týsdagur 2. desember 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 2. desember 2003
19
Kyndil-VB 16-31 (4-17):
So er VB við
Útlendsku leikararnir
vóru aftur at síggja á
vøllinum, og so var
ikki stórvegis at gera
hjá Kyndli, sum fekk
av at vita frá
meistarunum úr Vági
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá VB hevur verið í yvir-
skriftunum í bløðunum hes-
ar seinastu vikurnar, hevur
tað aloftast verið sum part-
ur av útlendingamálinum,
sum hevur verið í føroysk-
um hondbólti hesa seinastu
tíðina.
Sjónligasta avleiðingin
av hesum hevur verið, at
meistararnir als ikki hava
havt nakran útlending á
liðnum í nakrar dystir, men
nú tykist tann forðingin at
vera beind av vegnum, og
so er liðið aftur at meta sum
eitt av teimum, ið fara at
striðast um meistaraheitið.
Og so var ikki serliga
stuttligt hjá Kyndli at
standa fyri. Frá byrjan av
setti VB fulla ferð á, og tað
var greitt, at tær nú høvdu
nakað at prógva. Líka mik-
ið, hvussu Kyndil royndi,
so fingu tær ikki gjørt stór-
vegis fyri at steðga storm-
álopinum, og tað mundi
kennast sum ein stórur
lætti, tá dómararnir at enda
gjørdu av, at nú skuldi vera
hálvleikur.
Eftir steðgin setti VB eis-
ini ferðina nakað niður, so-
leiðis at vertirnir hóast alt
fingu loyvi at spæla eitt
sindur við. Tað bleiv tó
ongan tíð talingur um, at
nakar spenningur av nøkr-
um slag kom aftur í dystin.
Til tess var munurin millum
liðini alt ov stórur, og VB
kundi tí einamest nýta tíð-
ina til longu nú at fyrireika
seg til komandi dystin.
Hesin verður nevnliga í
Vestmanna, har VÍF stend-
ur og bíðar, og so er spurn-
ingurin, hvussu tað fer at
spæla av. Eitt tykist í øllum
førum víst, og tað er liðini í
tí dystinum fara at geva alt
tað,sum tey eru ment, til
tess at prógva, hvør er best,
tá spælið fyrigongur seg á
vøllinum.
Dysturin í tølum
Kyndil-VB 16-31 (4-17)
Málskjúttar
Kyndil: Ann Mari Wang
7(1), Annika Thomsen 3,
Randi Wardum 3, Linda
Weihe 1, Anja Heinadóttir
1, Anita Kjærbo 1
VB: Aukse Vysniaskaite
12(5), Gurið Mortensen 10,
Rannvá Augustinussen 4,
Diava Toumaite 3, Marg-
reth Augustinussen 1, Laila
Jespersen 1
Brotskøst: Kyndil 2, VB 7
Útvísingar: Kyndil 2, VB 1
Dómarar
úr Tjaldur:
Trygvi Mortensen & Kári
Hansen.
VB hevði ikki stórvegis
trupulleikar av at halda
Kyndli frá sær sunnudagin
Mynd: Finnur Justinussen
Júst sum dysturin
móti Kasparov, sum
endaði 2-2, var av, fór
talvforritið Fritz við
manning sum fav-
orittur til Eysturríkis
at taka lut í heims-
meistaraskapinum
fyri talvforrit
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Tað eru ikki einans væl-
kendu forritini Fritz og
Deep Junior, sum kunna
geva menniskjanum mót-
støðu. Nógvir bólkar av
kringum høvdum royna í
hesum tøkniligu døgum at
gera júst sítt forrit til
heimsins sterkasta. Í ár
varð mett, at fleiri enn júst
Fritz og Deep Junior fóru at
kappast um fyrsta plássi.
Og so varð.
HM Shredder
Sekstan talvforrit høvdu
boðað frá luttøku, men tað
varð í veruleikanum bert
ein kapping millum fýra
talvforrit. Ellivu umfør
vórðu leikt, men longu eftir
seks umførum sást hvørji
forrit fóru at stríðast um
heiðurin sum hitt sterkasta
á fold.
Sum væntað vórðu Fritz
og Deep Junior millum hesi
fýra,
men
Brutus
og
Shredder fylgdu væl við.
Serliga Shredder við sínum
øgiliga endaspurti vakti ans
og endaði loksins á fyrsta
plássi saman við Fritz, við
9,5 stigum. Við níggju
stigum kom Deep Junior,
sum miðskeiðis í kapping-
ini sera óvæntað tapti móti
forritinum Ruy Lopez, ið
endaði aftast. Brutus fekk
eitt fjórða pláss við 8,5
stigum.
