Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 229 - 2. desember 2003 Hea ferð løgdu teir rygg til tap á útivølli ímóti toppliðnum, sum hevði Chris Sutton og Henrik Larsson sum málskjúttar SKOTLAND Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað tykist ikki sum um, at Partick Thistle skal megna at vinna í hesum kappingarárinum. Leyg- ardagin var uppgávan kortini ríkiliga stór. Teir vóru á útivlli ímóti odda- liðnum Celtic, og teir í stórfelagnum vístu onga náði ímóti lítla býarfel- agnum. Partick stríddi seg upp á 1–1, men heima- liðið vann 3–1. Partick hevur framvegis bara tvey stig. Aberdeen, sum er næstaftast, fekk 2–2 á útivølli ómóti Dunferm- line, so frástøðan til bjarg- ingina gjørdist størri hjá Partick Thistle. Jákup Mikkelsen var enn eina ferð á beinkinum. Í Skotlandi varð í síðstu viku tosað nógv um, at Partick Thistle venjarin skuldi fáa sekkin. Hann fekk ein møguleika aftur- at, men nú man línan hjá honum vera rættuliga kløn. Partick meiri avbyrgt Toppliðini fingu øll fulla úrtøku Fyri fyrstu ferð skoraði brasilski álopsspælarin hjá FCK tvær ferðir í einum og sama dysti SUPERLIGAN Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað hilnaðist væl hjá fýra teimum fremstu í superlig- uni, tá ið næstsíðsta um- farið undan vetrarsteðgin- um var á skránni í viku- skiftinum. Næsta vikuskifti fer superligan í vetrarfrí. Leygardagin skulu FC Nordsjælland og AGF spæla, og sunnudagin verð- ur spælt soleiðis: Her- følge–Viborg, FCK–AB, Esbjerg–OB, FC Mid- tjylland–Frem og AaB–Brøndby. Brøndby er framvegis oddalið, men tað stóð nógv á, áðrenn teir á heimavølli frammanfyri 20 túsund áskoðarum tryggjaðu sær øll stigini. Peter Foldgast, sum eisini skoraði hósdagin ímóti Schalke 04, hevði dygst frá málstrikuni síðsta fótin á. Harvið varð stað- fest, at teir í Brøndby vóru ikki troyttari enn so, eftir glæsiliga úrslitið í UEFA Cup hósdagin, at teir høvdu orku til at vinna. Longu í 1. hálvleiki áttu teir at havt skorað eini fýra mál. Men teir fingu bara eitt, og so gjørdist tað rættuliga spennandi, tá ið FC Nordsjælland, sum stríddist rættuliga væl, eftir steðgin javnaði. Esbjerg er framvegis næstfremst – trý stig aftan- fyri oddaliðið. Tá ið teir í Esbjerg leygardagin høvdu vitjan av AaB, bendi einki á, tá ið tað var hálvleikt, at heimaliðið ikki skuldi vinna tryggan sigur. Teir vóru frammanfyri 2–0. Men í handavending skor- aði AaB tvey mál, og so var tað spennandi. Tommy Bechmann verður roknaður at vera týdningarmesti álopsspælarin hjá Esbjerg. Næsta ár skal hann spæla í Týsklandi, og nú verður undrast á, hvussu Esbjerg skal standa seg uttan hann. Ungi maðurin skoraði til 3–2, og hann legði upp til tvey av hinum málunum í 4–2 sigrinum. FCK stendur seg betri á útivølli enn í Parkini. Hag- tølini siga, at í heyst hava teir vunnið seks ferðir á útivølli og spælt tríggjar ferðir javn. Í Parkini hava teir tapt tríggjar ferðir í tíggju royndum. Í Viborg var talan um stórt FCK mannfall. Umframt Toda, Mykland og hinar, sum hava verið skaddir í nógvar vikur, so var Zuma ikki við, og Tøll var á beinkinum fyrsta tíman. Álvaro