Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I hava varnast Internetið hjá landsbókasavninum, er, at fyrispurningar javnan koma á netinum. Í flestum fórum er hetta fyrispurningar um føroysk- ar bøkur ella føroyskt tilfar, ið skal verða nytt í einum- hvørjum sambandi, tað ver- ið seg uppgávur ella kann- ingar um Føroyar. Hesir fyrispurningar koma ikki bert frå føroying- um, ið lesa uttanlands, men so sanniliga eisini frå ut- lendingum. Og um nærum allan heim, kann leggjast aftrat Sigast kann ti, at Inter- netið á landsbókasavninum er við til at upplýsa útlend- ingum um Føroyar og at skapa áhuga fyri Føroyum og føroyingum. Men sjálvandi koma eis- ini fyrispurningar frá føroy- ingum herheima, og lands- bókasavnið skrásetir allar slíkar fyrispurningar. Ikki minst ti, at ikki ber altid at svara upp á standandi fót. Hesir fyrispurningar kunnu røkka so víða sum frá nýra- sjúkum um Japan undir seinna heimsbardaga til alt um Barbaru. Dagbleðini á mikrofilmi Ein onnur tænasta, ið lættir um hjá teimum vitjandi, er, at øll dagblødini nú eru at finna á mikrofilmi. Hetta ikki bert lættir um, tí drúgt kann vera at blaða fleiri árgangir ígjógnum, og hartil bøtir hetta eisini mun- andi um slitið á uppruna- blødunum. Landsbókasavnið hevur fýra tól, har til ber at leita á mikrofilmunum, og tvey av hesum tólum kunnu skriva út tað, ein ynskir sær av tilfari úr hesum dagbløðum. Ikki bert tey blød, sum í dag verða útgivin, eru á Nr. 15 - 24. JANUAR 1998 mikrofilmi. Eisini fyrrver- andi útgávur so sum Føroy- ingatidindi, Eysturoyggin, Alt um ltrótt o.s.v. eru at finna å hesum mikrofilm- um. Eisini finnist yvirlit yvir útgávuárini hjá ymisku bløðunum, og tí ber skjótt og væl til at siga, nær blød- ini komu út fyrstu ferð, og nær tey góvust. Men menningin steðgar ikki her. Martin Næs sigur, at teir hava ætlanir um, at brenna alt inn á fløgur. Tá fer tænastan at vera á einum so høgum stigi, sum næstan tilber. Tá kunnu fólk lána fløgurnar heim við, og so í frið og náðum leita eftir tí, tey hava brúk fyri. Er talan t.d. um eina ávísa grein úr einum ávísum blaði, men tú ikki veit júst nær, henda grein stóð í, ber til at leita eftir ávísum orði, ið kann leiða teg beint til greinina. Eitt nú navnið á tí, ið grein- ina hevur skrivað. Mest føroyskt tilfar Sum nevnt fyrr í greinini, finnast eini 130.000 bóka- heiti á landsbókasavninum. Við í hesi rúgvuni er sjálv- andi talt alt tað, sum út er komið á føroyskum. Martin Næs sigur, at ein av høvudsuppgåvunum hjá landsbókasavninum er júst at savna allar føroyskar bøkur — ella rættari sagt all- ar føroyskar útgávur. Tað verið seg dagbløð, viku- blød, bøkur, ja, stutt sagt alt, ið verður givið út á føroysk- um, so ella so. Prentsmiðj- urnar hava eina beinleiðis ábyrgd av at lata landsbóka- savninum eintøk av øllum, teir prenta. Men sjálvandi eru íkki bert bøkur á føroyskum máli at finna á landsbóka- savninum. Útgávur á hinum norðurlendsku málunum verður roynt at keypa so sum fíggjarliga orkan er, og eisini finnast fleiri enskar bøkur í savninum. Landsbókavgrðurin vísir á, at fyri bert fáum árum síðani, var neyvan talan um at lána enskar bøkur út til onnur enn fakfólk, men í dag tykist málsliga forðing- in vera sera lítil — fyri ikki at siga eingin. Hetta metir hann fyri ein part er orsakað av broyttu skúlaskipanini, men so sanniliga eisini av sjónvarpinum. So tað er ikki bara til tað ringa. Vaksandi kundaskari Fyri aftur at venda okkum til ársfrágreiðingina fyri 1996 sæst, at stór gking er, bæði í talinum av útlánum og av kundum. Utlånini vóru í 1995 um 11.000, meðan tey í 96 vuksu upp í 14.500. Eisini talið á fólki, ið lántu á landsbókasavni- num vaks úr 3.550 í 95 til 4.850 í 96. Bæði Óluva Isaksen og Martin Næs eru samd um, at tølini fyri 1997 fara at visa ein munandi vøkstur. Men tey tora kortini ikki at gita um nøkur nágreinilig tøl enn. Einki er t6 at ivast i, at kundaskarin er vaksandi. Hetta ikki minst eftir at fólk hava kent, at landsbóka- savnið við telduútgerð og Interneti kann veita eina nógv betri tænastu. Og so kunnu fólk eisini sjálvi hjálpast á Interneti- num, hava tey hug til tess Landsbókasavnið hevur nevniliga eina teldu burtur- av til lánarar, har teir sjálvir kunnu leita seg fram til tað, teimum lystir. Henda teldan er upptikin frá tí bókasavnið letur upp, til tað læsir aftur. So ynski- ligt hevði verið við fleiri slíkum. Fólk kenna sær ábyrgd Tað hoyrist onkuntíð um, at fólk knappliga finna eina bók onkunstaðni í húsinum, sum tey í sínari tíð hava lánt á bókasavninum, mer sum tey langt síðani hava gloymt alt um. Men hetta er ikki nakar gerandiskostur fyri tey á landsbókasavninum. Nógv fólk vitjar á Landsbóka- savninum Skipanin er annars hon, at verður ein bók ikki borin aftur, verður áminningar- skriv sent út. Hetta verður gjørt tvær ferðir, og triðju ferð verður so rokning send fyri bókina. So mugu fólk stríðast við Gjaldstovuna um tað, sum Óluva tekur til. Men tey bæði vísa á, at hetta hendir sera sjáldan — kemur nærum ikki fyri. Fólk kenna sær ábyrgd í so máta. Tey vita, at bera tey ikki bókina aftur, fáa onnur fólk heldur ikki gleði av henni. Og, sum Martin Næs vísir á, so eru békasøvnini nær- um einasta staðið, har tú kanst fáa eina tænastu uttan at gjalda fyri hana Sum eitt uppískoyti kann nevnast, at tá greinskrivarin skuldi fáa avtalu í lag við Martin Næs, sá hann í tele- fonbókini, at opið var mill um kl. 13 og 21 mánadag til hósdag og frá 13 til 18 fríggjadag. Men hetta er tó ikki so. Landsbékavørdurin visir å, at her er ein feilur i og opið er månadag til mikudag frå kl. 10 til 20 og hósdag og friggjadag frå kl 10 til 17 So skuldi eisini tad verid komið upp á pláss