Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið S0S2lurin Nr. 12 — 21. JANUAR 1998 Lesarabrøv Upplysid Tinganes! Virkuliga hugnaligt at síggja skrímslið, tey kalla ftrottarhøllina á Nabb, upp- lýst hverja nátt Sum eg havi upplivað tá eg havi verið í ødrum lond- um, er vanligt at illuminera (upplýsa) slott og aðrar tignarligar bygningar Men her heima hjá okk- um verður mett, at størri virði er í at framelska eina ítróttarhell Tinganes, ið óivað er størsta og elsta museum i Norðurhevum, er ikki til at fáa eyga á, tá seinasta vaski- konan hevur sløkt eftir sær. Tær løturnar á kveldi hugna tær so mikið frægt um, at Nesið sæst, men hevði tað ikki verið annað enn rímiligt. at havnarfólk kundu nýtt fittu sjónina av hesum søguliga stað um kvøldarnar? Tå Nabb hevur råd, måttu juristarnir f Nesinum kunna spent seg út og latið nøkur sparioyru til SEV. LJOSnarin Hvat við boys night? Ja, nú eru vit komin í eitt nýtt ár. Nevniliga 1998, eitt ár við vónandi nýggjum veldigum > møguleikum. Sjálvandi líka nógvar fyri mannin sum fyri >kvinn- una< Eg má siga, at eg heyði ein avbera góðan jólaaftan, tað sum gjørdi dagin so her- ligan var nevniliga tað, at eg hevði fingið heilt fitt av klæðum í gávu Tá ið eg og nakrir vin- menn fóru ein túr í býin nú herfyri, líkasum fyri at vísa tey nýggju jólaklæðini fram, var tað tá at tann eim av mínum vinmonnum segði, at hann hevði sæð eitt stjórnuskot lítla jólaaftan, hann læt beinanvegin eyg- uni aftur og knýtti nevarnar saman og ynskti so inniliga, at javnstødulégin skuldi galda tað sama fyri bæði menn og kvinnur her i Før- oyum, og hann bað og bøn- aði so inniliga um, at vit menn eisini fingu ein kjans her í samfelagnum, eins og kvinnurnar. Tað inniber sjálvandi tað, at vit áttu at fingið eitt Men's night. Mannfólkini, ið vilja sleppa at vísa síni jóla- klæði fram ókeypis í Club 20 eins og damurnar!!! »Piparsveinalongsul« Hvar ert tå??? Hvar ert tú, ið kærleik min ynskir at eiga? Hvar ert tú? Hvar ert tú?, „ið hond min so fegin vil leiða? eg spyrji men fái ei svar. Hvar ert tú?, ið eg ynski hava mær kær! Í hugsan og sinni eg tíðum teg fevni, við brosi á vørrum eg navnið títt nevni. Hvar ert tú?, eg spyrji meg fái ei svar, eg ynski, at tú nú vart so nær so nær. Mín longsul í barmi ei byrgjast kann inni, eg leiti og leiti, men teg ei eg finni. Hvar ert tú?, eg spyrji men fái ei svar, eg helt at eg fann teg, — tó vart tú ei har. Mær leingist at siga: »Min elskaða, góða! < Og setningar fleiri, sum gera teg fróa. Hvar ert tú?, eg spyrji men fái ei svar. Eg veit at tú ert har, — men tó ikki hvar! Men um eg teg finni, eg tori ei gita, nú tunglig kenst tíðin í iva at sita. Nær kemur tann dagur, tá eg fái svar? >Tín elskaða genta — hon stendur jú har!< Nei, eftir tí degi eg bíði ei longur, nú okkurt má gerast, um verða skal fongur. MEN havi eg dirvi at siga tey orð, — ið sigast tá skulu, — og ganga tey spor? xx-97 KK{tA{——aMKthknh—n—n———bb—n—m Stríðið millum yrkisfelagið og landsstýrið gagnar ikki Sambandsflokkinum Sum øllum kunnugt stundar til val her í Føroyum, og allir flokkar royna at gera sítt til at fáa flestar atkvød- ur. Summir leggja stóran dent á ungdómin, meðan aðrir leggja størsta dentin á onkran annan bólk í sam- felagnum. Men ein flokkur í landinum, sum ikki gevur ungdóminum gætur, er Sambandsflokkurin. Eilif Samuelsen, sum umboðar Sambandsflokkin í lands- stýrinum, er við at oyði- leggja