Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 229 - 2. desember 2003 Nr. 229 - 2. desember 2003 25 Marknaðarføring fyri útflutning kann vera ein tungur dansur ið ofta krevur bæði sam- skipan og samstarv millum fleiri partar – men ferðavinnan fær nógv burtur úr at fríggja til skipaum- boð MARKNAÐARFØRING Búi Tyril / PRnewsMedia.com Ein megin avbjóðing hjá stórum pørtum av vinnulív- inum snýr seg um sokallaða "export marketing" – hvussu vit kunnu bera okk- um at fyri at náa út um landoddarnar og vinna nýggjar marknaðir fyri okkara vørur ella tænastur; ein altíð afturvendandi spurningur. Fáur vil mótmæla tí sjón- armiði at slíkar avbjóðingar eigur og má vinnan sjálv klára at møta, og tað roynir hon eisini: Ofta gjøgnum arbeiðið hjá teimum ein- støku virkjunum, men ikki so sjáldan í bólkum sum samstarva um eitt átak, og viðhvørt við hjálp frá tí al- menna. "So lítlar fyritøkur sum tær føroysku hava sjáldan orku til at einsamallar taka lut á messum og øðrum til- tøkum," viðmerkti ein vinnulívsmaður. "Júst tí er tað ofta ein fyritreyt at kunna fara út í felag," legði hann afturat. Undir leiðslu av Kjartani Kristiansen hevur Menn- ingarstovan, ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, í nógv ár gjørt sítt fyri at hjálpa føroyskum fyritøk- um í sambandi við handils- ferðir, messur og annað. Fyri ikki langari tíð síðani gjørdi Menningarstovan, sum partur av umsitingar- ligum og lógarligum broyt- ingum, av at stovna eina serliga Útflutningsdeild. Hendan deildin hevur síð- ani, undir leiðslu av tí ágrýtna vestmenninginum Áka Johansen, gjørt vart við seg gjøgnum eitt tal av nýggjum tiltøkum. Eitt av tiltøkunum er Ex- port Directory, ein web- baserað skrá yvir føroyskar útflutnings fyritøkur vend móti útlendskum fyritøk- um. Onnur tiltøk eru hand- ilsferðir, gjarna í nýggjum høpi. Sum til dømis í sep- tember, tá Menningarstov- an tók lut á World Fishing Exhibition, ein sera stór altjóða framsýning fyri fiskivinnuútgerð hildin 6. hvørt ár í Spania, og tók sjey føroyskar fyritøkur á handilsferð í sambandi við framsýningina. Týðandi latín "Tann brennandi spurning- urin hjá nógvum útflutn- ings fyritøkum er hvussu brýtur ein seg inn í nýggjar marknaðir," viðmerkti Annleyg Lamhauge, ið ber heitið International Busi- ness Developer og starvast saman við Áka Johansen á Útflutningsdeildini hjá Menningarstovuni. "At luttaka á framsýn- ingum uttanlands er ein góður máti at koma í sam- band við keyparar og selj- arar, tí allir eru samlaðir á sama stað í einum ávísum tíðarbili. Uppruna orsøkin hjá okkum at fara til Vigo í Spania í september var framsýningin World Fish- ing Exhibition í døgunum 17-23. september. Og eftir- sum Spania er ein nýggjur marknaður fyri flestar føroyskar fyritøkur, av- gjørdi Menningarstovan at royna eina handilsferð undan framsýningini." Handilsferðin, sum fór fram í umráðnum kring býin Vigo, varð løgd til rættis soleiðis at fundir vórðu planlagdir við reiðarí og fyritøkur ið selja útgerð til fiskivinnu. Hetta varð gjørt í samstarvi við ta donsku sendistovuna í Madrid. Meðan mexikanskt gifti Áki Johansen, sum hevur arbeitt fyri tað danska Exportráðið í Mexiko, er væl og virðiliga stinnur í sponskum máli, so dugir Annleyg Lamhauge franskt sum onnur duga eingilskt. Tað skerst ikki burtur at hesi latínsku mál hava ein stóran týdning í altjóða handilshøpi – og at nógvar fyritøkur kundu fingið nógv burturúr at havt tí- líkan málkunnleika. Tær sjey føroysku fyri- tøkurnar sum tóku lut undir hattinum hjá Menningar- stovuni í sambandi við World Fishing Exhibition, vóru Teleserve, Oilwind, Tor Shipping, Vónin, El- talvuvirkið í Gøtu, Føroya Tele og North Atlantic Fish Fair. Hóast fleiri lótu væl at ferðini, vildu fá úttala seg av ótta fyri at renna á leist- um við óbúnum niðurstøð- um. "Vit mugu hava tol her tí tað fer at taka langa tíð áðrenn og um nakað ítøki- ligt spyrst burturúr," helt Torleivur Mikkelsen, stjóri á Tor Shipping. Torleivur Mikkelsen var sum heild væl