týsdagur 2. desember 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 229 - 2. desember 2003
Nr. 229 - 2. desember 2003
23
um vit vera oljutjóð ella
ikki.
Annar er at menna tøkn-
ina, soleiðis at man sær
gjøgnum basaltið. Hin er at
bora gjøgnum basaltið.
Skal tú bora ein metur um
tíman, so verður tað so
ómetaliga dýrt, ja tá skal
man kanska bora í eitt hálvt
ár, og tá er váðin framvegis
stórur. Neyvan nakað olju-
felag fer at brúka sínar
íløgur til slíkt. So talan er
um at síggja gjøgnum ba-
salt og bora gjøgnum
basalt. Ber ikki til at menna
tøknina á hesum økjum
komandi árini, so kann tað
gera, at oljufeløgini taka
seg aftur av føroyaøkinum.
Vit mugu bara viðganga
tað: nógv negativt er við
Føroyaøkinum í løtuni. Fe-
løgini eru als ikki líka ivrig,
sum tey vóru. Kortini tykj-
ast feløgini vera áhugað.
Bara tað at tey hava skriv-
stovur og fólk her merkir, at
tey hava ikki mist áhugan
heilt.
Hvat fer at henda?
Hvat fer so at henda nú
spyrja tit ótolin! Og tað sær
út til at blíva ein uppaftur-
tøka av spurningum og aft-
ur spurningum, hjá olju-
feløgum, hjá oljumyndug-
leikum og hjá okkum jour-
nalistum.
Loyvini ganga út við
enda ár 2006. Innan ta tíð
skulu fýra brunnar verða
boraðir. Men verða fýra
brunnar boraðir aftrat, tá
avtornar kundi verið spurt?
Feløgini hava jú bundið seg
til at bora teir, men kann
tað henda, at man slær
kanska
onkrar
brunnar
saman og borar djúpri. Tvs.
at vit fáa 3 heldur enn 4
brunnar?
Eitt fund er gjørt. Vit vita
ikki, um tað er rakstrar-
verdugt. Ein avmarkingar-
brunnur varð boraður og
var hann ikki nøkur succes.
Hvat hendur nú? Heldur
Amerada, at hann als ikki
er nóg áhugaverdur, at man
sleppur honum longu eftir,
at ein avmarkingarbrunnur
er boraður? Ja hvør veit,
kanska er hann longu slept-
ur!
Vit vita, at ein virkin kol-
vetnisskipan finst. Endiliga
ein positiv staðfesting.
Vit vita eisini, at tað skal
tol til. Men vit vita sam-
tíðis, at har talan um profitt
er tolið ikki óendaligt. Ein
ella annar krevur at finna
olju á Føroyaøkinum, men
hvør er hann ella hon, sum
veruliga vil hanga í, til fund
verður gjørt?
Man má hava eina ella
aðra gularót. Hon er so
tann, at tað eru nøkur
viðurskifti, sum eru góð í
Føroyum. Eitt nú at økið
politiskt er stabilt sammett
við lond, har ruðulleiki
ræður og óstabilitetur ræð-
ur. Men tey jarðfrøðiligu
viðurskiftini skulu í øllum
førum vera uppá pláss. Vit
síggja aðrastaðni í heimin-
um, at hóast tey politisku
viðurskiftini ikki altíð eru
líka góð, so telur tað nógv,
at jarðfrøðin er til vildar.
Hvat fer so at henda?
Statoil hevur ein brunn.
Amerada hevur ein og BP
tveir.
Tað hevur víst seg, at
oljan finst ikki í teimum
jarðløgunum, har hon er
funnin vestan fyri Hetland,
løg, sum vit hava brúkt sum
referansu. Kann tað tí
hugsast, at oljan liggur
nógv djúpri. Og vitandi at
ein djúpur brunnur kostar
nógvar ferðir meira enn ein
grynri, kann tað tá aftur
hugsast, at man vil gera
broytingar í arbeiðspro-
grammunum?
Sjálvt um fýra brunnar
eru eftir, kann tað so hugs-
ast, at tað møguliga bara
vera tríggir, sum verða bor-
aðir, tá avtornar?
