Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jan Mø i Bertholdsen, Lýsingar og sela: Eiríkur Lindenskov, | Internet: www.sosialurin.fo ie 3 omg F Mugu ikki gloyma undirgrund og mark . Oddagrein Føroya løgting og Føroya landsstyrid eiga nu i felag at viðgera málið um bankakanningina og avleiðingarnar av henni. Nå rædur um at standa saman. Fara vit nå út við fleiri signalum kann hetta seta fót fyri einum rímuligum og rettum úrsliti. BANKAKANNINGIN er skelkandi lesnaður. Føroyingar eru snyttir og villleiddir og hava ikki fingid tær in- formatiónir, sum ein partur í einum so stórum ál- varsmáli til eina og hverja tíð eigur at fáa. Talan er um manglandi og skeiva informatión. Hetta er tykki nakað av tí ringasta, sum kann henda, tí tá er spælt við folsk- um kortum. Og tað er greitt, at slíkt eigur at fáa fylgjur so ella so. Lat okkum undirstrika her, at ikki minst Sjónvarp Feroya og tey fólk har arbeiða eiga rós uppi- borið fyri tað stóra arbeiði tey hava gjørt og framvegis gera í ellum málinum HVAT bankakanningini viðvíkur, so mugu tó ikki enda hari bara at tosa um pengar. At fáa vit so og so nógv frå denum, sum vithalda okkum hava rætt til og fyri tort og svie, so eru vit nøgd. Hetta er ein spurningur um meira enn pengar. Talan er um viðurskiftini millum tvær tjóðir. Latið okkum hver í sær rudda upp hjá hverjum eðrum. Eins væl og vit royna at skilja hvat er hent í Danmark, eiga vit eisini at hyggja nærri at okkum sjálvum. Hver hevur gjørt nakað galið her og hvat er gjørt galið. Eigur tað at blíva til eina nes ella meira! Tað týdningarmesta er, nú luftin er reinsað við hesi kanning, ikki bara at koyra alt undir gólvteppið, men vit eiga at tora og hava dirvi til eisini at taka í egnan barm. Eru skeivar avgerðir tiknar av føroyingum tað verið seg embætisfólki, politikarum, bankafólki, ad- vokatum, revisorum osfr., so eigur hetta at verða við- gjørt í sama mun sum teir danir, ið standa fyri skotum. Uttan mun til um hetta skal fáa avleiðingar eigur tað at koma fram. Eisini her er brúk fyri at reinsa luftina. MEN vit mugu víðari. TAÐ er í hesum sambandi, at spurningurin um heimastýrislóg, sjálvstýrislóg og hvat tað nú eitur, er vorðin so relevantur. Hvat ætla vit við viðurskiftunum við Danmark! HER eru so fleiri meiningar, sum rekka frá sambandi til loysing. Millumleiðin er so tann, sum eitt nú javn- aðarflokkurin hevur lagt seg á og nú vil hava tingið at viðgera í tráð við uppskotið um val av stjórnmála- nevnd. Stóri spurningurin í øllum hesum er, hvussu langt rekka vit innan fyri galdandi heimastýrislóg og hvussu langt ætla vit at rokka við eini nýggjari skipan, sum avioysir heimastýrislógina. Eftir okkara tykki er hetta tann stóri spurningurin, nú tað ikki fæst nakar meiriluti fyri hvørki at loysa ella at knýta okkum enn tættari til Danmark: tann gilti millumvegurin. NÚ hesi mál eiga so stóran part av almenna tjakinum mugu vit ikki gloyma eitt tað kanska mest týðandi málið og sum er grundarlagið undir ollum ødrum, nevniliga rætt okkara til livandi ríkidomið í havinum kring okkum og til megulig ráevni í undirgrundini. Nú vit skulu til at gera nýggjar avtalur