mikudagur 28. januar 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið Skari
Nr. 17 — 28. JANUAR 1998
Óvanliga drúgt orðaskifti
um skúlaverkfallið:
Loys nú trætuna, Eilif!
Fyrispurningurin hjá Signari á Brúnni til Eilif Samuelsen, landsstýrismann í
skúlamálum, um verkfallið í miðnámsskúlunum, fekk eina óvanliga drúgva
umrødu í tinginum í gjár. Meiri enn fullsettu áhoyraraplássini hildu neyvan
tingmonnum aftur, og ofta bar orðaskiftið brá av lifran fyri næmingunum
LEo POULSEN
Stúvstappaðu áhoyrara-
plássini gjørdu helst sítt til,
at orðaskiftið um svarið hjá
Eilif Samuelsen gjørdist
ógvuliga drúgt. Tveir og ein
hálvan tíma vardi tað
Signar á Brúnni hevdi
spurt Eilif Samuelsen, hver
orsøkin var til, at umleið
900 næmingar í HF- og stu-
dentaskúlunum ikki sleppa
í skúla aftur, nú ið skúlarnir
hava spart ta upphædd, ið
landsstýrið kravdi skuldi
sparast
Svarið hjá Eilifi var drúgt,
men kortin: bert ein gjøgn-
umgongd av gongdini
málinum. Sostatt fekst einki
ftøkiligt at vita frå landsstýr-
ismanninum i fyrsta umfari,
um hvør orsøkin til fram-
haldandi verkfallið var
Hetta kom tó fram seinni,
tá Eilif í einum av sínum
fimm umførum á rødara-
pallinum vísti á, at Yrkis-
felagið hjá HF- og studenta-
skúlalærarunum var ótrú-
liga tungt at dansa við, og tí
stóð aftur í botni, tó at ein
avtala annars var komin
undir land, partanna mill-
um.
Er peningurin
spardur?
Svarið var sum nevnt ikki
nøktandi i fyrstu syftu, og
tí spurdi Signar á Brúnni
aftur, hverjar ætlanir lands-
stýrið hevði við málinum
Tjóðveldistingmaðurin vísti
á, at nú var enn ein vika
gingin, og úrslitið fór nú at
gerast, at næmingar fóru
ikki upp til prévtøku
Spurningurin var so, um
næmingarnir kundu seta
fram endurgjaldskrav fyri
eitt spilt år, og í so fall ímóti
hverjum?
Jákup Joensen vísti á, at
landsstýrismaðurin hevði
ikki svarað spurninginum.
Hann vísti á, ai landsstýrið
hevu ábyrgdina av, at anarki
og lógloysi ikki valdar á
skúlunum. Eisini vildi
Jákup Joensen hava at vita,
um peningurin veruliga var
spardur. Yrkisfelagid hevði
greitt boda frå, at teir sanni-
liga ikki væntadu at verda
afturhildnir i løn, og tå
landsstýrið sostatt fram-
vegis hevði hesar lønariit-
reiðslur, hvar var so spar-
ingin.
Haldið á til
semja er fingin
Óli Jacobsen segði, at
Yrkisfelagið var amatør-
kent. Teir søgdu upp avtal-
ur, ið binda teir, men ikki
avtalur, ið binda landsstýr-
ið. Soleiðis virka sáttmálar
og samráðingar ikki. Oli
vísti á, at hann sjálvur hevði
30 ára royndir við samráð-
ingum, og hann helt, at eitt
Verður endurgjaldskrav reist
Hvor skal so gjalda
Nakað av kjaki stóðst av, at verkfallið á miðnámsskúlu-
num var so nógv útligið, at talan saktans kundi gerast um
eitt endurgjaldskrav frå næmingunum
arnir kundu
gjaldskrav fyri mist
tíð
Málið var í veruleikanum
tað, at av tí at næmingarnir
nu ne St S Fog
SKI vasamt, um teir
for a provtøkurnar
e teir í heila tikið
ru upp ul hesar provtøkur
Ur øllum umstødum
kann fyra vikur langa verk-
fallið nú hava ført til, at fleiri
av næmingunum falla frå, og
tískti hava spiit
heilt år. Ti i so fall må met-
ast, at fyrra hálvár av skúla-
árinum er gingið til púrasta
onga nyttu, samstundis sum
næmingarnir standa við ein-
um seinna hålvåri, sum teir
als ikki kunnu brúka til nak-
að
burtur ettt
Landsstýrið ella
Jógvan Djurhuus var inni á
hesum sama og vísti á, at eitt
møguligt endurgjaldskrav
mátti enda hjá landsstyri
num, í hvar aðrastaðni
skuldi eitt slíkt annars fara
Men hvorki Bjørn á Heyg-
um ella Bjarni Djurholm
vóru samdir í hesum. Seinni
Verður endurgjaldskrav reist, er spurningurin hver skal
gjalda: Eilif Samuelsen ella Snorri Fjalsbak
nevndi vísti á, at tað var Yrk-
isfelagið, ið ikki vildi møta
á samráðingarfundi, og tískil
var høvudsorsøkin til, at ein
stórur partur av skúlaverki-
num nú hevur ligið stillur í
fýra vikur
Jógvan Djurhuus vísti á,
at landsstýrið í síðsta enda
hevur ábyrgd av skúlaverki-
num, og tí mátti eitt endur-
gjaldskrav sjálvandi enda á
landsstýrisborðinum. Um so
landsstýrið kravdi peningin
aftur frá Yrkisfelagnum, var
cin onnur søga
so banalt mål åtti at verid
loyst meiri siviliserad.
