leygardagur 24. januar 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
kunnu skiljast annað frá
ødrum í heilanum á mær.
Var tað av tí, at vísindamenn
nú á dógum munnu hava
rætt, tá ið teir halda barna-
sálina vera sum eitt kvæmt
frækorn, sum longu hevur
alt tað í sær, ið fer at næla
síðani, so at alt tað, ið mað-
ur verður í lívinum, er hann
longu vorðin tey fyrstu
seks-sjey ár av ævi síni?
Ella var tað av tí, at eg fekk
so ringa viðferð, tá ið eg
kom til Danmarkar og sam-
an við foreldrum mínum
búsettist í Bornholm? Nóg
mikið gjørdi eg av at vera
sum hinir smádreingir, eg
tosaði sama mál og royndi
at líkjast teimum í øllum,
men aldri slapp eg tó rættu-
liga við upp í spælið hjá
teimum, men var altíð verð-
andi so hálvt uttanfyri. Nú
skilji eg væl, at orsgkin
mest var tann, at eg var ein
fremmandur embætismann-
asonur, men tá helt eg tað
einans vera av ti, at eg var
komin úr Føroyum, og ser-
liga ein dagin fekk eg var-
hugan av tí: Vit vóru saman
og spældu, hópurin av óvit-
um. Onkurs vegna komu
ódagar okkara ámillum;
fyra-fimm ruku á meg
ísenn, syftu meg vidopnan
niður á vøllin og díktu meg
illa. Eg slapp tó á føtur aftur,
og var eg tá so rúkandi óður,
at hinir rýmdu undan sum
skjótast, men síðani steðg-
aðu teir á aftur og stóðu og
hermdu eftir mær. Dreingir
eru enn sum teir gomlu
kapparnir í søgunum og
kvæðunum, teir nýta eins
væl kjaftin og lógvarnar, tá
ið teir berjast. Og tá ið eg
nú ikki troystaði mær inn á
teir uppaftur, so rópti eg á
teir: >Ja, bíðið tit bara, til
eg verið stórur, so fari eg
aftur til Føroya, og so koma
allir Føroyingar higar við
mannaðum bátum brýndum
skutlum og hvalvákn, og so
man verða gaman at síggja
tykkum rýma!< Eitt bilið
vóru teir bilsnir, so varð alt
eitt flenn, ein fór at rópa:
>Grindaboð! Grindahval-
ur!«, hinir tóku undir, og
»grindahvalur« varð eg
skírdur frá tí degi. Til eyk-
nevni var tað ikki óvakurt,
men tað var rópt fyri at arga,
og tað argaði. Nú var eg enn
meira úti av spælinum,
einsamallur, og frá tí degi
vórðu so líðandi Skopunar-
gentan hjá okkum og ein
grannkona úr Havn míni
bestu vinfólk, og vóru tær
atvoldin í, at eg aldri
gloymdi mítt fødimål. Nú
komu meir og meir í huga
mínum orðini Sandagerði
og heima at hoyra so óskerd
saman sum hjúnafólk.
Heima í Sandagerði! Eg fór
at hugsa um ein dag, eg var
reikandi úr Havn ungur
studentur og ætlaði mær at
vitja hjá Havnarpresti, sum
var tá Mads Hansen. Meðan
eg var åvegis, møtti eg hon-
um. So var ikki vitjandi hjá
honum í stundini, men eg
fór út hagar kortini. Mær
longdist at síggja alt tað
forna uppaftur og fara at
vita, hvussu mikið eg dugdi
at minnast á frá barnadøg-
Nr. 15 — 24. JANUAR 1998
unum. At bæði biløt og um-
mæli høvdu hjálpt áminn-
ingini, skyndi eg væl, men
eg var eisini vísur í, at
mangt og hvat hevði ligið
óskert í heilanum ella hjart-
anum á mær øll hasi ár, ti
so gjølla sum tað var igjår
minntist eg á eitt bragdið,
sum eg hevdi aldri mælt um
fyri mannsbarni. Eg var
okkurt um fimm ára gamal,
tå ið eg ein dagin var i Havn
og vitjaði hjá Agga undir
Lon, og fór eg síðani út á
Skansatanga, har eitt skip
var farið á land - so langt,
at stinguncbbið røkk fram
at klettunum, og so fast, at
tað ikki rørdist, tó at slups
var í sjónum. Har vóru fleiri
børn úti, og ytst stóð ein
stórur drongur - eg minnist
enn, hvor ið hann var. Sum
eg nú sá hann har úti, rann
hugrensl í meg til at stoyta
hann eitt lítið sindur fyri
bakið, so hann rættuliga
mundi fara at hvøkka vid.
Men illa kom ur hjå mær,
eg otaði hann út á sjógv, so
hann varð rennvátur. So-
vorðið hevði eg ikki havt í
kvittanum sjálvsagt, eg
rýmdi sum skjótast og tordi
ikki heim. Eg fór innan til
Páls í Horni, og hann fylgdi
mær til húsa. Heimkomin
ætlaði eg at siga frá hesum
tilburði, sum helt meg
svøvnleysan fleiri tímar um
kveldið. men aldri fekk eg
hetta bragdið upp á tung-
una, so tað man hava ligið
goymt í heilanum á mær frá
fimm ára aldri, og verður
Oivad verðandi har til min
doyggjandi dag.
