Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið S0: Politiið vi ildi ikki hjålpa: Bafnnrfir Kal. Nr. 14 — 23. JANUAR 1998 »Tit hava sjálvi skuldina«! Tá politiið á Tvøroyri rendi ungdómar úr lastini á einum pick-up lastbili, kendu teir sær als ikki ábyrgd. Hetta var á miðari nátt, og kavi og kuldi neit inn á bein. Tá so ein 15-ára gomul genta small um av mødi og kulda, noktaði politiid at koma til hjálpar. »Hatta hava tit sjálvi verið úti um«, fingu ørkyml- aðu unglingarnir at vita, tá teir ringdu á politistóðina eftir hjálp LEo POULSEN Seinasta leygarkveld var sum tey flestu hjá teimum ungu. Sjálvandi skuldi far- ast í dans, og hjá teimum, ið búgva norðast á Suður- oynni, merkir hetta oftast, at farast må av bygdini Soleiðis høvdu eisini fleiri ung í Sandvík og Hvalba avtalað at fari í dans á Tveroyri. Talan var um ungdóm á 15—17 ára aldri — og harvið ov ung til sjálvi at koyra Sum ungdóminum líkt var ikki hugsað so nógv um, at veðurmaðurin lovaði kava og kulda, tí tá farið var avstað, var av besta veðri Heldur ikki var trupult at sleppa upp á Tvøroyri. tí fleiri av teimum eldru høvdu bil, og gjørdu hinum yngru tann beina at koyra tey. Men ikki øll høvdu greidar avtalur um, hvussu tey skuldu sleppa til húsar heim aftur um náttina Og kavin kom Longu fríggjadagin var kavi norðanfyri, men í Suðri var so at siga púra tátt alla- staðni, tó at tað var heldur keli. Ikki tóktist heldur, sum um nakar kavi av týdningi fór at koma hetta vikuskifti har suður! Men um hálvgun tvey- tvey tíðina brast hann á við kavaroki, og eftir stuttar: létu var alt hvítt Hetta órógvaði tó ikki tey ungu inni í dansistovuni, tí har var sjálvandi lýtt og fjálgt Ikki fyrr enn farast skuldi aftur til húsa heim, varnað ust tey skiftið í veðrinun Og so kom trupðulleikir Sjálvsagt skuldu øll til húsar aftur, men møguleikarnir vóru ikki teir stóru ta tíðina av døgninum. Endin var tó tann, at tey, ið ikki sluppu heim á annan hátt, sluppu upp í lastina á einum pick-up lastbili, ið fór til Sandvíkar. Og so var sloppið — trúðu tey. ed av Tey vóru tó ikki komin longri enn áraka bedingina, tá politiið steðgaði bilinum og bað øll — eini 10 ungdómar — fara úr lastini. Tey ungu eftirlíkaðu sjálvandi, men hildu, at so mátti politibilurin koyra tey heim í staðin. Hetta helt politiið tó lítið um. >Nei, tað gjørdu teir ikki«, fingu tey at vita. Men tey kundu bíða eftir bussinum, ið fór at koyra um morgunin, ráddu politistarnir termum til. Tað kundi verið væl, men hetta var um fýra tíðina um náttina, og tá bussarnir ikki byrjaðu at koyra fyrr enn um 7-8 tíðina á morgni, hevði hetta gjørst ein ødilig bíðitíð — í kulda og kava. er vert at viðmerkja. So var einki annað at gera, enn at fáa eina avtalu í lag við bilføraran á pick- upp'inum um at koma aftur eftir teimum. Tað gjørdu tey so. Hildu tey. Men einhvør misskiljing hevur verið í- komin, tí bilurin kom ong- antíð aftur Vendu aftur Tað var sostatt við góðum treysti, at hesi um 10 ungu fóru til gongu. Gingið var bæði væl og leingi, tí tey roknaðu við, at bilurin fór at koma aftur eftir teimum Komin nakað inn um fjósið hjá Petur Karl — t.e. nakað inn í dalin — gramdi ein 15-åra gomul genta seg um, at nå orkaði hon ikki at ganga longur. Har var tolu- liga tått, og hon setti seg niður. Einir tveir dreingir lótu hana fáa ávikavist eina troyggju og ein jakka aftrat yvir seg, men meðan hon sat, byrjaði høvdid at hanga. Avgjørt var so at venda við aftur, tí deils kom bilur- in ikki fram, og deils var gentan vorðin so illa fyri. Ætlanin var, at fara til næsta hús og haðani ringja til poli- tiið, fyri at fáa teir at hjálpa teimum. Meðan tey soleiðis ganga, sortnar fyri gentuni og stutt eftir fellur hon í óvit. Ein av dreingjunum fer síðani stórleypandi til nærmastu hús, fær vakt hús- fólkið og ringir síðani til løgregluna at fáa teir at hjálpa. Tykkara egna skuld Hann sigur sum er, at gent- an er fallin í óvit, og um teir ikki kundu koma at hjálpa teimum, so í minsta lagi gentan kundi koma heim Men svarið, drongurin fekk, var heilt skakandi. Hann fekk at vita, at politiid so sanniliga ikki kom at hjálpa