Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

" A SS |—— ———|—Z||— + || SS AA A Nr. 13 — 22. JANUAR 1998 tíðindablaðið S0812/Vn Høvdu ikki álit a politikarunum Politikararnir í 70'unum og 80'unum førdu ein »øran« figgjarpolitikk. Ti var tað torført hjá bankaheiminum at sleppa teimum inn í bankaheimin, sigur Birgir Danielsen, fyrrverandi foramður í Sjóvinnubankanum, sum viðgongur, at hann var ein teirr, ið mótarbeiddi ætlanunum at seta á stovn Landsbankan. — Hann hevði einki hjálp um støðuna, sigur hann EIRIKUR LINDENSKOV — Um Landsbankin varð komin at virka, áðrenn hann fór í gongd í 1988, hevði ikki broytt um støðuna, sum bankarnir og samfelagið kom út í. Hetta sigur Birgir Dani- elsen, fyrrverandi nevndar- formaður í Sjóvinnubanka- num, Fiskasglustjóri og løg- tingsmaður í viðmerking til tað, sum Atli Dam, fyrrver- andi løgmaður førdi fram í Sosialinum í gjár. Atli Dam vísti á, at ein av grundunum til núverandi støðuna var, at vit i Før- oyum hava verið ov illa fyri við almennari fíggjarstýr- ing. Embætisverkið var ikki nóg væl útbygt. Hann segði eisini, at høvdu føroyskir politikarar kunnað verið samdir um føroyskan lands- banka fyri nógvum árum síðani, so kundi kanska ver- ið ødrvisi. Kundu íkki standa móti sra politikkinum Men hesum er Birgir Dani- elsen als ikki samdur í. Hann gevur Atla Dam rætt í, at kreftir vóru, sum mót- arbeiddu Landsbankanum. — Men orsgkin var tann galskapur, sum fór fram í 70'unum og í 80'unum - serliga í seinnu helvt av 80"- unum, sigur Birgir Daniel- sen. — Vit søgdu Landsstýri- num frá hesum fleiri ferðir - so ein landsbanki hevði als ikki hjálpi upp á hetta. — Men hevði tað kortini ikki verið rætt at bygt út Landsbankan til tað hann er í dag, eitt sindur fyrr? — Hatta er ein hypotetisk- ur spurningur - hatta havi eg onga meining um, sigur Birgir Danielsen, og hann leggur afturat, at eingin kundi standa ímóti førda fíggjarpolitikkinum, sum hann kallar gran. Vildu ikki sleppa sra politikkinum í bankan Birgir Danielsen viðgongur, at føroyski bankaheimurin als ikki heyði álit á føroysku politikarunum. — Vit teirri bakgrund (førda figgjarpolitikkinum hjå landsstyrunum f 70'u- num og 80'unum), var tað ógvuliga torført at lata pol- itiska myndugleikan koma inn á pengamarknaðin. — Tú meinar, at politikar- arnir høvdu ikki verið førir fyri at stadid fyri hesum? — Nei, tad hvødu teir ikki, svarar Birgir Danielsen av- gjørdur, sum leggur afturat, at just hetta var orsøkin til måtstøduna móti Lands- bankanum. — Vil tað siga, at bankar- nir ikki høvdu ålit å poli- tikarunum, sum tó vóru? — Nei, tað høvdu vit so avgjørt ikki. Tað orðaskift- ið, sum tá fór fram, prógvar hetta fullgott, sigur Birgir Danielsen. Birgir Danielsen vil kort- ini ikki siga, at bankarnir betur vóru førir fyri at standa fyri fíggjarpolitikki- num, men bankarnir høvdu ikki hug til, at sleppa tí villa fíggjarpolitikkinum, sum politikararnir førdu, inn í pengaheimin eisini. Gott samstarv við Fi irlitið Bankarnir høvdu tá gott samstarv við Fíggjareftirlit- ið, og Birgir Danielsen vísir eisini frágreiðingini frá Ráðgevandi nevnd for- sætisráðharrans, sum ár um ár