við Danmark um alt bankamálið og skuldina annars eiga vit eisini at tríva í aftur samtyktina á løgtingi í 75, har gjørt varð greitt, at undirgrundin er ognin hjá føroyingum. Henda samtykt varð grundarlagið undir samráðingum við danir um yvirtøku og loksins viðurkenning dana, at undirgrund- in er okkara. Sum upprunafólk mugu vit tvíhalda um henda rætt og líka mikið um talan er um delegatións- teoriir ella ikki, so eiga vit undirgrundina. HERFYRI kom fram, at danir vilja hjálpa okkum í sam- ráðingunum við bretar. Kann tað gagna okkum er tað í lagi. Men vert er at leggja dent á, at tað er sum upp- runafólk, at vit krevja rættin til okkara egnu undirgrund og harvið eisini eitt sømiligt mark. Sosatt verða bæði danir og bretar at viðurkenna rætt okkara til råevnini í undirgrundini og rættin til markið. Alt gott um banka- kanning ol. men umráðandi er, at vit ikki gloyma grundarlagið undir ollum hesum, nevniliga veiðurætt ! 3 . Få okkara og rættin til undirgrundina Sosialurin Emil L. Jacobsen Sveinur Poulsen Jens Kristian Vang Sp HEATS ger Ku 2 Ári a r 20, um Postadr. Postsmega 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: sosialur & post olivant.fo Viðmerking Ein skilagoð iløga Fasta sambandið um Vestmannasund verður veruleiki, tå Javnaðarflokkurin aftur fær sterka åvirkan i eini komandi samgongu Í viðmerkingum í Sosialin- um, 9. januar lýsti eg eftir stóðu Javnaðarfloksins til fasta sambandið um Vest- mannasund. Eg gjørdi púra greitt, at um stóða Javnað- arfloksins var broytt síðan 1988, tá Javnaðarflokkurin var fremsti talsmaður fyri ætlanini og setti hana í verk, so fór neyvan nakar javn- aðarlisti at verða í Vágum til komandi løgtingsval. Hetta var als ikki ætlað sum nøkur hóttan, men sum ein staðfesting av støduni, sum hon f veruleikanum er. Eg bodadi eisini frå, at greidi skuldi fåast å hesum sum skjótast. Avtalad var longu tå at hava fund vid leiðslu floksins vesturi í Vágum mánadagin, 12. januar, og sagt var eisini frá, at málið fór at verða reist á fráboðaða floksleiðslufund- inum á Argjum dagin eftir, 10. januar. Floksleiðslufundurin Tað gjørdist skjótt greitt, at stóða floksins til fasta sam- bandið um Vestmannasund als ikki er broytt. Umboð úr flest øllum umdømum høvdu longu undan fundin- um gjørt støðu sína greiða í hesum máli. Og ein sannur fløvi var tað at merkja, at suðuroyingar, sandoyingar, og suðurstreymoyingar av fullum huga tóku undir við okkara sjónamiðum í hesum máli. Norðstreymoyingar vóru ikki á hesum fundi, men undan fundinum høvdu um- boð haðani latið okkum vita, at teir tóku fult undir við okkara sjónarmiðum. Eysturoyingar og norðoy- ingar tóku ikki orðið í mál- inum, men tað kundi tíðiliga skiljast á fundinum, at stóða Javnaðarfloksins als íkki var broytt: Javnaðarflokk- urin er framvegis heitasti talsmaður fyri fasta sam- bandinum um Vestmanna- sund, og fer hann sum partur í eini komandi sam- gongu at seta ætlanina í fremstu rød í komandi samferdsluiløguætlan. Fundur vesturi i Vågum Månakvøldid, 12. fanuar var so fundur vid Jóannes Eidesgaard, floksformann, Dan Petersen, næstformann og Eyðálv Dimon, floks- skrivara. Eisini