Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOSU Nr. 17 — 28. JANUAR 1998 Formaðurin í Fóroya Oljuídnaði heldur, at tað er skeivt at blanda olju og fisk: -Það er býtt av føroyingum at brúka oljuna at hótta við — Tað er ikki eitt tekin um styrki um føroyingar nú fara at brúka olj- una at hótta, ella trýsta onnur til at geva okkum betri sømdir á fiski- vinnuøkinum. Tað kann tvórturímóti skjøtt enda afturi å okkum sjålvum AK! BERTHOLDSEN --Tað er skeivt at blanda olju »g fisk saman. Tí fara vit at blanda tvær ymsar vinnur saman, er ilt at siga, hvar vit enda Pauli Einarsson, formað- ur í Føroya Oljuídnaði, er ikki samdur við teimum báðum, formanninum í reiðarafelagnum, Jákupi Sólstein, og stjóranum á Kósini, Jóhan Páll Joensen, um, at vit eiga at brúka tey vápn, vit hava, fyri at fáa onnur at geva okkum betri fiskivinnurættindi. Fyrst og fremst hugsaðu teir báðir um norðménn, sum teir halda hava verið sera kargir ímóti okkum før- oyingum. Og nú oljan stendur fyri durum, halda teir báðir, at tað er sjálvsagt „at vit eisini brúka oljuna til at leggja norðmenn undir trýst við. Og sagt í stuttum, halda teir báðir, at vit eiga at geva norðmonnum greitt, at eru teir ikki eitt sindur Jagáligari ímóti okkum føroyingum, skulu norskar fyritøkur heldur ikki rokna við at fáa nakrar serligar sømdir í eini komandi, føroyskari olju- vinnu. Ikki tekin um styrki Men hetta heldur formad- urin i Føroya Oljuídnaði lit- ið um. Pauli Einarsson sigur, at tað er skeivt at blanda tvær vinnur saman. —Ti hvar enda vit so. Skulu vit so heldur ikki flúgva við SAS fyri tað, um norðmenn eiga ein triðing í flogfelagnum? Hann heldur avgjørt ikki, at tað er tekin um styrki at brúka eina vinnu, sum olju- vinnuna at hótta, ella trýsta onnur at geva okkum betri sømdir á fiskivinnuøkinum. — Tad er altid kediligt at verða hóttur. Og tað er so skjótt at slíkar hóttanir kunnu enda afturi á okkum sjálvum. Pauli Einarsson sigur, at vit skulu minnast til, at tek- ur oljuvinnan seg upp av álvara, verða tað so nógvar aðrar vinnur í Førovum, sum, koma uppí part. — Og summi av teimum fólkum, sum einaferð koma uppí oljuvinnuna, verða kanska tey somu, sum nú vilja leggja norðmenn undir trýst. — Ti tað er ongin sum sig- ur, at teir, sum nú eru reið- arar á fiskiskipum, ikki verða reiðarar á onkrum ðrum skipasløgum í olju- vinnuni. — Og tá kann tað koma teimum tvørt fyri at teir nú vilja hava føroyskar mynd- ugleikar at royna at trýsta, ella at hótta norðmen at geva okkum betri sømdir á øðrum økjum sigur Pauli Einarsson. Men eiga vit ikki at brúka teir møguleikar vit hava, fyri at fáa betri sómdir? --Vit eiga at býta fisk fyri fisk, ella fisk fyri pengar. — Og vit eiga at býta olj- u fyri olju, ella olju fyri pengar. Meira eigur tað ikki at blíva til. Vit eiga ikki at blanda alt saman. Men skilir tú ikki, at reið- arar illneitast inn á norð- menn, um teir halda seg fáa verri sómdir, enn onnur fá- a? — Hatta er trupult at siga nakað um. Tí eg veit ikki, hvussu samrådingarupp- leggini hjá føroyingum síggja út. Eg veit heldur ikki, hvussu stóran áhuga, norðmenn hava at fiska undir Føroyum, afturímóti tí áhuga, vit hava at fiska hjá teimum. Vit eru so smá, at vit hava so lítið at sam- ráðast við. Vit kunnu ikki so frægt sum keypa okkum kvotu, tí tað hava vit