Fyri at varðveita áhugan
á føroyska økinum ber til
at gera
sær tað
tanka-
eksperi-
ment, at
tveir
brunnar
verða
slidnir
saman,
um so er
at har er
eitt pro-
spekt at
fara
eftir. Her
hugsi eg
serstak-
liga um
loyvini
hjá
Statoil
og BP,
sum
liggja
upp at hvørjum øðrum, og
har vit vita, at feløgini
høvdu áhuga fyri pørtum av
báðum av lisensunum.
Ella ber til at ímynda sær,
at fleiri av feløgunum, sum
eru á landgrunninum taka
seg saman fyri at spjaða
váðan enn meira enn tey
hava gjørt, soleiðis, at av
teimum fýra brunnunum,
sum eftir eru, verður ein
boraður inni á basaltinum,
sum tá eisini vil vera bæði
dýrari og váðaligari enn
aðrir brunnar. At man
váðar ein basaltbrunn fyri
tveir aðrar?
9 ára loyvini
Tá eru so bara trý øki í
løtuni, sum kunnu vera
áhugaverd. Tað eru 9 ára
loyvini hjá ENI, Anadarko
og Statoil.
Sum skilst hava øll feløg-
ini biðið um at fáa longt
síni 9 ára loyvi. Oljumála-
ráðið hevur givið Statoil
loyvi og fer helst at geva
hinum loyvini í næstum.
Hava tey biðið um tvey ára
forlongilsi, og tað skilst
vera so, tá kunnu vit siga, at
tað verða tey komandi tvey
árini, sum verða avgerandi
fyri, hvør hongur við víð-
ari.
Tað má tí metast, at tey
vónbrot, sum hava verið,
eru kortini ikki so svørt-
skygd heldur, nú øll feløg-
ini hava biðið um forlong-
ilsi av 9 ára loyvunum. Tey
hava eina ella aðra kenslu
av, at olja kanska er har. Og
tí er býtt at siga loyvini frá
sær, um oljan finst júst har.
Verða 9 ára loyvini longd
tvey ár vil tað siga, at tvey
tey komandi árini verða
sera týdningarmikil. Bæði
viðvíkjandi seks ára loyv-
unum men eisini tí feløgini
hava ynskt at halda fast við
9 ára loyvini. Tað at tey
vilja brúka orku her vísir, at
tey ikki ætla at taka seg úr
økinum.
Men hvussu við BP. Tað
hevur
einki 9
ára loyvi
at flyta
síni for-
pliktilsi
til. Vit
hava so
eisini
sæð, at
BP hev-
ur úttal-
að, at
tað hev-
ur einki
eyðsæð
boriøki í
teirra
einasta
loyvis-
øki, og
tí er
ikki vist,
at tað er
frægast
at bora har. At tað hevur
samrøður við onnur feløg
og
myndugleikar
fyri
møguliga at bora í øðrum
økjum. Og at tað er ósann-
líkt, at BP fer at bora 2
brunnar afturat í sínum
loyvi. Best er um í minsta
lagi – leggið til merkis –
BP sigur í minsta lagi ann-
ar av báðum brunnunum
verður boraðir uttan fyri
teirra loyvisøki. Hesi út-
talilsi frá BP, sum jú hevur
verið lokomotivið og lyn-
tokið á øllum Atlantsmótin-
um geva okkum klárar
ábendingar um, hvat er við
at henda. Tit sum her sita
vita eisini, hvat man kann
leggja í slík úttalilsi: nevni-
liga, at BP er í trongum
skóm, men at tað ikki ætlar
sær úr skónum men skifta
til
aðrar
skógvar
ella
kanska styvlar er rættara
orðið, nú nógv bendir á, at
BP verður noytt til at fara
longur niður í dýpið næstu
ferð og enntá inn á basalt-
ið?
Frammaundan hevði tú
bara fundini vestan fyri
Hetland at vísa á tvs. sum
referansu. Nú hevur tú so
fingið fýra brunnar aftrat á
føroyaøkinum at ganga út
frá. Verða teir næstu fýra
eisini turrir kemur tað at
forsterka negativu ávirkan-
ina. Men tað ger so eisini,
at vit fáa betri data til upp-
aftur nýggjar brunnar í eini
nýggjari útbjóðing. So tað
er umráðandi ikki at taka
nakað fyri givið. Missi eg
teg her, so vinni eg teg har.
Økið vestan fyri Hetland
hevur heldur ikki verið
nøkur succes. Tað er eingin
loyna, at vit eru í einum
aldudali, her serstakliga
vestan fyri Hetland. Tó so.
