týsdagur 2. desember 2003síða 25
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48
Nr. 229 - 2. desember 2003
Nr. 229 - 2. desember 2003
49
Flutnings-
stuðul
brúkast til
tað hann
var
ætlaður til
FLUTNINGS-
STUÐUL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ætlanin er nú at broyta
lógina um flutnings-
stuðul.
Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður
í
fiskivinnumálum, sig-
ur, at hereftir skal
flutningsstuðulin bara
brúkast til tað, sum
hann var ætlaður til-
nevniliga at stuðla
virkjum kring landið i
at keypa fisk.
Flutningstuðulin
hevur verið 3,5 milli-
ónir um árið, men í ár
lækkaði hann niður í
2,5 milliónir. Og tað er
ætlanin, at hann skal
vera 2,5 milliónir aftur
næsta ár.
Men hóast talan er
um eina lítla upphædd,
hevur hann verið nógv
umstríddur. Tey eru
mong, sum halda, at
hann skal takast av, tí
hann avlagar kapping-
ina og tí at vinnulívið
eigur ikki at fáa studn-
ing.
Hinvegin halda onn-
ur at hann er kapping-
aravlagandi, tí tað er
nógv dýrari hjá vikjum
í útjaðaranum at keypa
fisk, tí tað kostar so
nógv at flyta hann
ímillum uppboðssølu
til virkini í útjaðaran-
um.
Men Jacob Vester-
gaard ger greitt, at ætl-
anin er ikki at taka
hann av og at lands-
stýrið hevur aftur í ár
sett 2,5 milliónir av til
endamálið.
Flutningsstuðul
verður latin virkjum t
il at keypa fisk, har
firðir og sund skilja.
Men higartil hevur
tað verið so, at hann
hevur virkað báðar veg-
ir, tvs, at virki í mið-
staðarøkinum hava eis-
ini fingið stuðul, tá ið
tey hava keypt fisk, har
firðir og sund skilja.
Men nú skal lógin
broytast, so at hann
lýkur
upprunaliga
endamálinum. So her-
eftir verða tað bara
virki í útjaðaranum,
sum fáa stuðul til at
keypa fisk, har firðir
og sund skilja.
Spurningurin er nú,
hvussu
verður
við
virkjum í Vágum, nú
undirsjóvartunnilin er
komin?
Ì løtuni eru løgfrøð-
ingar í ferð við at
gjøgnumganga alla
fiskivinnulóggávuna
fyri at beina allar ivar
burtur
FLØKT LÓG
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fáir landsstýrismenn hava
havt tað so trupult av sínum
lógarverki,
sum
lands-
stýrismaðurin í fiskivinnu-
málum.
Ferð eftir ferð hevur ivi
tikið seg upp um, hvussu
hetta og hitt í lógini skal
skiljast, tulkast og prakti-
serast- og tað hevur meiri
enn einaferð ført til, at
politiska støðan hevur verið
spentari enn gott er.
Harumframt hevur tað
eisini ført við sær at tað
hevur
tikið
órímiliga
drúgva tíð at avgreiða yms-
ar umsóknir og fyrispurn-
ingar
– At lógin manga staðni
er so ógreið ger manna-
gongdirnar ov stirvnar,
umframt
at
umsitingin
verður óneyuga dýr, tí
Fiskimálaráðið má ofta
keypa sær rágeving úti í
býnum tá ið ivamál stinga
seg upp, sigur Jacob Vester-
gaard.
Og hetta hevur hann nú
tikið til eftirtektar.
Tí hevur hann sett eina
nevnd at gjøgnumganga
alla fiskivinnulóggávuna,
sum hon er.
Hevði verið eitt kvetti
Hetta arbeiðið er sprottið
burturúr einum lógarupp-
skoti hjá Henrik Old, løg-
tingsmanni, sum skeyt upp
at gjøgnumganga fiski-
vinnulóggávuna.
Í meðan tingið viðgjørdi
uppskotið varð tað broytt
og tað endaði við, at ein
lógarteknisk
gjøgnum-
gongd av fiskivinnulóg-
gávuni skuldi gerast.
Og tað hevur Jacob Vest-
ergaard sett í verk og í
løtuni sita tveir privatir løg-
frøðingar og gjøgnum-
ganga alla lógina.
– Tað er onki yvir at dylja
at vit hava eina ógvuliga
fløkta lóggávu so tað hevði
verið eitt kvetti at fingið
eina djúptøkna gjøgnum-
gongd av øllum lógarverk-
inum, sigur landsstýris-
maðurin.
