Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 14 — 23. JANUAR 1998 Bent Klinte, fyrrv. ríkisumboðsmaður: Skipanin millum Danmark og Føroyar eigur at broytast -Ein lóg, sum er vorðin 50 ára gomul „treingir til åbøtur ella til at verða avloyst av aðrari lóg. Aktuella bankamálið er so eisini orsók til at gera broytingar í verandi skipan millum Danmark og Føroyar. Hetta eigur at bera til, uttan at tað skal seta kílar í ríkisfelagsskapin heldur fyrrverandi ríkisumboðsmaðurin Bent Klinte JAN MØLLER Sum ríkisumboðsmaður í Føroyum í mong ár hevur Bent Klinte fingið rættiliga gott innlit í føroysk vidur- skifti. Partur av hansara arbeiði hevur verið at vera eygleiðari á øllum tingfund- um og m.a. í tí sambandi hevur hann eisini kunna fylgt væl við í orðaskifti- num um Heimastýrislóg og eina nýggja komandi sjálv- stýrislóg. Vit spurdu Bent Klinte, hvgrja áskoðan hann hevur um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og í hvgnn mun hann heldur tað vera rætt at fáa eina nýggja lóggávu, sum avloysir ver- andi Heimastýrislóg, nú bankakanningin er liðug! Nåttårligt við -Ég ætli mær ikki at leggja meg út í føroyskan politikk, men persónliga haldi eg tað er sera náttúrligt at gera eitt „serviceftirlit“ uppá Heima- stýrislógina. Um hon skal broytast ella nakað nýtt skal koma ístaðin haldi eg, at ein føroysk nevnd átti at tikið sær av. Bent Klinte heldur ann- ars, at tá ein lóg er vorðin 50 ára gomul - og tá ein nú hevur gjørt tær mongu royndirnar í tí aktuella bankamálinum við teimum óhepnu avleiðingum tað hevur við sær - so er tað náttúrligt at tosa um, hvat átti at verið ødrvisi og hvussu framtíðar skipanar- ligu viðurskiftini skulu vera millum Føroyar og Dan- mark. Tað stutta av tí langa er, at Bent Klinte heldur tað vera rætt av føroyingum at um- hugsa eina lóg, sum kann koma ístaðin fyri verandi Heimastýrislóg. -Ein og hvør lóggáva eigur at end- urskoðast av og á, og nú er tað eitt sera gott høvi at gera tað Ábyrgd á tveimum stødum Bent Klinte heldur ikki, at tað virkar nóg væl, at føroyingar ødrumegin hava ábyrgdina av sínum búskapi og hinumegin ikki hava ábyrgdina av tí stóra bú- skaparliga partinum, sum fíggjarsektorurin er. -Eg havi enn onki svar fingið uppá, hvussu tú kanst hava hesar báðar ábyrgd- irnar á tveimum ymiskum stóðum. Kann ein end- urskoðan av lógini ella ein nýggj lóg gera nakað við hesi viðurskifti, so hevði tað tænt øllum pørtum. Bent Klinte sigur, at tad bara eru føroyingar, sum skulu gera av, um teir vilja hava meira sjålvstyri ella loysing. Men hann vónir ikki, at komandi broytingar í viðurskiftunum fara at seta kílar í ríkisfelagsskapin, ið hann heldur flestu føroy- ingar og danir eru glaðir fyri. Myndin í erva: Bent Klinte hevur fylgt væl við í orða- skiftinum um viðurskiftini millum Føroyar og Dan- mark øll árini hann var ríkisumboðsmaður og tískil eygleiðari á tingi tíðindablaðið S06/2/V 2. februar 1998 verður lættari at vera tryggur í Føroyum Tå fer P/F Trygd aftur undir at selja tryggingar. Rådgeving og søla av tryggingum fer fram å deildunum hjå Føroya Banka. Meira fæst at vita i blaðnum, sum verður borið í hvort hús í Føroyum. Tryggingarfelagið við teimum einfeldu og greiðu reglunum. Tórsgeta 16 Postsmoga 44 FR-110 Tórshavn Tel. 11677 Fax 17211