Er tað so rætt sum ryktir
vilja vera við, at Cambo-
brunnurin er eitt fund, so
liggja ENI og Føroya Kol-
vetni við sínum 9 ára loyvi
beint í grannalagnum. Tað
eru góð tíðindi í hesi aldu-
dalstíð.
Nú er tað so alment, at
bræv er farið frá Jarðfrøðis-
savninum
til
oljufeløg
kring allan heim um at
nominera nýggj øki til eina
næstu rundu.
Spurningurin er so, um
vit bara skulu bíða til at
hava rundur til umstøður-
nar eru góðar ella skulu vit
sjálvi arbeiða uppá at skapa
meira áhuga fyri økinum.
Skulu vit bara seta okkum
at bíða til økið aftur er í
einum hákonjukturi, so
leggja vit okkum eftir, at
tað eru okkara grannaøki,
sum skulu lyfta okkum.
Kunnu vit líta á tað!
Krøvini til keikant oa.
Hvussu við krøvunum til
oljufeløgini um føroyska
luttøku, keikant osfr. Verða
myndugleikarnir noyddir til
at endurskoða krøvini fyri
at gera tað meira áhugavert
fyri at vera við í eini 2. út-
bjóðing?
Vit eiga at kunna seta
spurningin, hvussu relevant
tað er at stríðast um eitt
krav um at alt skal yvir før-
oyskan keikant í eini leiti-
fasu. Undir útbygging er
tað nakað annað. At tú skal
hyggja eftir hvussu nógv
rør eru umborð osfr. Er tað
hetta vit skulu hava eftirlit
við. Ella skal man linka um
hesi krøvini. Sambart lóg-
ini skal flutningur til og frá,
tá boripallur ella boriskip er
á føroyskum øki, yvir
føroyskan keikant. Men er
skipið fylt áðrenn, hvussu
skal ein so fyrihalda seg.
Spurningar og aftur spurn-
ingar.
Tað var løgtingsins vilji
frá byrjan, og neyvan torir
landsstýrismaðurin at pilka
við hetta, tí tað rætt og slætt
ikki er meiriluti fyri at víkja
frá keikantinum. Og so fær
hann neyvan heldur sín
starvsfelaga í Rúnavík at
ganga við til tað, tá hugsað
verður um, at útgerðar-
havnin liggur har.
Eg rokni ikki við, at
feløgini fara at leggja so
stóran dent á hetta undir
komandi leiting. Hetta er
ein lítil trupulleiki í tí stóra
heila hjá flestu av feløgun-
um.
Eru so onnur krøv, har vit
kunnu fremja broytingar?
Neyvan. Taka vit skatta-
skipanina, so er illa hugs-
andi, at myndugleikarnir
fara at nerta við hana. Og
helst er tað heldur ikki so
avgerandi fyri oljufeløgini.
So vit mugu ganga út frá, at
skattaskipanin verður helst
tann sama undir 2. útbjóð-
ing, tí tað er ein longri pro-
sess at fara og pilka við
hana nú.
Annað er so, at man kann
betra um smábrek so sum at
oljufólk ikki kunnu vera
her í ein dag uttan at verða
skattað. Her er talan um at
fáa ein dupultskattasátt-
mála við Bretland uppá
pláss.
Nú vit tosa um krøv
mótvegis oljufeløgunum,
so var tað skilagott av
okkara myndugleikum at
seta sum krav til oljufeløg-
ini, tá tey fingu loyvi regl-
urnar um "Drill or pay" -
bora ella betal. Fyri før-
oyskar myndugleikar er tað
mest umráðandi, at vit hava
fýra brunnar eftir. Tí vísir
bara ein av teimum eitt
fund, so er sloppið.
Til endast ein lítil sól-
stálusøga. Tað verður tosað
um, at vit í fyrsta lagi fram-
leiða olju um eini 10 ár.
Hvør veit, kanska tað ganga
15 ár. Og um so er og vit
skriva 2015 og eingin olja
er farin at renna til ta tíð, so
hava vit í hvussu er vunnið
í lottaríínum, væl at merkja,
tí danska, tí sambart av-
taluni vit gjørdu við danir
nøkur ár herfyri, so detta
500 mill. kr. av skuldini til
Danmarkar
burtur,
um
oljan ikki rennur áðrenn
2018. Sig so at eingin olja
eisini kann geva pengar í
kassan.