Hann sigur, at endamálið
við hesum arbeiðnum er at
finna øll tey støðini í
ymsum fiskivinnulógum,
sum eru í stríð við hvørja
aðra fyri at lúka slíkt burtur
og fyri at fáa tað púra greitt,
hvussu tey ymsu brotini
skulu skiljast og at savna
tað saman, har ein grein í
logini vísir til eina aðra,
sum aftur vísir til eina aðra
o.s.fr.
Eydnast hetta, skuldi tað
gjørt lógina munandi lætt-
ari at skilt og at arbeitt við
yvirhøvur.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at av tí at talan skal vera
um eina gjøgnumgongd,
slepst ikki undan at taka
nøkur prinsipiell ivamál
upp til politiska viðgerð.
So
er
spurningurin,
hvussu langt tey koma við
tí.
– Av tí at talan er um
okkara høvuðsvinnu, hevði
hann viljað, at tað bar til at
fáa ein stóran part av løg-
tinginum, at tikið undir við,
hvussu fiskivinnulógin skal
skipast og umsitast. Og tað
fer hann at royna, hóast
royndirnar við breiðum
semjum higartil ikki hava
verið nakað serligar.
Og hann vónar, at tað fer
at bera til at leggja eina
dagførda lóggávu fyri ting-
ið í hesi tingsetuni, sum
altso endar á Óalvsøku.
– Eydnast tað, kann tað
gera stóran mun í royndun-
um at reinsa tað politisku
luftina, sigur Jacob Vester-
gaard.
– Ætlanin er at skerja
summar partar av
inntøkutrygdini hjá
Fiskimonnum kom-
andi ár, sigur Jacob
Vestergaard, lands-
stýrismaður
INNTØKUTRYGD
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Næsta ár er ætlanin at
skerja inntøkutrygdina hjá
fiskimonnum nokk so fitt.
Tað sigur Jacob Vester-
gaard, landsstýrismaður í
fiskivinnumálum.
Sostatt váttar hann ta
niðurstøðuna, sum vinnu-
nevndin hjá Løgtinginum
er komin til, nú hon
gjøgnumgongur uppskotið
til fíggjarlógina fyri í ár.
Í ár eru 20 milliónir settar
av til inntøkutrygd hjá
fiskimonnum. Men tann
játtanin heldur ikki, so
neyðugt verður við eini
eykajáttan upp á 8 milliónir
afturat, so at samlaða játt-
anin í ár kemur upp á 28
milliónir.
Men næsta ár er ætlanin
at skerja játtanina og eftir
ætlanini hjá samgonguni,
verða bara 16 milliónir
skulu setast av til inn-
tøkutrygdina næsta ár, ella
12 milliónie minni, enn
brúktar verða í ár.
Í viðmerkingum sínum til
fíggjarlógina, sigur vinnu-
nevndin, at Landsstýrið
hevur boðað frá, at hetta
skal takast innaftur við
lógarbroytingum.
– Hetta fer at føra við sær
munandi skerjingar í inn-
tøkunum hjá hesum vinnu-
bólki, staðfestir vinnu-
nevndin.
Skjótari úr skipanini
Og landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum ásannar
nú, at skerjingar skulu
gerast.
Akkurát, hvussu hetta
skal gerast, veit hann kort-
ini ikki rættiliga enn, men
arbeitt verður við tí.
Tó sigur hann, at ein
rættiliga stór útreiðsla í
sambandi
við
inntøku-
trygdina, er játtanin til
minstaforvinning til útróð-
rarmenn.
Í vár varð ein roynd gjørd
at minka um útreiðslurnar
til minstaforvinning til
útróðrarmenn, men tað fall.
Tað er ein orsøk til, at
játtanin ikki heldur.
Men nú er aftur ætlanin
at broyta lógina, so at
minstiforvinningurin fyri
so vítt hækkar, men at út-
róðrarmenn hinvegin skulu
detta skjótari úr aftur skip-
anini, tá ið teir ikki rógva
út.
Uppskot um hetta er gjørt
og verður lagt fyri løgtingið
ein av fyrst komandi døg-
unum.
Jacob Vestergaard heldur,
at tað er løgið at hugsa sær,
at útreiðslurnar til minsta-
forvinning hava verið einar
10 milliónir um árið í eini
tíð, har útróðurin hevur
verið serliga góður.
Annars verður eisini hugt
eftir bæði minstulønini og
dagstudninginum, men um
nakrar broytingar verða
gjørdar á tí økinum, veit
landstýrismanninum ikki.
