týsdagur 2. desember 2003síða 27
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Nr. 229 - 2. desember 2003
Nr. 229 - 2. desember 2003
53
Í summar verður ein
stór ráðstevna í
Føroyum, har altjóða
serfrøðingar fara at
viðgera spurningin
um, hvussu teori hjá
serfrøðingum sam-
svarar við veruleikan
í fiskivinnuni
ALTJÓÐA
RÁÐSTEVNA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hvussu er samsvarið ímill-
um teori og veruleikan í
fiskivinnuni.
Tað er ein spurningur,
sum eitt úrval av altjóða
serfrøðingurin fer at royna
at svara á eini ráðstevnu,
sum verður í Havn í summ-
ar.
Vit hoyra aftur og aftur,
at tað tey, sum arbeiða í
fiskivinnuni eru í stórari
andsøgn til teir serfrøð-
ingar, sum skulu mæla okk-
ara
myndugleikum
til,
hvussu nógv tað er ráðiligt
at fiska.
Og á ráðstevnuni er júst
ætlanin at skjalprógva,
hvussu
sambandið
er
ímillum teori og veruleika.
Í hesum sambandi hevur
Óli Samró tikið stig til at
savna eitt úrval av serfrøð-
ingum á eini ráðstevnu í
Havn í summar at viðgera
hesi viðurskifti.
Ráðstevnan verður í Út-
varpshøllini fríggjadagin
4. juni og tað verður Fiski-
málaráðið og Óli Samró,
sum eru vertir fyri ráð-
stevnuna og tað verður
Jacob Vestergaard, lands-
stýrismaður í fiskivinnu-
málum, sum fer at seta
hana.
Orðstýrari verður Árni
Olafsson.
Tey, sum vera við á ráð-
stevnuni, verða eitt úrval av
altjóða
serfrøðingum
í
fiskivinnuni, bæði fiski-
frøðingar, granskarar og
eisini fiskimenn.
Tað er ikki heilt greitt,
hvørjir allir luttakararnir
verða, men nakrir av teim-
um eru:
Røgnvaldur Hannesson,
professari úr Noregi, Jesper
Raakjaer Nielsen, profess-
ari úr Danmark, Pavel
Salz, "Project manager
European Assessment on
Fisheries" úr Niðurlondum,
Hjalti í Jákupsstovu, stjóri
á Fiskirannsóknarstovuni,
Menakhem
Ben-Yami,
fiskimaður og "internatio-
nal fisheries development
and management adviser"
úr
Ísrael.
Guðbrandur
Sigurðsson, stjóri í Brim í
Íslandi, Torben Foss í
"PriceWaterhouse Coop-
ers" í Noregi og Óli Samró
í FAREC, sum allir fara at
leggja fram.
Men tað verða vera eisini
fleiri aðrir serfrøðingar við
á ráðstevnuni, sum vendir
sær til fiskivinnuna, íleggj-
arar, fíggingarstovnar,
politikarar, myndugleikar,
ráðgevarar og granskarar úr
øllum heiminum.
Samanbera teori og
veruleika
Óli Samró sigur, at saman
við fleiri altjóða búskapar-
frøðingum, hevur hann nú í
eina tíð arbeitt við at savna
saman hagtøl úr nógvum
ymsum londum um fiski-
skap og fiskivinnu síðani
1996, til dagin í dag.
Tað er úrslitið av hesum
kanningum, sum verður
lagt fram á ráðstevnuni
næsta summar.
– Fiskiskapurin og fíggj-
arliga úrslitið hjá fiski-
flotanum skal so saman-
berast við tær teoriir, sum
fiskifrøðingarnir hava sett
fram.
– Endamálið við verk-
ætlanini er at skjalprógva
við turrum tølum, hvussu
fíggjarliga
úrslitið
hjá
fiskiflotanum
er
undir
ymsum fiskivinnuskipan-
um og sostatt eisini, hvussu
tær ymsu skipanirnar royn-
ast í verki afturímóti teim-
um teorium, sum serfrøð-
ingar hava um fiskiskap og
fiskivinnubúskap.
Hann sigur, at øðrumegin
hava vit fiskifrøðingar og
fiskivinnufrøðingar, sum
hava nakrar teoriir um,
hvussu samanhangurin er í
fiskivinnuni og, hvussu
samanhangurin er ímillum
metingar um fiskastovnar
og búskapin í fiskivinnuni.
– Hinumegin hava vit so
hagtølini fyri, hvussu fiski-
skapurin er og hvussu
fíggjarliga
úrslitið
hjá
fiskiflotanum er.
– Vit fara at vísa, hvat tær
teoretisku
metingarnar
hava sagt hesi seinastu
árini, men so leggja vit eis-
ini tøl á borðið fyri, hvussu
fiskiskapurin og fíggjarliga
úrslitið hjá fiskiflotanum í
veruleikanum hevur verið í
sama tíðarskeiði.
– Vísir tað seg so, at frá-
vik eru, er ætlanin at út-
greina, hví hesi frávik eru
og, hví samsvar ikki er
ímillum teori og veruleika.
Tøl úr nógvum
londum
Hesi seinastu árini hevur
Óli Samróð gjørt nógv
burturúr
at
samanbera
fíggjarliga
úrslitið
hjá
ymsum
skipabólkum
í
fiskiflotanum í Íslandi,
Noregi og í Føroyum.
Hetta er fyrstu ferð, at
slíkar kanningar eru gjørd-
ar og hetta verður ein partur
av grundarlagnum undir
ráðstevnuni, sum verður í
summar.