Kolvetni finnast – tað
ræður "bara" um at
finna tey
FYRILESTUR Í
OLJUTINGINUM
Jan Müller
Føroyska oljusøgan er ikki
ung, sum mong halda. Hon
er elligomul. Hon byrjaði
fyri nógvum milliónum
árum síðani - tá hetta land-
ið varð til - tá fortreytirnar
vórðu lagdar til tað olju-
tilfeingi, sum hevur ligið
og bíðað eftir at verða upp-
dagað. Vit hava vónað og
gitt. Fyrstu ítøkiligu prógv-
ini - boringarnar á land-
grunninum - siga okkum, at
her finst ein virkin olju-
skipan. Kolvetni goyma seg
onkunstaðni, helst fjala tey
seg undir tjúkku basalt-
fláunum. Tað ræður um at
leita og finna. At hava
treiskni, dirvi og tol. Og
ikki minst pengar.
Nýggjara oljusøgan byrj-
aði fyri góðum 30 árum
síðani, tá fjalda oljan varð
funnin í Norðsjónum. Olju-
pionerar mettu longu tá, at
Føroyar eisini goymdu olju.
Stór oljufeløg bóðu tí longu
tá um loyvi at kanna okkara
undirgrund eisini. Longu í
1969 tvs. fyri nærum 35
árum síðani søkti ameri-
kanskt felag um loyvi at
skjóta seismikk her. 23.
oktober 1974 stendur at
lesa í Sosialinum, at sama
amerikanska oljufelagið, ið
kallast "Ocean Explora-
tion" aftur heitir á løgting-
ið og tá um at fáa einkar-
rætt til at gera seismiskar
kanningar
á
havleiðini
kring Føroyar.
Nógvar aðrar umsóknir
komu. Landsstýrið tók av-
gerð um at bíða við at lata
nakað loyvi, til spurningur-
in um undirgrundina var
avkláraður. Tí vórðu eingi
loyvi latin tá. Allar um-
sóknir vórðu lagdar á hill-
ina. Fyrst máttu so grund-
leggjandi viðurskifti sum
ognarrætturin til møgulig
ráevni og markið til grann-
arnar fáast uppá pláss.
Í 1982 stendur at lesa í
bløðunum, at tað nú liggja
30 umsóknir og bíða eftir
svari at sleppa í gongd. Og
samtíðis bjóðar eitt heldur
"mystiskt" felag, nevnt Pan
Mexicana, sum hevur ein
umsetning
svarandi
til
bruttotjóðarúrtøkuna hjá
Vesturtýskalandi sær at
gjalda eina milliard krónur
fyri at sleppa at bora. Pen-
ingurin skal fara í ein
grunn, sum skal koma
fiskimonnum til góðar.
Hesi seinastu 30 árini
hava tí verið merkt av bæði
viðráki og bakkøstum, av
nøgdsemi og vónbrotum alt
í einum. Men tað, sum hev-
ur eyðkent gongdina, hevur
verið ein trúgv uppá, at
hetta skuldi bera til, at her
finnast kolvetni, og at tey
eru okkara.
Við bjartskygni, treisk-
leika og professionalismu
hava vit megnað at fáa
hesar so týðandi og grund-
leggjandi brikkarnar uppá
pláss, ein fyri og annan
eftir. Í 1992 fingu vit ogn-
arrættin til ráevnini. Mið-
skeiðis í 90-unum fingu vit
neyðugu lóggávuna til tess
at kunna fara í gongd at
fyrireika okkum, seinast í
90-unum fingu vit eftir
tógvið stríð markið uppá
pláss, og vit settu hol á
nýggju øldina við at bjóða
oljufeløgunum møguleikan
at seta hol á undirgrundina.
Og vit fóru undir at út-
búgva okkara ungdóm til
nýggju vinnuna og at
"geara"
samfelagið
til
nýggju avbjóðingarnar. Ein
ótrúliga hendingarrík men
eisini krevjandi tíð.
So far so good.
Skal henda her og nú
Í dag skriva vit 2003, og her
ræður óvissa, ótolni og
resignatión millum manna.
Hví? Jú tí vit eru so bráð og
vilja hava tingini at henda
her og nú. Vit mugu sjálv-
andi varðveita momentum,
sum tað eitur. Avgerandi er
at halda oljufeløgini við
sínum milliónum av dollar-
um og ekspertisu føst her.