Soleiðis kundi ivaleyst
mangt og hvat ligið eftir, og
nú vildi eg fara og vita, um
nakað fornt kom fyri ein
dag, tá ið eg bar eygu við
tað plássið, sum hevði sæð
mítt barnaspæl. Alt fór eg
at kanna og uppaftur at
kanna mær tað, og alt kendi
eg so heimligt; hvgr steinur
hevði sítt at siga frá. Vaksin
fólk, sum tey eru flest,
síggja bara landslagið í
heild síni, sum tað verður
umbroytt í skiftandi ljósi.
Barnið sær meir, har sum
tað hevur sítt heim og livir
dagliga; tað kannar og
kennir hvørja túgvu, hvønn
stein á landi og hvørja tara-
brúgv í sugguni. Nú bar eg
eyga við stødna, har Nóls-
oyingar plagdu at leggja at
landi, tá ið teir fluttu pápa
til kirkju, og Kaldbaks-
menn, tá ið teir summar-
dagar onkuntíð ámillum
fluttu hann allan vegin við
båtu, sum teir gjørdu tær
báðar ferðirnar, eg var við.
Her niðri við stødina fóru
barnadagarnar at livna upp
aftur. Her hevði eg mangan
staðið á seiðabergi langar
lýtur og lítið og einki fiskað,
men tó havt tað gleði at
stinga flidur og strevast við
at taka agnið av krókinum
og egna av nýggjum í heil-
um, sum tað skuldi batt.
Lættisliga gekk frá hondum,
tí ongul átti eg ongan, men
bert eina krøkta nál;
mamma ræddist altíð, at eg
skuldi fáa agnhaldið upp í
fingurin, um eg átti húkar
ella onglar.
Hagar plagdi eg eisini at
renna, tá ið bátar vóru vænt-
andi. Smádrongur, sum ikki
stendur upp úr rossaspori,
fær ikki ofta loyvi at koma
úá sjógv, men aldri hevur
verið føroyskur piltur, sum
ikki hevur havt hálvt hjartað
á sjónum, og at at sleppa
sær í bát, sum liggur at landi
ella enntá skorðaður uppi á
landi,er tó betri enn einki.
Vóru bátar væntandi, kleiv
eg upp á fjóstekjuna at
njósnast; hagar slapp eg
upp, tá ið eg royndi við
vestara veggin, og varð bát-
urin í eygsjón, var eg sum
pílurin niðri vid stødna, og
hevði hann lagt at, settist eg
alt fyri eitt á lærbekk og
fekk loyvi so spakuliga at
rógva eitt sindur, tó at bát-
urin ikki vær rættuliga á
floti, ella afturi í rong, so
eg kundi hava hondina um
styrisvøllin, meðan menn-
inir bíðaðu eftir presti
Altíð var nóg mikið at
fregnast um; eg lærdi nøvn-
ini á bekkjum og rúmum í
áttamannafari og eisini á
gllum borðum frá kjalar-
borði til stokkarnar. Tá fekk
eg fyrsta sindrið av hylling
á sjómansskapi, og eg setti
mær føri á at nýta kunn-
leikan; næstu ferð, bátur
kom, kundi eg standa erpin
við lógvunum undir bróka-
kvarðanum og tosa við
manningina um bátar, sum
hevði eg verið føddur á
áttamannafari
Nú settist eg á ein stein á
sandinum. So mikið hevði
eg smádrongur hildið hann
vera mína ogn, at eg var illa
við, tá ið okkurt farmaskip
við hvort kastaði akkerið
uttanfyri og tók sær barlast
av sandinum. Ikki undur í!
Har kendi eg hvønn stein,
og har hevði eg verið vanur
at ferðast hvønn tann ein-
asta dag tá ið hann ikki var
ov nógv rákamikil í veðrin-
um, og har hevði verið
mangt at fáast við. Har gekk
eg og togaði undir mínum
lítla taraleypi, tá ið ábreiðsla
skuldi berast upp á ta pinku-
lítlu veltuna, sum eg hevði
uttan fyri køksvindeygad,
haðani konufólkið altíð so
dånt kundi eygleida meg.
Og ikki lítið gjørdi eg av, tí
sera erpin var eg, at eg var
bóndi í Føroyum. Alt grasið
íkring, har heimalambið og
heimakúgvin vóru á beiti,
var hagin hjá mær, smáar
steinar hevði eg sett upp til
bøgard, og innangarða
hevði eg bæði eplaveltu og
rósugarð. Tíverri var eg, alt
tað eg knógvaði undir leyp-
inum, eins illa royndur
bóndi og fiskari. Eplini
komu aldri upp, ivaleyst
mest av ti, at eg grov tey
uppaftur hvønn dag, nakað
ótolin eftir at síggja, hvussu
langt tey komu fram, og í
rósugarðinum gróði einki.
