Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2003síða 24

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 229 - 2. desember 2003 Nr. 229 - 2. desember 2003 47 - Samstundis, sum hetta arbeiði hevur verið í gongd, hava vit gjørt ymiskt til eitt nú Fiskamarknaðin Føroya og Fiskavirking á Toftum. Talan er um nøkur bond til Fiskamarknaðin og eina sonevnda "turra" avísing til Fiskavirking, soleiðis at sleppast kann av við ísin uttan at brúka vatn. Rækjuflotin FJM hevur arbeitt nógv við broytingum og rationaliser- ingum av skipsdekkum, skipsverksmiðjum og virkj- um. Nú rækjuflotin er so illa fyri, spurdu vit Frithleif, um felagið stendur til at missa pening í rækjuflotan- um. - Nei, tað vænti eg ikki, vit gera, tí tað er ikki tann nógvi peningurin, vit eiga úti hjá hesum partinum av flotanum. Vit hava havt góðar "kundar" í rækjuflot- anum, sum hava goldið væl. Skipini, vit seinast hava havt nakað serligt við at gera, eru Napoleon og Arctic Viking, og tey hava altíð goldið væl. Frithleit sigur, at tá ið rækjutrolarin, South Island, sum leirvíkingar hava keypt, kemur aftur til lands um ársskiftið, fer FJM at gera okkurt smávegis á verksmiðjuni. Sum skilst, er skipið í Danmark, har maskinan verður umvæld, og síðan fer tað til Frak- lands til sandblásingar. - Vit hava áður gjørt nýggja verksmiðju umborð á South Island, so hesaferð verður bert tikið hond um okkurt smávegis, sigur hann. Stjórin á FJM sigur, at tá ið teir eru lidnir við Kolla- fjord Pelagic, liggur einki stórarbeiði beint fyri framman, men samráðingar eru allatíðina í gongd um ymisk arbeiði, bæði her heima og uttanlands. At skapa kreppu - Tað eru nógvar smiðjur kring landið, sum hava munandi minni at gera í løtuni. Frithleif heldur, at ein or- søkin til, at fólk eru skept- isk, stavar frá úttalilsum hjá politikarum, bankastjórum og tíðindatænastuni um eitt nú alivinnuna og rækju- vinnuna. - Tað ber saktans til at "skapa" eina ávísa kreppu, um tað er hetta, sum fólk vilja. Hann vísir á, at hóast kreppa er í alivinnuni og rækjuvinnuni, gongur betur aðrastaðni, og tí skilir hann ikki, hví úttalilsini um sam- felagsgongdina sum heild skulu vera so negativ. - Vit høvdu eina veruliga kreppu fyri góðum 10 árum síðan, men í dag er ein stór- ur partur av vinnutólunum niðurgoldin – ella í øllum førum skyldar vinnan sum heild munandi minni pen- ing. Men skrúva allir fyri, skapa vit kreppuna sjálvi, og tað dugi eg ikki at síggja er nakað endamál í sær sjálvum, sigur Frithleif Olsen at enda. - Vit høvdu eina veru- liga kreppu fyri góð- um 10 árum síðan, men í dag skyldar vinnan nógv minni pening. Skrúva allir fyri, eru vit sjálvi við til at skapa eina nýggja kreppu – og tað dugi eg ikki at síggja er nakað enda- mál í sær sjálvum, sigur Frithleif Olsen, stjóri á maskin- verkstaðnum, FJM í Runavík, sum saman við íslendska felagnum, Skaginn, ger stórarbeiði fyri Kollafjord Pelagic HANDVERKSVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nógv tað størsta arbeiði, sum maskinverkstaðurin, FJM í Runavík, ger í løtuni, er nýggj og heilautomatisk frystitunell og ymiskar broytingar og tillagingar í móttøkuni og aðrastaðni á stóra pelagiska virkinum í Kollafirði, Kollafjord Pe- lagic. FJM ger hetta arbeiði samstarvi við íslendska felagið, Skaginn á Akra- nesi, sum er ein maskin- verkstaður, ið hevur ávísar royndir á pelagiska økin- um. FJM hevur verið í sam- starvi við hesa fyritøku áður, men talan hevur ikki verið um tey stóru arbeið- ini. Skaginn hevur bygt upp framkomnar pakkilinjur og pakkiútgerð til pelagisk virkir, og tá ið hesar linjur skulu samlast og setast upp í Kollafirði, er tað eisini ein fyrimunur fyri teir, at FJM er við í verkætlanini. Betri arbeiðsgongd - Allar broytingarnar á virkinum í Kollafirði hava til endamáls at gera ar- beiðsgongdina betur