nøgdur við túrin í Spania, tó hann helt tað skein rættiliga týðiliga ígjøgnum at fiskivinnan har eins og í nógvum øðrum londum hevur trupulleikar orsakað av rávørutroti og skerdari veiðu. "Alt fungeraði sum tað skuldi, vit møttu kontaktum og tað var ógvuliga posi- tivt… Vit kunnu bara ikki hava ov stórt bjartskygni hvat fiskivinnuni nógva- staðni viðvíkur; trupulleik- arnir við tilfeingi og kvot- um og øllum tí yvirskugga nógv beint nú og spaniólar eru einki undantak í so máta, tvørturímóti… Var- semið er stórt." "Hinvegin mugu vit hugsa frameftir og alla tíð- ina síggja til at vera virkin hvat marknaðarføring við- víkur – annars hava vit ongan kjans." Tor Shipping arbeiðir á altjóða stigi og virksemið kann býtast upp í økini keyp og søla av skipum, skiparakstur í sambandi við FAS (Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina), og skipaumboðan. Teir flestu kundarnir eru úr flutnings- og ferðavinnuni, fiskivinn- uni, og oljuvinnuni. Í løtuni merkist nógv til framgongd innan ferða- vinnuna, upplýsti Torleivur Mikkelsen. Hetta kann hava samband við marknaðarføringar ar- beiði sum er gjørt í nógv ár í samstarvi við millum ann- að Tórshavnar Havn. Millum teir kundar sum Tor Shipping umboðar í Føroyum, teljast stór ferða- mannaskip sum Rotterdam, Seven Seas Navigator, The World og Costa Allegra, men eisini smærri og exklusiv skip sum Silver Whisper. Ítøkilig úrslit Meðan ferðavinnan ofta verður roknað sum ein vinna fyri seg, so er eitt samstarv millum sjó- og ferðavinnu ofta meinings- fult, nevniliga tá talan er um ferðing sjóvegis. Tað er sum so einki nýtt at feløg sum Smyril Line kombinera sjóvinnu og ferðavinnu, men í øllum førum vísa nú almennar upplýsingar at tað árliga talið á útlendskum ferða- mannaskipum sum koma á Havnina stendur í stórum vøkstri. Eitt drúgvt arbeiði við ferðavinnu marknaðar- føring er við øðrum orðum so smátt við at vísa ítøkilig úrslit. "Vit kunnu bara fegnast um gongdina," viðmerkti Torleivur Mikkelsen. "Hetta er gott fyri allar partar og er kappingar neu- tralt hvat viðvíkur teimum stóru pørtunum av okkara ferðavinnu ið hava føroy- ingar og okkara grannafólk sum marknað. Tað langa og tunga arbeiðið við ferða- vinnu marknaðarføring sum Tórshavnar Havn hev- ur gjørt tey seinastu 10-15 árini saman við skipaum- boðum sum Skipafelagnum Føroyar og Tor Shipping og túroperatørum sum MP Tours og Hoyvíking Tours, sær nú út til at geva bonus." Partarnir hava nevniliga marknaðarført Føroyar og síni egnu feløg saman við íslendingum og grønlend- ingum á altjóða messum undir felags heitinum The North Atlantic Islands. Umboðanar arbeiðið verður vanliga ikki roknað sum partur av ferðavinnuni, heldur ikki tá talan er um ferðamannaskip. Hinvegin verður tað sum snýr seg um tænastur til ferðafólkið vanliga roknað undir ferða- vinnuna. Tá ið eitt skip er inn- klarerað av teimum før- oysku myndugleikunum saman við havnaumboðun- um, byrjar ferðavinu virk- semið við túrum og øllum tí. "Í grundini er tað soleiðis at eitt stórt ferðamannaskip hevur vanliga tveir agent- ar," greiddi Torleivur Mikk- elsen frá. "Havnaumboðið er tann sum klarerar og umboðar reiðaríið og skipið í viðkomandi havn meðan túr operatørurin tekur sær av ferðafólkunum." Hvat oljuvinnuni viðvík- ur hevur Tor Shipping vónir um at síggja nøkur seis- mikk skip aftur í Føroyum í næsta ár. Higartil hevur verið ójavn á hesum øki men felagið hevur gjørt nakrar klareringar umframt skipatænastur fyri olju- vinnuna. Hinvegin gongur eitt sindur striltið at fáa út- lendsk skip at skráseta seg undir FAS, eftir øllum at døma av tí einfaldu orsøk at skipanin ikki er nóg fyri- munarlig. "Vit hava skilt at Fíggj- armálaráðið skal koma við einum nýggjum lógarupp- skoti um eina sokallaða tonnagu skattaskipan – vit síggja fram til hetta og vóna at tað verður skjótt." Samstarv um útflutning gevur úrslit í sjó- og ferðavinnu Torleivur Mikkelsen, Tor Shipping. Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com C M Y K 25 24