Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 13 — 22. JANUAR 1998 tíðindablaðið S082V 7 Na — Lesarabrøv UC) ——n.n—iewiii Eilif Samuelsen og tað >forsvarliga< Tað er legið og ábyrgdarleyst, at landsstýrismaðurin í Undir- vísingarmálum ikki dugir at loysa hetta einfalda, men tó álvarsliga mál, sum bara snýr seg um 3-400 túsund krónur. Hvussu grundgevur Eilif, at hann vil hækka næmingatalið? Landsstýrismaðurin í Undir- vísingarmálum hevur í seinast- uni sagt nógv ymiskt, og hann mótsigur sær sjálvum, so ringt er at vita, hvat hann meinar við: I. Yrkisfelagið hevur onga av- talu um, at hægst 24 næmingar skulu vera i hvørjum studenta- skúlaflokki. 2. Um Yrkisfelagið kortini hev- ur eina avtalu, so hevur tað kortini onga avtalu (um at far- ast kann bara upp um 24 aftan á samráðingar), tí >í samráði vid« vil bara siga, at Yrkis- felagið hevur rætt til at verða hoyrt. 3. Um >samráðingar< kortini leggja upp til semju, hevur Yrk- isfelagid sjålvt brotið avtaluna, vid at samtykkja á aðalfundi, at samráðast kann ikki um at fara upp um 24 næmingar. 4. Yrkisfelagið hevur vitað um samanleggingina leingi, og lærararnir í Kambsdali hava fingið boð um at lesa sama pensum í báðum flokkum. 5. Tað er samfelagsliga >ó- forsvarligt« at hava flokkar vid bara 14 næmingum í, vit skulu sum í Danmark hava upp til 28 næmingar í flokkunum. 6. Tad er »eindømi«, at vit skulu hava 28 næmingar í ein- um flokki í Kambsdali, og verk- fallið hjá Yrkisfelagnum er 6- lógligt; lærararnir hava tikið næmingarnar sum gíslar, og fakfelagið er farið undir terror- virksemi. Viðvíkjandi 1: Eilif pástendur, at avtalan (um hægst 24 næm- ingar í flokkunum), sum varð gjørd millum Landsskúlafyri- sitingina og Yrkisfelagið í sam- bandi við, at lærararnir skuldu halda eina viku frí uttan løn í 92, er uppsøgd av Yrkisfelag- num f sambandi vid såttmåla- samráðingarnar í 97. 1/5 97 skrivaði »LØNAR- DEILDIN« (Tummas Magnus- sen) til Yrkisfelagid m.a., at: >Hervið verður váttað, at sátt- málin við tilhoyrandi avtalum, kutymum 0.a. heldur áfram 6- broyttur… « Hartil svaraði Yrkisfelagið m.a. tann 9/5-97: >Einki annað er avtalað, t.v.s. viðvíkjandi. >tilhoyrandi avtalur, kutymur osfr.« eru vit púra frítt stillaðir. Annars er at viðmerkja, at vit - okkum vitandi — hava ongar aðrar avtalur enn såttmålan. « Vit hava nógvar avtalur við Landsskúlafyrisitingina um undirvísingarviðurskifti - próvtgku, prévdøming, fridag- ar, feriu, pedagogikum, kunn- gerðartulkingar — og eisini t.d. avtalu um, at vanligvís kunnu ikki vera fleiri enn 24 næm- ingar í einum flokki. — Hin- vegin helt formaður okkara, Snorri Fjalsbak, ikki, at vit høvdu aðrar avtalur við Løn- ardeildina enn sáttmálan, og seinasti setningurin hjá Snorra má skiljast sum ein spurningur: Hvat fyri aðrar avtalur enn sátt- málan hugsar Lønardeildin um? Har er so onki svar komið frá Lønardeildini, men nú roynir Eilif at nýta hetta til at siga, at vit hava sagt avtaluna upp (sjálvt um tað at vera >frítt stilladir« hægst kann merkja, at forhandlast má av nýggjum). Eilif sigur, at tað er jú sami »myndugleiki«. Ja, tað er spurningurin. Lønardeildin hoyrir ikki bara undir Undir- vísingarmálaráðharran, og ein lærari fer ikki hagar, um hann er énøgdur við at skula vera próvdómari 5 ferðir; — har fóru vit til ein »myndugleika«, sum æt Landsskúlafyrisitingin. Lønardeildin hevur ikki sagt nakra avtalu upp. Vit hava ikki gjørt nýggjar avtalur um næm- ingatal, og allir myndugleikar og YF hava handlað sum um, avtalan var í gildi. So avtalan er sjálvandi enn í gildi. 