Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 24. JANUAR 1998 Hendan my ndin er tikin onkustaðni í Danmark í 1923 ella 1924. Persónarnir, vit kenna, eru frá vinstru: Thorstein Petersen, Louis Zachariassen, Johannes Gaard úr Svínoy. Sámal Erik Matras, Einar Djurhuus lækni í Heiðunum, Hjørdis Djurhuus, Jørgen-Frantz Jacobsen, tveir ókendir, Trina (kenna ikki eftirnavnid) hon er av Sandi og arbeiddi í mótahandli í Danmark, Christian Matras, Christoffer Lútzen, Tróndur Olsen og konan og seinastur er Gudmund Bruun. Myndina eigur Martha Matras Ljóðbylgjur bóru boð »— Líka veit eg, annaðhvort hetta verður søga at kalla ella bara támutar kenslumyndir, men í hvussu er, so er søgan sonn, og sigur hon frå mær sjálvum. . :<. Vit prenta í dag fyrra part av stuttsøgu eftir Gudmund Bruun. Søgan varð prenta í >Jól í Føroyum« Tað var stutt fyri jól, toll- aksmessukveld ella okkurt har um leið, eg sat og fekst við jólaprædikuna. Hugin var farin landsuður í Eyst- urlond, har seyðamenn, sum lógu úti á berajól á nátt og goymdi at seyðum og neyt- um sínum, sóu ljósglæmu úr erva og hoyrdu fagnaðar- boðini- Ottist ikki, tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu vera fyri alt fólkið, tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrir. Krist í Dåvids stad« Tad barst mær fyri, sum øllum nå å døgum tørvadist meir enn ådur i langar tidir at fagna hesum Guds gledi- boði, tí at nå er uppaftur vorðið sum tá á døgum, tå ið Keisarin beyð og frælsu- leys fólk noyddist at toga, sum hann vildi. Uppaftur trælkar verðaldarmaktin fríar menn, og sjálv er hon frælkað av loyndum mátt- um, sum marsa menniskjur fram helst eftir tí vegi, sum hin versti ætlar okkum inn á. Tá á døgum kendi fólk miklan meinhuga av hesum sama, men tó vildu tey ikki fagna honum, sum eina kann bjarga. Gævi, tey mundu taka við honum nå! Sovorðið mól fram fyri meg, tå ið hurðin varð gloppað eitt sindur og elsta dóttir mín spakuliga hevði fyri munni: »Ikki skal eg gera ónáðir í kvøld, men eg mundi tó sagt, at nú fara Føroyingar í Keypmanna- havn at bera jólakveður heim til Føroya«. »Ja, tøkk fyri,« varð svarað aftur, »men í kveld verði eg noyddur at sita uppi yvir prædikuni.< Men so mikið fóru tó orð hennara at mala í høvdinum á mær, at eg um eina løtu kortini fór innar í stovuni og varð setstur at lurta á, tá ið konur og menn, dreingir og gentur úr yms- um bygdum í Føroyum bóru skyldfólkum og vinfólkum heima góð jólaynski. Hugin fann tó ikki niður á aftur Eysturlond. Fá vóru orðini, sum hvør segði, at málið var ikki altíð hitt besta; á mongum kend- ist væl, at tey høvdu livad í útlandinum leingi. Men tó var dámligt at hoyra. Tað var ljóð av føroyskum máli, sum sjáldan kemur mær fyri oyru, og orðini komu av innstum hjarta. Tað kendist á málinum, at tað bylgdist í barmi, meðan tey tosaðu. Um ikki leingi sat eg heilt hugtikin og lýddi á ella dart- aði út og inn eftir gólvinum. Í ongum er gandur sum í ljóði og helst í mannamáli. Ein dagin, tú ert á útiferð í Danmørk, rakar tú dåttliga við eitt sindur av eyrviku- jørð og ein stóran stein við mosa ella korka, ella tú sært eina sólju stinga sítt gula høvd upp úr eini veit, ella tespiligur roykur av skerpi- kjøti slær teg upp í nasarnar, og í stundini ert tú heima í Føroyum. men í sama við- fangi raknar tú kortini við aftur, og gandurin er horvin. Ljóð eru