Vit mugu gera tað áhuga-
vert og attraktivt at váða
pengar á okkara land-
grunni.
Vit hava kappingarneytar
um allan heim - onnur øki,
har tað er bíligari at ar-
beiða, har krøvini frá
myndugleikum eru færri og
minni og ikki minst - har
líkindini til at finna olju eru
størri. Hetta er í sær sjálv-
um ein hóttan og ein av-
bjóðing, sum vit mugu liva
við. Tað er í veruleikanum
sera avmarkað, hvat vit
kunnu gera fyri at vera
millum vinnararnar í hesi
gróthørðu kapping. Tí finst
olja aðrastaðni, og hon er
bíligari at taka upp og
framleiða, tá fara oljufeløg-
ini sjálvandi at rýma úr ein-
um føroyaøki, har óvissan
og prísurin eru so stór. Tað
er slíkum vanda vit mugu
forða fyri. Missa feløgini
áhugan nú, er ikki vist, at
tey nakrantíð koma aftur á
klettarnar. Vit kunnu lýða
somu lagnu sum Falklands-
oyggjarnar, Írland og fyri
tað Grønland.
Nú er tað fyrst og fremst
profitturin, sum drívur
verkið, og sum fær oljufe-
løgini at váða nakað, men
vit mugu so eisini seta okk-
ara álit á, at tað eru olju-
feløg, sum veruliga vilja
brúka orku og pengar til at
kanna okkara undirgrund.
Sum hava eina vón og eina
trúgv uppá, at tað fyrr ella
seinni fer at eydnast at
finna kolvetnini.
Okkara
myndugleikar
mugu tí eisini gera nógv
fyri at fasthalda áhugan hjá
hesum feløgum og sjálv-
andi øðrum við, sum sita á
síðulinjuni. Tað vil vera ein
hárfín ballansa millum tað,
sum okkara samfelag held-
ur vera rímulig og røtt krøv
og so tað, sum oljufeløgini
meta vera rímuligt og rætt
fyri, at tey kunnu gera íløg-
ur her.
Tolin trívst er gamalt før-
oyskt orðatak og eigur tað
eisini at verða brúkt um
leitingina á føroyska land-
grunninum. Og tað er so
sanniliga neyðugt við toli,
nú tøgnin og lutvíst apatiin
hava tikið yvir eftir mongu
herrópini og gleðisynskini
– positivu forvæntningar-
nar - sum komu frá bæði
politikarum og vinnulívs-
monnum undan fyrstu bor-
ingunum á landgrunninum.
Helvtin borað
Í dag er helvtin av 8 brunn-
unum frá 1. loyviumfari
borað. Úrslitið – ja tað er
bæði gott og ringt. Vit hava
staðfest, at tað í undir-
grundini er ein virkin kol-
vetnisskipan. Gjørt er eitt
oljufund, sum vit tó enn
ikki vita er rakstrarverdugt.
Og boraðir eru eisini turrir
brunnar.
Meðan
politikarar,
vinnulívsfólk og vanliga
fólkið eru ótolin og bera
ótta fyri, at føroyska olju-
ævintýrið endaði, áðrenn
tað byrjaði, so verður mælt
til, at vit vísa tol. Sagt
verður, at tað er ikki óvan-
ligt, at tað ikki verður gjørt
rakstrarverdugt fund eftir
bert fýra brunnar. Taka vit
leitingina í Noregi á sinni
vórðu har boraðir meira
enn 30 brunnar, áðrenn
lønandi oljufund varð gjørt.
Vestan fyri Hetland vórðu
fleiri enn 70 brunnar bor-
aðir, áðrenn oljukelda varð
uppdagað. Tað skulu borast
umleið 5 brunnar fyri hvørt
fund verður sagt. Hjá okk-
um er talan um eitt nýtt
leitiøki, har eingin hevur
borað áður, so kanska hetta
er ikki rætta talið hóast alt.
Kanska tað skulu teir 8
brunnarnir til fyri at finna
oljuna. Í so máta má sigast,
at vit tá hava rakt í plett.
Komandi trý árini fara
oljufeløgini at bora 4
brunnar aftrat. Neyvan
verður nøkur boring fyrr
enn í 2005. Til ta tíð vilja
oljufeløgini
savna
inn
nýggjar upplýsingar um
undirgrundina,
nú
tey
kanska mettu skeivt í fýra
teimum fyrstu brunnunum.
