Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 11 — 20. JANUAR 1998 tíðindablaðið 50sfaludin Bankakanningin Den Danske Bank kúvendi Fyrst vildu teir ikki hoyra talan um nakað endurgjald. Men eftir at hava granskað frágreiðingina um vikuskiftið, er leiðslan í Den Danske Bank komin til ta niðurstóðu, at teir nú vilja tosa um eitt møguligt endurgjald SVEINUR POULSEN Fríggjadagin kom so tann leingi vætnaða frágreiðing- in frá bankakanningar- nevndini. Og nidurstødan var greid. Den Danske Bank hevði ikki sagt føroyingum allan sannleikan, um fíggj- arligu støduna hjá Føroya Banka. Peter Straarup, stjóri í Den Danske Bank stendur, saman við Ricardi Michel- sen, fyrrverandi tjóðbanka- stjóra og Eigil Mølgaard stjóri í Fíggjareftirlitinum, sum tann heilt stóri skálk- urin. Umdemið hjá Den Danske Bank, hevur av somu orsøk fingið nakrar djúpar skøvur, og tað er ikki nakað sum teimum dámar í Den Danske Bank. Bankin svarar aftur Tá tað gjørdist greitt, at bankin var tann stóri synd- arin, boðaðu teir frá, at teir mánadagin fóru at koma við einum aftursvari til tað, sum sagt verður í frágreiðingini. Nú er svar teirra komið. Í frágreiðingini slær Den Danske Bank fast, at orsøk- in til »Føroya- målid«, er uppstaðið úr kreppuni í føroyska samfelagnum síðst í 80-árunum og fyrst í 90- árunum. Stødan hjá føroysku pen- ingastovnunum var alt ann- að enn góð, og teir høvdu brúk fyri meiri peningi. Føroya Banki fekk í des- ember 1992 332 mi6. kr. frå Den Danske Bank, sum tå var høvudspartaeigari. Eisini Sjóvinnubankan- um tørvadi pening. Í nov- ember 1992 fekk hann 475 mió kr. frá Landsstýrinum, og í februar 1993 fingu teir 350 mió kr. afturat. Leiðslan í Den Danske Bank helt nú, at kappingin var farin av lagi, av teirri orsøk, at tað almenna Før- oyar var farið inn í banka- virksemi gjøgnum Sjó- vinnubankan. Tann 8. feb- ruar 1993 settu teir seg tí í samband við forsætismála- ráðið, fyri at tosa um eina broyting í eigaravidurskift- unum í føroysku bankun- um Uppfatanin hjá bankan- um var, at øll føroyska vinn- an vóru kundar hjá báðum bankunum, og at tað tí var eitt gott hugskot at leggja bankarnar saman. Samanleggingin fór eisini at gera eina umlegging av føroysku vinnuni lættari, var teirra meting. Áheitanin hevði við sær, at samráðingarnar um, at føroyingar skuldu yvirtaka Føroya Banka byrjadu. Samrådingarnar endadu sum kunngugt vid, at Figg- ingargrunnurin og Den Danske Bank byttu um partabrøv soleidis, at Figg- ingargrunnurin nå var høv- udspartaeigari i báðum bankunum, medan Den Danske Bank var minniluta- eigari. Partabrævabýtið hevði samstundis við sær, at Den Danske Bank ikki fór at seta meiri pening í Føroya Banka. Hetta vóru allir part- ar í samráðingunum greiðir yvir, eisini Føroya Lands- stýrið. Niðursteðan í frágreiðingini Tað hevur verið tosað nógv um, at Peter Straarup í marts 1997 hevur sagt, at Føroya Banka ikki fór at tørva meiri pening framyvir. Til tað sigur leiðslan í Den Danske Bank, at teir ikki vistu at bankanum tørv- aði pening. Samráðingarnar fóru fram stutt eftir at roknskapurin fyri 1992 var framlagdur, og Den Danske Bank hevði tá ikki fingið upplýsingar um, at Føroya Banka fór at mangla pening. Tí meta teir ikki, at teir hava givið skeivar upplýs- ingar. Frágreiðingin frá kann- ingarnevndini sigur, at Den Danske Bank m. a. hevur hildið upplýsingum aftur, um at Føroya Banki ikki låkadi minstukrøvini fyri tøkan pening. Til hetta svarar bankin, at allir partar f samråding- unum vóru greiðir yvir, at »likviditetsstødan«i føroy- sku bankunum var hart spent, og at stødan hjå Før- oya Banka var lyst i rokn- skapinum fyri 1992. Trystu føroyngar Bædi bankin og Mogens Lykketoft