– Við hesum kanningum,
hava vit, fyri fyrstu ferð,
fingu eina greiða og álít-
andi mynd av, hvussu yms-
ar skipanir, sum skulu stýra
fiskiskapinum,
virka
í
veruleikanum.
Men í sambandi við ráð-
stevnuna, er tað eisini
ætlanin at fáa tøl fyri heilt
onnur lond eisini, eitt nú
Skotland, Ný Sæland og
Niðurlond fyri at nevna
nøkur dømi.
– Á pappírunum eigur
føroyska fiskidagaskipanin
ikki at virka, tí eftir henni
hava
skipini
avmarkað
dagatal at fiska í og tí fiska
tey bara, tá ið tíðin er tann
besta, tá ið fiskurin er
feitastur og prísurin er best.
– Sostatt verður bara
rómin skúmaður omanav.
– Í teoriini eiga kvotu-
skipanir at virka betri, tí tá
verður skipið alla tíðina
útnyttað so væl sum gjør-
ligt. Skipini vita alla tíðina,
hvussu nógv, tey hava loyvi
at fiska og tí leggja tey alla
tíðina fiskiskapin til rættis,
so at skipið verður rikið so
effektivt, sum gjørligt.
Óli Samró leggur tó dent
á, at hetta er ikki ein
ráðstevna, sum hevur til
endamáls at verja eina skip-
an framum aðra.
– Hetta er ikki ein ráð-
stevna, sum hevur til enda-
máls at verja okkara egnu
fiskidagaskipan, framum
aðrar skipanir. Hetta er ein
ráðstevna, sum skal viðgera
hesi viðurskifti púra óheft,
á einum høgum, fakligum.
Endamálið er at skjal-
prógva tað veruliga úrslitið
av fiskidagaskipanini og
tað veruliga úrslitið av
ymsum kvotuskipanum og
at seta tað upp ímóti
teimum teorium, sum ser-
frøðingar hava um fiski-
skap og fiskivinnubúskap,
sigur Óli Samró.
Vilja vísa hvussu sambandið
er ímillum teori og veruleika
– Endamálið er ikki at verja eina skipan framum eina aðra. Endamálið er at skjalprógva, hvussu veruligi fiskiskapurin og fíggjarliga úrslitið hjá
fiskiflotanum hevur verið í nógvum londum og at samanbera tølini við tær teoriir, sum serfrøðingar hava sett fram, sigur Óli Samró
Skulu
hava
felags
støði at
standa á
Næsta summar
verða øll lond í
Evropa, sum hava
fiskivinnu í
Evropa, við á
ráðstevnu í Havn
RÁÐSTEVNA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skulu øll lond í
Evropa,
sum
hava
fiskivinnu, hava felags
støði at standa á
Tað er eitt endamál
við eini ráðstevnu,
sum verður í Havn
næsta summar.
Tað er Óli Samró,
sum er vertur fyri hesi
ráðstevnuni, ið verður
hildin beint fyri ráð-
stevnuni um samsvarið
ímillum teori og veru-
leika í fiskivinnuni,
sum vit greiða frá í
hinari greinini her á
síðuni.
Sostatt verða ikki
færri enn 21 lond við á
ráðstevnuni, sum er í
døgunum frá 1. til 3.
juni. Og so tekur ráð-
stevnan um teori og
veruleika við 4. juni og
tá verða umboðini fyri
hesi 21 londini eisini
umboðað.
Óli Samró sigur, at á
hesi ráðstevnuni fer
ein arbeiðsbólkur við
umboðum
úr
21
fiskivinnutjóðum
í
Evropa at finna eitt
felags støði at standa á,
so at tað í framtíðini
skal bera til at sam-an-
bera fiskivinnuna í
teimum ymsu londun-
um.
– Eitt nú verður ar-
beitt við at gera felags
búskaparlig lyklatøl og
onnur lyklatøl, eitt nú
fyri
motorstøddir,
tonsatal o.s.fr., fyri øll
hesi londini so at tað
ber til at samanbera
úrslitið hjá fiskivinn-
uni í ymsum londum
og tað verður hetta,
sum arbeiðsbólkurin
fer at viðgera á ráð-
stevnu í Havn næsta
summar,
sigur
Óli
Samró.
Mekanik 3/171.pdf
C
M
Y
K
53
52
Fjøruvegur Postboks 72 FO-620 Runavík
Tlf.: +298 447425 Fax.:+298 448021 E-mail: mekanik@post.olivant.fo
Umvæling og umbygging av skipum og bátum.
Umvæling og útskifting av motorum, gearum, og
øllum mekaniskum lutum.
Alt vanligt smiðju og plátuarbeiði úr stáli og
aluminium.
Seramboð til slíping av ventilum og ventilsetrum.
Umvæling og reinsing av turboløðarum.
Umboð:
Mitsubishi
Grenaa
M.A.N.
Bergen Diesel
Bukh
Yanmar
Tveir mobilkranar.
Kunnu lyfta upp til ávikavist 45 og 80 tons.
Mitsubishi 20 - 1600 Kw.
M.A.N. 80 - 596 Kw.
Einaumboð uppá CJC filtur í Føroyum.
Kunnu nýtast til dieselolju, smyrjiolju, gearolju,
hydraulikkolju og transformatorolju.
Mobilkranar
CJC Filtur
Generatoranlegg
Skips-og bátamotorar
Mekaniskur verkstaður