Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 2. desember 2003 21 H71-Neistin 24-26 (11-13): Neistin heldur fast Í eini tættari granna- uppgerð eydnaðist bláa høvuðsstaðarfel- agnum at ogna sær bæði stigini HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast hoyvíkingar heldur ikki í ár tykjast skula leggja seg út í oddastríðið, so duga teir framvegis at arga fremstu liðini í deildini. Ikki minst, tá talan er um dystir móti hinum havnar- liðnum. Fyrr í heyst gjørd- ust teir einasta liðið, sum hevur bast Kyndli, og sunnudagin var um reppið, at teir eisini stjólu stig frá Neistanum. Mundu tveitt burtur Tað var annars ikki so leingi nakað, sum bendi á, at Neistin skuldi fáa trupul- leikar av dystinum sunnu- dagin. Eftir eina byrjan, har millum lítið og einki hekk saman hjá liðnum, fingu teir bláu veruliga glið á spælið, og longu undan steðginum høvdu teir fingið hoyvíkingarnar aftur og eisini lagt seg framum. Og eftir steðgin helt Neistin bara fram. Um miðjan hálvleikin vóru fimm mál á muni, og so hvørt, sum minuttirnir gingu, tóktist ein trivaligur sigur alt meira sannlíkur. Men seinastu løtuna steðg- aði alt aftur upp. Neistin skoraði til 23-17 sjey min- uttir undan leikloki, men so settu teir á heimaliðnum á. Fýra mál á rað fingu aftur nakað av spenningi í dystin, og hevði hesin spurturin komið fáar minuttir áðrenn, so kundi Neistin verið komið í heilt álvarsligar trupulleikar. Men eftirverandi tíðin var ov knøpp, og hóast H71 aftur fekk tvey mál seinasta minuttin av dystinum, so var tað ov lítið. Við sigrinum leyp Neistin upp á næstfremsta plássið í deildini, har teir eru eitt stig aftan fyri Kyndil. Komandi dysturin hjá teimum bláu verður aftur í Hoyvikar- høllini, tá teir vitja KÍF, og so verður grannauppgerðin og oddabrakið á skránni, tá Kyndil tekur ímóti. Hoyvíkingar skulu næsta vikuskiftið royna seg á Skála, og tað líkist í øllum førum einari truplari upp- gávu. Dysturin í tølum H71-Neistin 24-26 (11-13) Málskjúttar H71: Halgir Dahl Olesen 7, Johnny Durhuus 5, Henrik Gerster 4(2), Tróndur Vatn- hamar 3, Heindi Bendtsen 2, Esbern Patursson 2, Niels Viggo Niclasen 1 Neistin: Blagoje Buha 9(2), Dragisa Stojovic 7, Ragnar Satkksund 3, Dann Thorleifsson 2, Áki Mørk 2, Helgi Justinussen 2, Karl Oddmar Rasmussen 1 Brotskøst: H71 2, Neistin 2 Útvísingar: H71 3, Neistin 2 Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Eyðun Samuel- sen Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 Stjørnan 8 6 - 1 - 1 194 148 46 13 2 VB 8 6 - 0 - 2 194 143 51 12 3 VÍF 8 5 - 1 - 2 195 169 26 11 4 Neistin 8 4 - 1 - 3 211 186 25 9 5 StÍF 8 4 - 1 - 3 194 187 7 9 6 Søljan 9 1 - 0 - 8 153 214 -61 2 7 Kyndil 9 1 - 0 - 8 142 236 -94 2 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 Kyndil 7 5 - 1 - 1 211 194 17 11 2 Neistin 7 4 - 2 - 1 199 174 25 10 3 StÍF 7 4 - 0 - 3 174 172 2 8 4 VÍF 7 3 - 1 - 3 184 170 14 7 5 H71 7 1 - 1 - 5 167 184 -17 3 6 KÍF 7 1 - 1 - 5 166 207 -41 3 Máltindarnir Kvinnur Simona Dziugyte Neistin 78 (17) Ioana Rápa VÍF 53 (12) Aukse Vysniaskaite VB 53 (16) Annika Ljósstein Stjørnan 47 (16) Milica Ergic StÍF 45 (7) Nicoleta Radu Søljan 44 (7) Gurið Mortensen VB 41 (6) Nikolina Eyðbjørnsdóttir VÍF 39 Sóley Mikkelsen VÍF 38 (5) Katarina Stepanovic Stjørnan 37 (10) Rannvá Augustinussen VB 33 Ann Mari Vang Kyndil 33 (3) Poula D. Olsen StÍF 31 Irina Rodevici VÍF 31 Heidi Maria Akselsen Søljan 31 (2) Menn Blagoje Buha Neistin 58 (16) Halgir D. Olesen H71 55 (6) Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 53 (22) Dragisa Stojovic Neistin 50 (2) Ingi Olsen VÍF 44 (18) Sámal Joensen VÍF 36 (5) Damir Oros KÍF 36 (13) Henrik Gerster H71 35 (12) Áki Mørk Neistin 34 (3) Petur Martin Poulsen KÍF 33 Høgni Klein Kyndil 33 Sveinur Justinussen StÍF 32 (4) Jacob Jónsson Kyndil 31 Janus Einar Sørensen Kyndil 31 (3) Alexandur Johansen StÍF 29 (14) StÍF-Neistn 20-21 (13-18): Trý mál var nokk Hóast Neistin bert fekk eitt mál í 28 minuttir, so megnaðu tær at enda at fáa sigurin til høldar HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir fyrra hálvleik í dystin- um á Strondum millum StÍF og Neistan, vóru ikki stórvegis ábendingar um, at hetta skuldi gerast ein av teimum heilt spennandi dystunum. Neistin og Sim- ona Dziugyte tóktust snøgt sagt vera alt ov væl fyri til StÍF, sum framvegis má klára seg uttan Alinu Olaru. Gestirinir lupu avstað alt fyri eitt, og eftir at hava skapt sær eina hampuliga leiðslu, skuldu tær so bara halda fast um hesa. Og hetta sá sum so út til at rigga fínt, men í seinna hálvleiki gekk galið. Hvussu tær so enn royndu, so eydnaðist teimum ikki at fáa bóltin í kassan, og alt meira fór hetta at líkjast einum stórum kompleksi hjá liðnum. Simona varð sjálvandi væl ansað, men heldur ikki av brotsteigar- blettinum megnaði hon at fáa bóltin í kassan, og spakuliga tók StÍF seg meira fram. Neistin megnaði ikki at skjóta mál í samfullar 22 minuttir eftir steðgin, men heldur ikki málið, sum loksins kom, tóktist lata upp fyri nøkrum. StÍF fór at enda eisini framum, men so raknaði Neistin brádliga við. Við teimum báðum seinastu málunum í dystin- um fingu tær kortini kopp- að øllum til sín fyrimuns, og so kundi tær fagnast, meðan vertirnir bara máttu ásanna, at alt stríðið hevði verið til fánýtis. Og spurningurin er so, hvussu liðini nú munnu vera fyri til komandi av- bjóðingarnar. Hjá Neistan- um er í øllum førum greitt, at tær eisini mugu læra seg at liva uttan Simonu Dziu- gyte, tá málslúkurin verður tikin úr spælinum. Tað megnar liðið í alt ov lítlan mun, sum er, og so er spurningurin, hvørt ein loysn er funnin á hesum undan komandi dystinum móti Stjørnuni. StÍF hevur í fleiri førum sýnt, at moralurin á liðnum er sera góður, men spurn- ingurin er, hvørt hetta aftur í ár røkkur til heiðursmerki. Ein ábending um hetta fæst kanska sunnudagin, tá tær taka móti meistarunum úr VB. Dysturin í tølum StÍF-Neistin 20-21 (13-18) Málskjúttar StÍF: Milica Ergic 6, Poula D. Olsen 6, Sunfríð B. Jac- obsen 2, Paula B. Høgne- sen 2(1), Anna Maria Berthelsen 2, Beinta Jacob- sen 1, Anna B. Danielsen 1 Neistin: Simona Dziugyte 9(2), Rakul Augustinussen 5, Unn Kragesteen 2, Lív Sørensen 1, Marjun Trónd- arson 1, Vivian Unadóttir 1, Lina Andriulyte 1, Susan Brockie 1(1) Brotskøst: StÍF 2, Neistin 6 Útvísingar: StÍF 3, Neistin 1 Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Høgni