Hinvegin vísir hann á, at
tað eru rættiliga fáir fiski-
menn,
sum
sigla
fyri
minstuløn.
Inntøkutrygdin hjá
fiskimonnum skerjast
Allur ivi skal
beinast burtur
– Tað er hugvekjandi, at tað vera brúktar 10 milliónir um árið
til minstaforvinning til útróðrarmenn í eini tíð, har útróðurin
er serliga góður, heldur Jacob Vestergard, sum her er og hyggur
eftir seyði í seyðhúsinum á Økrum
Fiskivinnulóggávan er ógvuliga fløkt og tað hevur elvt til nógv stríð og nógvar ósemjur. Tí hevði
tað verið ógvuliga hent at fingið alla lógina endavendað, sigur Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður
– Tað er ikki rætt at
blaka livur og inn-
vølir fyri borð, sigur
Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður í
fiskivinnumálum
HJÁVINNA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað eigur at verða sett í
lógina, at alt a einum fiski
skal takast við til lands og
at onki skal tveitast fyri
borð, hvørki livur ella aðrir
innvølir.
Tað heldur Jacob Vester-
gaard, landsstýrismaður í
fiskivinnumálum.
Hann er fullvísur í, at
skal tað eydnast okkum at
virðisøkja
tann
fiskin
meiri, sum vit fiska, skal
nýhugsan til.
– Tað er greitt, at okkara
fiskatilfeingi er avmarkað í
nøgd og vit fáa ikki økt
inntøkurnar til samfelagið
við at fiska meir. Tað er
heldur ikki sannlíkt, at
fiskaprísirnir á vanligum
vørum fara stórvegis upp
og vit kunnu heldur ikki
vænta, at vit fara at fáa
meiri fyri tær vanligu fiska-
vørurnar.
– Sostatt er tað eisini
sannlíkt, at møguleikarnir í
vanligu fiskivinnuni eru at
kalla úttømdir.
– Tey framstig, vit skulu
gera, kunnu vit sostatt at
kalla bara gera við at fáa so
góða rávørur sum gjørligt
til lands og at fáa so nógv
burturúr hesi rávøruni, sum
tilber.
Meiri burturúr
hjávinnum
Jacob Vestergaard sigur, at
skulu vit tískil gera okkum
vónir um at fáa munandi
meiri fyri okkara útflutning
av fiski, verður tað neyðugt
at hugsa óvanligar tankar.
Og
ein
sjálvsagdur
møguleiki kundi verið at
fingið meiri burturúr tí
partinum á fiskinum, sum í
dag at kalla slett ikki verður
gagnnýttur nakað serligt,
eitt nú livur, innvølir, ryggir
og slógv annars.
Hann vísir á, at tað eru
tankar frammi í Føroyum
um at fara undir virki, sum
skal gagnnýta tær hjáfram-
leiðslur ið kunnu fáast
burturúr tí partinum av
fiskinum, sum vit annars
onki fáa burturúr.
Hann sipar til ætlanina
hjá Faroe Marine Biotech at
fara undir slíka framleiðslu.
Og hetta heldur lands-
stýrismaðurin í fiskivinnu-
málum, er rætta leiðin at
ganga.
Men skal ein slík vinna
hava livilíkindi, er tað eisini
neyðugt at hon fær rávøru.
Og skal hon hava rávøru,
er tað sostatt eisini neyð-
ugt, at fiskimenn taka livur
og innvølir við sær til havs,
heldur enn at tveita tað fyri
borð og at virkini eru sinn-
að at savna ryggir, høvd og
slógv annars.
Hann heldur, at skal tað
eydnast, er neyðugt við eini
hugburðsbroyting hjá okk-
ara fiskimonnum, so at teir
eisini fara at hugsa um livur
og innvølir sum eina rá-
vøru, sum pengar eru í. Tað
sama er fyri so vítt eisini
galdandi fyri virkini á
landi.
Ein
annar
møguleiki
kann vera at føra fiskin
ókruvdan til lands, í hvussu
so er ein part av honum, eitt
nú
útróðrarfisk,
men
kanska annan fisk eisini.
Ásetast við lóg
Men Landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum
heldur
avgjørt eisini, at sum frá-
líður er tað rætt, at fáa tað
við í sjálva lógina, at alt
skal førast til lands.
Hann sigur, at tað verður
neyvan enn, at tað verður
gjørt, men sum fálíður eig-
ur tað at verða gjørt.
Hann
leggur
kortini
afturat, at tað ber illa at
krevja, at livur og innvølir
verða tikin til lands, er ikki
onkur, sum er sinnaður at
keypa tað og at betala prís
fyri tað.