Umdysturin mátti til fyri
at finna vinnaran, og hesin
bleiv leiktur sunnudagin.
Heilarnir aftanfyri Fritz
vórðu óivað fegnir, tá Fritz
megnaði at fáa ein tryggan
javnleik í fyrsta talvinum
við svarta fólkinum. Tað er
jú nærum ómøguligt at
vinna á telduni við svarta
fólkinum, hjá menniskjan-
um í øllum førum, og tí
varð Fritz mettur sum fav-
orittur undan seinna og
seinasta talvinum í umdyst-
inum. Ímóti øllum meting-
um og gitingum, eydnaðist
tað Shredder at knógva fav-
orittinum, enntá við svarta
fólkinum, eftir eitt drúgvt
talv. 89 leikir og fleiri tímar
vardi talvið.
Shredder er als einki
ókent forrit í talvheimin-
um, men óvæntað má úr-
slitið sigast at vera, serliga
tá hugsað verður um at
serkøn kring talvheimin
einans tosa um Fritz ella
Deep Junior sum avbjóðar-
ar móti sterkasta menniskj-
anum, Garry Kasparov.
Anand koppaður
Í Suðurspania er ein sterk
kvikkapping
júst
liðug
leikt. Nógvir sterkir telvar-
ar luttóku, eitt nú Anand,
Topalov, Judit Polgar og
Radjabov. Svenski stór-
meistarin Tiger Hillarp-
Persson, sum telvar við
kollfirðingum, slapp eisini
í part.
Anand hevur hetta heyst-
ið verið einaráðandi tá tað
kemur til kviktelving. Hann
vann í oktober HM í kvik-
talvi við at vinna á Kram-
nik í finaluni, og beint eftir
HM-kappingina vann hann
enn eina sterka kvikkapp-
ing, eftir finalusigur á
Topalov.
Í Spania varð tað júst
Topalov sum dróg longra
stráið, og fekk eina kær-
komna hevnd. Bulgarski
Topalov endaði fremstur,
ósigraður, við sjey stigum
av tíggju møguligum. An-
and og stjørnuskotið Radja-
bov fingu 6,5 stig og eitt
annað pláss at býta millum
sín. Tiger hevði eina góða
og heiðurliga kapping við
4,5 stigum, sum gav honum
eitt sætta pláss. Polgar
skuffaði við sínum fýra stig-
um og næstaftasta plássi.
Karpov í øðini
Anatoly Karpov skuldi av
røttum luttaka, men eftir at
hann ikki fekk útsett sítt
talv móti Radjabov í fyrsta
umfari, valdi hann ikki at
møta upp til seinna umfar
og bleiv tí blakaður úr
kappingini. Hetta var ikki
fyrstu ferð, sambært hinum
telvarunum í kappingini, at
Karpov biðjur um útsetilsi
orsakað av slíkum orsøk-
um. Karpov segði seg vera
móðan eftir ein seinkaðan
flúgvitúr, men Radjabov
stóð fastur um avgerðina,
helst eftir ráðgeving frá
fleiri telvarum, og tað
spann øði í gamla meistar-
an, sum tískil ikki vildi
møtti upp næsta dagin.
Karpov kallaði eftir hend-
ingina stutt sagt fyrireikar-
arnar og telvararnar fyri
tápulingar. ≤
HM fyri teldur
Talvið
hesa vikuna
Talvið er frá 9. umfari í
heimsmeistaraskapinum
fyri talvforrit. Shredder,
sum vann HM, vinnur her
leikandi lætt á einum ann-
ars góðum forriti, sum
endaði í miðjuni í kapp-
ingini
Shredder - Quark
WCCC 2003 Graz (9),
28.11.2003
1.e4 e6 2.d4 d5 3.Bd3
(Hesin variantur verður
sjáldan telvaður) 3...dxe4
4.Bxe4 Rif6 5.Bf3 c5
6.Rie2 Ric6 7.Be3 Fb6
8.Ribc3! (Shredder vil
ikki brúka tíð uppá at
verja b-finnuna, forritið
velur aktivitet framum
materiali) 8...Fxb2 9.Rb1
Fa3
10.0—0
Rixd4
11.Rixd4! Fxc3 12.Rib5
Fe5 13.Fd2 (Hvítur hevur
longu nú avgerandi fyri-
mun! Eitt gott prógv um
hvussu skjótt tær bestu
talvteldurnar í dag revsa
sjálvt smáir feilir. Hvat
skal svartur gera? Einki
kann gerast, er mítt svar)
13...a6
DIAGRAM
Støðumynd eftir 13...a6
14.Bf4! Fxf4 (Um frúgvin
fór aðrar leiðir, vinnur
Ric7+)
15.Fxf4
axb5
16.Rxb5 (Ikki er neyðugt
at siga meir um restina av
talvinum. Svartur kundi
givist nú við reinari
teldusamvisku) 16...Be7
17.Bxb7 Bxb7 18.Rxb7
0—0
19.Rxe7
Rid5
20.Fd6 Rixe7 21.Fxe7
Rxa2 22.Fxc5 g6 23.Rc1
Rb8 24.g3 h5 25.Rd1
Raa8
26.Rd7
Rd8
27.Rxd8+ Rxd8 28.Kg2
h4 29.c4 hxg3 30.hxg3
1—0
19
18
Nr. 229 - 2. desember 2003
Kyndil-KÍF 40-24 (20-9):
Sorl á Hálsi
VÍF-Stjørnan 15-16 (7-10):
Botnvánaligt
Kyndil vann fyri
fyrstu ferð í ár sann-
an stórsigur, tá illa
sperdu kollfirðingar-
nir ikki fingu givið
stórvegis mótstøðu
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eitt er, at tað er ein náttúr-
ligur munur á toppi og
botni í bestu mansdeildini.
