Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-02, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2003síða 26

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

50 Nr. 229 - 2. desember 2003 Royndirnar við WML-skipanini um- borð á línuskipinum, Grunningi, eru sera góðar og reiðarin, Kári Hansen, heldur, at teir hava rokkið tí máli, sum reiðaríið og teldufyritøkan settu sær fyri at náa. - Vektirnar og teldu- skipanin vísa seg at virka sera væl, og okkara keyparar eru sera væl nøgdir við fiskin, sum stendur í lastini, til hann er seldur. Eingin fiskur verður nortin, fyrr enn hann er klárur at skera til flak – her heima ella uttan- lands, sigur reiðarin FRAMBROT Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo WML (Weight, Manage- ment & Labeling System) er ein skipan, sum teldu- fyritøkan, Com-Data, hevur ment í samráð við reiðaran og skiparan á línuskipinum, Grunningi. - Størsti trupulleikin hjá seljara av feskum fiski, er, at tú ikki neyvt kanst siga keyparum, hvussu nógvan fisk, tú hevur, hvussu støddin er – og at enda, hvussu dygdin á fiskinum er. Henda trupulleika kenni eg, bæði sum reiðari á Grunningi, men eisini sum útflytari av feskum fiski. Soleiðis greiðir Kári Hansen, reiðari, frá. Hann sigur, at hugskotið um at náa hesum máli, er komið so við og við. - Tankin hevur alla tíðina verið at kunna landa fiskin skildan og vigaðan, soleiðis at hann kann bjóðast út í Føroyum og verða seldur ymsum keyparum, bæði her heima og uttanlands. Reiðarin sigur, at teir byrjaðu at gera lastina á Grunningi upp av nýggjum sum kassalast – við glas- trevjaplasti og rustfríum stáli. Síðan settu teir køling í lastina og fingu sær ís- maskinu, sum ger ískrapa ella liquid-ice, sum ísurin eisini verður róptur. Hesin fer nógv betri við fiskinum enn vanligi turrísurin. - Vit sóu, at dygdin á fiskinum broyttist mun- andi, sigur Kári. Men so kom spurning- urin… - Hví skulu vit ikki kunna gera fiskakassarnar heilt lidnar umborð - skilja fisk- in í støddir, viga kassarnar og hava eina telduskipan til at halda skil á øllum upp- lýsingunum? Com-Data loysnin Og nú er tað, at teldufyri- tøkan, Com-Data, kemur inn í myndina. - Eg kannaði, hvat var á marknaðinum av slíkum skipanum, men fann einki, ið kundi alt tað, eg ynskti. Hugsaði, at hetta mátti verið ein áhugaverd upp- gáva hjá eini føroyskari teldufyritøku. Kári vendi skjótt eygun- um móti Com-Data, sum hevur verið slóðbrótari, tá ið ræður um ymiskar loysn- ir til fiskivinnuna. - Eg vendi mær tískil fyrst til teirra – og teir dugdu væl at síggja møgu- leikarnar við eini slíkari skipan. Næsta stigið var at seta upp, hvørji nágreiniligu krøvini til skipanina skuldu verða – og við í hesum arbeiði var eisini skiparin á Grunningi. - Tað er henda skipan, nevnd WML-skipanin, sum Com-Data síðan gjørdi til veruleika, sigur Kári. Hann fegnast um fyri- myndarliga arbeiði, sum teldufyritøkan gjørdi til tess at loysa hesi viðurskifti eftir teirra ynski. - Vektirnar og telduskip- anin vísa seg at virka sera væl. Tá ið Grunningur nú kemur inn, er fiskurin klárur at selja. Neyðugt er ikki at stoyta fiskin millum kør og síðan skilja hann í støddir. Higartil er tað mesta av fiskinum farið til Skotlands sum óviðgjørt, og okkara keyparar eru sera væl nøgdir við dygdina. Teir spyrja ofta, nær meira fiskur kemur av hesum slagnum. Kári sigur, at vanligt er, at fiskurin fyrst verður boð- in út í Føroyum, soleiðis at møguleiki er hjá føroyskum virkjum, ið vilja hava bestu dygdina, at keypa – um prísurin er nóg góður. Oftast keypir hann fiskin sjálvur og flytir hann niður á skotska marknaðin. - Endamálið var at kunna bjóða út eina vøru, ið hevur so breiðan áhuga hjá keyp- arum sum gjørligt. Hetta mál meti eg, vit hava rokkið við WML-skipanini, sum Com-Data so hegnisliga hevur ment, sigur reiðarin. Gevur bonus Mannagongdin, ið nýtt verður umborð á Grunn- ingi, heldur Kári Hansen, er tætt við tað besta, sum gerast kann fyri at fáa so nógv sum gjørligt fyri fiskin. Broytingin hevur eisini gagnað manningini, sum annars siglir eftir vanligum sáttmála. Ger skipið eina góða sølu, fær manningin ískoyti fyri gott arbeiði. Línuskipið, Grunningur, er 80 tons. 12 mans eru við skipinum, og vanliga eru teir úti eini 3-4 samdøgur. - Umborð verður fiskurin kruvdur sum skjótast, skildur í støddir og koyrdur í lastina alt fyri eitt. Kassarnir verða vigaðir umborð, so greitt er, hvussu nógv – og hvørji fiskasløg – eru í hvørjum kassa. Telduskipanin vísir eisini nágreiniliga fiskiskapin teir ymisku