– Men tá ið keyparin er,
eigur tað eisini at fáast til
høldar og tá er tað rættasta
eisini at seta tað beinleiðis
í lógina, sigur hann.
Landsstýrismaðurin
í
fiskivinnumálum sigur, at
tá ið ein skip avreiðir, er tað
skjótt at rokna út, hvussu
stór vekt av innvølum eigur
at fylgja við til lands eftir tí,
sum skipið hevur fiskað, tí
talan er um ein ávisan part
av vektini á hvørjum fiski.
Í Íslandi hava tey ta skip-
an, at har verða skip revsað,
sum ikki taka innvølir við
til lands
So vítt, sum landsstýris-
maðurin veit, skulu tey
skip, sum tveita innvølir
fyri borð, betala avgjald,
sum tey, ið taka alt til lands,
sleppa undan.
– Men um tað er ein
gongd leið í Føroyum, veit
eg ikki, sigur Jacob Vester-
gaard.
Hann heldur, at tað skal
gerast so lagaligt sum gjør-
ligt. Kunsturin verður at
gera tað so áhugavert hjá
fiskimonnum at taka alt til
høldar, tí at tað loysir seg.
Hann sigur eisini. at hetta
er neyvan nakað, sum letur
seg gera í einum, men í
longdini eigur tað avgjørt at
vera okkara endamál, at alt
skal til lands og tað heldur
landsstýrismaðurin, eigur
at standa í lógini.
Politiskur vilji
Yvirhøvur tykist tað sum
um, at politiskur vilji er til
at seta rættiliga gongd á
arbeiðið at fáa meiri burtur
úr tí partinum av fiskinum,
sum lítið og onki verður
gagnnýttur, sum er.
Nú uppskotið til fíggjar-
lóg er til viðgerðar, heldur
vinnunevndin at tað hava
skund at seta eitt arbeiði í
gongd fyri at skapa neyð
ugu karmarnar og fortreyt-
irnar soleiðis, at vinnan í
størst møguligan mun kann
troyta inntøku- og menn-
ingarmøguleikarnar
við
størri hjáframleiðslu.
Jacob Vestergaard sigur,
at hetta er serliga áhuga-
vert, nú tað tykist sum um
at kappingarførið hjá før-
oysku fiskavirkjunum er
versnað og at tað fer at
versna enn meiri komandu
árini.
– Nú er støðan tann, at
tað loysir seg hjá fiski-
vinnuni í Noregi, at føra
fisk heilt til Kina, fáa hann
virkaðan har fyri síðani at
senda hann aftur til Evropa.
– Í Føroyum hava vit
nógv vælútbúgvið fólk og
alla vitanina vit hava, eiga
vit at gagnnýta, so at vit fáa
meiri burturúr fiskatil-
feinginum, sum vit hava og
sum ikki verður gagnnýtt í
løtuni. Og eg haldi ikki, at
tað er rætt at tveita ein heilt
fittan part av okkara fiska-
tilfeingi aftur í havið.
Kortini heldur landsstýr-
ismaðurin í fiskivinnumál-
um, at tað er avmarkað,
hvat tað almenna kann gera
fyri at skumpa undir ný-
hugsan á hesum øki.
– Tað almenna kann lata
stuðul nýggjar vinnur, men
játtanin er avmarkað, so
talan er í øllum førum ikki
um tað stóra.
Í hesum sambandi kann
skoytast uppí, at av hvørj-
um fiski, vit fiska, eru
heilar 2/3 burturkast, tí
groft sagt brúka vit bara
fløkini. Men alt, sum eitur
slógv, tað eru høvdini,
ryggirnir og allur innvølir-
nir, verða at kalla onki
brúkt.
Egil Olsen, sum er stjóri í
Faroe Marina Biotech, hev-
ur áður upplýst fyri Sosial-
inum, at verður hesin part-
urin av fiskinum, sum nú er
burturkast, eisini gagnnýtt-
ur til fulnar, kunnu vit økja
okkara útflutningsvirðið í
fiskivinnuni
einar
500
milliónir krónur um árið.
Vil seta í lóg at alt á einum fiski
skal takast við til lands
JacobVestergaard hevur onnur áhugamál enn fisk. Hansara stóra frítíðarítriv er seyður og hetta kvøldið, vit hittu hann, var
hann komin suður at gera brund kláran. Og her er hann so við honum, sum skal føra ættina víðari. Brundurin fekk 1. virðisløn
á seyðasýning, so dugur skuldi verið í honum.
C
M
Y
K
49
48