Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 17 — 28. JANUAR 1998 tíðindablaðið Son 5 Fimm virdislønir til filmin um Barbaru Føroyingar tóku Barbaru-filmin til sín og danir gjørdu tað sama. Nú hevur Nils Malmros fingið tað bláa stemplið frå starvsfeløgum sínum í donsku filmverðini. Um vikuskifti fekk "Barbara" ikki færri enn fimm virøislønir á filmfestinum í Keypmannahavn Filmurin um Barbaru varð nógv róstur tá hann kom fram. Um vikuskifti vann filmsliðið fimm Robert-virðislønir, m. a. sum besti danski filmurin í 1997. (Mynd: Jens Kr. Vang) SVEINUR POULSEN Næstan allir føroyingar eru samdir um, at Nils Malm- ros kom stak væl frá film- inum um Barbaru. Nógv hevur verið tosað um filmin, og tær flestu við- merkingarnar eru positivar. Eisini hava nógv fólk sæð filmin. Serliga í Føroyum, sjálvandi, men so sanniliga eisini í Danmark. At arbeiðið er væl úr hon- dum greitt, hava filmsfólk- ini fingið at vita fleiri ferð- ir. Barbara er m. a. innstillað til Oscar-virdislønina sum besti »ikki-amerikanski« filmur. Innstillingin er gjørd av donskum og norðurlendsk- um filmsfólkunum, og bara tað má verða ein fjøður í hattin hjá filmsleikstjór- anum Nils Malmros. Robert virðislenirnar Um vikuskiftið vóru Robert virdislønirnar latnar í Keyp- mannahavn, og eisini her gjørdi >okkara< filmur um seg. Filmurin um Barbaru fekk ikki færri enn fimm virdislønir. Fyrstu virdislønina fekk »Barbara« sum besti danski leikfilmur. T6 hildu danir ikki, at »Barbara« einsamøll åtti henda heidur Ein filmur, sum ikki var so dyrur at gera sum »Barbara« fekk eisini tann heidur at verda besti danski filmur i 1997. Filmurin eitur »Let's Get Lost«, er svart-hvítur, og tað er Sidse Babett-Knudsen, ið hevur kvinnuliga høvudsleiklutin Lars Simonsen, sum leikti Harra Pál so framúrskarandi væl, fekk virdislønina sum besti mannligi høvudsleik- ari. Lars Simonsen bleiv landskendur í Danmark fyri leiklut sín sum Harra Pál, og í Danmark verður ikki ivast í, at henda mann koma vit at síggja nógv meira til í framtíðini. Eisini Jesper Christeasen, sum hevði leiklutin sum Sorinskrivarin, fekk virðis- løn. Hann fekk virdislønina fyri >besta mannliga hjá- leiklut< Afturat hesum trimum virdislønum, fekk filmurin um Barbaru tvær virdislønir aftuat. Onnur teirra var til myndamannin, Jan Wein- cke, fyri g6dar upptøkur meðan hin var til ljósmann- in, Otto Stenov Ongin virdisløn til Anneke von der Lippe Harafturímóti fekk Ann eke von der Lippe onga virdisløn fyri leiklut sin sum Barbara. Donsku filmsfólk- ini valdu at geva Sidse Babett-Knudsen virdisløn- ina fyri besta kvinnuliga høvudsleiklutin, fyri leiklut sín í filminum >Let's Get Lost< Tað verða nógvir film- festivalar, har >Barbara< skal luttaka, og tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at gangast teimum Serliga spennandi verður at síggja, um tað fer at eyd nast at fáa eina av teimum fimm-seks endaligu innstill- ingunum til Oscar-virdis lønina. Kemur tad so langt, so verða Føroyar rættuliga heimskendar Nils Malmros, leikstjór