mikudagur 21. januar 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 12 — 21. JANUAR 1998
Brynja seg til oljuvinnu:
Noregs
at læra
Føroyskt vinnulív mennist í hvørjum,
men enn er nógv eftir at læra
ÅKI BERTHOLDSEN
Føroyskt vinnuliv skal nú
av ålvara brynjast til eina
komandi oljuvinnu.
Ikki tí: Føroyskt vinnuliv
mennist í hvørjum. Men olj-
uvinnan er so nógv gðrvísi
enn tað, vit eru von við
Og Jan Mortensen, skriv-
ari hjá Arbeiðsgevarafelag-
num, heldur, at enn hava
føroysk virkið eitt petti eftir
á mál, aðrenn tey kunnu
gera seg galdandi í olju-
vinnuni.
Men nú verður av álvara
farið undir at styrkja før-
oyskt vinnulív og at menna
tað til eisini at taka olju-
vinnuna uppá seg
Fyrsta tiltakið verður ein
ferð fyri føroysk vinnulívs-
fólk til norska oljuhøvuds-
staðin, Stavangur
Ferðin verður í døgunum
12. og 13. februar og fyri-
skipað í samstarvið við
norska arbeiðsgevarafelag-
ið og Stavanger Nærings-
forening.
Tey, sum hava hug at fara
við, skulu melda seg til sum
skjótast hjá Arbeiðsgevara-
felagnum.
Jan Mortensen sigur, at
verður áhugin nóg stórur,
verður flogið beinleiðis til
Stavangur
Talan er um eina ferð fyri
alskyns vinnulív, eisini fyri
tænastuvinnuna.
Jan Mortensen sigur, at
áhugi hevur víst seg at vera
fyri ferðini.
Men eru eini 20 virki við
tá ið av tornar, er hann væl
nøgdur.
Jan Mortensen sigur, at
seinni í vår verða fleiri tiltøk
sum eisini hava til endamál
at brynja okkara virki at ger-
tíðindablaðið SON
a seg galdandi í oljuvinnuni.
eitt nú er ætlanin at skipa
fyri einum tiltaki, har ið
hugt verður eftir, hvussu
sáttmálar, ímillum oljuvinn-
una og veitarar til oljuvinn-
una, síggja út.
— Tí at gera ein sáttmála
við eitt oljufelag um eina
veiting, krevur so nógv
meiri av einum virki, enn
tað nakrantíð hevur verið úti
fyri fyrr. Tí hevur tað stóran
tydning, at føroysk virki
búnast, og verða ment at
taka ímóti henni, sigur Jan
Mortensen.
Skulu hitta norðmenn
Skrivarin hjá Arbeiðsgevar-
afelagnum sigur, at enda-
málið við ferðini er at geva
føroyskum vinnulívsmonn-
um eina hóming av, hvussu
tað er at verða veitari til
oljuvinnuna.
A ferðini verður dentur
lagdur á at menna tað ein-
staka virkið og at knýta
bond ímillum virkið i Før-
oyum, og sama slag virki í
Noregi, við framhaldandi
samstarvi fyri eyga.
Ferðin er soleiðis skipað,
at tey føroysku vinnulivs-
fólkini koma at hitta vinnu-
lívsfólk í Stavangri, sum eru
veitarar til oljuvinnuna í
somu vinnugrein, sum tey
sjálvi eru í.
Jan Mortensen sigur, at
Noregsferðin verður gjørd
Føroyskt vinnulív styrkir
seg til oljuvinnuna. Norsk
virki vilja heldur, at fór-
oyingar skulu samstarva
við tey, heldur enn við
virki í Aberdeen
fyri at vinnulívsfólkini
skulu læra í verki, tað, tey
læra á ráðstevnum og skeið
um
Men hvat er tað, sum fær
eitt virki í Noregi at hjálpa
ein um kappingarneyta í
Føroyum fram á leið?
Ja, tað er nettupp tað, at
í oljuvinnuni er samstarv
ímillum virkið alfa og o-
mega. Oljuvinnan er so stór,
at tað eru tey fægstu virkini,
sum eru før fyri at veita eina
ávísa tænastu emnsamøll
Og i Føroyum eru virk
ini i øllum førum so små
samstarvsielagar, skulu
gera sær nakrar vónir un
sleppa upr art
uni
Jan Mortensen
hetta y ta n r In | nn [|
royndum. Og tei vilja
heldur, at féroysk
skulu finna sær samstar
felagar í Noregi, heldur
í Aberdeen Cila onKrå aðra
staðni
Hinvegin heldur Jan
Mortensen. at tað zon
heldur strilti hjá fóroyskun
virkjum at finna san
einum samstars
Men hann heldur kortin
at tað gongur framá í
um
Tað kann verða ein
spurningur um vilja. Men
eg haldi „at tað er meiri ein
ein spurningur um, at nógv
føroysk virki eru so smá, at
tey hava ikki kreftir at hugs
a um mál, sum liggja fleiri
ár frammi í tíðini. Trupul
leikar = verða
hvert, teir stinga seg upp
Men hvussu er tað at fara
loystir, so
til Noregs, nú formaðurin
reidarafe lagnum ikkuratl
hevur mæli føroyingum t
at leggja trýst á norðmenn
ið
Tað veit eg ikki. Hatta
er ein trpul spurningur
Sjálvandi eiga vit sumr
land at brúka allar møgu
leikar til okkara fyrimun
Men samstundis skulu
vit vera sera varin at blanda
tvey mál saman. Tað er ein
spurningur um at halda eina
javnvág. Og eg veit ikki
hvussu nógv, vit høvdu
fingið burturúr tí, heldur
skrivarin í Arbeiðsgevara
felagnum
Almenna upp-
bodssølan er
ongin forðing
hjá teimum, sum
selja óvirkaðan
fisk av landinum
Áki BERTHOLDSEN
Seinastu tíðina er so lítið-
selt um almennu telefon
- uppbodssøluna, at hon
er mestsum dottin nidur-
fyri. |
Hon hevur havt so lítið
at gjørt í seinastuni, at
fyrst í desember mánaða
var stjórin á Lønjavning-
argrunninum í Tinganesi
og bað Landsstýrið taka
hana av.