Santos og Peter Møller vóru í álop- inum. Santos skoraði bæði málini í 2–0 FCK sigrinum. Tað fyrra við góðum lang- skoti tá ið 1. hálvleikur var um at vera liðugur, og tað seinna fyri púra opnum máli, tá ið seinna umfarið var tríggjar minuttir gamalt. OB vann 2–1 á heima- vølli ímóti illa stadda Frem. OB venjarin metti, at sigur- in var væl og virðiliga uppi- borin, meðan Ebbe Skovdal iðraði seg um, at teir ikki høvdu gjørt størrri nyttu burturúr fleiri uppløgdum málmøguleikum. Í Århus er fótbóltslagið heilt gott, eftir at svenski venjarin, Sören Åkeby, í fýra teimum fyrstu dystun- um hevði vunnið tíggju stig. 11.121 vóru á Århus stadion, og tey fóru vón- brotin aftur til hús. Her- følge, sum er í stórari kreppu, tí formaðurin í nevndini og stjórin eru í opnum kríggi í fjølmiðl- unum, vann 3–1, eftir at heimaliðið hevði verið frammanfyri 1–0. Í Gladsaxe megnaði heimaliðið at vinna seg upp á 3–3, eftir at FCM hevði verið frammanfyri 3–1. Hetta var sætta ferðin á rað, at FCM, sum undan kapp- ingarbyrjan miðjaði eftir í minsta lagi fjórða plássinum, fór av vøllinum uttan at hava vunnið. Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brøndby (S) 19 14 - 3 - 2 34 13 21 45 2 Esbjerg 19 13 - 3 - 3 36 18 18 42 3 FCK (M) 19 10 - 6 - 3 28 15 13 36 4 OB 19 10 - 4 - 5 38 27 11 34 5 AaB 19 8 - 5 - 6 29 26 3 29 6 FCM 19 7 - 4 - 8 32 28 4 25 7 AGF 19 7 - 2 - 10 28 40 -12 23 8 Viborg 19 5 - 6 - 8 30 29 1 21 9 Herfølge 19 5 - 5 - 9 21 27 -6 20 10 FC Nordsj. 19 4 - 6 - 9 24 35 -11 18 11 Frem 19 4 - 2 - 13 19 36 -17 14 12 AB 19 3 - 2 - 14 16 41 -25 11 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jón Rói Jacobsen (Brøndby) Skotska Premier League v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Celtic 14 13 - 1 - 0 46 5 41 40 2 Rangers 14 11 - 2 - 1 37 11 26 35 3 Hearts 14 8 - 2 - 4 22 17 5 26 4 Motherwell 14 5 - 5 - 4 17 17 0 20 5 Dunfermline 14 5 - 5 - 4 16 19 -3 20 6 Livingston 14 4 - 6 - 4 15 15 0 18 7 Dundee 14 4 - 5 - 5 15 16 -1 17 8 Kilmarnock 14 5 - 2 - 7 20 30 -10 17 9 Hibernian 14 4 - 4 - 6 14 20 -6 16 10 Dundee Utd. 14 3 - 4 - 7 12 27 -15 13 11 Aberdeen 14 2 - 2 - 10 11 29 -18 8 12 Partick 14 0 - 2 - 12 12 31 -19 2 Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Partick) Danska TDC-ligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 GOG 10 9 - 0 - 1 338 247 91 18 2 KIF 10 9 - 0 - 1 313 258 55 18 3 AaB 10 8 - 0 - 2 290 241 49 16 4 Tvis 10 7 - 0 - 3 234 227 7 14 5 Skjern 10 6 - 0 - 4 281 261 20 12 6 Fredericia 11 6 - 0 - 5 298 291 7 12 7 Århus GF 10 5 - 0 - 5 312 306 6 10 8 Bjerringbro 10 4 - 1 - 5 204 211 -7 9 9 FCK 10 3 - 1 - 6 255 260 -5 7 10 Ajax 10 3 - 0 - 7 240 262 -22 6 11 Helsinge 10 3 - 0 - 7 260 288 -28 6 12 TMS 10 3 - 0 - 7 213 263 -50 6 13 Silkeb.-Voel 11 2 - 0 - 9 266 316 -50 4 14 Otterup 10 2 - 0 - 8 212 285 -73 4 Føroyskir leikarar: Heini Hanusarson (TMS) C M Y K 22 Nr. 229 - 2. desember 2003 23 Aflysning av tvangsauktion Tvangsauktionen over matr. nr. 862 g Tórs- havn, berammet til fre- dag den 5. desember 2003 kl. 9.15, aflyses hermed. Jóannes Madsen dommerfuldmægtig Lýsið við brúktum bilum 23