framtíðina fyri nógv- ar ungdómar her á landi, við at forða teimum í at fáa eitt prógv, fyri sidan at halda fram við lesnaði, sum gagn- ar Føroya landi. Hetta kunnu vit ikki góðtaka. Tosað hevur verið nógv um at fáa fiskimenninar heim aftur til Føroya, og teir skulu her fáa betri livikor. Løgid er, at vit næmingar ikki eisini kunnu fáa góð livikor her á landi, vit sum skulu stýra landinum í fram- tíðini. Hetta skal Sambands- flokkurin ikki forða okkum í, og um teir ikki eru fúsir til at fáa eina loysn, so at vit kunnu fáa eitt gott prógv, mugu vit heldur syrgja fyri, at Sambandsflokkurin ikki kemur vælmannaður inn á ting aftur. Vit kunnu ikki hava ein flokk inni á tingi, sum vil spenna bein fyri ungdóminum her í Føroy- um. Eilif Samuelsen vil hava, at vit kroysta okkum saman 28 fólk í eina stovu, sum hann í kunngerð sjálv- ur sigur, at tað ikki skulu vera meira enn 24 næming- ar í hvørjum flokki. Har- umframt eru luftviðurskift- ini í stovunum meira enn tvær ferðir hægri enn há- mark, og samstundis vil hann, at lærararnir fáa somu løn sum áður. Hann hevur eisini nevnt, at í Danmark eru meira enn 24 næmingar í hvørjum flokki, men har fáa lærararnir nógv meiri lén. Í Danmark fáa næm- ingarnir eisin munandi meira í studningi. Vit kunnu ikki bara taka ein part úr tí donsku skipanini og lata hinar partarnar liggja eftir. Er hett tað, Eilif vil, at tað skal vera eins í báðum lond- um, fær hann eina dýrari rokning enn hann hevði áðr- enn. Vit vilja heita á landsstýr- ismannin umboðandi Sam- bandsflokkin um at vera samarbeiðsáhugaður, uttan longu áðrenn at seta treyt- irnar fyri at fáa eina loysn við Yrkisfelagið skjótast gjørligt. Um hetta ikki verð- ur gjørt, eru vit vís í, at Sam- bandsflokkurin ikki verður størsti flokkur her í Føroy- um næsta valskeið. Upp- runaliga var stríðið um spar- ingar á 400.000 kr., men nú lærararnir hava verið í verk- falli, hevur landsstýrið spart uml. 900.000 kr. meira enn ætlanin var. Hetta er nú vorðin ein prinsipp spurn- ingur, og er hetta prinsippið vert at seta so nógvar at- kveður í veð fyri, og skulu næmingarnir gjalda fyri hetta klandur við sínum prógvum? Í skúlunum eru nógv fólk, ið skulu velja á fyrsta sinni, og hetta mál ger Sambandsflokkin alt annað enn vælumtóktan. Gott er at síggja, at summir flokkar taka hetta mál í álvara. Ung- dómurin er framtíðin. Vit takka gøllum, sum hava stuðlað okkum og sum í framtíðini fara at stuðla okkum í hesum máli. Vit heita á hinar flokkarnar á tingi um at skunda undir hetta mál, so at ein loysn kemur á borðið, og vit sleppa aftur í skúla. Næmingaráðini á Kambsdali og í Hoydølum Um gransking av foroyskum skúlaskapi Í Degi og viku 9. jan. 98 kom fram eitt sera forvitnis- ligt uppskot frá háttvirda landsstýrismanni, Eiliífi Samuelsen. Uppskotið snúði seg um at fáa gongd á granskingina av føroysk- um skúlaskapi. Undirritaði tekur fult undir við hesum frálíka uppskoti. Innan gransking er tað vanliga so- leiðis, at týðningarmikið er at finna økir, har møguligt er at seta fram viðkomandi spurningar, t.d. hvat, hví og hvussu...? Niðanfyri skal tí ein roynd verða gjørd at geva eitt íkast til tess at finna fram til nakrar spurningar innan føroyskan skúlaskap, ið avgjørt høvdu verið sera áhugaverðir at fingið svar uppá: 1: Hví hevur Fiskivinnu- skúlin í Vestmanna ár eftir ár ikki vitað, um hann er keyptur ella seldur, um hann kann halda fram, skal flyta, ella onga játtan fáa? 2. Hví hevur HF-Skeiðið í Klaksvík verið nærum nið- urlagt einaferð um árið hesi seinastu mongu árini? 