týsdagur 2. desember 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 229 - 2. desember 2003
Nr. 229 - 2. desember 2003
21
Altíð tilreiðar at hjálpa tá dálking er
826 Trongisvágur · tlf. 372 372 · fax 372 373 · pecon@post.olivant.fo
- tín umhvørvisloysn
Onnur útgerð
Spill Kit - Mobil BL-Kit 30
Pakki við absorbentum til smærri dálkingar
undir flutningi og í ídnaði. Pakkin kann lætt-
liga goymst aftanfyri setrið í flutningsakfari.
Ein fyri brúkaran løtt, praktisk og effektiv
loysn ímóti smáum oljulekum.
Máttur, Kjølsvín, pútur, flótiverjur,
plastposar, klútar, rullur....
Produkt
Støddir
Nøgd
ECOSORB púta
30 x 50 cm
2
ECOSORB hosa 120
8 x 120 cm
1
ECOSORB hosa 240
8 x 240 cm
1
ECOSORB mátta7ark 2
40 x 50 x 200 gsm
10
Eingangshandskar
3
Ruskposar v/lukking
3
Mesti absorberingskapasitetur: 38 litur
Effektivur absorberingskapasitetur: 30 litur
Útgerð til basan av oljudálking
Á Skipafelagnum Før-
oyar staðfestir stjórin
at líkheitirnar millum
oljuvinnuna og fiski-
vinnuna eru størri
enn mett hevur verið
tá tað snýr seg um
ójavnar í arbeiðs-
byrðu frá tíð til tíð
LOGISTIKKUR
Búi Tyril /
PRnewsMedia.com
Hetta við at eitt tíðarskeið
er mestsum ov nógv at gera
meðan eitt annað tíðarskeið
er lítið og einki av arbeiði,
er nakað føroyingar sum
veiðimenn eru vanir við
gjøgnum langar tíðir. Sama
mynstur vísir seg sambært
Skipafelagnum
Føroyar
óvæntað nógv í oljuvinn-
uni.
Sum
samstarvari
og
høvuðs tænastuveitari hjá
Atlantic Supply Base hevur
Skipafelagið Føroyar hesi
seinastu tvey-trý árini havt
eitt gott høvi til at seg í
oljuvinnuni.
"Eg má siga at hetta
hevur verið meir líkt fiski-
vinnu enn vit hildu," við-
merkti Árni Joensen, tá vit
spurdu um hvussu sam-
starvið millum Skipafelag-
ið og ASB hevur gingið.
Annars læt hann væl at
og vísti á at alt hevur gingið
sum eftir ánni.
"Arbeiðið hevur gingið
ógvuliga væl og eingir
trupulleikar hava verið. Alt
hevur víst seg at fungera."
Men nú er eingin stjóri á
Atlantic Supply Base. Er
tað ikki órógvandi?
"Vit kunnu ikki úttala
okkum vegna ASB, men eg
dugi ikki at síggja tann
stóra dramatikkin her. Eg
kann bara siga vegna
Skipafelagið, frá okkara
síðu sum partur í hesum
konsortium, at her er talan
um eitt ógvuliga ójavnt
arbeiði. Tað er altso stór
rokan í eina tíð og so
dvali… Men hetta er jú tað
nógvir føroyingar eru vanir
við, og fyri okkum hetta í
øllum førum ikki nakað
kultursjokk."
"Vit kenna jú til bæði
uppgangstíðir og niður-
gangstíðir. Her er heldur
ikki talan um serliga stórar
íløgur… Tað er sjálvandi
irriterandi at virksemið ikki
er so nógv beint nú, men
tað er nú einaferð bara so,
hetta er jú veruleikin…"
Summarferiustørv
Stjórin á Skipafelagnum
Føroyar vísti víðari á at
Skipafelagið er vant við at
avgreiða 3000 tons um
vikuna, meðan arbeiðið í
sambandi við oljuboringar-
nar vanliga hevur snúð seg
um nøkur hundrað tons um
vikuna.
Parturin hjá Skipafelag-
num er at lasta og lossa,
veita goymslu og avgreiða
skipini, umframt nakað av
øðrum, millum annað flutn-
ingstænastur.
"Proportiónirnar skulu
nú ikki heilt koyrast út av
lagi," helt Árni Joensen.
"Tá virksemi er á basanum
tosa vit um eitt skip eina
ferð um vikuna – tað skal
sjálvandi ikki undirmetast
men relativt er tað ikki so
nógv tá tú hugsar um at
Skipafelagið framman und-
an klárar tvey skip hvønn
dag, umframt at vit av-
greiða 500 fremmand skip
um árið. Tað stutta av tí
langa er at vit hava eina
skipan sum klárar topp-
belastningar og botn. Hvat
ASB viðvíkur, so er basin
ikki deyður, hann liggur
heldur í dvala – og eg dugi
ikki at síggja nakað løgið í
tí beint nú. Fólk kunnu jú
ikki ganga fyri løn og trilla
tumlar, tað sigur seg sjálvt.
Hetta fólkið er ikki ‘átta til
fimm’ fólk, okkara fólk eru
von við at arbeiða í tørn-
um."
Árni Joensen minti á at
sáttmálin við oljufeløgini
um útgerðarhavn umfatar
bæði Skipafelagið Føroyar
og Atlantic Supply Base.
"Oljusáttmálin er við
Skipafelagið og ASB, tað er
eitt konsortium við hesum
báðum sjálvstøðugu feløg-
um sum hevur kontrakt-
ina."
Annars vóru serfrøðingar
úr Noreg við til at starta
ASB upp; teir eru nú farnir.