og meiri rationella. Hetta er eitt stórt arbeiði, sum skal fáast frá hondini uppá lut- falsliga stutta tíð. Tað er tískil ein fyrimunur, at FJM og Skaginn samstarva um hesa verkætlan, ið er ein tann størsta, vit hava lut- tikið í, sigur Frithleif Ol- sen, stjóri á FJM í Runavík. Hann vísir á, at móttøkan og innvigingin á virkinum verður eisini broytt, sam- stundis sum virkið fær eina góðkenda innvigingarskip- an. - Allur fiskurin verður vigaður, tá ið hann kemur inn á virkið. Brotin og skaddur fiskur verður skildur og vigaður frá. Síð- an verður hann støddar- skildur. Fleiri rampur skulu gerast, og heilsufrøðilig krøv skulu lúkast, sigur Frithleif. Tá ið Sosialurin vitjaði í nýggju og rúmligu hølun- um hjá FJM í síðstu viku, sóu vit stórar samansveis- aðar stáldragarar á gólvin- um. Nógv fólk var til ar- beiðis, og allir arbeiðs- menninir vístu seg at hava nógmikið til hendurnar. - Jú, her er nógv at gera í løtuni, og saman við lær- lingunum, eru einir 45 mans til arbeiðis. Frithleif sigur, at FJM fór undir hetta stóra arbeiði fyri 6-7 vikum síðan, og gongst sum ætlað, verður alt arbeiði, sum gerast skal til Kollafjord Pelagic liðugt um ársskiftið. - Vit vita, hvussu umráðandi tað er hjá viðskiftafólkum okkara at fáa eina álítandi, skjóta og góða tænastu. Hetta er ikki minst galdandi, tá ið talan er um fram- leiðsluvinnuna, sigur Frithleif Olsen, stjóri á FJM FJM Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Maskinverkstaðurin, FJM í Runavík, húsast í bygninginum, sum Eyst- uroyar Heilsøla áður átti. Bygningurin er rúmligur við sínum 2450 fermetr- um umframt skrivstov- um, matarhøll og øðrum hølum í ovaru hæddini. Pláss er fyri øllum virk- seminum hjá felagnum í hesum bygninginum, sum felagið í dag eigur. Frithleif Olsen, stjóri á FJM, sigur, at tað er nógv arbeiðsligari hjá felagnum, nú alt virksem- ið er á einum staði, og somuleiðis er tað ein stórur fyrimunur, at bygningurin liggur við havnalagið. Serkunnleiki Styrkin hjá maskinverk- staðnum, sigur Frithleif, er, at felagið hevur út- vegað sær serkunnleika innan framleiðslu av út- gerð til fiski-og alivinn- una. - Hetta hava fleiri fiskavirkir, flakatrolarar, rækjutrolarar, alivinnan og onnur fingið ágóðan av. FJM hevur allar teir hentleikar, sum krevjast á eini nútímans verk- smiðju. - Við hollum royndum innan menning og fram- leiðslu av eitt nú mat- vøruframleiðslutólum er felagið ført fyri at veita heildarloysnir – heilt frá tekniborði til veruleika, sigur Frithleif. Skjót tænasta Hann sigur, at við land- sins størstu goymslu av rustfríum stáli, roynir felagið altíð at veita viðskiftafólki tær vørur og tænastur, ið krevjast – og hetta verður gjørt á skjótasta hátt. - Vit vita, hvussu um- ráðandi tað er hjá við- skiftafólkum okkara altíð at fáa eina álítandi, skjóta og góða tænastu – ikki minst, tá ið talan er um framleiðsluvinnuna, sigur Fritleif Olsen. Teir, sum í dag eiga maskinverkstaðin, FJM í Runavík, eru Frithleif Ol- sen, Jóhan Hendrik Ol- sen, Petur Jacob Petersen og Arni Carlsen. Eysturoyar Heilsøla gjørdist maskinverkstaður Skrúva allir fyri, skapa vit kreppuna sjálvi - Tað er ein fyrimunur, at FJM og íslendska felagið, Skaginn av Akranesi, samstarva um nýgerðina og rationaliseringarnar, sum skulu gerast á Kollafjord Pelagic. Hetta er ein tann størsta verkætlanin, vit hava átikið okkum, sigur Frithleif Olsen, stjóri á FJM í Runavík. Mynd: Vilmund Jacobsen Tá ið Sosialurin vitjaði í nýggju og rúmligu høllini hjá FJM í síðstu viku, sóu vit stórar samansveisaðar stáldragarar á gólvinum. Nógv fólk var til arbeiðis, og allir arbeiðsmenninir vístu seg at hava nógmikið til hendurnar. Mynd: Vilmund Jacobsen Á myndini síggja vit ein part av goymsluni hjá FJM. Verkstaðurin hevur annars landsins størstu goymslu av rustfríum stáli. Mynd: Vilmund Jacobsen