M. Joensen Heini Hanusarson fekk trý mál, men tað var ikki nóg mikið hjá Team Midtsjæl- land, tá teir um vikuskiftið royndu seg ímóti Team Helsinge í bestu donsku hondbóltsdeildini. Endaliga úrslitið av dystinum var 30-25 til Helsinge, sum við hesum stríddi seg upp um TMS á stigatalvuni, tó at tað bert er málmunurin, sum ger hetta av. Høvdu Heini og teir vunnið dystin, hevði stigatalvan helst sæð nakað ljósari út, men har er so ikki stórt annað at gera, enn at halda á fram við stríðinum. Sjálvur verður Heini tó ikki partur av øllum hesum. Sum vit skrivaðu í leygardagsútgávu okkara, so flytir Heini til Føroya um ársskiftið, og verður hann tí partur av liðnum hjá Neistanum í enda- spælinum. -jm Tungt hjá Heina 21 20 Nr. 229 - 2. desember 2003 VÍF-StÍF 30-23 (16-13): VÍF tendraði VÍF spældi sum eitt veruligt oddalið, tá teir sunnudagin góvu meistarunum av Skála bank HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Nógv hevur verið tosað og skrivað um óvanliga tungu gongdina, sum mansliðið hjá VÍF hevur havt higartil í ár.Ein gongd, sum eitt skifti viðførdi, at liðið næstan varð parturr av botnstríðn- um, og tó at nakað av vend síðani er komið í, so er enn eitt petti upp til ovastu liðini. Áki gjørdi góðan mun Tí var einki at ivast í, hvar trýstið lá undan dystinum sunnudagin. Tó at talan framvegis bert er um grundspælið, so hava vestmenningarnir ikki ráð at missa nakað serligt aftur- at, um teir sum vant skulu hava eitt stórt orð at siga í oddastríðnum í deildini. Og so kann leggjast aftur- at, at tað hava teir framveg- is. VÍF ikki bara vann dystin móti StÍF. Til tíðir líktist tað eini framsýning í skjótum og effektivum hondbólts- spæli, har meistararnir so dyggiliga vórðu settur upp á pláss av einum sera væl uppløgdum heimaliði. Tað tók kanska eitt lítið sindur av tíð, áðrenn heimaliðið veruliga kom fyri seg. Byrjanin upp á dystin var kanska av tí heldur meira varliga slagn- um. Liðini fylgdust sear pent, og kanska var tað enntá soleiðis, at gestirnir høvdu eina lítla yvirvág. Okkurt suffið mundi eisini vera at hoyra í høllini, tá strandingarnir brádliga smoygdu seg tvey mál framum, men so raknaðu vestmenningarnir við. Stóra broytingin mundi vera, at venjararnir gjørdu av at royna seg við bæði Inga Olsen og Áka G. Ols- en á bakplássunum. Her hevur tað aloftast verið so, at Áki – hóast sínar stóru leikligu dygdir – hevur verið eitt slag av back-up fyri fyrst og fremst Inga, men eisini teir báðar stóru bakkarnar, men tað var heilt greitt, at tað kom munandi meira ferð á, nú bæði hann og Ingi vóru á vøllinum. Álopsspælið koyrdi kvikliga frá síðu til síðu, inn á strikuna, og var eingin onnur loysn í eyg- sjón, so duga teir báðir so sanniliga eisini at skjóta móti málinum. Og eisini í verjupartinum høvdu vestmenningar tak- ið. Ikki minst Eli Müller, sum nýtti høvið til at spæla sín besta dyst á árinum, tó at sterka verjan sjálvandi eisini hjálpti til í hesum. Framsýning Stóri spurningurin í steðg- inum var, hvørt VÍF megn- aði at halda fast um takið, sum teir nú høvdu á dystin- um, ella um teir eins og onkra tíð áður, nú fóru at tveita alt burtur. Og svarið kom mest sum alt fyri