Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2003síða 23

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 229 - 2. desember 2003 Nr. 229 - 2. desember 2003 45 ES stuðlar eini krabbaverkætlan á vesturstrond Svøríkis við 4 milj. svenskum krónum. Royndir verða gjørdar bæði við traditionellum og nýggjum veiðiamboð- um, og marknaðar- kanningar og granskingararbeiði er ein partur av verkætlanini RÁÐSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ein áhugaverdur partur av norðurlendsku ráðstevnuni um skeljar og skeljadjór, sum var í Norðurlanda- húsinum og Müllers Pakk- húsi, 21.-23. november, snúði seg um krabbavinnu í Svøríki og Noregi. Tað vóru tær báðar, Anette Ungfors úr Svøríki og Astrid Woll úr Noregi, sum greiddu frá. Veiða og gransking Anette greiddi frá einari verkætlan við krabbanum, cancer pagurus, sum er taskukrabbin – eisini nevndur "vestkystkrabben". Tað eru útróðrarmenn, sum fiska henda krabban, og royndir verða gjørdar bæði við traditionellum veiði- amboðum og nýggjum amboðum. Menning av veiðireiðskapi og fram- leiðslutólum uppi á landi eins og marknaðar-kann- ingar og granskingararbeiði er ein partur av ætlanini. Eini 130 tons av krabba verða veidd í sesongini, sum er frá juli til november, og í Svøríki meta tey, at taskukrabbin helst er størsta potentialið hjá út- róðrarmonnum á vestur- strondini. Sviar innflyta eini 700 tons av krabba, og kundi ein partur av hesum í staðin verið veiddur av svenskum útróðrarmonn- um, hevði hetta fingið stór- an týdning fyri útróðrar- vinnuna. Krabbaveiðan er vanliga strævin, tí rúsurnar eru lutfalsliga stórar og tungar. Eru bátarnir ikki riggaðir til hesa veiði, kann arbeiðið umborð ganga útyvir menninar fysiskt. Hetta kenna vit eisini frá royndunum, sum gjørdar eru við krabbaveiði undir Føroyum, hóast talan her hevur verið um størri skip enn vanligar útróðrarbátar. Í Svøríki verður tí eisini arbeitt við at betra um um- støðurnar hjá útróðrar- monnunum, samstundis sum dentur verður lagdur á, at vinnan ger minst møgu- ligan skaða á umhvørvið. Krabbar, ið eru ov smáir ella ov rak, verða sleptir aftur í havið til tess at verja um stovnin. Í projektinum leggja svi- ar eisini stóran dent á granskingararbeiði, har kynsbúning, gýting, merk- ing og ferðing er ein partur av kanningararbeiðinum. Hugt verður at, hvussu veksandi vinnulig veiða ávirkar stovnin. Ein annar liður í gransk- ingararbeiðinum snýr seg um marknaðin, har viður- skiftini – bæði á heima- marknaðinum og útlendska marknaðinum – verða kannaði og skrásett. Gjøgnumlýsa krabba Anette Ungfors vísti eisini myndir av einum tóli, sum sviar hava útvegað sær. Við hesum ber til at lýsa ígjøg- Stívliga hálvt trið- hundrað bátar við fleiri enn 300 út- róðrarmonnum umborð eru á krabbaveiði í Noregi í vertíðini RÁÐSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Astrid K. Woll tosaði á ráðstevnuni um skeljar og skeljadýr um taskukrabb- an í norskum sjógvi. Hon segði, at hetta er ein vinna, sum er í stórari menning. Tað hevur ging- ið upp og niður við norsk- ari krabbavinnu, men sein- astu árini hevur henda vinna rættiliga ment seg. Tjena væl Í fjør veiddu norskir út- róðrarmenn 4.300 tons av taskukrabba. Virðið av hesum var einar 35 milj. norskar krónur. 