Andstødan å Christiansborg roynir at brúka bankamálið til at finna eitthvørt, sum kann fella Poul Nyrup Ras- mussen. Og so ger tad eftir øllum at døma minni, hvat stendur i sjålvari frågreid- ingini. Bara tað skaðar Nyrup: Strategiin hjá teimum borg- arligu er klár. Kjakið um, hvert danir hava snýtt før- oyingar ella ikki, skal doyv- ast niður. Í staðin skal ljós- kastarin setast beinleiðis á Poul Nyrup Ramsussen, forsætisráðharra, til tess at finna út av, um hann leyg fyri Fólkatinginum, tá hann hin 24. mai 1995 segði, at hann ikki fyrr enn hin 12. mai sama ár fekk kunnleika um eitt sera týdningarmikið skjal í bankamálinum. Men Berlingske Tidende heldur í dag, at bert ein ógvuliga hørð frágreiðing fer at fella forsætisráðharran. Og mest sannlíkt er, at hann hórar undan. Um nidurstødan í frágreiðingini ikki verður ákærandi móti stjórnini og týðuliga vísir, at forsætis- ráðharrin hevur gjørt okkurt galið, verður hann neyvan feldur, halda teir borgarligu í Danmark. Tað verður sutt sagt ov torført at samla ein meiriluta fyri at fella hann. Men teir royna kortini og leita við lykt eftir øllum í bankafrágreiðingini, sum bara kann koma Nyrup tvørt fyri. At teir hava valt hesa linjuna, heldur enn at við- gera frágreiðingina sum so, metir Berlignske Tidende soleiðis, at tann Føroyavin- arligi politikkurin, serliga Uffe Ellemenn Jensen, hev- ur givið til sjóndar, er við at venda. Og føroyingar skulu als ikki vænta, at ein møgulig, komandi borgarlig stjórn fer at koma norður yvir við stórum kekkum,um teir fáa fíggjarligu ábyrgd- ina. Men kanska vilja teir als ikki hava nakað val nú kortini, heldur blaðið. Tað veðrur skjótt f6lkaatkvøda um Amsterdam sáttmálan, og tað hevði - í borgarligum eygum - helst ikki verið heilt av leið, um Nyrup sat við róðrið tá. Tí teir social- demokratisku veljararnir eru teir, sum eru mest iva- samir um ES. Og Uffe Ell- emann-Jensen hevur sagt, at Amsterdamsáttmálin gong- ur fram um alt. Har við eis- ini føroyingar og teirra bankamál. So tað kann kanska geva eina ábending á, hví teir borgarligu eftir øllum at dóma heldur vilja tosa um at fella Nyrup, enn at tosa um sjálva banka- kanningina Ur OsLO: JóGvan H. GARDAR Úttalilsini hjá Jákup Sólstein um, at norð- menn gera mun á før- oyingum og geðrum, verða afturvíst av norska uttanríkisráð- tíðindablaðið SOS) — Vit gera ikki Mikudagin segði Jákup Sólstein í samrødu við Sos- alin at meðan norðmenn noktaðu Sverra Olavsyni at fiska, vísir tað seg, at bera væl til at lata týskar trolarar sleppa undir Noreg at fiska, hóast hesir hesir somu týsku trolarar eisini eru keyptir úr Íslandi og hóast teir eisini hava fiskað í smoguni, táið íslendingar áttu teir. — Vit hava ikki gjørt mun á nøkrum í hesum málinum. Hetta er ikki eitt mál sum hevur fingið politiska við- ger í Noregi og tað er Fisk- eridirektoratet sum syrgir fyri at reglugerðirnar á fisk- ivinnuøkinum verða hildn- ná ar, sigur talsmaðurin hjá norska uttanríkisráðnum Ingvard Havnen Sambært ødrum keldum í norsku stjórnini so var tað eftir øllum at tyda rætt at nokta Sverra Olason at fiska í norskum sjógvi; tí tá trol- arin kom á føroyskar hend ur áttu íslendarar framvegis „deiligt at tosa 49 prosent av skipinum og beint eftir at norð- menn høvdu avvist trol aranum gjørdist hann aft ur islendskur Sama kelda sigur at hetta bert visir at hetta var ein roynd at snikja seg inn å norskt øki við fólk ein kennir... Sum nakað nýtt kanst tú nú eisini tekna tína húsatrygging í Sparikassanum. Tað vil siga at tú kanst koma inn í Sparikassan at tosa um húsatrygging við tann ið vanliga tekur sær av tínum fíggjarviðurskiftum. Tað er so nógv lættari. Kom og tosa við Sparikassan um hvor ” ANSI trygging hóskar tær best. Sethúsatryggingar, Innbúgvstryggingar, Pakkatryggingar og aðrar. FØROYA SPARIKASSI í samstarvi við Føroya Brunatrygging