hevur alment sagt, at »Bar bara« kann koma uppå tal til ein Oscar, ti »Barbara« hevur tad sum skal til, fyri at koma so langt Bankamálið: Danska stjórnin verður sitandi. Hetta er nidustødan eftir samráðingar millum stjórnina óðrumegin og SF og Eind- arlistan hinumegin. Í gjár var spurnarorðaskifti um bank- amålid í Fólkatinginum SVEINUR POULSEN I gjár var spurnarorðasksfti í Fólkatinginum í sambandi við bankamálið. Borgarligu flokkarnir royndu frá byrjan tað teir kundu, at ábyrgda stjórnini tað ólukkugongd í banka- málinum, men teir komu ongan veg. Teir royndu fyrst at geva Poul Nyrup Rasmussen ábyrgdina, men tað visti seg skjótt, at tað hjálpti onki. Síðan hevur, serliga Uffe Ellemann-Jensen, verið eft- ir Mogens Lykkeftoft, fíggj- armálaráðharra. Formaður- in í Vinstraflokkinum hevur kravt, at Mogens Lykketoft verður stillaður fyri ein Rík- isrætt fyri sín leiklut í bankamálinum. Uffe Ellemann-Jensen hevur gjørt vart við, at tað serliga er tí, at fíggjarmála- ráðharrin hevur misnýtt vald sitt til at kroysta før- oyingar til at yvirtaka bank- an. Heldur ikki hesin taktikk ur eydnaðist, og tað sær út til, at Mogens Lykketoft sleppur uttan stórri revsing Stóri næsadagur Málið um bankan er vorðið eitt danskt innanríkis mál burturav. Tað er valár í ár, og fáa andstøduflokkarnir — íkki revsað stjórnina við ríkis- rættarákærum, so hava teir gjørt veljarum sínum greitt, hvat teir halda um moralin hjá stjórnini. Tað hevur alla tíðina ver- ið greitt, at stjórnin fór at fáa ákoyringar fyri hand- faringina av Føroyamålin- um. Sidani bankakanningin varð almannakunngjørd, hevur stjórnin samráðst vid SF og Eindarlistan um, hvussu harðar ákoyringar- nar skuldu verða, og nú eru teir vorðnir samdir. Frank Aaen frá Eind- arlistanum sigur, at hann er nøgdur við dagsskrånna. — Stjørnirnar hjå Schliiter og Nyrup verða kritiseraðar, Den Danske Bank fær eisini kritik, og tað stendur eisini eitt sindur um embætis- menninar. Danska blaðið Aktuelt segði í gjár, at sambært teirra upplýsingum verður stjórnini álagt at kanna hvat slag av endurgjaldi føroy- ingar skulu hava. Eisini verður lagt upp til, at Den Danske Bank skal spýta í kassan, tá føroyingar skulu hava endurgjald. Jyllands-posturin kallaði dagin í gjár fyri >Stóri næsadagur<. Tó søgdu teir, at tað ikki skuldi roknast við, at stjórnin fekk harðan kritik. Jyllands-posturin roknaði heldur ikki við, at kritikk- urin av stjórnini fær fylgjur fyri stjórnina. Undanfarnar stjórnir hava fleiri ferðir fingið kritik, men tað hevur sjáldan fing- ið ålvarsligar fylgjur. Eitt nú hevur Uffe-Elle- mann Jensen fingið so nógvar »næsar«, at hann hevur eitt savn. Tað fekk ongar fylgjur fyri hann, hin- vegin er hann heldur stoltur av teimum SIÚTSOLA Partí av foroyskum troyggjum For., litað tógv, 50 gr. hespa, fyrr 21,50 2 tráðað for. skips- troyggjutógv, fyrr 28,- Annað tógv fyri * Bygdaordrar verða avgreidir * Jogging 100% ull, 5,- / 8,75 / 9,75 / 10,- Tógvhandilin IGLOO 100 gr. fyri 15,- Sverrisgota 19 Tórshavn TIf. 15264 Fax. 19623