2. Fleiri hava longu roynt at forklára Eilifi, at »samråding- ar< ikki merkja, at lærararnir bara verða >hoyrdir<, men at semja skal vera. Tað passar ikki, sum Eilif vil vera við, at har varð diskussión um merk- ingina av orðinum, tá avtalan varð gjørd. Men har varð ein long diskussión um innihaldið, tí longu tá hevði landsstýrið ætlanir um at hækka næminga- talið í hvørjum flokki. Tað var júst tí, vit løgdu dent á ikki bara at hava siðvenju (sum mær vit- andi altíð var hægst 24 í stu- dentaskúlanum), men eisini eina skrivliga avtalu. Annars høvdu vit ikki tikið við fríviku uttan løn, tá á sinni. 3. Tvætl. Adalfundurin sam- tykti, at vit skulu verja hesa avtaluna, tí vit skiltu, at Lands- stýrið ætlaði at bróta hana. Vit hava altíð veri og eru enn sinn- að av og á at gera semju um at fara upp um 24 í byrjanini av -einum skúlaári, um serlig við- urskifti gera seg galdandi, t.d. um AFS-næmingur kemur heimaftur. 4. Yrkisfelagið hevur vitað um ætlanirnar hjá landsstýrinum um at leggja flokkarnar saman, men felagið varð fyrst boðið til samráðingar 16. desember. Hetta er við viðurkenning av, at vit eiga eina avtalu, hóast fundarboðini komu alt ov seint. Vit høvdu neyvan verið í verk- falli nú, um Eilif hevði tikid upp samráðingar við Yrkisfe- lagið longu tá ætlanin um at leggja sama varð gjørd. At Landsskúlafyrisitingin visti um vandan, framgongur av brævi frå Rektaranum å Kambsdali til = Landsskiilafyrisitingina (John Rajani) 26/8-97: >Gangi út frá, tú hevur sett teg inn í heimildir fyri samanlegging og eisini møguligum forðingum, - eg hugsi ikki so nógv um YF- trupulleikar — men kanska skal grein 12, serliga stk. 5 í kunn- gerðini havast i huga«. Tå Eilif ikki bodadi okkum til fundar í góðari tíð, var tað ivaleyst fyri at seta okkum knívin á barkan til jóla. At hann longu í august 97 visti av, at hann eisini fór at bróta sína egnu kunngerð, grein 12, virk- ar heilt óskiljandi. YF gekk sjálvandi út frá, at ein samanlegging kann bara koma upp á tal, um næminga- talið lækkaði til 24, men hetta var óhugsandi at rokna við í hesum førinum, tá 31 næm- ingar byrjaðu. So nógv sum fjórðingurin av næmingunum plaga ikki at gevast fyrsta hålv- árið. Flokkar verða sjáldan lagdir saman, men tað er ongantíð hent, at meira enn 24 vóru í samanlagda flokkinum, og tað er ongantíð hent mitt í einum skúlaári. Men um næm- ingatalið bara hevði verið 24, høvdu vit kunnað livað við ti, sjálvt um tað er keðiligt at skula uppgeva >hálvt< árspen- sum í nógvum fakum. Lærararnir hava fingið boð um at lesa sama pensum. Landsskúlafyrisitingin (John Rajani) skrivar 27/8 1997: >Havi tosað við Sámal og sagt at hann skal geva lærarum boð um at lesa sama pensum«, eftir at Sámal í Skorini hevði spurt, um tað var meiningin. Men her hava Eilif, John og Sámal mis- skilt, hvussu undirvísing fer fram. Tað ber nevniliga ikki til at geva lærarum >boð< um, hvat teir skulu lesa. Vit hava (sbr. kunngerðirnar) undirvís- ingarfrælsi, og oftani skulu ella kunnu vit lata næmingarnar vera við til at avgera, hvat skal keypast og lesast. Tað hevði t.d. verið oyðileggjandi, um ein danskt- ella føroysktlærari kom inn í ein flokk og segði, at næmingar vóru noyddir til at lesa hetta høvudsverk og hesa grundbók, tí tað gjørdi parallel- flokkurin. Merkiligt, at Sámal hevur gloymt at ávara Lands- skúlafyrisitingina um hetta. 1. G'ararnir hava tí sostatt ikki lisið sama pensum í gllum fak- um. S. Eg havi í løtuni ein 3. G við bara 13 næmingum í, og eg havi fleiri ferðir havt so smáar flokkar, t.d. sum valhold. Eg kann bara royna at sissa Eilif: Onki >óforsvarligt< fer fram í hesum flokkum, tvørtur ímóti er tað nógv meira »forsvarligt« at hava 14 næmingar enn at hava 24 — fyri ikki at siga 28 — næmingar í flokkinum. Man hevur tíð til tann einstaka næm- ingin, øll kunnu tosa eitt sindur í munn uttan at óforsvarligt kaos verður. Allir lærarar vita at næmingarnir í einum lítlum flokki læra meiri, og tey fáa betri karakterir og gerast meiri sjålvstødugir, enn næmingar í einum stórum flokki, har und- irvísingin má verða meiri fyri- lestrarkend og ópersonlig. Vit vilja ikki hava »donsk« viðurskifti á hesum øki, sum helst er tað einasta, har vit hava betri umstødur enn danir; — Vit fáa minni løn, — hava longri arbeiðstíð um vikuna, — skulu yvirtala næmingar at keypa bøkur, tá vit eingi flokssett hava at taka til, — hava verri eftirútbúgvingarmøguleikar, og hava verri hølisvidurskifti Næmingarnir hava eisini fleiri tímar um vikuna enn danskir næmingar, teir fáa minni stud- ning og skulu sostatt samstund- is arbeiða meira fyri at keypa bøkur, para upp til lestrarferðir osfr. Av og á verða tey sjálv- andi móð og 6uppløgd, og tå er nógv lættari at royna at und- irvísa, motivera og stimbra 14 enn 28 næmingar. 28 er ófor- svarligt. 6. Tad er øgiliga hugstoytt, at ein — annars fólkaligur og h6v- ligur — landsstýrismaður kann finna uppá at kalla okkum og okkara fakfelag »terroristar«, man skuldi trúð, at hann íkki visti, hvat orðið merkir? Eilif hevur helst onga hóming av, at fakfelagsrørslur hava verið við til at uppbyggja tað vælferð- arsamfelag, sum vit liva í? Yrk- isfelagið tekur tað í álvara at verja miðnámsútbúgvingarnar ímóti óserigsum sparitiltókum, og tí verða vit skýrd terroristar! Er verkfallið hjá okkum ólógligt? Eg haldi, at vit hava ein sáttmála við nógvum til- hoyrandi avtalum (gjørdar við Landsskúlafyrisitingina), sum Landsstýrið hevur brotið. Landsstýrið hevur gjørt sátt- málabrot, og so er verkfallið hjá okkum ikki »6légligt«. Hinvegin er tað ólógligt hjá ar- beiðsgevaranum ikki at fylgja avtalum og kunngerðum... Hóast hetta, hevði eg ikki sagt, at arbeiðsgevarin er kriminellur, tí vit tosa bara um »Gl6gligheit« í sambandi við såttmålavidurskifti, ikki í sam- bandi við sivila rættin. Vit hava soleiðis heldur ikki tikið gísl- ar, — vit kundu t.d. ikki funnið uppá at sperra 28 verjuleysar næmingar inni í einum lítlum flokshøli. Í yvirførdum tydningi eru næmingarnir »gislar«, men tað er jú Eilif, sum hevur funnið uppá, at 28 »gislar« inni í Kambsdali skulu takast. Hetta skuldi verða »eindømi«, hann hevur onga aðra ætlan um »gislatøku«. Hetta skilja vit ikki: Hví hevur Eilif nakað ser- ligt ímóti 1.S-matematikarun- um á Kambsdali árini 97-98? Hetta er rein diskriminatión ella sigur hann íkki sannleik- an?! Kanska ætlar hann sær, um »gislatøkan« á Kambsdali gongur væl, at royna seg onkra aðra staðni seinni? Annars gev ur tað í hvussu er onga mein- ing. Tað snýr seg jú bara um trý-fýra hundrað túsund krónur hvort hålvår, og ongin veit, hvussu stødan er í summar Líka mikið um hetta er dis- kriminatión ímóti Studenta- skúlanum í Eysturoy ella paztur av eini stórri ætlan um, at har eiga at vera 28 næmingar í øll- um flokkum, eru vit ímóti Eilif Samuelsen plagdi at virka eitt sindur meira serigsur, minni sensatiónshungrandi og lættisoppakendur enn so nógv- ir aðrir føroyskir politikarar (ongin nevndur, ongin gloymd- ur). Í hesum máli hevur hann hinvegin lopið framav og ikki viljað viðurkent feilirnar, hann hevur gjørt. Tað einasta, hann hevur víst, er treiskni. Vit eru eisini treiskir, men í mun til Eilif eiga vit eina góða sak at kempa fyri, og vit fara at halda fram, til vit hava vunn- ið: til frama fyri núverandi og komandi næiningum og lærar- um á studentaskúlum og HF- skeiðum kring landið. YF-limur Kaj Alstrup Fram- taks- nevndin afturvald ikki mist heydið Fyri nøkrum døgum síðani skrivaður vit, at løgmaður og forsætis- ráðharrin høvdu valt aft- ur neyndina í framtaks- grunninum. Hetta hevur løgmaður nú gjørt kunnugt. Nevd- in hevur sæð - og sær framvegis soleiðis út: Heini Fosaa, stjóri, Tórshavn Sverri Hansen, Leir- vík Richard L. Thomsen, Niels M. Larsen, stjóri, Virum og Niels Kristian Agner, stjóri Værløse Nevndin skipar seg sjálv. Verandi formaður Utsølan byrjar fríggjad, kl. 9.00 Allar utsøluvørur fyri 1/2 PRIS!!! TIf. 57921 - Klaksvík - Tlf. 57821 € Byrja dagin vid Sosialinum - so veitst tå hvat hendir!