dagarnar. Reiðarin sigur, at ansað verður sera væl eftir, at fiskurin stendur so kalt sum gjørligt. Tí verður hann ikki tikin upp úr lastini, fyrr enn hann er seldur. - Fiskurin, sum Grunn- ingur kemur við, verður sostatt ikki nortin, fyrr enn hann er klárur at skera til flak, sigur Kári Hansen. Hesum hevur Com-Data í neyvum samstarvi við reið- aran og skiparan á Grunn- ingi syrgt fyri. Tað er William West, ið starvast hjá Com-Data í Klaksvík, sum hevur verið fremstur í menningini av WML-skipanini. Fakta um WML-skipanina Við WML-skipanini kanst tú landa fiskin skildan og vigaðan – og kláran til keyparan. Tað slepst undan at skilja og viga fiskin aftur. Tú kennir stødd, vekt og fiskaslag í hvørjum kassa og kanst selja fiskin, meðan hann enn er í lastini. Skipanin borgar fyri betri góðsku, hægri prísi, lægri landingarútreiðslum og minni handfaring. Skip og manning fáa meira burtur úr. Í WML-skipanini er eitt nú: • vekt • vektávísing • telduávísing • merkiseðlaprintari • matrixprintari WML-skipanin hjá Com-Data eitt frambrot Tað er Com-Data, ið saman við reiðara og skipara á línuskipinum, Grunningi, hegnisliga hevur ment WML- skipanina, sum er vorðin nógv eftirspurd seinastu tíðina. - Í fyrsta lagi er ætlanin at marknaðar- føra nýggju skipanina í Føroyum, Íslandi og Skotlandi, sigur William West, sum hevur verið fremstur í menningini av skipanini Umborð verður fiskurin kruvdur sum skjótast, skildur í støddir og koyrdur í lastina alt fyri eitt C M Y K 50 Nr. 229 - 2. desember 2003 51 – Fiskimenn klára ikki at halda á, til teir røkka vanligan eftir- lønaraldur. Tí mugu vit finna eina serliga eftirlønarskipan til fiskimenn, heldur Henrik Old EFTIRLØN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fiskimenn eiga at fáa eina serliga eftirlønarskipan, sum gevur teimum aðrar sømdir enn fólki annars. Tað heldur Henrik Old, løgtingsmaður og formaður í vinnunevnd løgtingsins. Eins og allir aðrir flokkar hevur javnaðarflokkurin eisini viðgjørt álvarsmálið um, hvussu okkara eftir- lønarviðurskifti skulu skip- ast framyvir. Og tað er í sambandi, at Henrik Old tekur tað óvan- liga stig at mæla til, at ein serlig eftirlønarskip verður gjørd fyri fiskimenn. Slíta ikki hálvan aldur Henrik Old sigur, at nógvir fiskimenn fara longu til skips 14-15 ára gamlir. – Tað er so hart lív at vera fiskimaður, at hesir halda ikki til teir røkka vanligan pensjónsaldur, sum er 67 ár. Hann sigur, at nú er skipslívið blivið soleiðis, at fiskimenn arbeiða at kalla frá tí teir fara umborð, til teir eru aftur í landi. – Longu tá ið fiskimenn eru komnir um miðjan aldur, tvs, at teir eru í bestu árum, eru nógvir av teim- um uppslitnir. Henrik Old sigur, at tað gevur at bíta, hvørja ferð hesir menn fara avstað, tí øll, sum hava við fiskiflot- an at gera, vita, at pínustill- andi heilivágur er fast in- ventar í viðførinum hjá teimum, sum fiska, antin tað so er við stórum skip- um, ella um talan er um út- róðrarmenn. Formaðurin í vinnu- nevndini hjá Løgtinginum sigur, at higartil hevur ongin torað at lufta tankan um, at tað er neyðugt at gera serligar eftirlønarskip- anir fyri ávísar samfelags- bólkar. Men tað hevur hann so gjørt nú! – Tað er neyðugt, at politikarar tora at viðgera spurningin um at gera ser- ligar skipanir fyri teir starvsbólkar, sum hava so strævið arbeiðslív, at teir klára ikki at hanga tí, til teir røkka vanligan pensjóns- aldur, eitt nú fiskimenn. Uppslitnir Andreas Petersen, sum um- framt at vera løgtingsmað- ur, eisini er kommunu- lækni, tekur undir við Henrik Old. – Tað er so óvanligt at fiskimenn røkka vanligum pensjónsaldri, at teir sum sigla so leingi, koma í bløðini. Hann sigur, at í hvussu so dekkarar hava tað so hart, at teir eru uppslitnir nógv fyrr enn so, eru teir farnir til skips longu á ungum aldri og teir eiga sjálvsagt at fáa rætt til eftirløn nakað fyrr enn vanligt. Hann sigur, at sjálvsagt ber tað til at gera serligar skipanir fyri fiskimenn, so at teir fáa pensjón eftir, hvussu leingi teir hava verið mynstraðir, fyri at nevna eitt dømi um, hvussu tað kann gerast. Fiskimenn mugu fáa eina serliga skipan – Vit mugu torað at siga, at tað er neyðugt at gera serligar pensjónsskipanir fyri ávísar samfelagsbólkar, sigur Henrik Old, løgtingsmaður og formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum 51 VÁGAR AIRPORT At the Airport, the following offices and services are present: Statens Luftfartsvæsen Vagar Airport FO-380 Sørvágur Tel. (+298) 35 44 00 · Fax (+298) 35 44 01 · e-mail: ekvg@slv.dk www.slv.dk/vagar