Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið S0Sj2n - Tað er longu ov seint hja nógvum næmingum — Vit kunnu ikki longur tryggja, at allir næmingarnir fáa tað neyðugu undirvísingina fyri at sleppa til próvtóku, sum teir eiga, sigur formaðurin hjá studenta- og HF lærarunum Aki BERTHOLDSEN — Tað sær svart út. Eg eri bangin fyri, at verkfallið fer at draga út. Og longu nú er greitt, at allir næmingarnir fáa ikki lisið tað, teir skulu, fyri at teir kunnu fara til próvtgku sum vant. Og Eilif Samuelsen hevur givið greið boð: Tað verður ikki talan um at lærarar sleppa at arbeiða yvir fyri fyri at koma uppundan aftur við undirvísingini. Snorri Fjallsbak, formað- ur í yrkisfelagnum hjá HF og studentaskúlalærarum, sigur, at tað er onki sum bendir á, at endi fæst á verk- fallinum, so teir 800 næm- ingarnir sleppa aftur í skúla — Vit halda, at tað er landsstýrið, sum eigur næst- a útspæl. Og vit kunnu ikki annað enn harmast um, at landsstýrið ikki hevur brúkt eitt av teimum mongu høv- um tað hevur havt at rætta mistakið og at seta neyðugu pengarnir av, so at teir báðir flokkarnir á Kambsdali ikki blivu lagdir saman. Orsøkin til verkfallið var, at landsstýrið legði tveir flokkar í Kambsdali saman, so at tað blivu 28 næmingr í flokkinum. Annars er hægsta mark 24 næmingar í flokkinum. bara undantaksvís, kann víkjast frá hesum, men tað skal verða í samráð við Yrkisfelagið. Snorri Fjallsbak sigur, at hetta er hvorki eitt undan- tak, og flokkarnir eru heldur ikki samanlagdir í samráði við Yrksifelagið. — Tí kunnu vit ikki góð- taka, at Landsstýrið brýtur eina kunngerð, tað sjálvt hevur gjørt, sigur hann. Fyrsta høvi, Landsstýrið hwvði at rætta mistakid, var í august í fjør, tá ið rektarin á Kambsdali gjørdu vart við málið. Annað høvi var í sep- tember, tá ið aðalstjórin. Petur Petersen sigur, at hann fekk at vita um kunngerðina um hámarkið uppá 24 næm- ingar í hverjum flokki. Triðja høvi var, táið verk- fallið varð lýst fyrsta januar. Og jórða høvi var, táið verkfallið varð avlýst viku- skiftið 10. 11. januar. Eilif Blokeraði Snorri Fjallsbak sigur, at tá ið verkfallið varð avblást vikuskiftið 10. og 11. jan- uar, vóru samráðingar við landsstýrið. jongd var í samráðing- unum so leingi embætis- menninar Petur Petersen og Tummas Magnussen førdu tær. — Teir førdu fram, at talan var um ein fíggjarligan spurning. Men eftir midnátt leyg- arkvøldid kom Eilif Sam- uelsen uppi. Og hann kunngjørdi bein- anvegin, at talan var ikki bara um ein figgjarligan spurning, men eisini um eitt prinsippmál um leiðslurætt og valdið. — Tá steðgaði alt upp, og síðani hevur samband ikki verið ímillum partarnar. Snorri Fjallsbak sigur, at hann fatar íkki, at Lands- stýrið ikki er sinnað at finna 400.000 krónur, tá ið tað snýr seg sum framtíðina hjá 800 skúlanæmingum. Tí tað vísir seg javnan, táið á stendur á gðrum sam- bandi, at tað ber væl til at finna pengarnar. Men nú kann tað so ikki verða ein fíggjarligur spurn- ingur longur, heldur hann. Hann sigur, at honum er fortalt, at landsstýrið sparir 100.000 um dagin í verk- fallinum. So higartil hevur verkfall- ið spart landsstýrinum nógvar ferðir 400.000 krón- ur. Alt í lagi við politisk- um tiltskum Annars heldur Snorri Fjalls- bak at í grundregluni er tað skeivt, at løgtingid leggur seg út í hetta stríði á ar- beiðsmarknaðinum. Men hann sigur, at sum stødan er, hevði Yrkisfel- agið ikki sett seg upp ímóti, politiskari uppílegging. — Men sum eg dugi at síggja, eru møguleikarnir hjá løgtinginum