268 bátar við 310 útróðrarmonnum umborð vóru í hesi vinnu í sesongini, og eini 75% av veiðini fór fram norðan fyri 63 stig. Bátarnir, sum royna við rúsum, eru millum 10 og 15 metrar langir, og 1-3 mans eru á hvørjum báti. Rúsutalið liggur millum 100 og 600. Flestu bátar- nir, sum fiska krabba í vertíðini, ið vanliga er styttri sunnanfyri enn norðan fyri, royna annars við gørnum. Vertíðin er í september og oktober, og útróðrar- menninir fáa einar 8 krónur fyri kilo av óvirk- aðum krabba. Veiðan er so mikið góð, at útróðrar- menninir hava eina rætti- liga góða inntøku, meðan teir fiska krabba. Astrid segði, at nógv verður gjørt til tess, at arbeiðsumstøðurnar um- borð á bátunum skulu vera so góðar sum gjørligt. Umborð á best riggaðu bátunum verða rúsurnar – eftir, at tær eru tiknar inn - fluttar eftir stálbondum, til tær verða koyrdar aftur í havið. Á myndum, vit sóu í Norðurlandahúsinum, er ikki líkt til, at krabbaveið- an hjá norskum útróðrar- monnum er so strævin, sum mangur kundi hugsað sær. Lyfta í felag Tað er tískil ikki bara í Svøríki, sum vit hoyrdu Anette Ungfors greiða frá, at góðar kreftir lyfta í felag og viðvirka til at byggja upp eina krabba- vinnu. Soleiðis er eisini í Noregi. Skipaðar royndir verða gjørdar við ymiskum sløg- um av rúsum, samstundis sum ymiskar leiðir verða royndar. - Kunnu krabbaleiðirnar økjast – og/ella kann meira veiðast á áður royndum leiðum, eru spurningar, sum arbeitt verður við. Astrid K. Woll vísti á, at í Noregi er eitt nútímans virki, Hitramat og Delika- tesse AS, sum eitt nú virkar krabban, ið útróð- rarmenninir fiska. - Í mun til sviar, sum hugsa meira um "livandi" marknaðir, gera vit í Noregi meira við at virka krabban til lidnar vørur, segði hon. - Tað er harmiligt, at royndirnar her heima ikki skulu verða betri stuðlaðar, tí sambært veiðitølunum hjá eitt nú krabbabátinum, Bergunn, er líkt til, at møguleikar eru at byggja upp eina krabbavinnu í Føroy- um, sigur Mourits M. Joensen á Fiskirann- sóknarstovuni RÁÐSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mourits M. Joensen, sum hevur tikið sær av at savna úrslitini í sambandi við føroyskar krabbaroyndir og krabbaveiði annars, var ein teirra, sum var við á norð- urlendsku ráðstevnuni um skeljar og skeljadýr. Hann heldur, at tað var áhugavert at hoyra, hvat eitt nú sviar, norðmenn og danir høvdu at siga um teirra royndir við krabba- veiði. - Tað er harmiligt, at royndirnar her heima ikki skulu verða betri stuðlaðar, tí sambært veiðitølunum hjá eitt nú krabbabátinum, Bergunn, er líkt til, at møguleikar eru at byggja upp eina krabbavinnu í Føroyum. Í Føroyum vita vit annars ógvuliga lítið um krabba, tí royndirnar, sum gjørdar eru higartil, eru so avmarkaðar. Krabbi í gørnum - Prátið um eina føroyska krabbavinnu tók seg upp, tá ið garnaveiðan undir Før- oyum byrjaði. Bátarnir, sum royndu eftir havtasku, fingu stórar krabbar í gørnini. Tískil vita menn eisini um leiðir undir Før- oyum, har krabbi er. Mest vanligi krabbin í føroyskum sjógvi, er gerion affinis ella tannkrabbi, sum hann verður róptur. Mourits vísir á, at áðrenn Bergunn, fyrrverandi Skansatangi, fór á krabba- veiði í summar, høvdu eitt nú skipini, Nim, Thor og Arctic Wulf gjørt avmark- aðar royndir undir Føroy- um. - Royndirnar hjá Bergunn í summar og í heyst vísa, at væl av tannkrabba er at fáa undir Føroyum. Í byrjanini varð krabbin virkaður í Álakeri í Havn, og seinni vórðu royndir eisini gjørdar at selja hann heilan og óvirkaðan. Hann sigur, at royndir at enda eisini vórðu gjørdar at útflyta livandi krabba við flogfari, heilt niður til Spaniu, men her var talan bert um smáar nøgdir. - Spaniólar vóru ovfarnir av, at tað ber til at flyta livandi krabba heilt úr Føroyum og niður til Spaniu. Teir høvdu ongan- tíð upplivað, at livandi krabbi var komin so langa leið. Sum eg havi skilt, sigur Mourits, var nettoprísurin fyri livandi krabban í Spaniu 52 krónur fyri kilo. - Eg haldi, at hetta ljóðar nógv, tá ið hugsað verður um dýra flutningin á longu leiðini til marknaðin, sigur hann. Kom fyri seg Mourits sigur, at tá ið Bergunn kom inn