Teir vóru sum skilst út-
læntir frá einum norskum
felag.
"Vit leigaðu millum ann-
að ein krana við kranaførar
og ein annan norðmann
eisini… Teir koma aftur tá
tørvur er. Tað er ikki meira
enn tað."
"Vit eru so til reiðar og
hava fólk og kunnu seta í
gongd at arbeiða so skjótt
tað skal vera. Vit rokna við
næsta tørni í 2005 og vón-
andi verður nógv at gera –
nógv summarferiustørv."
Cruise ferðamanna-
skipini verða met-
nógv 42 í tali kom-
andi summar
ÚTLENDSK VITJANDI
Búi Tyril /
PRnewsMedia.com
Talið á fráboðaðum út-
lendskum cruise ferða-
mannaskipum ið ætla sær á
Havnina summarið 2004
er nú komið upp á 42,
upplýsir Tórshavnar Havn.
Hetta er nýtt met og kann
vera eitt úrslit av drúgvum
altjóða marknaðar arbeiði
sum Tórshavnar Havn hev-
ur gjørt saman við pørtum
av sjó-, flutnings- og
ferðavinnuni í samstarvi
við grønlendingar og ís-
lendingar.
"Talið er hækkað í sein-
astuni," viðmerkti Agnar
Joensen á Havnarskriv-
stovuni. "Tað plagdi í nógv
ár at liggja um góð 20
útlendsk ferðamannaskip;
í fjør kom talið tó upp á 34,
og í ár komu 36 skip… Til
næsta summar hava nú 42
teknað seg og fleiri skip
klára vit neyvan."
Cruise skipini føra ofta
týsk og onnur europeisk
ferðandi, men amerikanar-
ar eru væl við eisini. Skip-
ini fylla vanliga millum 2
000 og 30 000 nettotons og
gjalda havnapening í mun
til tað. Tað størsta í fjør var
"Rotterdam" við einari
netto tonnagu upp á góð 30
000.
Sambært Agnar Joensen
eru tey størstu skipini yvir-
høvur sum hava vitjað á
Havnini, tey 280 metrar
longu systirskipini "Vison
of the Seas" og "Enchant-
ment of the Seas".
Ferðamannaskipini
koma gjarna um morgunin
og fara avstað aftur seinna-
part; tey plaga at liggja í 5-
12 tímar. Tórshavnar Havn
fær í hesum høpi nakað av
inntøku fyrst og fremst av
havnaavgjaldi sum í sam-
bandi við hetta virksemi
plagar at liggja ímillum
umleið 5 000 og 100 000
krónur.
Hvussu nógv hesar vitj-
anir annars generera í inn-
tøkum er upp til vinnu-
lívið; nakað dryppar so á
busstúrar umframt arbeiði
til avvarðandi skipaumboð
og viðhvørt eitt sindur aft-
urat.
Men kanska eru møgu-
leikarnir størri enn so.
"Vit høvdu kunnað fing-
ið væl meira burturúr, um
vit bara vóru eitt sindur
framligari," helt ein vinnu-
lívsmaður.
Amerikanarar herða
síni krøv í krígnum
móti yvirgangi – so
skip og havnir mugu
innføra nýggja
verndarskipan
TRYGD Á SJÓNUM
Búi Tyril /
PRnewsMedia.com
Sum enn ein táttur í stríð-
num móti altjóða yvirgangi
og sjórænara virksemi,
hava amerikanarar nú fing-
ið altjóða sjóvinnu fe-lags-
skapin hjá Sameindu Tjóð-
um, IMO (International
Maritime Organisation), at
seta í gildi verndarskipana
ISPS (International Ship
Port-facility
Security-
code). Tað upplýsir Føroya
Sjómansskúli sum sam-
stundis er farin undir skeið-
virksemi í sambandi við tey
nýggju krøvini.
Aðrar skipanir eru sam-
stundis settar í gildi av
altjóða sjóvinnu felags-
skapinum, millum annað
AIS (Automatic Indenti-
fication System), ein radio
fráboðanar skipan móti
yvirgangi, ið skal vera um-
borð á øllum farmaskipum
og ferðamannaskipum yvir
300 bruttotons í altjóða
sigling.
"ISPS kodan fær gildi frá
1. juli 2004," vísir Føroya
Sjómansskúli á í einum
brævi til sjóvinnuna. "Tó
soleiðis at skipanin skal
longu vera innførd á farma-
/ferðamannaskipum
og
havnaøkjum innan 1. apríl
2004. Kodan… er vorðin
ein integreraður partur av
SOLAS
konventiónini
(Safety Of Life At Sea –
galdandi fyri øll farma- og
ferðamannaskip yvir 500
bruttotons í altjóða sigl-
ing)…"
Sum skilst arbeiða í
løtuni Fiskimálaráðið via
Skipaeftirlitið vegna skip
og reiðarí, saman við
Vinnumálaráðnum herund-
ir Landsverkfrøðinginum
vegna havnamyndugleik-
arnar, við at orða neyðugar
kunngerðir í samanhangin-
um.
"Tað sum hvørt skip
/reiðarí, og hvør havn skal
gera, er ein váðameting, ein
verndarætlan, umframt at
upplæra og útbúgva fólk í
skipanin," skrivar Sjúrður
Guðjónsson, skeiðsleiðari,
vegna skeiðsdeildina hjá
Føroya Sjómansskúla.
Herd trygdarkrøv til skip og havnir
Fleiri cruise linarar enn nakrantíð
‘Meira líkt fiskivinnnu enn vit hildu’
Árni Joensen, stjóri á Skipa-
felagnum Føroyar
C
M
Y
K
21
20