eitt. VÍF sat fram- vegis eins tungt á dystinum, og líka mikið, hvussu strandingarnir royndu, so fingu teir ikki eitt bein til jørðina. Eftir tíggju minutt- um hevði heimaliðið skotið seks mál móti tveimum hjá gestunum, og tá gestirnir so heldur ikki megnaðu at gera sær dælt av eini seks- móti-fýra støðu, mundi skriftin standa heilt týðiliga á vegginum. Vestmenning- arnir tóktust í øllum førum ikki sansa, at teir við hesum skuldu verið munandi skerdir, men hildu tvørtur- ímóti á við at skræða mót- støðuverjuna sundur. Ser- stakliga gjørdu Ingi og Sámal um seg, men teir fingu so sanniliga góða hjálp frá liðfeløgunum, sum alla tíðina royndu at gera sítt, soleiðis at skjútt- arnir á liðnum fingu rúm og tíð at greiða sínar skyldur. Tættari Nóg mikið til ein oddasess á stigatalvuni, var sigurin hjá VÍF ikki, men í øllum førum fer tað alt meira at líkjast tí, sum vestmenningar eru van- ir við. Fyri framman stendur eisini ein dystur móti odda- liðnum, Kyndli, og megnar VÍF eisini at vinna hendan, so fer at gerast heilt tætt frammi í oddinum. Og mett eftir spælinum sunnudagin, so er einki at ivast í, at VÍF hevur møgu- leikan móti Kyndli. Stríðs- andi og offurvilji hevur annars verið nakað, sum hevur eyðkent Kyndil í ár, og nakra læta uppgáva fær VÍF so undir ongum um- støðum. Men sami striðs- andi og sami offurvilji tykist nú eisini vera at síggja hjá teimum gulu, og megna teir at halda fast um hetta, so skal í øllum førum hampuliga nógv til, áðrenn teir koppa. Hjá strandingunum var tað sjálvandi ein herskin biti, at teir soleiðis skuldu fáa av at vita, men dysturin sýndi um ikki annað, at teir so avgjørt hava sínar lutir at arbeiða við. Ikki minst í álopspartinum, sum í løtum tykist koyra heldur tungt. Serstakliga verða stórir byrðar lagdir á Svein og Mihai, og tá hesir so ikki megna at lyfta, hevur liðið ein trupulleika. Hvørt hesin verður loystur til komandi uppgávurnar, er ilt at meta um, men um ikki annað, so kunnu strandingarnir fegn- ast um, at teir í løtuni eru liðið, sum hevur lættastu dystirnar á pappírinum, nú fyrst H71 og síðani KÍF standa fyri tørni. Dysturin í tølum VÍF-StÍF 30-23 (16-13) Málskjúttar VÍF: Ingi Olsen 11(5), Agnar Joensen 6(1), Sámal Joensen 4(1), John Zach- ariasen 4, Harald Bjørgvin 2, Piti Negru 2, Áki G. Olsen 1 StÍF: Arthur Johansen 8(6), Andre F. Danielsen 6, Mihai Marinescu 3, Bent Djurhuus 2, Sveinur Just- inussen 2, Mortan Hansen 1, Alexandur Johansen 1 Brotskøst: VÍF 8, StÍF 8 Útvísingar: VÍF 8, StÍF 2 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Høvdu so sanni- liga sítt at síggja til, men hóast ónøgdin onkra tíðina var heilt stór, so mundi heildarmetingin tó vera á eini góðari leið frá báðum pørtum. Ingi Olsen og hansara menn vóru flúgvandi sunnudagin. Líka mikið, hvussu strandingarnir royndu at stríðast, so megnaðu teir als ikki at halda VÍF, sum til tíðir tóktist halda eina hondbóltsframsýning móti meistarunum Mynd: Jens Kristian Vang Eli Müller stóð einki minni enn ein branddyst í málinum hjá VÍF, og í longum løtum mundu strandingar ivast í, hvør tað yvirhøvur skuldi bera til at skora móti honum Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 20