3. Hví bróta føroyskir skúla- myndugleikar á 5. ári gald- andi reglur fyri innilut á Studentaskúlanum og HF-Skeiðinum í Eysturoy, og hvar skal ábyrgdin pla- serast? 4. Hví roynir Skúla- og Mentamálastýrið at stúva 28 næmingar inn í skålahøli å studentaskålunum i Før- oyum, har inniluftin framm- anundan er ov vånalig, sjålvt vid 24 næmingum? S. Hvat bleiv av ti hålovada »samstarvinum« millum Handilsskúlan á Kambsdali og Eysturoyar Studenta- skúla og HF-Skeið, t.d. í sambandi við teldu-hølir, samlesing og fakum, felags lærarar osfr? (høvudsargu- ment fyri at byggja skúlar- nar saman, ið sannførdi ein meirluta av Føroya Løg- tingi, og annars dyrkadi skúlan í ólukkumát). 6. Hví skuldi Eysturoyar Studentaskúli og HF-Skeið partú byggjast og takast í nýtslu, innan valstríðið byrjaði til seinasta løgtings- val? (møguliga kann Signar Hansen á Brúnni hjálpa við hseum spurningi). 7. Hvussu ber tað til, at ein ikki-fólkavaldur persónur (landsstýrismaðurin í skúla- málum) sleppur at arbeiða fyri t.d. pkt. 1,2,4,5,6 uttan at fleiri hampa- á skilafólk innan sambandsflokkin tykjast at látast um vón? — Soleiðis kann haldast fram at geva uppskot til gransk- ingarevnir innan føroyskan skúlaskap. Um hetta íkki nøktar tørvin, kann møgu- liga eisini verda hugt at umhvørvisøkinum, har hått- virdi umhvørvismålaråd- harrin, Eilif Samuelsen, t.d. gav loyvi til at oyda alt lfv f åvisum vøtnum og åum i Suduroy, og tvær ferdir hevur loyvt at veita vist- frødiliga tydningarmikid vatn í Eysturoy norður til Eiðis. — Jú, sanniliga er hópur av góðum granskingarevn- um at taka av. Eitt, ið kanska hevði verið enn meira áhugavert enn oman- fyristandandi uppskot, er eitt alt ov lítið troytt gransk- ingarevni í Føroyum. Hetta kallast »sjålvgransking«, ella sjálvrannsakan. Mær tykir, at hetta er harðliga til- trongt hjá omanfyri nevnda landsstýrismanni. Dånjal Petur Højgaard, lærari & fritidargranskari HF- og studentaskulanæmingarnir eiga sum skjótast at sleppa aftur í skúla Um landsstýrismaður ikki vil ella megnar at fáa átroðkandi mál loyst, er tað eftir okkara tykki løgmaður, ið hevur ábyrgd og skyldu at taka neyðug stig. Tá stødan millum Yrkis- felag Studenta- og HF lær- ara og landsstýrismannin- um í skúlamálum eftir øll- um at dóma hevur læst seg fasta, eigur løgmadur sum skjótast at taka neyðug stig til at fáa málið loyst. Tað er heilt órímiligt og ábyrgdarleyst, at HF- og studentaskúlanæmingar skulu verða gíslar í einum stríði millum nevnda yrkis- felag og landsstýrið. Fyri hvgnn dag ið gongur verða møguleikar næming- anna fyri at koma igjøgnum tað neyðuga pensumið munandi skerdir og kann hetta í ringasta føri hava við sær, at próvtgkan ikki kann náast til ásettu tíðina. Hetta er ein ótolandi stóða fyri næmingarnar og má tí nú ein avgerð takast, sum fyribyrgur nevndu óhepnu avleiðingum. Næmingarnir mega sleppa aftur í skúla sum skjótast. Um landsstýrismaður ikki vil ella megnar at fáa átroðkandi mál loyst, er tað eftir okkara tykki løgmaður, ið hevur ábyrgd og skyldu at taka neyðug stig. Fyri meir enn einari viku síðan sendi Miðflokkurin skriv til løgmann, við áheit- an um, at hann tók neyðug stig til at fáa málið loyst. Hugaligt, at Javnaðar- flokkurin nú eisini tekur undir við hesi áheitan okk- ara. Eiði 15.01.98 Tordur J. Niclasen, løgtingsmadur