hósdagur 22. januar 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdafblaðstjórt: laðfólk: Edvard Joensen Útgevari, uppseting og prent: Telefon: 11820
Jan Miller i Bertholdsen, Emil L. Jacobsen Sp Sosialumn Telefax. 14720
Lýsingar og sola: Eirikur Lindenskov, Sveinur Poulsen Bústaður:
Jonhard Hammer D Joensen, Argjavegur 26, Argjum e-mail: ;
Blaðstjórnarfulltrúi: | Eyðun Klakkstein, Ljósmyndari: Postadr: Postsmoga 76, sosielur G post.olivant.fo
Randi Jacobsen Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Gevst nú Eilif!
Oddagrein
NU gongur móti triðju viku í sokallaða skúla-
málinum, har næmingar í studentaskúlum og
HF ikki hava verið í skúla eftir jólafrítíðina.
Lærararnir vilja framvegis ikki góðtaka kravið
frá skúlamyndugleikunum um, at tað skulu
vera 28 næmingar í skúlaflokki. Landsstýrið
vil hinumegin ikki góðtaka mótkrev frá lær-
arunum.
HETTA er ein syrgilig fyri ikki at siga 6-
hugnalig stóða, sum serstakliga næmingarnir
eru komnir í. Stødan er við at gerast so ålvars-
lig, at vandi er fyri, at teir als ikki kunnu fara
upp til tær pråvtøkur, sum so aftur skulu
tryggja teimum eina framtíð so ella so.
LANDSSTÝRISMAÐURIN í skúlamálum,
sum vit vita ber orð fyri at vera sera treiskur
maður, heldur uppá sítt. Her minna hann og
starvsfelagi hansara, løgmaður ikki sért um
hver annan, so tað er skiljandi, at løgmaður
ikki vil leggja seg út í málið, soleiðis sum
hann er biðin um. Hver rer treiskari enn annar
- ja eru av tí gamla slagnum.
EFTIR okkara tykki átti landsstýrið ikki at
gjørt seg so émøguligt í hesum máli. Talan er
um eitt princippmál sigur landsstýrismaðurin,
men tað átti at borið til við samráðingum at
funnið eina ella aðra loysn. Landsstýrismað-
urin hevur rætt og slætt ikki loyvi til at kappa
høvdid av einum heilum árgangi av okkara
lesandi ungdómi. Lærararnir siga eisini, at
teirra krav er eitt princippmál. Tá partnarnir
standa so fast við sítt, átti landsstýrismaðurin
- fyri at fáa næmingarnar aftur í skúla - at víst
seg sum mannin, ið hóast alt er til at tosa við.
Hann átti at kunnað sagt, at nú tað stendur í
botni, so er hann tilreiðar til at lata hetta málið
fara og so heldur taka allan spurningin upp í
ødrum sambandi.
UTTAN at vit her skulu fara út í smálutir, so
er tað eftir okkara tykki eitt gott principp at
hava ikki at hava ov nógvar næmingar í flokk-
unum. Og tá talið nærkast teimum 30 er talan
um eitt ov stórt tal. Hetta átti Eilif Samuelsen
sum lærari at vitað alt um. Tí kann tað bert
vera eitt ómetaliga stórt treiskni og ein vilji
til ikki at skula missa andlit, sum er orsøk til,
at landsstýrismaðurin ikki vil boyggja seg.
GEVST við hasum harra landsstýrismaður og
lat næmingarnar sleppa aftur í skúla. Tá vísir
tú teg nettup sum ein mann, sum ein, ið stingur
fingurin í jørðina og torir at taka eina nýggja
og skilagóða avgerð. Nú mugu næmingarnir
sleppa aftur í skúla. Ger hann ikki tað er tað
åbyrgdarleyst av løgmanni bara at venda bakið
til í loyaliteti til sin starvsfelag. Tað hevði
sømt tykkum betur at vist næmingunum loyal-
itet. Her hvilir står åbyrgd å sambandsmonn-
unum í Tinganesi. Fáa teir ikki loyst hetta
málið, tá eiga hinir landsstýrismenninir at gera
vart við seg. Hvat tú td. tú Krisjan Magn-
ussen!
