fríggjadagur 23. januar 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 14 — 23. JANUAR 1998
tíðindablaðið SOS—AINMN
Bent Klinte, fyrrverandi ríkisumboðsmaður:
Danmark bjargaði
Føroyum undan
at fara á húsagang
-Bankakanningin vísir aftur, at tað er gjørd nókur vitandi samansvørjing móti
Føroyum, og tað eri eg fegin um. Tað eru gjørd mistøk í øllum hesum mál-
inum, men fóroyingar eiga ikki at gloym, at fóroyska samfelagið var í eini so
stórari kreppu, at tað var eitt ynski hjá dønum at bjarga Føroyum undan
húsagangi sigur Bent Klinte, fyrrverandi ríkisumboðsntaður við Sostalin.
JAN MULLER
-Eg hugsi nógv um Føroyar
f hesum døgum, og tad er
ikki sørt eg leingist aftur til
Føroya, hóast eg havi tað
gott í mínum nýggja ar-
beiði.
Sigur fyrrverandi ríkis-
umboðsmaðurin Bent
Klinte, sum síðani 1995
hevur røkt starvið sum
stiftsamtmaður í Viborg í
Jútlandi.
Bent Klinte var ríkisum-
boðsmaður alla ta turbu-
lentu tíðina seinast í 80-
unum og fyrst í 90-unum,
tá føroyski búskapurin fór í
sor. Sum hægsti danski
embætismaðurin í Føroyum
var hann tí tann persónurin,
sum kunnaði danskar
myndugleikar um støðuna í
Føroyum.
Gott vid kanning
Nú bankakanningin er liðug
spurdu vit Bent Klinte, hvat
hann hugsar - við starvstíð
síni í Føroyum í bakspegl-
inum!
-Eg kann bara iðra meg
um gongdina í øllum hes-
um, men tað er gott, at øll
hesi málini nú eru vorðin
kannað. Eg haldi eisini, at
talan er um eina góða kann-
ing, sum gevur nøktandi
svar uppá tað mesta sum var
endamálið við hesi kanning.
Bent Klinte heldur, at
hóast tað kunnu vera ymsar
meiningar um innihaldið, so
er tað gott, at vit nú hava
eina so drúgva frágreiðing
at ganga út frá.
-Men er ikki vandi fyri,
at frágreiðingin bara
verður ein partur av
donskum innanríkispoli-
tikki, og at fóroyingar
detta millum tveir stólar?
-Frágreiðingin hevur vakt
so stóran ans her í Danmark
og stjórnin er eisini vorðin
varug við viðurskifti, sum
hevur lopið hvgkk á hana,
at eg trúgvi tí ikki, at føroy-
ingar verða gloymdir í hes-
um.
Uppá fyrispurning um
hann er ovfarin av tí, sum
er komið fram sigur Bent
Klinte, at tað eru viðurskifti
her, sum hann ikki visti um
áður.
-Tað, sum eg eri mest ov-
farin av, er tað sama, sum
forsætisráðharrin nevnir um
kanning av bankunum. Eg
trúði sjálvur, at tað var gjørd
ein neyv kanning av virð-
inum av teimum báðum
bankunum í sambandi við
partabrævabýtið og helt
ikki, at hetta varð gjørt so
tilvildarligt og í so lítlan
mun, sum tað varð gjørt.
Einki komplott
Bent Klinte sigur, at hann
er sera fegin um, at tann
„komplotteoriin“, sum fleiri
hava hildið lív í, nú er dómd
deyð at verða.
-At der er lavet fodfejl
undervejs, det skal Guderne
vide, men at man har siddet
kynisk í Danmark og lavet
et komplot mod Færgerne,
synes jeg ikke er noget
grundlag for at sige efter
denne undersøgelse.
Vid hesum sipar Bent
Klinte til embætismenn og
myndugleikarnar annars,
sum hav verid lagdir undir
at hava lagt til rættis eitt
komplott móti Føroyum.
Hvat so Den Danske
Bank hevur gjørt sigur hann
seg av góðum grundum ikki
vita.
-Men er tað so stórur
munur millum eitt sokall-
að komplott og so tað
vitandi ikki at geva før-
oyingum týðandi upp-
lýsingar ella at geva teim-
um villeiðandi upplýs-
ingar?
-Hatta er ein torfør av-
vigan.
Bent Klinte sigur annars
, at vit eiga ikki at gloyma
veruliga støduna í Føroy-
um, tá kreppan tók seg upp.
-Eg kann minnast frå
teimum fundum eg var vid
í Fgroyabólkinum, hvussu
óttafullir allir, sum fylgdu
við gongdini, í veruleika-
num vóru. Vit vistu, at tað
var sjálv lagnan hjá Før-
oyum, sum stóð yðst úti á
vippuni. Síðani varð tað
hetta stóra tíðartrýstið. Tá
tú nú lítur aftureftir og
minnist, hvussu nógv stóð
á, bæði hvat viðvíkti tíðini
og hvussu bangin vit vóru
fyri, at tað skuldu henda
skaðar, sum ikki kundu
rættast uppaftur, so skilur
ein,hvussu torført henda
stødan hevur verið hjá øll-
um, og at tú hevur ikki
fingið gjørt alt líka væl
Bent Klinte heldur, at
hesar umstødurnar eru ein
partur av frágreiðingini um,
at tað ikki var nakar ringur
vilji móti føroyingum í hes-
um.
