Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

--Nr..11 — 20. JANUAR 1998 Bankakanningin Mistankin var grundaður Tað visti seg, at illgruni okkara var grundaður. Tað var ikki alt farið rætt fram, í málinum um partabrævaumbytid, segði Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharri, eftir tíðinda- fundin hjá Landsstýrinum, á Parnassinum á Hotel Hafnia seinnapartin fríggjadagin SVEINUR POULSEN Anfinn Kallsberg sá út til at verða glaður, og nøgdur har hann sat á Parnassinum Legmaður hevði boðið til tíðindafund um tær fyribils- niðurstøður Landsstýrið hevði gjørt sær, eftir at hava lisið bankafrágreiðingina. Landsstýrið hevur sett ein bólk at kanna frágreiðing- ina, og tað er fyribils niður- stødurnar hjá hesum bólki, sum Anfinn Kallsberg tekur steði i. — Frágreiðingin hevur váttað okkara illgruna um, at tað var ikki alt rætt við- víkjandi partabrævaumbýt- inum í Føroya Banka — Tað var tað, málið varð sett fram uppá, og tað er nidurstødan í frágreiðingini, at illgruni okkara varð grundaður Hvørji stig skal styrid so taka nu? — Landsstyrid hevur sett ein arbeiðsbólk til at fyrireika, hvat víðari skal henda. Upp- gávan hjá bólkinum er at gera eina búskaparliga og løgfrødisliga meting av, hvussu vit best kunnu fåa sum frægast burturúr fyri Føroyar. —Tå vit eru komin hartil, so taka vit stødu til hvat vidari skal henda. Tå rokni eg eisini við, at tað er greið- ari hjá okkum,hvar vit skulu venda okkum Í gjár segði Poul Nyrup Rasmussen, at danska stjórnin fer at seta seg í sam- lands- band við Føroya Ladsstýri fyri at finna eina loysn á teimum trupulleikum, sum eru í sambandi við banka- málið. Til hetta sigur Anfinn Kallsberg, at hesar samráð- ingar við donsku stjórnina sum hava stødi í teimum løgfrødisligu metingum vit — Tí er tað øgiliga tydn- ingarmikið, at vit fáa eina niðurstøðu frá hesum ar- beiðsbólkinum. Ert tú samdur við mær í, at føroyingar yvirhøvur sleppa snikkaleysir burtur- úr kanningini? — Ja, tad eri eg. Kann- ingarnevndin hevur tikid hædd fyri, at bædi embætis- menn og politikarar eru amrådast 52 Mynd: Jens Kr. Vang Hetta sigur Poul Nyrup Rasmussen, for- sætisráðharri, eftir at hava lisið frágreið- ingina frá bankakanningarneyndini SVEINUR POULSEN — Vit fara í nærmastu framtíð. at seta okkum í samband við Føroya Landsstýri, fyri at finna út av, hvussu føroyingar kunnu fáa eitt passandi endurgjald fyri tað tap, sum tei vóru fyri, í sam- bandi við yvirtøkuna av partabrøvunum i Føroya Banka Hetta segði Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráð- harri, eftir at hann hevði lís- . ið frágreiðingina leysliga í- gjøgnum. I sambandi vid eitt møg- | uligt endurgjåldskrav mófi | Den Danske Bank segði | forsætisráðharrin, at stjórnin fer at geva lands- | stýrinum tað hjálp teimum tørvar. Orsøkin til hetta er, at frágreiðingin leggur | dent å, at Den Danske | Bank hevur givið føroy- | ingum skeivar upplýsing- | ar um kapitalvidurskiftini | i Føroya Banka. Poul Nyrup Rasmussen er væl nøgdur vid sjålva | frågreidingina. Hann | heldur, at frågreidingin er | úttómandi, og sigur frå, | hvussu alt gekk fyri seg. Í hesum sambandi leggur forsætisráðharrin ábyrgd- ina á Fíggjareftirlitið, og ikki minst formannin i Fíggingargrunninum, Ric- hard Mikkelsen. Forsætisráðharrin hevur bitið merki í, at frágreið- ingin vísir á veikleikar í føroysku umsitingini. Eis- ini hetta fer stjórnin at taka upp við landsstýrið. Forsætisráðharrin sigur at enda, at hann er glaður fyri, at frágreiðingin av- lívar mytirnar um saman- svørjing millum Den Danske Bank og stjórnina. Anfinn Kallsberg: Frágreið ingin frá kanningarneyndini hevur saðfest, at ill Landsstýrin, í bankamálinum var grundaður undirinformeraðir, misin- formeraðir, og hildnir í bak- grundini. Hinvegin er Den Danske Bank sum hevur verið tann stóri syndarin. Hann hevur stýrt gllum málinum. Tað er bankin sum hevur sett tíðarfreist- inar. Tað merkist týðuliga í frágreiðingini. — Tá føroysku myndug- leikarnir komu uppí sam- ráðingarnar, fingu teir so ødiliga stutt skotbrå at taka 56 sl grunin hjå (Mynd. Jens Kr. Vang) avgerðirnar. Tað føroyska embætisverkið hevur í hvussu so er ikki havt nak- ran møguleika til at gera neyðugu kanningarnar. Tað var m. a. tað sum í hesum bókum stóð, sum fekk Peter Straarup, stjóra Den Danske Bank at harmast (Mynd: Jens Kr. Vang) Straarup skuffaður Peter Straarup, stjóri í Den Danske Bank, er skuffaður av viðferðini, bankin hevur fingið frá donsku stjórnini SVEINUR POULSEN Ein av teimum mest sen tralu persónunum í allari bankakanningini, Peter Straarup, stjóri í Den Dan ske Bank, er ikki sørt kedd ur av viðferðini, bankin hevur fingið frá donsku stjórnini Eg havi sæð tað sum forsætisráðharrin = hevur sagt, og undrar meg ikki sért. Eg haldi, at Poul Ny rup Rasmussen er ógvuliga harður í sínum kritikki av Den Danske Bank, sigur Peter Straarup Peter Staarup avvisir, at bankin hevur givið lands- stýrinum skeivar upplýsing- ar, um støduna hjá Føroya Banka Eg havi fest meg við, at kanningarnevndin ikki helt tað verða nakra meining í at spyrja, um Føroya Banki hevði brúk fyri meiri pen- ingi Frágreiðingin er serliga kritisk viðvíkjandi parta- brævaumbýtinum. Til hetta sigur Peter Straarup Partabrævaumbýtið varð gjørt við grundarlagið í 1992-roknskapunum, bæði hjá Føroya Banka og Sjó- vinnubankanum. — Tað er altíð lætt at verða eftirklókur, og nú síggja vit, at tað gekk verri, enn vit høvdu væntað Men eg haldi ikki, at partabrøvini í Føroya Banka vóru verri enn tey í Sjó- vinnubankanum Urslitid av partabræva umbytinum var, at Den Danske Bank gjørdist min oritetspartaeigari i Føroya Banka. og tískil slapp undan at geva Føroya Banka meiri pening