íkki ráð til. Men at blanda alt saman er býtt, sigur Pauli Einarsson. — Oljuævintýrið nærkast nú við risafetum. Tí ræður um at verða til reiðar. AK! BERTHOLDSEN Nú er neyðugt at verða til reiðar. Tí mugu vit eisini skipað okkum betri Oljuævintýrið nærkast nú við risafetum Ti fer Føroya Oljuídnaður eisini at styrkja seg og at brynja føroyskt vinnuliv at taka ímóti oljuni Føroya Oljuídnaður hevði aðalfund mánadagin og ertt úrslit av fundinum er, at ar- beiðsbólkar sita og arbeiða við, hvussu felagið skal um- skipast. so tað betri fær tænt sínum endamál: Hvussu truplar arbeiðs- umstødurnar hjá felagnum hava verið, sæst best av, at aðalfundurin í gjár var fund- Nú ræður tað um at vera til reiðar Eitt úrslit av aðalfundinum í Føroya Oljuídnaði mánadagin er, at felagið verður umskipad. Tað verður dýrari at verða limur, men limirnir fáa meiri fyr pengarnar. Mynd: J.Kr. Vang urin fyri 1996. Pauli Einarsson sigur, at nevndin helt tað hevði størri týdning at arbeiða fyri, at limirnir sluppu á ráðstevnur og fingu vitan, heldur enn at skipa fyri einum aðal- fundi, Og orka var altso íkki til bæði - og tað skilti aðal- fundurin. Men Pauli Einarsson formaður í Føroya Oljuidn- aði sigur, at skal føroyskt vinnulív verða nóg væl fyri, et neyðugt at umskipa fel- agið. Eitt úrslit av hesum bygn- aðarbroytingunum, sum ar- beiðsbólkarnir nú arbeiða við, verður, at felagið fær eina veruliga skrivstovu, og setur eitt lønt fólk í starv. — Tað er nú greitt, at tað fer ikki longur at strekkja til við sjálvbodnum arbeiði. Og oljuvinnan nærkast so skjótt, at tað er alneyðugt at fáa arbeiðið meiri skipast. Higartil kostar tað 1.000 krónur um árið at verða lim- ur, men tað er greitt, at tað verður væl dýrari. Á aðalfundinum í gjár bleiv nevndin afturvald. Í henni er Pauli Einars- son, formaður og Magni Arge er næstformaður. Hinir neyndarlimirnir eru Gunnar Mohr, Arni Joen- sen, Jóhann Mortensen, Alvi Nielsen og Johanna Hansen. Aðalfundurin fyri 1997 verður so um umleið ein mánaða, táið arbeidsbolk- arnir skulu vera lidnir við bygnaðarbroytingarnar. Eitt annað úrslit av bygn- aðarbroytingunum er, at fel- agið verður býtt sundur í áhuhabólkar. — Tvs, at viðkomandi upplýsingar bara verða lætnir til viðkomandi áhug- abólki. Tí allir upplýsingar hava ikki líka stóran áhuga hjá øllum. Annars bíðar formaðurin í oljuídnaðinum nú spentur eftir, at tingið fær avgreitt oljuógina. Hann vónar, at tað verður skjótt, og at farast kann und- ir at bjóða oljuøkini út. — Oljugkini skuldi helst blivið bjóðað úr fyrra hálvár í ár. Í øllum fórum má tað verða í ár. Hann sigur, at verður tað útsett ov leingi, fara olju- feløgini kanska at missa á- hugan og at brúka pengar- nar aðrastaðni. Felggini hava ávísar upp- hæddir til granskingar á á- hugaverdum økjum. Og verður tað bara til prát í Føroyum, fara tey helst aðrar vegir, sigur Pauli Ein- arsson. Hann vónar, at tað kemur at standa í oljulógini, at allar veitingar skulu um føroysk- an kaikant, ella um føroysk- an flogvøll. — Tí kemur tað at standa í lógini, er ongin ivi um, at báði norsk, donsk, og onnur, útlendsk feløg, fara at finna sær føroyskar samstarvsfel- agar. Tað vil siga, gongur sum ætlað, fer meiri virksemið longu at taka seg upp, ti samfelagið er so lítið, at lítið skal til fyri at ávirka gongdina.