fríggjadagur 23. januar 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjórt: laðfólk: Edvard Joensen Útgevari, uppseting og prent: Telefon: 11820
Jan Miller Áki Bertholdsen, Emil L. Jacobsen Sp Sega Telefax. 14720
peep mer hr SR eg SvanurFouson F eð 26, Argjum e-mail:
Blaðstjórnarfulltrúi: En Klakkstein, Ljósmyndari: Postadr- Postsmoga 76, sosialur & post olivant.fo
Internet: www.sosialurin.fo Randi Jacobsen Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Bankakanningin
og fjølmiðlarnir
Oddagrein
NÚ ERU tað ivaleyst fleiri, sum halda, at tað er
nóg mikið av bankakanningini og allari umrøduni
av henni. At danski fjølmidlaheimurin so massivt
hevur brúkt tíð og orku upp á hetta málið, vantaðu
teir fremstu í danska fjølmidlaheiminum ikki famm-
anundan. At teir hava gjørt tað alíkavæl, er tí at
veruleikin hevur víst seg at vera meiri tyngjandi
fyri danir — stjórn, banka og fíggjareftirlit — enn
roknað varð við. Umreðan hevur styrkt um stødu
Føroya í hinum rikispørtunum, tí tað er ein veru-
EIN VIKA er eitt langt tíðarskeið í politikki, og í
fjølmidlaheiminum. Kapprenningin um at finna
nýggjar vinklar og nýggjar persónar, sum eru
áhugaverðir hevur verið øgilig. Men til tey, sum
halda, at nú er nóg mikið, kunnu vit bera tann
ugga, at tá fólkatingið í komandi viku hevur vidgjørt
kanningina, og teir, sum fólkatingið heldur eiga
tað uppiborið, hava fingið hver sína nes, so fer
danska pressan at kasta seg yvir onnur evni, og
so fer kanningin at glíða longri aftur í rødina, og
so fer hon at verða tikin fram aftur, tá spurningurin
um tey stóru endurgjeldini verður aktuellur.
FØROYINGAR hava ongantíð áður átt so stórt
pláss í donsku pressuni, sum teir hava átt hesa
vikuna. Pressan er ein tydningarmikil liður í polit-
iska lívinum, og tað, sum verður sagt, skrivað og
víst á skiggjanum, hevur stóran tydning fyri tær
avgerðir, sum verða tiknar. Við hesum í huga hevur
verið hugaligt at staðfesta, at føroyingarnar í flestu
forum ikki eru smokkaðir burtur ímillum. Ikki minst
eigu“ Sjónvarp Føroya nógv rós uppiborið fyri tað,
teir borðreið“. við úr Keypmannahavn í vikuskift-
inur
FØROYINGARNIR hava staðið seg væl í orða-
skiftunum, sum hava verið, og SvF skal hava tøkk
fyri, at teir syrgdu fyri, at vit hava havt møguleika
at síggja tað, sum danir og føroyingar hava sagt
dønum um bankakanningina. Sendingin í TV2 í
fyrrakvøldid var popput. Nógv reyp frammanund-
an, men ve urin syrgdi fyri, at sendingin gjørdist
grunn. Har vóru sn.åir ella eingir møguleikar hjá
teimum, sum vildu vera við í einari seriøsari við-
gerð. Hóast treytimar vóru vånaligar, so eydnaðist
tað kortini onkrum av føroysku luttakarunum rættu-
liga at gera seg galdandi. Eitt nú Jógvan Mørkøre,
og ikki minst Marita Petersen. Tey flestu hava
ivaleyst ikki fyrrenn nú uppdagað, hvussu stórt
trýst lá á henni, tá tað leikaði harðast á, og at hon
fekk ósemuliga viðferð av dønum. Hon sparkaði
ikki og var ikki Olikilig, tá hon fekk møguleikan at
verja seg í fyrrakveldið. Hon var sømilig, mark-
ant, skilagóð og stuttorðað. Stutt sagt eitt av fleiri
góðum umboðum fyri føroyingar hesa síðstu vik-
una. Nú verður kanningina vidgjørd i Føroyum,
og so er at vóna, at stoðið ikki fer at lækka.