Men tá botnliðið so eisini
má vera tveir av týdningar-
mestu monnunum fyriutt-
an, so gerst munurin risa-
stórur, og hetta varð eisini
staðfest í Høllini á Hálsi
sunnudagin, tá Kyndil tók
ímóti KÍF.
Longu fyrstu fáu minutt-
irnar kom eitt ordans hol
ímillum liðini bæði, og so
var tað fyri tað mesta bara
ein spurningur. Nevnliga
hvussu stórur sigurin hjá
Kyndli skuldi verða. Mest
av øllum, so mundu koll-
firðingarnir bara bíða eftir,
at klokkan í høllini skuldi
ýla fyri seinastu ferð, og tá
hon loksins gjørdi hetta, so
var munurin altso uppá 16
mál.
Hjá Kyndli er hetta so
nógv tann størsti sigurin á
árinum. Hóast teir næstan
hvørja ferð hava verið om-
aná, so hevur munurin
aloftast verið sera lítil, og í
so máta mundi tað kennast
fløvandi við einum trivalig-
um sigri hesaferð. Ikki
minst tí teir komandi viku-
skifti skulu í holt við eitt
VÍF-lið, sum nú veruliga
tykist vera komið fyri seg,
og tað er av álvara nakað,
sum líkist einum brand-
dysti.
Hjá KÍF er ikki stórt ann-
að at gera, enn at lyfta
høvdið og gera seg til reiðar
til komandi uppgávuna.
Hendan verður móti hinum
havnarliðnum, Neistanum,
sum eisini liggur væl fyri á
talvuni, og so er spurning-
urin, hvørt kollfirðingarnir
tá í stærri mun megna at
leggja forðingar fyri.
Dysturin í tølum
Kyndil-KÍF 40-24 (20-9)
Málskjúttar
Kyndil: Janus Einar Sør-
ensen 10(1), Hans Áki Dal-
Christiansen 8(1), Høgni
Klein 7, Sigtór Andreasen
6, Jacob Jónsson 4, Ken
Zachariasen 4, Hans Arni
Thomsen 1
KÍF: Mirko Milenkovic
5(1), Petur Martin Poulsen
5, Gert Hansen 5, Teitur Jo-
ensen 3, Jónálvur Johanne-
sen 3, Hallur Hansen 2,
Arnbjørn Hansen 1
Brotskøst: Kyndil 3, KÍF 1
Útvísingar: Kyndil 4, KÍF
3
Dómarar úr Tjaldur:
Trygvi Mortensen & Kári
Hansen
Verjurnar stóðu seg
væl, men annars er
lítið positivt at siga
um oddabrakið í
Vestmanna, sum fyri
tað mesta líktist
einum botndysti
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Lagt var upp til satt brak í
Vestmanna
sunnudagin.
Talan var um toppdyst í
bestu kvinnudeildini, har
tey bæði bestu liðini skuldu
gera av, hvørt teirra skuldi
leggja seg á odda í deildini,
og tí var einki løgið, um
áskoðararnir høvdu stórar
vónir til dystin.
Men vónirnar vórðu ikki
uppfyltar – og nakað so
langt ífrá. Tvørtur ímóti
vórðu áskoðararnir vitni til
ein
óvanliga
vánaligan
hondbóltsdyst, har mistøk-
ini vóru ófatuliga nógv í
tali, og har leikferðin ongan
tíð náddi teimum hæddum,
sum tað av røttum kann
roknast við í slíkum dysti.
