leygardagur 24. januar 1998síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
+
HEL
Nr. 15 — 24. JANUAR 1998
nøvnQ,)
|
i 4
Góða Mikala
Tillukku vid degnum 24.1. Vit
koma at fåa okkum A Cup Tea
Heilsan diddi og beiggi
P. S. Eisini ein heilsan til gubba
og ningining
Lítli Andur verður 3 år í dag.
Hjartaliga tillukku.
Ynskja mamma og babba
Góða Kristvør og Hjørleivur
Vit vilja ynskja tykkum bådum hjartaliga tillukku vid 4 åra
aa”
Hej Smukke!
Hjartaliga tillukku vid 18 åra
degnum tann 24.1. Vit gleda
okkum at sleppa biltúr vid MS.
Nú er tíð uppá at »grow up«.
Alt tað besta.
Ynskja Ann Margit, Mari-
anna, Margretha og Janna
P. S. Luktar tú >gull<
Jórun 40!
Tillukku við teim 40. Maller
sa steik, altíð brún, ongantíð
bleik. Tú gongur og gongur í
gulum jakka, nú mást tú okk-
um í balli takka.
Ynskja vinir
tíðindablaðið SOSLlalUKR.
T
G60i Olabbi
Hjartaliga tillukku vid 75 ára degnum í dag. Alt gott ynskja vit
tær.
Bestu heilsanir abbabørnini
Hello mr. B!
Tillukku við teimum 11 árun-
um
Heilsan Rúni
Hjartaliga tillukku við 75 ára degnum 24.1. Alt gott framyvir
Ynskja 2 systrar
degnum tann 25. jan. og |. febr. Eru tey ikki fitt?
Heilsan gumma og gubbi
Góða Johanna Katrina
Hjartaliga tillukku við 7 ára
degnum í morgin, alt tað besta
í framtíðini.
Heilsan Mamma, Sólbjørn
og Vónbjert
Góði Jákup
Hjartaliga tillukku við 11 ára
degnum 24. jan. Alt gott ynski
eg tær í framtidini. El-boogie-
power!
Heilsan stóra STERKA systir
29
Minningarorð um
Eydnu Olsen
f. 19. apríl 1953 — d. 17. desember 1997
Tungt er at byrja at arbeiða eftir sjólafrí við vissuni
um, at Eydna ikki longur er okkara millum. Hesa
somu tíð fyri einum ári síðani síggi eg í starvsbók
míni ymiskar fundir við framtíðarætlanum fyri tey
blindu og sjónveiku, har Eydna luttekur virkir
Oskiljandi at so skjótt skuldi ganga. Harrin hevði
aðrar ætlanir við Eydnu
Eydna var sjónveik frá barni av, men dugdi ser
stakliga væl at liva við sínum breki. Eydna var eitt
virkið menniskja, dugdi væl at leggja til rættis, fekk
tað frá hondini, hon hevði ætlað og hon helt á, til
hon hevði rokkið málið. Hon var avgjørd og visti
tú tí altíð, hvar tú hevði hana. Eydna sat í nevndini
fyri Føroya Blindafelag og var eitt tíðarskeið eisini
formaður fyri felagið. Eisini umboðaði hon tey
blindu í stýrinum fyri Føroya Blindastovn. Hennara
góðu eginleikar gjørdu, at hon var góð at samvinna
við.
Síðan gongd kom á vevistovuna á Føroya Blinda-
stovni, hevur Eydna myndað hana sum vevari
altid stundisliga og vælgjørd. Hesi seinastu árini
hevur stórur eftirspurningur verið til klæði til
skjúrtið til okkara tjóðbúna. Henda framleiðsla
gjørdist hjartamál hjá Eydnu. Við sínum kunnleika
til vevin var hon álitið hjá øðrum vevarum og eisini
okkum starvsfólkum. Altíð til reiðar at veita eina
hjálpandi hond
Tað er tómligt, nú vevurin stendur tómur. Klæðið
sum stendur í hálvagekki, vitnar um mannaverk
sum ikki á hverjum sinni fær vovid sína lagnu
sum ætlað. Hóast Eydna royndi at berjast mót
herviligu sjukuni, bar ikki til at vinna á. Tykkun
sum mistu, sýna vit okkara djúpu samkenslu. Ser-
liga tær Jákup, foreldrum og systrum. Tykkara tætta
samband átti hon stóran tryggleika í
Saknurin og minnið um Eydnu bera vit í glæn
uni av ti, sum vovið varð í vinarlagi og trúfesti
Vit á Blindastovninum lýsa frið yvir minnið um
okkara kæru Eydnu
Karin Kass
WWW.50SIGlVFIN.