ødrvisi. Tey ganga alsamt. Og meðani eg nú var setstur í teirri dimmligu stovu og lýddi á jólaheilsur, varnaðist eg ikki við, fyrr enn eg var gandaður at kalla. Mangt gamalt, sum heðvi sovið svøvn sín djúpt niðri í hjaftans dýpi, kom úr myrkrinum rekandi upp í ljósmála, hurl um hurl, ein mynd fyri og onnur eftir. Eg sá meg sjálvan ungan prest gangandi og vála eftir dekkinum á >Beskyttaran- um« fráfaringardagin, tå ið eg seinastu ferð hevði stigið niður á Føroya mold, og tekti eg við teimum eygum, ið hyggja gjøgnum tíð og rúm, eina lítlan bólk har aft- uri á skipinum, sum eins og eg sjálvur hugdi aftureftir, meðan landið so við og við kámaðist burtur undan okk- um, og tá ið seinasti ferilin av landinum fór at hvørva úr eygsjón , og kósin varð sett út millum rekandi spreingiknøttir og kavbåtar, neit so illa at hjartanum, so at døpurhugin ikki fór at rekast burtur fyrr, enn hann fánaði burtur í songinum: >Nú Føroyar farvæl, nú eg eina tíð tykkum ei síggja skal<. Nú kemur ein genta uppí, sum tosar við spískum á og breiðum oy. Ikki ansaði eg eftir, hvaðani hon var - sjálvandi onkustaðni norð- anfrá - eg gáaði meira eftir ljóðinum enn taluni. Tað liggur eisini maktin á, ljóðið hoyrdist, og ljóðið gandaði. Alt í einum sá eg meg sjálv- an í gomlum róðrarbáti utt- an fyri Eystnes á ferð inn móti Toftum. Har lá tað alt í eygsjón: Raktangi, Hvít- anes, Kaldbaksnes, og har inni Skælingsfjall sum ein dreymur í hålvdimmi, latið í ljósbláari kápu um herð- arnar. Eg mintist á eina nátt í dýrdarveðri, tá ið Karl á Skála við fýramannafari flutti meg út á Nes og segði mær frá ævisøgu síni, med- ani vit sótu saman á bekk- inum og róðu, og at síðani ein skellilátur brast á, tá ið eg kom á land á Nesi, tí at eg á umreisuni hevdi sjálvur klássað skógvarnar; eg hevði bara havt eittans skødid. Prestur vid klássum segðist ikki at hava verið sæddur áður á Nesi. Nú var tað mest sum skriða var lopin inni í heil- anum á mær. Ein riðil av skiftandi hugmyndum kom rekandi, onnur tók aðra við hond. Í huganum ferðaðist eg bygd úr bygd víða um Eysturoynna og Streym- oynna og Vagar. Ég sá landslagið og kirkjurnar og tekti hópin av kendum and- litum úr fornari tíð. Hvar vóru nú øll hesi fólk? Børn- ini, eg doyptu, kundu nú skjótt fara at giftast, tey ungu vóru komin til aldurs, og mong eldri svóvu iva- leyst svøvn sin við nøkrum alnum av Føroya mold til dynu. Mangt verdur um- skipad å mannsins ævi. Uttan dura guladi hann av útnorði. Vindurin tók í tey stóru trøini, og eitt sjåld- sama suðandi ljóð kom up í ljóðið av mannarøddum, so at tað hoyrdist inni í stovuni mest sum dunið av einum fossi langt burturi. So hvarv alt hitt, og alt í einum var eg heima í Sandagerði, har eina ferð sjógvurin og foss- urin hjálptust at rura fyri mær, tá ið eg var lagstur um kveldið. Alt lá nú fyri mær: fjallið og reynið, áin og fossurin, húsini, bøurin, grótgarðurin og trøini inn- anfyri og sandurin, sum hann var, tá ið einki kaðal- hús og eingin ljótur sement- múrur vóru reist. Eg mintist á stovurnar, helst stovuna hjá pápa, sum var mær mest sum ein halgidómur, har tað var sjáldsamt og hátíðar- mikið at stíga innum. Alt hetta, tað var heima. Flyti- fuglurin var í huganum farin á flog og hevði tekt hyllina, har hann eina ferð átti. Eina løtu sat eg og undr- aðist á, hví hesi bæði orðini Sandagerði og heima aldri