smáir, tí tingskipanin ger, at løgting- ið arbeiðir so seint. — Men verður talan um eitt uppskot um misálit á Eilif Samuelsen, taka vit fult undir við tí. --Ætlar tingið hinvegin at enda verkfallið við lóg, veldst sjálvandi um, havt kemur at standa í lógini Longu ov seint hjá nógvum Snorri Fjallsbak sigur, at stødan er heilt hættislig hjá nógvum av teimum 800 næmingunum í Miðnáms- skúlunum. — Tað er longu nú liðið so langt út, at tað verða ikki allir næmingarnir, sum koma ígjógnum tað teir skulu lesa. — Partvís eru skjótt tríggj- ar vikur mistar. Men partvís hevur landsstýrið eisini gjørt heilt greitt, at tað verð- ur ikki talan um at lærarar sleppa at arbeida yvir fyri at koma igjøgnum alt tað kravda tilfarid. — Og tad er greitt, at held- ur verkfallið fram nógvar dagar afturat, kunnu vit slett ikki tryggja næmingunum tað neyðugu undirvísingina, sum skal til, fyri at fara til prógv, sum vanligt, hóast vit sleppa at arbeiða yvir. Hvussu so verður við próvtgkuni, veit Snorri Fjallsbak ikki Snorri Fjallsbak rå 2 Lett make Philips Bright Light gevur náttúrliga vælveru - allan vetur > PHILIPS " betur Nógv fólk verða ávirkað av myrku * Tvær munadyggar PL-L55W. árstíðini, tey verða í ringum lag og illa upplegd. Ofta sova tey 2-4 tímar meira enn vanligt, men eru alíkavæl ikki væl fyri. Ov lítið av ljósið kann vera Philips Original Bright Light HF (55W) lampur við 10.000 tíma brennitíð * Ljósrorini geva eitt róligt ljós, ið ikki gevur høvudpinu o.t orsøkin til, at ein kennir seg troyttan og illa upplagdan * Allar tekniskar spesifikatiónir Kroppurin skal dagliga hava uppfylla strong trygdarkrøv 2.500 lux i 2-2 1/2 tima, 5.000 lux i 1-1 1/2 tíma ella 10.000 lux i 30-45 Færri føroyskar bøkur + Opal akryl frontplåta, ið Tað komu í fjør eitt sindur færri bøkur út á føroyskum máli samanborið við fyrra- árið. 129 komu út í fjør og 140 í 1996. Av hesum 129 bókunum vóru 75 upprunaverk og 54 týðingar. Arbøkur, tíðarrit ella bøk- ur á gðrum málum um før- oysk viðurskifti eru her ikki tald við. Tá tað ræður um upp- runaverk, eru tey flestu yrk- isbékmentir. 38 yrkisbók- mentir komu í fjør út sum upprunaverk, níggju týðing- ar. Skúla- og lærubøkurnar vóru 22, allar upprunaverk. Fagurbókmentinar vóru tilsamans 15 í tali. Av teim- um átta skaldsøgunum vóru fýra upprunaverk. Tað kom eitt stuttsøgusavn, ein sjón- leikur og fimm yrkinga- savn, harav eitt var týðing. Tilsamans 45 barna- og ungdómsbekur komu út, og av teimum vóru fimm upp- runaverk, øll skrivað av kvinnum. Tær 129 bøkurnar høvdu eitt samanlagt síðutal upp á umleið 17.200, og eitt ein- tak av øllum hesum bókum kostar í bókabúðunum 14.392 krónur. 38% av bókunum vórðu prentaðar uttanlands, og tað var nakað meira enn árið fyri. 48% av øllum føroyskum bókum í 1997 vórðu givin út síðsta ársfjórðing í ári- num. Hetta talið hevur verið skiftandi úr 42% upp í 52% síðan 1991. Samlaða talið av føroysk- um bókum er nú komið upp á 3.604. Av hesum eru 70% givin út síðan 1975. lampan hevur: STERAPI * LJOSTERAPI * LJOSTERAPI + LJÓSTERAPI min. Myrku årstidina er hetta bara gjørligt vid lanpum * Vigar bara 7 kg, so lampan er * Ljósstyrki: 2.500 lux vid 80 cm fråstødug til lampuna filtrerar UV ljósið. løtt at hava við sær Philips Bright Light ljósterapi- * Lampan kann setast á borðið ella hanga á vegginum Vanl. prisur: 4,055; "3.650: TILBOD . e * Ljósdoyvari, so lampan eisini kann brúkast til vanligt ljós ELDING SMS tel 18662 - 18663 * Saltangará tel 48762 e-mail: elding Golivant fo