Sosialurin
Lesarabrøv
Skúlabannið
Tað kemur gllum studenta-
skúlanærningum í landinum
sera illa við, at teir, nú teirra
síðsta ár er meira enn hálv-
runnið, rena seg í slíkar
undirvísingartrupulleikar
Ringan smakk man tað
geva avvarðandi skúla-
myndugleikum, nú um
jóltíðir, at vakna við kaldan
dreym og verða kunnaðir
um, at ov fáir pengar eru
avsettir til læraralønir.
Nú eftir jólafrítíðina hev-
ur tøgn verið millum ymsar
bólkar hesum máli viðvíkj-
andi, og tað harmiligasta av
øllum er, at hægsti skúla-
myndugleiki okkara vísir
seg ikki at megna at greiða
hesa uppgávu til lítar, hetta
3. G næmingum til miklan
ampa.
Aheitan okkara til tykk-
um næmingar og avvarð-
andi, ið eru tíkin gíslar í hes-
um máli er hendan:
Løgtingsval stendur fyri
durum, so her er sera góður
møguleiki at gera tykkum
galdandi. Heitið á hinar
flokkarnar á tingi um hjálp,
og tann av flokkunum, ið
greiðir hetta mál og fær
tykkum aftur á skúlabonk,
skal fáa góða samsýning —
so góða sum sjáldan áður,
tí atkvødurnar verða nógvar
í tali, tá næmingar, systkin,
foreldur, ommur og abbar
og onnur avvarðandi saman
við lærarafólkum, sum jú
øll somul væl duga at síggja
órættvísu viðferð tykkara,
eisini eru við í hesi at-
kvødusamsyning til hin
hjálpandi flokkin á tingi
Vónandi fáa tit allir í 3
G húgvurnar í summar og
harvið møguleika til víðari
útbúgving, hóast henda nú-
verandi sera vánaliga skúla-
politikk landsins.
Bundin er
maður.
bókleysur
Foreldur at næmingi
Hvad gør vi nu, lille du?
Hvem skal nu betale? Hvem
har mange, mange penge,
vi har ikke fler”.
Den Danske Bank? Den
danske regering? At de i
fællesskab finder ud af, at
dele udgifterne i forbindelse
med bankovertagelsen?
Hvem ved!!!
Lige i øjeblikket har alle
. oe 6
Krisjani
Sålmur 121, sum
prestur las i
kapellinum
Lag: Amazing Grace
Eg eygu mini hevði hátt
frá fjøllum vænti svar.
Eg líti fast á Harrans mátt,
sum ansar eftir mær
Ei fótin snáva letur Hann,
ei durvar Hann á vakt.
Er illgongt, Hann meg styðja man,
sum Hann mær hevur sagt.
Hans verndarskugggi kølir meg,
tá sólin skínir heit.
Um nátt er, trygt Hann leiðir meg.
So tryggan vegin veit.
Frá gllum illum verjir meg
og fylgir mær á mál.
Um úti ella inni eg.
Hann varðar mína sál.
Kvinnuhúsið
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvort
hóskveld frá kl. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM,
Oman Písuvarða 2, ella á tlf. 17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar fré kl.
10.00—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag
frå kl. 10.00 fyrrapart til kl. 7.00 å morgni.
travlt med at »vaske hænd-
er«.
Hvad kan rapporten ellers
bruges til? Jo, nu kan vi
igen løfte hovedet og se
både os selv og omverdenen
i øjnene.
Doris Rasmussen,
Trongisvågur
SMS * TEL 10840
Eg ynski at gerast limur i
Navn:
Gøta:
Byur/bygd:
AMNESTY
0 INTERNATIONAL
Føroya Deild
Postboks 1075
FR-110 Torshavn
Postgiro 56359
——C—E—|—|—|——OO boy ccOccccccccccccccccccccccccocccOcOcceccccEEEE.EEE
Er