Orsøkin er at finna í
kunngerðini, sum í heyst
varð gjørd fyri at forða út-
flutninginum av óvirkað-
um fiski.
Eftir kunngerðini skal út-
flytari prógva, at fiskur, sum
fer óvirkaðan av landinum,
er keyptur á uppbodssølu,
har ið fleiri høvdu møgu-
leika at leypa partar av last-
ini.
Og tåid almenna upp-
bodssølan bara selur heilar
lastir, forbjóðar tað seg
sjálvt hjá keyparum, sum
selja óvirkað av landinum,
at keypa haðani, tí tá kunnu
teir ikki prógva, af fiskurin
er seldur á uppboðið, har ið
fleiri høvdu møguleika at
keypa partar av lastini.
Hetta hevur gjørt, at al-
menna uppbodssølan er
mestsum dottin nidurfyri, tí
so nógvir fiskakeyparar eru
givnir at handla har.
Stjórin á Lønjavningar-
grunninum var ikki sinn-
aður at umskipað almennu
uppbodssøluna, so hon
kundi selja í smáum, tí tað
fór at krevja ov nógva um-
siting.
Kári Hansen, sum selur
nógv óvirkað av landinum,
helt, at almenna uppboðs-
sølan skuldi verið umskipað
so at hon seldi lastina í smá-
um. Tann, sum so keypti tað
slagið, skipið heyði mest av,
skuldi átaka sær at landa,
so at teir, sum keyptu hin
fiskin, kundi koma hagar
eftir honum.
Hann segði, at almenna
uppbodssølan fær so mikið
í ómaksgjaldi fyri at selja,
at tað saktans hevði kunna
lønt teimum fålkum, sum
tann økta umsitingin kravdi,
um hon varð umskipað, so
hon kundi selja í smáum.
Hann helt, at tað var 6-
heppið at sleppa almennu
uppbodssøluni, ti so varð
allur handil við fiski mið-
savnaður á einari hond.
Kann selja í smáum
Men alt heta skilir Bjarni
Wilhelm ikki.
Hann hevur gott innlit í
málið, tí hann var formaður
í bólkinum, sum gjørdi tað
arbeiðið, sum kunngerðin er
bygd á, sum hevur til enda-
máls at forða fyri at ov
nógvur fiskur fer óvirkaður
av landinum.
Hann sígur, at arbeiðs-
bólkurin fekk eina heilt
greiða ábending frá vinnuni
um, at hon vildi varðveita
báðar uppbodssølurnar, og
tað mælti arbeiðsbólkurin
eisini Landsstýrinum til.
— Men tað er rætt, at al-
menna uppbodssølan, sum
hon nú virkar, bara kann
selja heilar lastir.
Og tað er eisini rætt, at
tað ber ikki longur til at
selja heilar lastir av land-
inum, ti føroyskir fiska-
keyparar skulu hava møgu-
leika at bjóða uppá partar
av lastíni.
— Men tað er onki í vegin
fyri at uppbodssølan hjá
Lønjavningargrunninum
bjóðar heilar lastir til før-
oyskan fiskakeypara.
--Ætlar hesin fiskakeyp-
arin at selja ein part av last-
Ongin fording hjå teimum, sum
selja Ovirkadan fisk av landinum
int, ella alla lastina óvirk-
aða av landinum, kann hann
ikki gera tað uttan víðari, tí
tað forðar kunngerðin fyri,
tí aðrir fiskakeyparar skulu
hava møguleika at bjóða
uppá partar av lastini
— Men tað er onki sum
forðar fiskakeyparanum at
bjóða lastina út aftur í pørt-
um á almennu uppbodssøl-
uni.
— Trupulleikin við at
bjóða eina skipslast tað eru
ymisk fiskasløg, í ymsum
støddum í lastini. Ti ber ikki
til hjá skipinum at bjóða
lastina út í smáum, sigur
Bjarni Wilhelm. Men tað er
einki í vegin fyri, at ein
fiskakeypari keypir eina
heila last, og bjóðar teir
partar, ið hann ikki sjálvur
brúkar í sínari framleiðslu
útaftur á almennu uppboðs-
søluni. Hann sigur,
at eitt høvudsendamål við
kunngerðini um at forða ov
nógvum óvirkaðum fiski at
fara av landinum er, at tað
skal bera til hjá einum
føroyskum fiskakeypara
at fara undir eina ávísa
framleiðslu, burturúr ein-
ari ávísari stødd av einum
ávísum slagi. Men skal
hann kunna tað, má hann
hava støðuga atgongd til
råvøruna.
— Og tad fær hann bara,
um allur fiskur, sum er
fiskadur undir Føroyum,
verður boðin út i Føroy-
um eisini. Tvs, at ein før-
oyskur framleiðari fær
altíð møguleikan at fáa
fiskin í fríari kapping við
aðrar framleiðarar og út-
flytarar.
Bjarni Wilhelm sigur,
at áðrenn kunngerðin
kom í gildi, varð nógvur
fiskur ongantíð bjóðaður
út í Føroyum. Av tí sama
bleiv råvørutilgongdin so
Gjøvn og óviss, at ongin
kundi leggja eina ávísa
framleiðslu til rættis, tí
hann visti ongantíð, nær
hann fekk fisk.