við krabbunum, sum ætlanin var at hava livandi, tóktust hesir "linir", men tá ið teir høvdu verið stutta tíð í kassum við sjógvi, lívgað- ust teir uppaftur. - Tað vísir seg nevniliga, at krabbin tolir væl at koma upp av havsins dýpi og liva í sjógvi uppi á landi. Hann etur og trívist væl í kassun- um. Tað er sølumaðurin, - Vit hava ikki tradi- tiónir at veiða krabba í Danmark. Hinvegin gera vit nógv við garnaveiði, og her er tasku- krabbin ein stórur trupulleiki, segði Karsten Krog, sum starvast hjá Dansk Fiskeriforening RÁÐSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hjá summum er hann ein vinningur – hjá øðrum ein plága. Soleiðis er við taskukrabbanum. Men tað er ikki bara taskukrabbin, sum er ein trupulleiki hjá bátum, sum veiða við gørnum. Í Norðurnoregi grenja garnamenn eisini um kongakrabban, og tá ið føroyingar byrjaðu at veiða havtasku og svart- kalva við gørnum, fingu teir eisini krabba í gørnini. Danin, Karsten Krog, segði á norðurlendsku ráðstevnuni um skeljar og skeljadýr, at danir higartil lítið og einki hava gjørt við taskukrabban, sum útróðrarmenn í Svøríki og Noregi fáa væl burtur úr í vertíðini. Ein "plága" - Vit hava ikki traditiónir at veiða taskukrabba í Danmark, men hinvegin gera vit nógv við garna- veiði – og her er tasku- krabbin ein stórur trupul- leiki. Karsten segði, at dansk- ir garnamenn hava eina maskinu, sum knúsar krabban, meðan hann enn er í gørnunum. - Stundum er so nógvur krabbi í gørnunum, at tað er ógjørligt at taka ein og ein krabba úr aftur gørn- unum í heilum líki. Tí noyðast garnamenn ofta at knúsa krabban fyri at fáa gørnini útaftur. Hann segði, at tað eru teir, sum taka krabba- kjaftar og krabbabein við aftur til lands, og Karsten visti at siga, at danskir garnamenn soleiðis seldu eini 300 tons av krabba- klóm í fjør. - Garnamenn vita ítøki- liga, hvar krabbi er, bæði á innaru leiðum og í Norð- sjónum, segði Karsten. Sovið í tímanum Hann ivaðist ikki í, at her liggja ótroyttir møguleik- ar, men helt ikki, at dansk- ir myndugleikar gera nógv fyri at stimbra uppundir nýggjar vinnur. Og soleiðis hevur eisini verið við krabbanum. Karsten helt, at danir her – við atliti til sviar og norðmenn - "hava sovið í tímanum", sum hann tók til. - Nú toskurin er so illa fyri í Norðsjónum, er tað sjálvsagt meira áhugavert við alternativum. Sum er, hevur einki virki á landi tikið ímóti krabba, men nú hevur eitt hálendskt felag gjørt íløgur í eitt virki, sum eisini ætlar at keypa krabba. Áhugin økist Karsten segði seg onga løtu ivast í, at so skjótt menn síggja, at peningur er at tjena, fer áhugin fyri eini danskari krabbavinnu eisini at økjast. Hann nevndi onkrar smávegis royndir, sum danir hava gjørt at senda krabba livandi á útlendska marknaðin. Sum skiltist á Karsteni Krog, er hugsandi, at danir í framtíðini fara at gera meira burtur úr krabban- um, tí lítil ivi er um, at her liggja ótroyttir møgu- leikar. Sviar standa saman um krabbaverkætlan num hvønn einstakan krabba umborð á bátunum og soleiðis staðfesta, um nógvur ella lítil matur er í kjaftum og beinum. Enda- málið við hesum er at síggja, um krabbin skal takast ella sleppast livandi í havið aftur. Somuleiðis hevur hetta tól, sum eisini kann brúkast í framleiðslu- vinnuni á landi, týdning, tá ið krabbi verður seldur heilur. Er hann feitur, er neyvan nakar trupulleiki at senda hann heilan á markn- aðin, men er hann rak, er tað hent við gjøgnumlýs- ingini. Ilt kann vera at meta um, hvussu krabbin er – bara við at hyggja at honum. Tað er ikki, fyrr enn tú fram- leiðir hann og sær, hvat er innaní kjaftum og beinum, at tú veitst, hvussu hann er til dygdar. Tá ið Anette Ungfors var liðug við sína