Bretska økið við keldunum
Foinaven og Schiehallion
vórðu fyrimyndin, men
møguliga eisini snávingar-
steinurin ella kanska bara
blindgøtan. Vit skulu
møguliga bara til at leita
heilt aðrastaðni. Seta okk-
um niður aftur og byrja av
nýggjum. Soleiðis at slepst
undan nýggjum blindgøtum
og snávingarsteinum.
Fleiri av feløgunum hava
9 ára loyvi, sum tey í løtuni
samráðast við myndugleik-
arnar um. Ætlanin við hes-
um loyvum var, at feløgini
longu í ár skuldu bestemma
seg til at bora komandi
árini. Tann avgerðin verður
tó helst útsett nakað og
kunnu feløgini tí halda
fram við sínum kanningum.
Tað kann henda, at teir fýra
brunnarnir ella nakrir teirra
frá 6 ára loyvunum, verða
tengdir saman við troytan
av 9 ára loyvunum ella
møguliga verða fluttir inn í
eina nýggja útbjóðing.
Hetta eru so enn bara
kvalifiserðar gitingar.
Boraðir eru fýra brunnar.
Eftir at bora eru fýra. Og
verður nýggj útbjóðing í
næsta ár kann jú henda, at
uppaftur fleiri brunnar fara
at standa á skránni tey
næstu árini. Og tað í nýggj-
um og kanska meira spenn-
andi økjum fyri norðan og
fyri vestan – inni á basalt-
økjum, sum kunnu goyma
stórar olju- og kanska ikki
minst gasskeldur. Fleiri
ábendingar eru um, at gass
finst í stórum nøgdum á
føroyskum øki. Spurning-
urin er "bara", hvar. Feløg-
ini halda seg hava eina
peiling av, hvar, men tað
skulu gerast nógv fleiri
seismiskar
kanningar,
áðrenn fyrsti borurin verð-
ur rendur í basaltið.
Feløg og myndugleikar
tykjast hava funnið saman
um ein góðan dialog, har
allir møguleikar nú verða
viðgjørdir. Um nýggjar
kanningar,
skilagóðar
broytingar í verandi útbjóð-
ing og ein nýggj útbjóðing
verða væl móttikin hjá
bæði oljufeløgum og mynd-
ugleikum er ikki óhugs-
andi, at eitt olju- ella gass-
fund verður gjørt í næstu
framtíð. Vit hava traðkað
barnaskógvarnar. Nú er at
taka miðvís men varislig fet
út á stóru basaltfløturnar,
sum krógva svarta gullið.
Basaltavbjóðingin
Nú leypi eg eitt sindur. Ein
av stóru avbjóðingunum á
føroyaøkinum
komandi
árini er basaltið. Á olju-
messuni í Aberdeen nú um
dagarnar greiddi eitt um-
boð fyri Shell frá tí arbeiði,
sum verður gjørt fyri at
síggja niður gjøgnum ba-
salt, "Sub Basalt Image-
ning". So tað er ikki bara
her hjá okkum, at tosað
verður um hetta so týðandi
evnið. Tað er nevniliga ein
trupulleiki ella um tú vil,
ein uppgáva, ein avbjóðing,
so nógva aðrastaðni eisini.
Tað vil siga, at orka verður
brúkt til at loysa ein knút,
sum eisini kann gagna okk-
um. Liggja stórar olju-
goymslur
fjaldar
undir
basalti og á djúpum vatni,
so hevur tað týdning at
kunna minka um kostnaðin
at finna hesar, og her er
basaltgátan avgerandi. Men
lat okkum líka halda okk-
um til basaltið. Har eru so
tveir avgerandi spurningar,
sum eisini hava okkara
stóra áhuga fyri ikki at siga,
at teir eru avgerandi fyri,
Frá seinasta Oljutinginum á Hotel Føroyum. Fyrilestrarhaldarar vóru Terje Hagevang frá Sagex Petroleum og Jan Müller,
blaðstjóri. Eisini nýtti stjórin í Geysir høvi at siga nøkur orð. Her eru teir tríggir á Oljutinginum
Forsíðan á Sosialinum 23. oktober 1974, helst ein av fyrstu greinunum yvirhøvur í
sambandi við Føroyar sum oljuøki
Føroyaøkið í einum aldudali