figgjarmålaråd- harri hava fingið av at vita í fjølmidlunum fyri at leggja tryst å føroyingar. Frågreidingin stadfestir, at bankin hevur framskund- að arbeiði vid útkastinum til avtaluna nógv meiri enn upprunaliga var ætlað. Til tað svarar bankin, at teir ikki kunnu góðtaka hesa niðurstøðu. Teirra uppfatan var, og er enn, at málið hevði sera stóran skund. Føroyski búskapurin versn- aði fyri hvønn dag sum gekk, og kundi bert rættast uppaftur um báðir bankarnir vórðu samanlagdir. Nidurstødan hjá Den Danske Bank er ti, at teir einki skeivt hava gjørt, og at tad ti ikki er grundarlag fyri einum endurgjaldskravi måtvegis bankanum. Harafturat siga teir, at talan var um ein handil vid Figgingargrunnin og ikki vid Føroyar Hóast tað er bankin sinn- aður til, at tosa um eitt møguligt endurgjald til før- oyingar, um tað vísir seg, at tapini uppá kundar í Føroya Banka eru størri, enn tapini uppá kundar í Sjóvinnu- bankanum. Við hesum vónar bankin, at teir hava gjørt sítt til, at »Føroya-målid« fær eina skjóta loysn Eiríkur Lindenskov í samrødu við John Wilken frá DR. SVEINUR POULSEN Danmark Radio hevur gjørt nógv burturúr banka- málinum. Fleiri tíðindafólk hava verið í Føroyum, og fríggjakvgldið hugdi John Wilken frá danska útvarp- inum inn á gólvi á Sosi- alinum. ” Hann vildi fegin vita, hvat Sosialurin heyði fing- ið burturúr bankafrágrei ingini. Hetta tosadi hann vid Ei- rik Lindenskov um, og meðan tað hendi, var ein av myndamonnum okkara skjótur eftir myndatóli- num. SVEINUR POULSEN Eftir at hava granskað frá- greiðingina í nakrar tímar, helt Landsstýrið tidinda- fund á Hotel Hafnia seinna- partin fríggjadagin. Edmund Joensen, løg- maður segði, at Føroya Landsstýrið var styrkt í síni fatan av, at hetta mál var illa handfarið. Løgmaður segði, at eftir hansara fatan var danska stjórnin farin sera illa um málið. Samstundis vóru før- oyingar sera illa viðfarnir Tá føroysku myndugleik- arnir góðkendu partabræva- bytid, var hetta gjørt å skeivum grundarlag. — Vit kendu ikki støduna f Føroya Banka sum hon veruliga var. Harafturat hevur kanningin vist, at vit ikki hava fingið rættar upp- lýsingar frá Den Dankse Bank. Edmund Joensen kom eisini inn á eitt møguligt endurgjaldskrav. — Tað vit í dag hava gjørt, er ein fyribils gjøgnum- gongd. Nú skal kanningin gjøgnumgangast sera gjølla, og út frá teimum kanning- unum fara vit at taka stóðu til, um vit skulu seta fram endurgjaldskrav móti ein- um, ella fleiri pørtum i mål- inum - Til hesa uppgåvu hava vit leitað okkum hjálp frá góðum føroyskum og út- lendskum advokatum. Endurgjaldskrav Spurningarnir frá fjølmidl- unum vóru nógvir og ymiskir. M. a. varð spurt hvørjum endurgjaldskrav skuldi setast ímóti. Til hetta segði løgmaður, at tað var ov tíðliga at siga nakað um nú. Spurt var síðani um tað, at Pauli Ellefsen hevði und- irskrivað, tað sum á fakmáli verður kallað ein blank grannskoðanarátekning, kundi enda við einum endurgjaldskravi, svaraði løgmadur: — Ja. Men nú fara vit fyrst at seta okkum niður fyri at kanna, hvussu alt er farið fram. Síðani gera vit eina niðurstøðu, og aftaná tað gera vit av, um endur- gjaldskrav skal reisast fram Vit høvdu rætt — segði Edmund Joensen, løgmadur, á tíðindafundi á Hotel Hafnia seinna- partin fríggjadagin Frágreiðingin gav okkum rætt í okkara sørme av vit vóru snýttir, sigur Edmund Joensen, løgmadur Møguliga eisini móti Paula Ellefsen. Fyribils nidurstødan vit kunnu gera er, at løgmaður er nøgdur við ta frågreiding sum fyriliggur. Tað sum sagt er í dag, byggir á eina skjóta gjøgnumgongd av til- farinum, sum er so sera um- fatandi Hvussu endaliga úrslitið verður av bankakanningini, frætta vit nærri um í næstu ella aðru viku