Altíð var har tó prýðiligt, tí
eg hevði vakrar blómur
aðrastaðni og setti rótleysar
niður í jørðina. Eina ferð
hevði eg hentað flestar allar
tær donsku blómurnar, sum
mamma hevði sáað í rósu-
garð sín; tá rann ødi í
homlubandið, og síðani
hentaði eg bara sóljur og
summardáar og annað so-
vorðið, sum eg vandaleysur
kundi kanna mær.
Og har á sandinum hevði
eg eisini gingið í rekstød,
og við hvort fekk eg okkurt
gott í hendi. Eina ferð fann
eg eina Oføra ljóta havtasku,
sum hevði hópin av små-
fiskum í maganum, tá ið
hann var uppskræddur. So
ljót hon var, gjørdust vit tó
vinir, og eg spældi mær við
hana alt summarið. Mest
var hon ein stórur hvalur,
og steinarnir aftanfyri vóru
sessir í stórum rakstrarbáti,
har eg stóð og stakk av
grimd vid hvalvákninum.
Ti sovordid åtti eg. Hetta
sama summarið mundi onk-
ur útlendskur skipsbátur
vera mistur av einum hvørj-
um skipi og sorlaður, tí
remmurnar og annað reka-
træ komu á land á sand-
inum, og Jógvan hjá Massi
gjørdi so væl og smíðaði
mær bæði hvalvákn og árar
burturúr. Bæði blød og
leggir og lunnar vóru
kanska heldur breið, og ára-
skeyti var bara einans eins
á hvørjari ár, men tó hevði
eingin dýrgripur verið send-
ur til jóla frá Keypmanna-
havn, sum hevði verið mær
til stórri gleði. Langar tíðir
kundi eg nú sita á steininum
og rógva, kngini vóru borð-
skeytar, so eg dugdi væl at
bera ár á borði, og tá ið so
onkuntíð ámillum arbeiðis-
gentan Lena, sum livaleyst
livir enn í Kollafirði, blind,
neyðardýrið, kom við og
settist á hin steinin afturi í
rong og bant sær hosur, tá
var dagur í viku. So segði
eg henni frá bátinum, vit
vóru á, og frá ferðini, vit
fóru. Streymhart og óreint
var, men eg ansaði altíð so
væl eftir øllum ýtum og
aldubrotinum um allar boð-
ar og róði so væl og manni-
liga, at vit sluppu væl fram,
og fyri Lenu segði eg alt,
vit sóu og fóru fram við. Við
hvert vóru vit undir meitil-
bergi, við hvort máttu vit
ansa eftir, at ikki ein harður
strongur skuldi taka okkum,
og Lena var altíð heilt við
uppi í spælinum. Ofta sat
hon og sang ella segði mær
frá søgum. Frá henni hoyrdi
eg stubbar av teimum
gomlu kvæðum, so at hesi
frálíka vøkru løg tidliga
vóru sungin inn í meg, við
hvørt sang hon danskar
sálmar ella vísur, sum eg
ikki síðani havi hoyrt: >O,
havde jeg blot Vinger og var
en liden Fugl!< Helt hon
uppat, dámdi mær tað einki
- tungur er tigandi róður -
og so fór eg at spyrja:
„Lena, hevur tú sjóverk?<
Nei, tað hevði hon ikki, men
heldur ikki dámdi mær
hetta, og eg kundi so siga
»Undarligt, at konufólk ikki
fær sjóverk í so ræðuligum
veðri!< og hin vælsignaða
Lena, sum altíð eftirlíkaði
kelivætti sínum, tók seg alt
fyri eitt aftur í orði og helt:
»Å ju, hin gamli, nú fari eg
at vóna eitt sindur til kort-
Gudmund Bruun,
prestur, sum vaks upp í
Føroyum
ini«. Hetta dåmdi mær væl,
men so góður var eg, at eg
alt í einum legði niður sjógv
og gjørdi blikalogn, og so
settust vit at dyrgja, eg and-
øvdi sjálvsagt. So varð ikki
strævið meir, og so fór eg
at siga henni frá mongum í
bibliusøguni, frá Abrahami,
sum einglarnir vitjadu hjå,
og sum var so firndarblíður,
at hann beyð teimum inn í
roykstovuna og fekk teim-
um turrar hosur og ein heit-
an kaffimunn. Í øllum sótu
vit um sátt uttan onkuntíð
ámillum, tá ið hon íkki
tímdi meir ella heyði okkurt
at fáast við í húsinum, tí so
kundi hon vinna mær tær
neisurnar at toka noðuni
upp og fara niðan at húsin-
um með alla og heilt
gloyma, at vit vóru úti á
sjógvi enn. So illskaðist eg
og eg rópti í ødi: >Nei,
Lena, vit eru á sjónum enn,
vit mega at landi fyrst og
draga bátin<, og alt fyri eitt
læt hon sær eftirlíka, kom
aftur og dró bátin saman við
mær.
framhald