umrøðu, spurdi ein norðmaður, um tólið, sum lýsir ígjøgnum krabban, hevur nakran týdning fyri úrtøkuna. Hann segði, at í Noregi verður krabbi, sum verður útfluttur livandi, gjøgnum- lýstur, men sum skilst, verður hetta ikki gjørt umborð á bátunum. Ilt er ivaleyst at seta tøl á, hvønn týdning gjøgnum- lýsingin hevur fyri sjálva úrtøkuna. Hinvegin er lítil meining í at drepa krabba, sum kortini einki kjøt er í – og at senda ein "tóman" krabba út á marknaðin, er so slett eingin meining í. ES hevur veitt svensku krabbaverkætlanini 4 milj. svenskar krónur í stuðli, men hetta metti Anette Ungfors ikki at vera nóg- mikið. Marni Simonsen á Argjum, sum hevur gjørt hesar royndirnar í Kollafirði. Um útlitini fyri lønandi krabbaveiði undir Føroy- um, sigur Mourits: - Eg haldi ikki, at hetta sær so ómøguligt út. Út- rokningar siga, at fær skipið eini tvey tons av lidnari vøru um dagin í vertíðini, kann vinnan saktans vera lønandi. Hann vísir á, at Bergunn kundi havt fleiri rúsur, enn teir hava havt, og harvið hevði veiðan eisini verið størri. - Men, sum nevnt, vita vit lítið og einki um krabb- an undir Føroyum – annað enn, at her er væl av tann- krabba. Tað vísir seg, at hann-krabbin gongur djúpri enn hon-krabbin. Vit vita at kalla einki um gýting. Nakrir hon-krabbar, sum Bergunn fekk á fyrsta túrinum í summar, høvdu rogn; síðan vóru fáir hon- krabbar við rognum, hóast nógvir hon-krabbar vóru uppi í veiðini. Livandi til lands Mourits sigur, at royndirnar hjá Bergunn vísa, at tað ber væl til at føra krabban livandi til lands, bæði við avmarkaðari nøgd av ísi omaná hvørjum kassa og í sjógvi. - Tó vísir tað seg, at krabbi, sum í rúgvu verður koyrdur í fiskakassar við ísi omaná, á ein ella annan hátt gerst strongdur og missur nógv bein, áðrenn hann endar sum liðugtvøra á einum virki. Hann heldur tí, at ein háttur, sum kanska hevði loyst hesar trupulleikar, hevði verið at flutt krabban livandi til lands í sjógvi. - Enn eru vit komnir stutt við okkara kanningarar- beiði, og tískil eru nógvir tættir, vit lítið og einki vita um at siga, sigur Mourits M. Joensen, sum dagliga starvast á Fiskirannsóknar- stovuni. Norskir útróðrarmenn tjena nógv á krabbaveiði Danir knúsa krabban í gørnunum Føroyskur krabbi við flogfari til Spaniu - Eg haldi ikki, at hetta sær so ómøguligt út. Útrokningar vísa, at fær skipið eini tvey tons av lidnari vøru um dagin í vertíðini, kann vinnan saktans vera lønandi, sigur Mourits M. Joensen, sum her prátar við Kjartan Kristiansen uttanfyri Norðurlandahúsið. Mynd: Vilmund Jacobsen Ein liður í svensku verkætlanini er at royna bæði traditionell og nýggj veiðiamboð, eins og umstøðurnar umborð á bátunum skulu gerast so arbeiðsligar sum gjørligt. Á vesturstrond Svøríkis hava tey góðar vónir um, at krabbavinnan fer at fáa stóran týdning fyri útróðrarmenninar á leiðini Hetta er tólið, sum gjøgnumlýsir krabban. Í rútinum uppi í vinstra horni sæst myndin. Er lítil matur í kjaftum og beinum, verður krabbin sleptur útaftur. Tólið er eisini hent í samband við sølu av heilum krabba Verkætlanin hjá svium leggur stóran dent á granskingar- arbeiði, har kynsbúning, gýting, merking og ferðing er ein partur av kanningararbeiðinum - Lítil ivi er um, at so skjótt menn síggja, at peningur er at tjena, fer áhugin fyri eini danskari krabbavinnu at økjast, segði danin, Karsten Krog. Mynd: Vilmund Jacobsen Tað var áhugavert at hoyra tær báðar, Anette Ungfors og Astrid K. Woll, tosa um krabbavirksemið í Svøríki og Noregi. Tað er munur á, hvønn dent sviar og norðmenn leggja í eina nýggja vinnu og so tað, vit síggja her í Føroyum, her alt í størri mun verður latið upp til tilvildina. Mynd: Vilmund Jacobsen