Sosialurin
Til landsstýrismannin í undir-
visingar- og mentamålum
Útvarpið hevði í gjårskvøldi
eina áhugaverda sending
um ósemjuna og verkfallið
á studentaskúlunum og HF-
skeiðunum. Sjónarmiðini
hjá formanninum í Yrkis-
felagnum og hjá psykologi-
num Hera Kragesten vóru
greið og álitisvekjandi hjá
mær sum lærara at hoyra.
Men tíverri kann eg ikki
siga hetta um nakað av tí,
sum Eilif Samuelsen førdi
fram og gjørdi seg til tals-
mann fyri.
Lat meg fyrst siga, at eg í
mínum naiviteti havi hildið,
at landsstýrismaðurin í
skúlamálum var okkara
maður í Tinganesi, av tí
einfaldu grund, at hann er
hægsti myndugleikin í
skúlaverkinum, sum stu-
dentaskúlarnir og HF-skeið-
ini jú eru ein partur av. Aft-
aná sendingina má eg siga,
at tíverri er Eilif Samuelsen
hægsti = myndugleikin í
skúlamálum, men hann er
heilt týðiliga ikki okkara
maður í Tinganesi. Tvørtur
ímóti tykist hann at halda,
at tað hevur størri tydning
at spara pengar á skúlagki-
num enn at hava ein væl
virkandi skúla, sum er á
sama stigi sum líknandi
skúlar í grannalondum okk-
ara. Omaná at hann vísti seg
at hava lítla fatan og virð-
ing fyri undirvísingarum-
hvgrvinum hjá okkum segði
hann í tveimum førum bein-
leiðis ósatt.
Hann kann ikki skjóta
Yrkisfelagnum í skógvar-
nar, at verkfallið í grundini
snýr seg um at skaffa limu-
num í Yrkisfelagnum meiri
arbeiði. Hetta er beinleiðis
ósatt og haraftrat hent hjá
landstýrismanninum, um
hann ynskir at seta okkum í
ringt ljós. Vit eru í verkfalli
fyri at verja eitt sera týdn-
ingarmikið principp undir
okkara arbeidsumstødum,
sum er ikki at hava for
nógvar næmingar í hvørjum
klassa. Bara tí og ikki av
nakrari aðrari grund streika
vit.
Tá ið tosað varð um hølis-
umstødurnar í okkara skúl-
um, segði landsstýrismað-
urin, at umstødurnar hjá
okkum vóru í minsta lagi
líka góðar sum í londunum
uttan um okkum. Nú hopi
eg ikki, at Eilif Samuelsen
hevur sæð studentaskúlar í
hinum Norðan-londunum, tí
hevur hann tað, ja so sigur
hann ósatt við vilja. Men
hevur hann ikki orienterad
seg, áðrenn hann í útvarpi-
num úttalar seg so avgjørt,
kann eg ganga vid til at siga,
at hann sigur ósatt av óvart.
Eg havi seinastu árini verið
á fleiri studentaskúlum í
Noregi, Svøriki og Dan-
mark og kann fortelja, at
skúlin í Hoydølum í øllum
fórum er langt langt undir
einum miðalstandardi í
nevndu londunum.
Sum sagt trúði eg, at
landsstýrismaðurin í skúla-
málum eisini var okkara
maður í Tinganesi. Men tí
trúgvi eg ikki longur. Nú er
hann sjálvsagt eisini lands-
stýrismaður fyri aðrar skúl-
ar. Hesa uppgávu røkir
hann vónandi við stórri á-
byrgdarkenslu, tí ger hann
ikki tað er tað avgjørt rætt
av løgtinginum at vísa hon-
um misålit.
Tórshavn 21/1- 98
Kåri M. Mortensen,
lærari å Føroya
Studentaskúla
Gjørdu Atli og Jógvan
ikki tað rætta?
Í allari umrøduni av banka-
kanningarmålinum er
spurningurin um, hvat ið
hendi 6. oktober 1992, farin
eitt sindur í gloymskuna.
Tað kann tí vera vert at
spyrja, um Atli og Jógvan
ikki tóku sømiligastu av-
gerðina henda dagin fyri
meira enn fimm árum síð-
ani.
