Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 15 — 24. JANUAR 1998 Nr. 15 - 24. JANUAR 1998 Navnið Amadeus kallar í huganum fram heilt aðrar og meira eksotiskar myndir enn skrólandi likkur og murr- andi lundar suðuri fyri Urðini í Nóls- oy. Hugsað verður beinanvegin um mannin, hvgrs navn er kent um allan heimin og sum bar millumnavnið Amadeus. Nevniliga tónasmiðin, og úrmælingin - eysturríkska >geniið< - Wolfgang Amadeus Mozart. Amadeus, sum nú flytir ferðafólk á veiðiferðir fram við landi, er tann fyrr so kendi læknabáturin Reyði Krossur Tann, sum hyggur í heftini, føroyska ferðavinnan gevur út, leggur merki til navnið Amadeus. Hetta lítla deks- farið, sum liggur í Vágs- botni í Havn, hagani útferð- ir verða gjørdar við ferða- fólki. Ø Ikki tí. Í Vágsbotni hevur hetta skipið ligið ein mans- aldur at kalla. Tó í mong Harrans ár við øðrum liti og undir ødrum navni. Hesin Amadeus, sum nú flytir ferðafólk á veiðiferðir fram við landi,-er tánn fyrr so kendi læknabáturin Reyði Krossur. Men navnið Amadeus kallar í huganum fram heilt aðrar og meira eksotiskar myndir enn skrólandi likkur og murrandi lundar suðuri fyri Urðini í Nólsoy. Hugs- að verður beinanvegin um mannin, hvgrs navn er kent um allan heimin og sum bar millumnavnið Amadeus. Nevniliga tónasmiðin, og úrmælingin - eysturríkska »geniid« - Wolfgang Ama- deus Mozart. Eysturríkska skaldið Hugo von Hofmannsthal hevur einaferð sagt: >Erkabiskupsdómið Salz- burg er eitt land í hjartanum á hjarta Europu. Tað liggur miðskeiðis millum Schweiz og slavisku londini. Mið- skeiðis millum Týskaland í norði og ítalska Lambardíið í suðri. Mitt millum suður og norður, millum fjalla- lendi og slættlendi. Millum tað stórbæra og tað friðsæla liggur hetta landið sum eitt bulvirki millum býin og bygdarløgini. Millum tað aldargamla og tað núver- andi. Tað barokka, fúrsta- liga og tað óbroytandi bygd- arsliga. Og júst her mátti Mozart verða føddur.« Hendan hendingin, sum gjørdist so týdningarmikil fyri alheims tónleikasggu- na, fór fram hin 27. januar 1756, tá fiólspælarin Leo- pold Mozart og kona hans- ara, Maria Anna, fingu teirra sjeynda barn. . Drongurin varð dagin eft- ir doyptur í dómkirkjuni í Salzburg og varð nevndur Johannes Chrysostomus Wolfgangus Theophilus Mozart. Hann broytti sjálv- ur seinni navnið til Wolf- gang Amadeus Mozart. Wolfgang Amadeus Moz- art heyði ikki tonleikaevnini frá fremmandum. Eisini faðirin, Leopold, fekst við Eitt sindur um skipanøvn Sosialurin fer í nókrum komandi leygardagsblødum at prenta tær søgurnar um skipangvn, sum seinasta summar vóru at hoyra í útvarpssendingini Kontiki Seinasta summar var send- ingin Kontiki í 18 fylgjandi leygarkvøld at hoyra í Ut- varpi Føroya. Millum til- farið, sum var í sendingini, vóru hugleiðingar, sum høvdu samband við skipa- nøvn, sum føroyingar kenn- ast vid. Eftir åheitan fer Sosialur- in at prenta hesar frágreiðingar. Tað er Edvard Í Skorðini Joensen, sum gongur á Journalistháskúlanum i Arhus, men sum í løtuni er i praktikk å Sosialinum, sum hevur skrivad frågreidingarnar Edvard i Skordini Joensen vid telduna ( Mynd: Jens K. Vang) Amadeus at komponera. Og ikki var sørt, at Keisarin visti um hann. I september 1767, tå Wolfgang var II åra gamal, skuldi ein åv miongu prin-" sessunum giftast. Og brúd- "leypid skuldi haldast, so tað spurdist um ríki og lond, og sjálvandi skuldi nógvur tón- leikur til. Hetta var ófert høvi hjá tónasmiðunum at 'fåa eina keisarliga bílegg- ing. Og ikki var leingi, til vognurin hjá Mozart rulladi eftir vegnum millum Salz- burg og Wien, har hann fyrr hevði verið so væl móttikin við hovið. Men hendan ferðin gjørd- is ikki sama sigursferðin, sum tann fyrra varð. Ein av tíðarinnar plágum - koppa- farsóttin - herjaði landið, og millum mongu ofrini var eisini keisarliga brúðurin Eisini Wolfgang varð smitt- aður, men hann hóraði so dánt undan. Men Mozart feðgarnir hittu tó Keisaran, sum teir tósaðu við um tónleik. Og okkurt hevur hesin 11 ára gamli pilturin dugað, tí úr: slitið gjørdist, at Keisarin bad hann skriva ein opera. Men hon gjørdist ikki tað; Mozartarnir høvdu vónað, og Wolfgang mátti sanna, at hann ikki longur var nakað undurbarn, men ein >vaks- in< tónasmiður, sum aðrir komponistar fataðu sum ein vandamiklan = kappingar- neyta, um vit skulu trúgva tí illtrúna Leopoldi Men lítli Mozart fekk uppreisn fyri miseydnaðu operaætlanirnar, tá hovið bað um eina stóra messu í samband við eina kirkju- vígslu Og tað var ikki hissini vígsla. Øll tann keisarliga familjan var til staðar eins og ein rúgva av kirkjuleið- arum. Og tann bert 12 ára vamli tónasiðurin, úrmæl- ingurin, Wolfgang Ama- deus Mozart, slapp sjálvur at stjórna framførsluni av verki sínum. Menn havaivast stórliga, um hetta verkið man vera varðveitt. Men nú eru granskarar komnir til ta nið- urstødu, at talan er um ta sonevndu »Missa solemn- is« i c-mol, KV 139, hóast tað kann tykjast mongum ósannlíkt, at ein bert 12 ára gamal drongur kann skriva slíkan tónleik Og eisini heima í Salz burg bíðaði viðurkenningin Arbeiðsgevari Leopolds, Schrattenbach erkabiskup ur, útnevndi Mozart til triðja konsertmeistara í orkestri sínum. Væl var tað Glønt, men hann hjálpi tó væl til figgjarliga við itahuferðini, sum Leopold so leingi hevði ætlað sær Men éinki varir ævigt. Wolfgang Amadeus vaks og livdi eitt hundaliv i Wien Hann sakk longri og longri niður í svartastu armóð, og doyði hin 5. december 1791 bert 35 ára gamal Mozart varð grivin í eini felagsgrøv í útriðuni av Wien, og eingin hevur nakr- antíð vitað, hvar grøvin hevur verið Men hann gav okkum tonleikin, og í Vágsbotni í Tórshavn liggur navni hans- ara dagliga og býður fremmandafólki ein túr fram við landi