leygardagur 24. januar 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 15 — 24. JANUAR 1998
søsialurin. box 76. 110 tørshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: emil Gsosialurin.fo
Predrag Nikol ic:
Føroyar eru sum eitt
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
www.sosialurin.
A er
annad heim fyri meg
— Tað sæst, at førovingar seinastu árini hava lagt alt ov nógv i byrjunarspælið, sum teir duga væl.
Men restina hava teir >gloymt<, um ein kann siga tað soleiðis, sigur bosniski stórmeistarin
Predrag Nikolic, sum skal vera í Klaksvík komandi tvær vikurnar
Talv: Bosniski stórtelvarin Predrag Nikolic sigur, at hann nú hevur
verið so ofta í Føroyum, at tað er sum eitt annað heim fyri hann
hestr
lesum døgum er bosniski stór-
meistarin
talvi, Predrag Nikolic,
Klaksvík. har hann komandi tvær
viKurnar ska
ja telvarun
hevuðsstaðnum í Norðovggjum
4
ag á. Hetta er ikki fyrstu ferð, at
Predrag Nikolic vitjar i Førovum
Nei, nå havi eg næstan verid
her tiggju ferdir. sigur bosnisk
Førovur g serliga í Klaksvík
— er har nakað hendi
Hetta er eftirhondini næstan sum
eitt annað heim fyri meg, sigur
hann
Predrag Nikolic sigur, at síðani
hann var í Føroyum fyrstu ferð,
hava føroyingar fingið fleiri góðar
telvarar afturat
A olympiaduni í 1994 fingu
tit sera gott úrslit. Í Jerevan í 1996
gekk ikki so væl, men soleiðis er
tað sum oftast. Succes kann ikki
koma allatidina — tað má byggjast
upp. Tórshavn Open í februar í
fjør vísti eisini, at Føroyar eru
komnar á talvheimskortið, sigur
hann
— Tað sum eisini hevur tydning
er, at fleiri ungir telvarar eru á veg
fram. Jerevan-liðið var ungt og
kláraði seg væl. Ætlanin má vera,
at tað skal vera sum ein kava-
búltur, ið fer á rull og veksur.
Hetta ættarliðið er gott, og næsta
ættarlið verður vónandi enn betri
sigur hann
Predrag Nikolic kom til Føroyar
mikudagin, og hóskveldið hevði
hann so sín fyrsta >tíma<.
Tað sæst, at føroyingar sein-
astu árini hava lagt alt ov nógv í
byrjunarspælið, sum teir duga væl
Men restina hava teir »gloymt«,
um ein kann siga tað soleiðis
sigur hann
- Eftirsum fólkatalið í Føroyum
ikki er so stórt, er telvingin ikki á
heimsstødi, men tað bilar heldur
ikki so nógv. Tað sum tað ræður
um er sjálvur at gerast ein betri
telvari, og tað haldi eg, at vit
síggja í Føroyum eisini
Telvararnir yngri
nú enn fyrr
Predrag Nikolic er 37 ára gamal
og er sostatt rættiliga royndur telv-
ari. Sjálvur heidur hann, at talv í
dag er broytt í mun til fyrr
— Tað hava verið broytingar í
talvi seinastu tíggju árini. Eitt,
sum sæst í dag, er, at telvararnir
eru nógv yngri nú enn fyrr, og
sjálv telvingin er eisini broytt,
sigur hann
Anand og hinir ungu telvar-
arnir eru modernaðir í sínum
spæli. Men eg eri so framvegis
millum 20-30 teir bestu — okey. í
løtuni eri eg okkurt um nummar
35 í heiminum, haldi eg. Eg kann
helst ikki betra meg so nógv aft-
urat, men vónandi kann eg halda
mær uppi í nøkur ár afturat, sigur
Predrag Nikolic og vísir á, at eftir
eina ringa byrjan upp á árið í fjør
kom hann fyri seg aftur móti end-
anum av árinum
Talv, kriggj og fótbóltur
Borgarakríggið í gamla Jugoslavia
hevði sum vera man eisini sína
ávirkan á telvingina í landinum.
— Talv hevur altíð verið væl um-
tókt í tí, sum fyrr æt Jugoslavia,
greiðir Predrag Nikolic frá
Tað var eitt spæl, sum øll
kundu vera við í, og nógv telvaðu
eisini. Kríggið oyðilegði eitt sind
ur av rútmuni, og nógv rýmdu
men í Bosnia hava vit í løtuni eina
kjarnu upp á fýra stórmeistarar,
sum fegnir vilja umboða land sítt
til altjóða kappingar
Tað sum føroyingar fyrst og
fremst hefta seg við, tá tosað verð-
ur um Bosnia-Hersegovina er, at
har leikaði borgarakríggj á í fleiri
ár, og tað ásannar Pedrag Nikolic
eisini
— Tað er ivaleyst kríggið, sum
føroyingar fyrst hugsa um, tá teir
hoyra um Bosnia-Hersegovina
Men vónandi fer tað at broytast,
sigur Predrag Nikolic og leggur
afturat, at nú Føroyar og Bosnia-
Hersegovina eru komin í sama
bólk í EM-undankappingini í fót
bólti, eru góðir møguleikar fyri at
økja um kunnleikan báðar vegir
— Ég var í Sarajevo, tá EM
lutakastið fór fram, og eg greiddi
so eitt sindur frå Føroyum. Ítróttur
er ein góður háttur hjá fólkasleg
um at fáa samband hvort við ann
að. Har ger talv sjálvandi eitt sind-
ur, men tað er uttan iva serliga
fótbólturin, sum kann føra fólk
saman. Vónandi kann fótbólturin
gera, at bæði føroyingar og bos-
niarar læra eitt sindur meira um
hvønnannan.
Predrag Nikolic fer av aftur
landinum hósdagin 5. februar,
elj
Sosialurin