Ikki ringa samvitsku
-Men hvat við tínari
egnari samvitsku, nú tú
hevur verið eitt slag av
millummanni millum Før-
oyar og Danmark, tá
harðast leikaði á og tá tær
ymsu avgerðirnar vórðu
tiknar?
-Tað kann ljóða sum
hondvask, men eg havi ikki
ringa samvitsku av hesum.
Tað, sum fyrst og fremst er
frammi nú, er bankakeypið,
og tað havi eg ongantíð havt
nakað við at gera. Men
sjálvandi kann ein siga, at
tað eg havi gjørt, kundi
verið gjørt betri.
-Men er tað rætt, at tú í
tínum samskifti við tínar
arbeiðsgevarar í Danmark
hevur roynt at fáa teir til
at tvinga eina kreppu fram
í Fóroyum, soleiðis at
føroyingar fingu eyguni
upp fyri, tí sum var við at
henda?
-Eg veit ikki, hvar tit hava
hatta frá, men eg kundi ong-
antíð funnið uppá at komið
við nøkrum slíkum. Meg
minnist, at eg í onkrum frá-
greiðingum havi skrivað, at
„krisebevidstheden“ mill-
um fleiri føroyskar polit-
ikarar var ikki til steðar. Tað
skuldi ganga galið, áðrenn
fleiri teirra fingu eyguni upp
fyri støduni. Eg havi fleiri
ferðir víst á mín ótta fyri, at
tað vóru sjálvt framstand-
andi politikarar, sum ikki
sóu ella vildu viðganga,
hvussu ålvarslig stødan var.
-Men hevur tú gjørt títt
til, at ein kreppa varð sett
í gongd í Føroyum, fyri
harvið at fáa føroyingar at
rakna við?
-Nei, tað kundi eg ikki
droymt um at gjørt. Líka
mikið hvgrjar meiningar tú
hevur, so vildi tað verið
tápuligt at gjørt tað. Tí
kreppur kunnu bæði stýrast
og ikki. Tú veit ongantíð,
hvat kann koma burtur úr
Framhald á síðu 24
BRÚKTBILA-
DKO00
F23067
F23471
F23593
F23939
F24199
F24574
F25175
F25200
F50123
F50385
F50550
F50742
F50972
F51185
F51454
F51542
F51643
F51657
F51850
F75534
F7617
F76548
F76785
F76994
F77124
F78020
F78724
F78852
F79001
F79002
F79172
F79448
F79854
F79951
F79964
F80907
F81790
F82121
FB2154
F82331
F82386
FB2826
FB3221
F83776
FB3899
F84005
F85368
F85427
F85636
FB5792
FB5980
F86020
F86176
| F88270
FBB680
F88767
HB713
HT902
KV106
LD219
SK711
TU409
Toyota
Mazda
Ford Escort Exp. Van
Toyota
Dyna Last
Iveco
Mitsubishi Colt 1,6 GL
Ford Sierra 20
Ford Escort 1,8 Dsi
Ford Sierra nsi
Ford Mondeo 1,8 CLX Bensin
Ford Fiesta 1,3 Bensin
Hyundai Elantra 1.6 Bensin
Ford Escort 1,8 i Spor Bensin
Ford Escort 1,8 Sport Bensin
Ford Escort 1,8i CLX Bensin
Ford Escort 18 CLX Diesel
Ford Sierra 1 6 Bensin
(Sierra 1,6 Skrott
Fiesta 1,1 Bensin
Camry 1,8 Bensin
Escort 1,6 Ghia Bensin
(340 GL) ongar
Sierra 1,6
Escort 1,4
Fiesta 1,1C
Escort 1,6
Sierra 16
340 GL) ongar
Escort 1,6 CL
Sierra 1 6
Orion 1,6
Sierra 2,0i GHIA
Sierra Stw
Escort
Fiesta 1,1
Sierra 1,6 CLX
Sierra 1,6
Escort 1,6CL aut
2400D
Fiesta 1.1
Orion aut
Orion 1,6
Escort
Scorpio 2.4i aut
Corsa
Sierra 1,6 CLX
(Escort 1,4)
Fiesta 1,8 d 3.h
Sierra 1,BCLX
Sierra 2,0 CL
Fiesta 1,8D
Micra
Sierra
Escort 1,6
Sierra
Oroion 1,8 CLX
Sierra
Mitsubishi Galant Tdst
Ford Orion
Ford Sierra Laser
Ford Fiesta 1,1 3 H
SEE
re]
Á Cc
BSBSSSERRRI
oo oo oo Á OD 0
4 4 1 1 4 4
og Á «<
» OD OG
r
jen
SB38832238383888#8582
Reyður
Svartur 1
Bláur
Gráur
Reyður 1
Gráu 533
Brúnur 105 89
Svartur 80 84
Brúnur 188 85
Gráur 86
P/F WENZEL
Akranesgeta 5 - Box 3043
Havn - Tlf. 13873