Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið S082lurn Nr. 13 — 22. JANUAR 1998 Formaðurin í búskaparráðnum stúrir fyri gongdini: Politikkurin er syndarligur: Tað kann skjótt enda — Tað mest synd- arliga er, at vit gera beint øvugt av tí, vit áttu at gjørt: Vit fiska alt, vit orka - og vit brúka hvørt oYVra. — Á fíggjarlógini í ár skuldu 150 - 300 milliónir ver- ið settar til viks at havt at staðið ímóti við. AK! BERTHOLDSEN eru lúðraljóðini g harðnað av teimum, sum av álvara stúrir fyri gongdini er formaðurin í Búskapar- ráðnum, Bjarni Olsen Hann sigur, at hesin óttin fyri tí førda politikikkinum kom ul sjóndar í frágreið- zini hjá Búskaparráðnum Og síðan ara harðnað seinasta summar Men tíverri vísir tað seg, at stødan er onk! broytt, segði hann í samrødu við Sosialin í gjár — Jú, tað gongur væl í løt- uni. Men trupulleikin er, at vit partvis hava eina stora uttanlandsskuld. Og partvis, at tað er stór óvissa um tann góði fiskiskapurin, sum er í løtuni, fer at halda sær. Tíverri brúka politikar- arnir hvert oyra — Men tað mest syndarliga er, at politikararnir brúka hvert oyra, landskassin fær í inntøkum, heldur enn at leggja pengar til viks, so okkurt er at standa im6ti við, um tað verdur + eruleik- 1, sum vit Óttast fyri. Formaðurin í Búskapar- ráðnum sigur, at í fiskivinn- upolitikkinum er hugsanin tann, at vi altíð skulu fiska so nógv, sum vit orka. — Onkur eiti av avmark- ingum eru settar í verk, men øll eru samd um, at talan er í veruleikanum íkki um nakrar avmarkingar. — Tíverri er tað vanlig hugsan nógvastaðni, at vit eiga altíð at fiska tað, sum kann fiskast — Men skal hetta vera almenni politikkurin, so åttu politikarar f minsta lagi at syrgt fyri, at pengar vórðu lagdir til viks tey góðu árini so vit høvdu havt okkurt at staðið ímóti við tey vána- ligu fiskrárini Men tað mest syndar- liga og katastrofala er, at tað gera teir ikki. Tí samstundis sum tað er áskoðanin, at vit skulu fiska, so nógv sum gjørligt, er tað tíverri eisini áskoðanin, at hvert oyra skal brúkast beinanvegin. — Gongdin í samfelag- num og gongdin í fiskiskap- inum hanga neyvt saman. — Og skulu vit altíð fiska tað, vit kunnu, slepst ikki undan ógvuliga 6jøvnum fiskiskapi. Og tað slepst heldur ikki undan, at tann ójavni fiskiskapurin førir til ójavnar inntgkur hjá lands- kassanum. Bjarni Olsen sigur, at trúgva politikarar íkki uppá, at tað ber til at útjavna fiski- skapin, so gongdin í sam- felagnum verður stýrd tann vegin, so mugu teir taka av- leiðingarnar av tí og seta pengar av tey góðu árini. — Men teir gera hvørki. — Fiskiskapurin verður ikki styrdur og hvørt oyra verður brúkt, tí vit hugsa ikki ein dag fram í tíðina. — Tann politikkur, sum verður førdur í dag setir bara meiri ferð undir bú- skapin og skumpar undir hann tann vegin hann gong- ur. — Tað vil siga, at tær góðu tíðirnar verða betri, enn tær áttu at verið og kreppurnar verða djúpari, enn tær nýtt- ust at verið - Tað beina hevði verið at roynt at mótviga gongd- ini, so at kreppurnar ikki blivu so djúpar og tær góðu tíðirnar ikki ov mikið upp- hitaðar. Og tað kundi verið gjørt við at landskassin legði inn- undir seg tey góðu árini so nakað var at standa ímóti við kreppuárini Bjarni Olsen sigur, at uppá ein máta undrar hesin hugsunnarhátturin í fiski- vinnuni seg. — Tí vit vita, at á sinni fingu onglendingar skyldina fyri at hava oytt fiskastovn- arnar, og nú eru tað mong, sum geva trolarunum skyld- ina fyri at „grópa grunn- aranr upp“. — Tað er væl ein åsannan av, at fyri fiskastovnarnar hevur tað stóran tydning hvussu nógv verður fiskað. — Men kortini vinnur tað sjónarmiðið á ongan hátt frama í tí førda politikkin- um. Syndarligt at síggja Bjarni Olsen heldur, at tað er syndarligt at síggja, hvussu vit bera okkum at. — Vit hava havt tað so 6- metaliga trupult hesi árini. | -Eg haldi ikki, at pol- | itikararnir kenna orðið | varsemi, og tað er synd- arligt at síggja, at vit ikki vísa tey allarminstu teknini til ansni, hóast vit akkurát hava verið í eini so djúp- ari kreppu, sum vit hava, sigur Bjarni Olsen, for- maður í Búskapar ráðnum — Og tað er syndarligt at síggja, vit ikki so frægt sum vísa tekin til at vera ansin aftaná hesi truplu árini --Men tað tykist ikki sum um orðið varsemi yvirhøvur er er til í orðatilfeinginum hjá teimum, sum ráða. Og tað er ræðuligt, leggur hann afturat. Hann sigur, at fíggjarlóg- in í ár er eitt talandi dómi um hetta. — Vit hava eitt sera gott år. Men kortini er ikki eitt oyra til avlops. Er fíggjarlógin ov nógv merkt av, at