teimum. Tað, sum var hent, var teirra egna skuld! So vóru góð ráð dýr Hesi ungu stóðu har á miðari nátt við einari 15-ára gamlari gentu, ið var fallin um av mødi og kulda, og politiið noktaði fyri at hjálpa teimum Til alla lukku kom tá ein Tey ungu hildu, at so mátti politibilurin koyra tey heim bilur framvið, og fólkini í hesum bilinum varnaðust, at okkurt var áfatt. Steðgað var, og tá greiða fekst á, hvat bagdi, fór ein drongur úr bilinum, og lat ungu gerffuna fáa sítt pláss. Gent- an varð síðani koyrd til Hvalbiar, har hon bleiv løgd í song. Hon hevði tå fram- vegis ikki fingid vitid aftur heilt. Fekk ikki mein - tibetur Komin undir fjålga og heita dynu, lå gentan og ristist. Hon kendi seg ikki kalda, og kendist heldur ikki køld. Knappliga var tad t6, sum hon stívnaði og kølnadi. Tey ungu vistu ikki síni livandi ráð, men so við og við batn- aði, og gentan kom fyri seg. Hon hevur seinni verið hjá lækna tvær ferðir, og skal aftur komandi mána- dag. Gentan sigur, at sambært læknanum hevur hon ov lágt blóðtrýst, og tað kann hava verið orsøkin. Eisini er tað møguligt, at um epi- lepsi er í familjuni, so kann tað hava orsakað hetta. Men hvussu er og ikki, so kann ikki sigast, at poli- tiið bar seg rætt at í fyrstu syftu, við at koyra ungfólk- ini úr bilinum, tí møguleik- arnir eru ikki nógvir, mitt á nátt at finna skjúts norður um fjall. Heilt ófyrigeviligt gerst tað, tá politiið so noktar at hjálpa, tá unga gentan fellur i Óvit. Tann 15-ára gamla er tó komin heilt fyri seg eftir minniríku náttina, og hevur tíbetur ikki fingið mein av hendingini. Sommer Joensen, sýslumaður: Hatta er heilt burturvið Sommer Joensen, sýslumaður, av- vísir púrasta, at nakað hald er í sóguni hjá teimum ungu LEO POULSEN — Eg havi kannað málið og kann siga, at handan søgan er heilt burturvið! So avgjørdur er Somm- er Joensen um hending- ina, ið er umrødd her á síðuni. — Veruleikin er tann, at politiið, sum tey siga, steðgaði pick-upp'inum. Í lastini var ein rúgva av rópandi og syngjandi ungdómi — fleiri av teim- um skít. Tey høvdu vist verið í balli hjá orkrum á Tvøroyri. Politiid orðnaði hesum ungu úr lastini, og tað var gaman í. Tey ungu hildu so, at politibilurin so kundi koyra fleiri ferð- ir til Hvalbiar og aftur inntil øll vóru heima, men tað gekk jú ikki. Men lag- ið var stak gott, tá tey fóru »trallandi« inn eftir veg- num, greiðir Sommer frá. Hann sigur víðari, at tey vóru, so vítt hann skilti, saman við onkrum av Tvøroyri, ið búði nak- ad innanvert plantasjuna. Har fóru tey inn í ein kjallara at bida eftir bussinum, og tað var tað seinasta politiið hoyrdi til ungfólkini. Teirra skuld Sommer Joensen sigur, at tá politiið steðgaði last- bilinum, var hann mitt í býnum, beint uttanfyri húsini hjá einum hýru- vognsførara. Møguleikin at leiga sær bil til Hval- biar og Sandvikar skuldi ti ikki verid so langt burt- uri. Sýslumaðurin sigur, at orsøkin til, at ungfólkini vóru koyrd úr bilinum var hon, at teir ikki vildu koma út fyri, kanska at taka tíggju lík upp inni í dalinum. — Var talan um, at bil- urin var millum bygdir, var stødan ein heilt onnur. Og so høvdu vit sjálvsagt ikki farið fram á sama hátt. Men av tí at hetta var mitt í býnum, og at ungfólkini vóru meiri enn væl fyri, var hildið rættast at gera so, sum gjørt var. Tá ungfólkini vóru í heitum og fjálgum kjall- ara, og hartil høvdu at- gongd til telefon, má tað á ein ella annan hátt vera teirra egna skuld, er onk- ur komin illa fyri, vísir Sommer Joensen á og av- vísir avgjørdur, at politiið á Tvøroyri hoyrdi eitt ein- asta orð aftur til tey ungu. Ósambæriligar Eftir stendur so, at ikki báðir bólkar kunnu tala satt í hesum máli. Frá- greiðingarnar eru so ólík- ar, at tað kann tykjast, sum tað er hver sín hend- ing, sipað verður til. Her skal sjálvsagt eing- in leggjast undir at siga ósatt, men eftir stendur so tann klára nidurstøda, at søgurnar eru púra og heilt ósambæriligar. Ferðslutalvur til vegaarbeiði 0.a. Ávaringarljós Ávaringartalvur Forboðstalvur Skeltistandarar Avmerkingskeylur Avmerkingsband Asperringsketur Avsperringsbummar PÍ. Køj- Andreasen er Co. Tlf. 15600