Høvdu vanlig hampafólk
ikki tikid avleidingarnar av
teimum handlingum, sum
tey høvdu gjørt ella verið
uppi í at gjørt, tá tað vísti
seg, at ætlanirnar ikki góvu
væntaða úrslitið? Teir og
aðrir høvdu við stórum
meiriluta í løgtinginum
roynt at men! fiskivinnuna,
alivinnuna og langfara-
skipaflotan við rúmum
stuðulslánum, veðhaldum
og studningum. Teir høvdu
eisini mett, at tað fór at
eydnast, sjálvt um ráðgev-
andi nevndir høvdu staðil-
iga ávarað. Teir trúðu, at teir
kláraðu at stýra búskapinum
í Føroyum. Teir stýrandi, og
ikki bara Atli og Jógvan,
fóru skeivir, og nógv kann
verða sagt um, hvat teir fóru
skeivir, men lat tað liggja.
Tá vanlig fólk hava gjørt
nakað sum ikki gongur eftir
vild, taka tey avleiðingarnar
av tí, og teir báðir máttu
taka avleiðingarnar av øll
um tí, sum landsstýrini og
løgtingini høvdu gjørt. Tá
teir so samstundis fingu at
vita, at rokningin ikki gjørd-
ist so stór, var hetta til at
bera. Og løgtingið var eisini
samt í hesum
Tað gjørdi tað eisini lætt-
ari at taka hesa stóðu, at í
donsku stjórnini og í fólka-
tinginum var eingin, sum
helt, at føroyingar ikki
skuldu gjalda alla rokning-
ina fyri føroyska oyðslið.
Danir høvdu júst verið
gjøgnum sin »kartoffelkur«
og hildu seg, frelstar, vita,
hvussu eitt samfelag kom
aftur á rætta kós. (Tað er
heldur eingin í donsku
stjórnini ella í fólkatingin-
um í dag, sum heldur, at aðr-
ir enn føroyingar sjålvir
skulu gjalda fyri føroyska
oðyslið, og í hvussu so er
ikki danski skattgjaldarin).
Vanlig hampafólk høvdu
helst eisini sagt, at skulu vit
gjalda fyri ein banka, skulu
vit gjalda fyri allar, uttan
mun til hvør átti teir ein-
støku bankarnar. Vóru vit
snýttir í Fóroy“. jsanka mál-
inum, vór'1* it eisini snýttir
í Sjóvinnuoankamálinum.
Men tað vóru vit jú íkki, tí
vit tóku avleiðingarnar av
okkara gerðum
Fara vit tí nú at krevja
danir eftir at gjalda okkum
endurgjald fyri Feroya
Banka, fara vit at siga, at
tað vóru danir, sum høvdu
ábyrgdina av tí, sum vit
sjålvir gjørdu í sjeyti- og
åttatiårunum. Merkir tad so
ikki, at vit krevja at koma
aftur í amtstøduna?
Bankakanningin er nú
liðug, og hon hevur avdúk-
að mangt, sum hevur skatt
samstarv ið við Danmark.
Hon hevur avtúkað, at
danska skipanin dugdi
kanska í so væl at tryggja,
at føroyingar skuldu gjalda
sjálvir, tá politiska avgerðin
um hetta varð tíkin. Hon
hevur givið dønum ringan
ráka, og tað mugu teir so
sjálvir fáa bast. Men hon
hevur einki avdúkað um, at
vit ikki sjálvi mugu gjalda
fyri okkara egnu gerðir.
Kjartan Kristiansen
januar, 76 ára gamal.
+
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at okkara góði
maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi
HANS PAULI HANSEN
Haldórsvík
andaðist á Landssjúkrahúsinum, mikudagin 21.
Kistan fer frá kapcliinum á landssjúkrahúsinum
fríggjadagin kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Hal-
dórsvíkar kirkju leygardagin kl. 13.00.
Familjunar vegna
Konan og børnini
Tey, ið ynskja at lata blómur ella krans, kunnu ístaðin lata Hal
dórsvíkar kirkju eina peningagåvu, konto í peningastoyninum