var ógvuliga kritisk mót- vegis tí politikki, sum varð førdur á vinnulivsøkinum og å fløguøkinum. Atli Dam hevur fleiri ferdir ført fram, at Rådgev- andi nevndin ongantíð vildi tosa við landsstýrið um Fiskasgluna og bankarnar. Birgir Danielsen sigur, at hetta eisini framgongur í tí, sum Ejgil Mølgaard sigur við bankakanningarnevnd- ina. Har sigur hann, at hann í hesum einki hevði at tosa við Landsstýrið um. Upp- fatanin hjá honum var, at eftirlit við pengastovnum var danskt mál. — Hetta var hansara uppfatan, hóast ein onnur søk er, um hetta var rætt ella ikki, sigur Birgir Danielsen. Langt úti Birgir Danielsen viðgongur, at hóast samstarvið við Fíggjareftirlitið var framúr gott, so fór tað at halta, tá . komið varð upp í 90'ini. — Vit vistu einki um, at Fíggjareftirlitið kunnaði Føroya Banka um støduna í Sjóvinnubankanum. Eg visti ikki, at Ejgil Mølgaard fór år Sjóvinnubankanum og oman í Føroya Banka at siga teimum støduna hjá okkum, fyrr enn eg læs tað í frágreiðingini, sigur Birgir Danielsen, sum ikki hevur orð fyri, hvussu langt út hetta er. — Tað sæst jú í frágreið- ingini, hvussu hvassliga kanningarnevndin = metir hetta, hóast hon vísir á, at hon ikki skal taka stóðu til, um hann hevur hildið seg til tagnarskyldu ella ikki, sigur Birgir Danielsen. — Eg fati ikki, hví Ejgil Mølgaard ger hetta, sigur Birgir Danielsen. Valdi politikararolluna Birgir Danielsen viðgongur, at hann sjálvandi kendi støðuna hjá Sjóvinnubank- anum, men at hann sjálv- andi helt tagnarskylduna, og ikki fekk brúkt vitanina í sínum politiska arbeiði. — Hetta var sjálvandi ein óbehagilig stóða at vera i. — Tú valdi so tína rollu sum bankaneyndarformað- ur fram um rolluna sum pol- itikari? — Ja, tað er klárt. Tað var eg noyddur til, sigur Birgir Danielsen. Ikki roknað við so hvassari niðurstøðu Birgir Danielsen er nøgdur við úrslitið av bankakann- ingini. Hann sigur, at hann hevði væntað, at úrslitið fór at verða til okkara fyrimun, men hann hevði tó íkki roknað við, at tað fór at verða so hvast ímóti Den Danske Bank og ímóti em- bætismonnum. — Eg hevði roknað við, at stødutakanin fór at verða eitt sindur bleytari, sigur hann. Birgir Danielsen heldur, at alt hetta átti at styrkt um støðuna hjá føroyingum. — Vit eru als ikki kunnað um nakað sum helst. So- kallaði Føroyab6lkurin hev- ur sitið og arbeitt við einum klárt defineraðum arbeiðs- setningi: At skapa eina kreppu í Føroym fyri at fáa okkum at skilja. Maka til frekleika..., sigur Birgir Danielsen. Hann leggur afturat, at tað er týðuligt, at hesir menn ikki hava hildið nógv um okkum. — Fíggjareftirlitið hevur eisini havt ein ov aktivan „lut í Føroyab6lkinum. Teir áttu at verið meira neutralir. Skulu vit peika eftir em- bætismonnum, so haldi eg at Ejgil Mølgaard og Petur Sylvest Larsen ikki eru ser- liga væl fyri, tí teir hava tikið fleiri stig, teir ikki áttu at tikið, sigur hann. Tosa vinarliga saman — Hvat skal nú gerast - eiga vit at stevna nøkrum? — Nei, tað er ikki rætt at stevna, sigur Birgir Daniel- sen. — Hvørjum skulu vit stevna, og hvat skulu vit stevna fyri, spyr hann. Hann heldur, at er nakar, sum kann stevna, so er tað