Rótut
Hóast spælið á vøllinum
sjáldan nakað at reypa av,
so skerst tó ikki burtur, at
spenningurin um úrslitið
alla tíðina var stórur. Frá
byrjan av dystinum fylgd-
ust liðini bæði á máltalv-
uni, og við denti á tøttu
verjurnar eydnaðist í øllum
førum at avmarka talið av
bóltum, sum funnu vegin
fram til meskarnar. Stjørn-
an fekk tó ein lítlan glotta,
tá stutt undan steðginum
togaðu seg trý mál framum,
og sum dysturin tá hevði
tikið skap, so kundi tað
bent á, at talan her gjørdist
um eina avgerandi leiðslu.
Men tað var VÍF als ikki
við uppá. Komnar út til
seinna hálvleik var heilt
annað lag á hjá teimum.
Umframt verjupartin, har
tær framvegis løgdu størsta
dentin, so fekst nú eisini
ferð a´kontra-spælið, og
eftir lítlari løtu høvdu tær
aftur fingið javnvág í
roknskapin. Ivaleyst var
júst hetta frægasta løtan hjá
VÍF í dystinum, men onk-
ursvegna, so sleptu tær so
aftur fullkomuliga, tá tær
høvdu vunnið seg ájavnt
Stjørnuni.
Og so gekk restin av
dystinum í sama tempo.
Eingin leikari tóktist megna
at lyfta liðfelagar sínar,
soleiðis at nakað meira av
flogi kundi koma yvir
álopsspælið, og nógvu nær-
dystirnir viðførdu í fleiri
førum steðgir og útvísingar,
sum eisini viðvirkaðu til, at
hvørgin av pørtunum nakr-
an tíð fann nakra rútmu.
Alt meira bendi tað tann
vegin, at Stjørnan skuldi
fara avstað við sigrinum og
oddasessinum, og tá tær so
tveir minuttir undan leik-
loki løgdu seg tvey mál á
odda, so tóktist allur ivi
vera burtur. VÍF megnaði tó
at fáa spenning í aftur, tí
eftir at hava minkað um
munin, so fingu tær eisini
møguleikan til eitt seinasta
álop, men hesin møguleikin
var spiltur, og so gjørdist
ikki meira. Stjørnan fór við
sigrinum og stigunum, og
nú eru tað tær, sum eru á
odda.
Oddadystir fyri
framman
Spurningurin er so, hvussu
leingi tær kunnu halda fast
um oddasessin. Skal metast
eftir spælinum hesaferð, so
verður tað ikki serliga
leingi, men tað er tó lítið at
ivast í, at tær fara at spæla
onkran dystin betri enn
hendan. Fyrskomandi høv-
ið til hetta verður í Havn
næsta vikuskiftið, tá tær
vitja hjá Neistanum, og tað
líkist enn einum oddadysti.
Hjá VÍF verður steðgurin
til næsta dyst enn styttri.
Longu hósdagin skulu tær
spæla móti VB. Fyrst og
fremst, so er talan tá um
dyst, sum skal gera av, hvat
liðið skal fylgja við Stjørn-
uni í oddinum, og so er
spurningurin, hvørt undir-
haldsvirðið tá verður nakað
hægri, enn tað var sunnu-
dagin.
Dysturin í tølum
VÍF-Stjørnan 15-16 (7-
10)
Málskjúttar
VÍF:
Ioana Rápa 6(1),
Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4,
Jacklin Durhuus 2, Irina
Radovici 2, Sóley Mikkel-
sen 1
Stjørnan:
Joan
M.
Djordjevic
4(2),
Anna
Kristina Samson 4, Annika
Ljósstein 3, Katarina Step-
anovic 3(1), Jastrid Gullak-
sen 2
Brotskøst: VÍF 1, Stjørnan
6
Útvísingar:
VÍF
7,
Stjørnan 4
Dómarar
úr
Kyndli:
Hannis Wardum & Uni
Wardum. Royndu alla tíð-
ina at halda fast um hørðu
linjuna, og í rótutu upp-
gerðini var hetta ikki alla
tíðina líka lætt.
Janus Einar Sørensen gjørdi eitt ordans hál sunnudagin. Ikki færri enn tíggju mál fekk strikuspælarin hjá Kyndli
Mynd: Finnur Justinussen
Heldur ikki Ioana Rápa
megnaði at skræða seg leysa
av føstu verjuni hjá
Stjørnuni, sum við sigrinum
hevur lagt seg á odda í bestu
deildini
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
18