Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 15 — 24. JANUAR 1998 missa møguleikan í morgin tíðindablaðið SOSTAMMMNn Kyndil ella H71 kunnu Hondbóltur: Í morgin kann antin Kyndil ella H71 missa møguleikan fyri at gerast føroyameistari hjá monnum Øl liðini í 1. deild hjá kvinnum og monnum skulu í eldin hetta vikuskiftið. Tveir dystir verða spældir í dag og fýra í morgin. Dystirnir í dag verða báð- ir í itréttarhøllini á Hálsi. StIF sendir bæði síni lið til Havnar at spæla móti Neist- anum. Hjá kvinnunum er talan um toppdyst. Neistin og StIF hava bæði 10 stig eftir grundspælið og fyrsta dyst í endaspælinum. Sein- asta sunnudag vann StIF 23-18 á Kyndli í Havn, meðan Neistin vann ein tep- ran 19-18 sigur á VB í Vági. Hjá monnunum er hin- vegin talan um ein dyst millum toppin og botnin í deildini. StIF er áðrenn dystin bert eitt stig aftan fyri VIF á ovasta plássinum og kann við einum sigri í dag taka plássið frá vestmenn ingum — í øllum førum í ein dag. Neistin hevur ikki havt nakað gott kappingarár, og - fyri hálvu aðrari viku taptu teir týðandi botndystin móti KIF. Hetta urslitid sendi Neistan niður í kjallaran í 1. deild. Sum kappingarárið hevur lagað seg higartil, verða tað Neistin og KIF, sum fara at stríðast einsa møll í botninum, og tí eru útlitini fyri sigri til Neistan móti strandingum í dag heldur ikki serliga góð. Avgerandi dystur millum Kyndil og H71 Í morgin verða so hinir fýra dystirnir, tveir hjá kvinnum og tveir hjá monnum. Á Skála skal KIF royna at steðga vestmenningum, sum tykjast hava funnið stevið aftur eftir nøkur mis- jøvn úrslit fyrr í kappingar- árinum, og VIF er framveg- is liðið, sum hini skulu vinna fyri at gerast føroya- meistarar. Men tað er sera ivasamt, um kollfirðingar, sum hava trý stig, kunnu gera nakað við føroyameist ararnar frå í fjør Mest åhugaverdi dysturin hjá monnunum hetta viku skiftið er ivaleyst tann í Havn millum Kyndil og H71. Bæði liðini hava fram vegis møguleika fyri at gera seg galdandi, men til tað krevst ein sigur í morgin Kyndil og H71 hava åvika vist 6 og 7 stig, medan VIF hevur 10, og eftirsum tað er lítið sannlikt, at vest menningar missa stig móti KIF, so merkir ein ósigur til annan av steypafinalist- unum merkir ivaleyst, at liðið missur møguleikan fyri at vinna føroyameist- araheitið. Týðandi dystur í Vági Kvinnuliðið hjá Kyndli tapti seinasta vikuskifu móti SUF og fór tvey stig aftur um tey bæði oddaliðini í deildini. Í morgin tekur Kyndil ímóti GÍ, sum er í niðaru helvt av stigatalvuni. Landskappingin hjá kvinn- um er býtt upp í tveir partar — trý lið í ovaru helvt og trý í niðaru helvt. Tað er sera sjáldan, at nakað lið í niðaru helvt vinnur á nøkrum liði í ovaru helvt, og nógv skal til, um tað broytist í morgin Líkamikið um Kyndil vinn ur dystin móti GI, koma tær ikki upp á fyrsta plássið, tí antin Neistin ella StIF — ella kanska bæði teirra innanhýsis dysti í dag Sætti dysturin hetta viku skiftið verður í Vági millum VB og Stjórnuna. Bæði lið Int taptu sin tyrsta dyst endaspælinum móti åvika vist Neistanum og Gl, so dysturin í morgin hevur risastóran týdning fyri bæði liðini. Vinnarin sleppur tvey 1F fáa stig í Kvinnuliðini hjá Neistanum og StÍF spæla toppdyst í Havn í dag Antin Kyndil ella H71 kunnu missa FM-møguleikan í morgin stig upp um hitt liðið, og tað kann vísa seg at fáa av gerandi tydning, tá kapp ingin líður móti endanum Ho I. deild menn 1. umfar, 14. januar | KIF-Neistin 28-22 18. januar | H71-VIF 26-29 (8-14 19. januar Kyndil-StIF 22-25 Stødan 1. VIF | 1-0-0 2. SF I 100 3. H71 I 0-0-1 4. Kyndil I 0-0-1 5. KIF I 100 6. Neistin I 0-0-1 Komandi dystir 24/1: Neistin-StIF 25/1: KIF-VIF 25/1: Kyndil-H71 21 I. deild kvinnur 1. umfar, 18. januar Kyndil-SUF 18-23 (8-14) Stjørnan-GI 16-22 (4-11) VB-Neistin 18-19 (10-8) Stødan 1. Neistin | 1-0-0 2. StiF I 1-0-0 3. Kyndil I 0-0-1 4. GI | 1-0-0 5. VB I 0-0-1 6. Stjørnan 1 0-0-1 Komandi dystir 24/1: Neistin-StIF 25/1: Kyndil-GI 25/1: VB-Stjørnan 351-244 10 316-279 9 | 294-281 7 | 281-279 6 254-296 3 246-332 2 | Í | 1 | 256-196 10 262-209 10 | 268-231 8 235-295 4 210-250 2 204-255 2