Fígg- ingargrunnurin, sum kann stevna Den Danske Bank. — Men tað verður ringt at prógva, at Richar Mikkel- sen einki visti, sigur Birgir Danielsen, sum vísir á tað, sum fram er komið um, at Richard Mikkelsen bara ornaði alt einsamallur. Birgir Danielsen væntar ikki at nakrir pengar verða at vinna í slíkari stevning. Vit brúkt Hinvegin heldur hann, at rættast er at fara undir vin- arligar politiskar samráð- ingar við danir. — Men skulu vit krevja all- ar pengarnar aftur frå døn- um? — Nei, tad kunnu vit ikki. Atli Dam nevnir eitt tríbýti av skuldini. Tað ljóðar sum eitt skilagott utgangsstødi, heldur Birgir Danielsen, sum vísir á, at tað hóast alt eru vit, sum brúkt hava pengarnar. — Hvat heldur tú so um uppskotið hjá løgmanni um, at danir skulu gjalda alt, ti pengamál eru danst mál? — Nei, hasum skilji eg púra einki av. Væl eru peng- amálini donsk mál, men tað eru vit, sum hava brúkt pengarnar, og tað eru vit, sum skylda pengar til danska statin. Vit kunnu ikki soleiðis nú koma og siga, at vit onga ábyrgd hava av teimum pengum, sum vit hava brikt!, leggur Birgir Danielsen dent á. — Tað er fullkomiliga undirornað, um pengarnir eru danskir ella kinesiskir - vit hava brúkt teir, og tí kunnu vit ikki leypa frå, sig- ur hann. Hann vísir tó á, at vit kunnu fáa okkurt burtur úr tí klossuta mátanum, sum danir so hava vidgjørt málið upp á, og tí heldur hann, at uppskotið hjá Atla Dam er eitt skilagott útgangssteði. — Men eg dugi ikki at siga, hvørjar upphæddir, vit kunnu tosa um, men hetta eiga vit nú at fyrireika okk- um væl uppá, og vænti eg, at tað verður uppgávan hjá serfrødingab6lkinum sum løgtingid fer at seta, og sum løgmadur hevur sett. — Tad, sum hevur tydning er, at vit eru væl fyrireikað, væl motiverað og professi- ónel. Og at vit eru samd, sigur hann. Meira sjálvstýri Birgir Danielsen heldur ikki, at heimastýrisskipanin Politikararnir megnaðu ikki at standa fyri figgjar- politikkinum, heldur Birgir Danielsen nú kann halda fram. — Tað er klárt, at heima- stýrislógin má endurskoð- ast. At vit nú fara at kjakast um grundhugsanina í heim- astýrislógini, tað hoyrir ongastaðni heima - tað átti at verið gjørt fyri 50 árum síðani. Nú eiga vit at syrgja fyri at fáa hesi viðurskifti í trygga rammu og arbeiða út frá tí. Birgir Danielsen ivast ikki í, at vit eiga at fáa meira sjálvstýri, men hann leggur dent á, hvussu stóran týdn- ing tað hevur, at hetta ikki verður gjørt frá degi til 3898300 00000 0009 dags, men at tingini verða væl fyrireikað — Talan má verða um eina menningartilgongd yvir fleiri ár, og í hesum sam- bandi kann eg ikki lata vera við at hugsa um íslendingar. Teir byrjaðu í 1874, tóku næsta stigið í 1918 og við endursamráðingum 25 ár seinni tóku teir loysing í 1944. — Munurin millum íslend- ingar og føroyingar hevur tó altíð verið, at teir hava verið samdir, sigur Birgir Danielsen. Grillkvold. friggjakvøldid og leygarkvøldid - Nógv droyma um sól og á dd tad á opnari rist i matstovuni - s…5es0000000000 000000 sn 0nGS BAGAGE grilla vit Stórt stelkarborð/Grill buffét við t.d.: | Forrættin *Suppa | sRoyktur laksur | *Marinerað eða Borð kann bíleggjast á Tlf. 17500 i