hetta var ein góður fundur, sum bara undirstrik- aði støðu floksins. Har varð sjálvandi tosad um møgu- leikarnar fyri framhaldi av Lesarabrøv tí arbeiði, ið longu varð byrjað fyri 10 árum síðan. Tað kann sláast fast, at í hinum flokkunum eru sterk- ar kreftir, sum síggja fasta sambandið sum eina forð- ing fyri flogvølli á Gly vurs- nesi. Og tá hetta er teirra fremsta mál, so gera tey alt fyri at útseta eina saman- binding av Vágum og Streymoy, sjálvt um tey inn- ast inni eru fullvís um, at tað er besta loysnin fyri allar partar. Grunnatátan Sjálvsagt høvdu javnaðar- fólk í Vágum eins væl og tingmanningin roknað út, hvat løgmaður og hansara líkar høvdu í kvittanini við grunnatátuni til vágafólk, og tí man tað vera ein mis- skiljing, um onkur heldur, at tað er ein loysn, sum Vága Javnaðarfelag kann taka undir við. Einki uttanum tos Men vágafólk lata seg ikki tóla av uttanumtosi, hvorki frá Peri ella Póli.Vit vilja hava greið beskeð, og tey hava vit nú fingið frá Før- oya Javnaðarflokki. Be- skeð, sum flokkurin ikki kann leypa undan, tí tey eru søgd av evsta myndugleika floksins, nevniliga floksfor- manni, næstformanni, floksskrivara og floks- leiðslu Javnadarfloksins: Tå Javnadarflokkurin i 1988 samdur tók avgerð um at fara undir fasta sambandið um Vest- mannasund, so var tað tí, flokkurin metti hesa iløgu sum eina skilagóða ílegu. Tí vil flokkurin í eini møguligari komandi sam- gongu skora á, at henda ílega fær fremstu raðfest- ing í eini neyðugari sam- ferðsluútbygging til tess at tryggja útjaðaranum bestu livi- og vinnumøgu- leikar. Hans Jørgensen Lokalvarp — ongantíð ov skjótt!!! Tað er einki dulsmál, at vit eru nógvir føroyingar, sum ynskja lokalvarp nú, serliga vit sum búgva uttan fyri Havnina. Øll lesarabrøvini í sein- astuni prógva, at Útvarp Føroya hevur svikið okkum so staðiliga. Dømini eru nógv. Nú í morgun, 20. jan., hevur út- varpsmaðurin leitað sær til ein av skúlunum í Havn, har hann tosar við ein pápa at einum av småbørnunum, sum skulu í skúla av fyrst- an tíð. Brennidepilin eitt dómi: Tað er ikki sending, uttan at ein úr Havn svarar spurn- ingunum. Í øllum tónleika- sendingum, ið spældar Teiefon 18222. Blindastovnur Føroya hevur opið mándag-fríggjadag kl. 9-16. verða, eru vertirnir úr Havn ella búgvandi í Havn. (95% av teimum). Frættir tú nakað frá kommununum, ja so er tann fyrsta Havnar Kommuna. Alvaratos, er ikki ein verð uttan fyri Havnina? Hví ikki frætta úr Klaks- vík, Vestmanna, Runavík ella av Sandi, har komm- unan hevur verið stongd í 4 mánaðir — nokk farin á húsagang. Meinti annars, at øll í Før- oyum áttu Útvarp Føroya. Vælsignaðir, stovnsetid lokalvørp beinanvegin. LSS. Fyri ætt og vinfólki verður kunngjørt, at kæra móðir, vermóðir, systir og omma okkara MONA ASNATH POULSEN, Tórshavn, fødd Thomsen, ættað úr Funningi, andaðist sunnunáttina 18. januar á Lágargarði, 81 ára gomul. Andakt verður á Lágargarði mikudagin 21. januar kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hós- dagin 22. januar kl. 13.00. Tey, ið ynskja at senda blómur ella krans, kunnu lata Lágargarði eina gávu. Familjunnar vegna, Christjan, Hedvig, Ása og Snorri