tað er valár í ár? — Uttan iva hevur tað nógv at siga. Men teir pol- itíkarar, sum stýra, mugu eisini taka seg saman at stýra í einum valári. Hann vil ikki siga, at tað er nakað serligt øki á figgj- arlógini, hann hugsar um. — Men tað sæst sanniliga ikki á fíggjarlógini, at pol- itikararnir hava sett sær sum mål at nå skal ordiligur samanhangur fáast í bú- skapin. Bjarni Olsen vil ikki síga nágreiniliga, hvussu nógv hann heldur, at fíggjarlógin í ár er ov høg. Men hann heldur í hvussu so er, at einar 50-100 milli- ónir áttu at lopið av til at havt at staðið ímóti einum svikaligum fiskiskapi, og eini møguligari nidurgongd vid. Og afturat ti, åttu 100 - 200 milliónir at verðið sett- ar av til avdráttir av lánum av uttanlandsskuldini. Áhugamálini stýra Formaðurin í Búskaparráð- num heldur, at vit sleppa ongantíð undan, at samfel- agið er fult av áhugamálum. — Og øll hesi áhugamálini gera sítt at sleppa framat — Men tær mugu ikki sleppa meiri framat enn so, enn at samanhangur skal vera í bú- skapinum fyri tað — Men tað haldi eg ikki, at politikararnir klára at stýra serliga væl Men skuldu øll hesi somu áhugamálini ikki havt eitt tann felags áhuga at bú- skapurin ikki varð avskepl- aður? - Jú, men so enda vit aftur í gamla orðaskifunum um vit hava landspolitikk í Før- oum, ella um tað eru tey ymsu áhugamálini, sum veruliga stýra. Og tað er mest líkt til, at tað eru tey ymsu åhugamålini, sum stýra. Men eru politikarar ikki í teirri tvístóðu, at skal fiski- skapurin avmarkast, og fíggjarlógin skerjast, so fer tað at føra arbeiðsloysi við sær? — Jú, men avmarka vit okkum ikki nú, verður ar- beiðsloysið so mikið størri seinni — Vit sleppa ikki undan ymsum trupulleikum bara við at brúka pengar. Tað er í longdini, at pengarnir skulu vera til staðar. Henda stuttskydi politikkurin nytt- ar ikki nógv sigur Bjarni Olsen. Mugu hava eitt sterkt vinnuliv Formaðurin í Búskaparráð- num sigur, at eftir hansara tykki er politikkurin eisini í alt ov lítlan mun bygdir á, at vit skulu hava eitt sterkt og effektivt vinnulív. — Summi halda kanska, at hetta ljóðar av arbeiðsloysi. — Men í veruleikanum er hetta tað einasta, sum í longdini kann halda ar- beiðsloysinum frá okkum, nevniliga tað, at vit duga at framleiða í kapping við onnur og at vinnan gevur eitt avkast, so hon kann brynja okkum til framtíðina og laga seg til skiftandi um- stødur. Tosa vit um vinnuliv, hev- ur higartil mest verið tosað um kostnadarstødid, og tå mest um lønarlagid? — Eg haldi ikki, at lønar- lagid er serliga åhugavert i hesum sambandi. Tad, sum hevur tydning, er, hvussu galið aftur i Føroyum négv hvør eind kostar at framleida. — Tvs, at tad, sum hevur tydning, er, kostnadur f mun til fram- leidslu - altso effektivitet- urin. Og í tí samanhanginum hevur lønin sjálvandi stóran tydning. Men er framleiðsl- an effektiv, kann tað gott vera, at tað loysir seg at be- tala høgar lønir — Men kostnadarstødid er eisini so nógv annað. Tað fevnir eisini um maskinur, amboð og allar aðrar fram leiðslufaktorar, sigur Bjarni Olsen Vit mistaka okkum meiri enn so mistøka Tað verður ofta brúkt ímóti tykkum ráðgevarum, at tað er so lítið eftirfarandi, tit koma við. Besta dómi sein- astu árini hevur verið tosk urin undir Førovum? Tad er rætt, at vit mis taka okkum meiri enn so Ongin kennir framtíðina og tað, vit bera fram, er ikki endaligi sannleikin og kann saktans kjakast um Men høvdu vit ikki havt fiskað toskin, hvagar var hann so farin?. Var hann horvin fyri tað, um vit ikki høvdu skundað okkum at fiska so nógv av honum, sum vit kundu beinanvegin? Høvdu vit havt mist peng- arnar? Uttanlandsskuldin er sterðta óvissan Formaðurin í Búskaparráð- num sigur, at tað er uttan- landsskuldin sum er tann størsta Óvissan, tá í okkara búskapur er so 6javnur, sum hann er. — Táið búskapurin er so 6javnur skal ein avtala um afturgjaldingin av uttan- landsskuldini laga seg til, hvat vit kunnu betala eitt miðal år. — Men sum stødan er, verður tað ikki lætt. Men eg teljist heldur ikki millum sum halda, at tað er heilt 6møguligt at betala uttan- landsskuldina aftur. — Almenna uttanlands- skuldin er stór, men hon er ikki so stór at tað ikki ber til at betala hana aftur, sigur Bjarni Olsen. — Tað veldst alt um, hvørj- ar avtalur, vit fåa, og hvørji tiltøk, vit eru til reidar at seta f verk fyri at fåa betri tamarhald á búskapin. — Men nú, vit skulu sam- ráðast um, hvussu uttan- landsskuldin skal betalast aftur, tænir tað okkum ikki til fyrimuns, at vit standa í eygunum á dønum sum á- byrgdarleysir.