Ofta draga samrådingar
út, men verður ikki givist í
hálvum gekki, ber nærum
altíð til at mýkja málini so
mikið, at ein loysn fekst.
Hann dugdi tí als ikki at
skilja Yrkisfelagið, tá teir
kundu avlýsa samráðingar,
tí teir orkaðu ikki at sam-
ráðast. Og hetta eftir eitt
samráðingarumfar, ið bert
hevði vart einar 12 tímar.
Hesa somu áskoðan
høvdu fleiri aðrir tingmenn,
og heittu teir eisini á lands-
stýrismannin um at boða
Yrkisfelagnum til fundar og
sita har, til ein semja var
fingin.
Prinsippmål
Finnbogi Isakson åsannadi,
at løgtingid ikki var nakar
semingsstovnur, men kort-
ini kundi ein gera sær sinar
tankar um målid. Hann
segði, at svarið frå Eilifi var
ikki nakað svar, men bert
ein gjøgnumgongd av måli-
num, sum nú var broytt frá
einum máli um sparingar til
eitt prinsippmál um leiðslu-
rættin á skúlagkinum
Og her var einki at tvistast
um: leiðslurætturin liggur í
síðsta enda hjá landsstýri-
num. Men tá nú málið við
sparingunum var rokkið, og
framvegis eingin semja var
fingin, kundi talan nú bert
vera um stoltleika.
Bjarni Djurholm úr
Fólkaflokkinum vísti á, at
næmingarnir vóru taparar-
nir í málinum. Hann metti
tað lítið sømiligt, at eitt so
lítið mál, sum í veruleika-
num snúð: seg um fýra
næmingar, ið vóru komnir í
klemmu, skuldi halda 900
ødrum næmingum frá at
sleppa í skúla
Flest allir tingmenn heittu á Eilif Samuelsen um at fáa
loyst trætuna við Yrkisfelagið hjá HF- og Studentaskúla-
lærarum
Bjarni vísti eisini á, at hó-
ast 24 næmingar í hvørjum
flokki var eitt stórt tal, so
hevði Yrkisfelagið vist litl-
an vilja at loysa málið.
Hann segði, at tað var heilt
burtur við av Yrkisfelag-
num at draga aðrar spurn-
ingar inn í hetta málið, sam-
stundis sum hann heitti á
landsstýrismannin um nú
ikki at ganga í smáum
skóm. Landsstýrið skyldar
ikki Yrkisfelagnum nakað,
men næmingunum.
Avtala var
undirskrivað
Eilif Samuelsen viðgekk, at
næmingarnir merktu sviðan
av ósemjuni. Um tað bert
hevði verið eitt stríð millum
landsstírið og Yrkisfelagið,
so kundi tað verið tað, tað
var. Men tað syrgiliga var
at næmingarnir vóru gíslar
í málinum
Landsstýrismaðurin vísti
eisini á, at landsstýrið heyði
víst ein vilja at loysa málið.
Ein avtala var fingin í lag,
og eisini undirskrivað. Ein
avtala, ið greitt segði, at
flokkarnir við HF- og stu-
dentaskúlan á Kambsdali
kundu halda fram sum
framman undan, men at
limirnir í Yrkisfelagnum
høvdu avvíst hesa semju.
Hann harmaðist eisini, at
Yrkisfelagið hverki vildi
hava gerðarrætt at avgera
málið, ella semingsmann
upp í samráðingarnar. Or-
søkirnar til hetta vóru, at
Yrkisfelagið ikki vildi »risi-
kera< at tapa ein úrskurð í
gerðarrættinum
Men samanum tikið kann
sigast, at løgtingid var samt
um, at nú mátti ein semja
fáast á trætuni, ongatíð ov
skjótt, og allir flokkar hettu
á landsstýrismanninum um
at gera alt fyri, at næming-
arnir sluppu aftur í skúla —
helst tann dag í dag
Tordur Niclasen um misálit á Eilif:
Fyrstu reglurnar
eru longu skrivaðar
LEo POULSEN
Eisini Tordur Niclasen úr
Miðflokkinum nýtti høvid
at siga sína hugsan um verk-
fallið á miðnámsskúlunum.
Tordur var ikki beinleiðis
vinarliga sinnaður mótvegis
landsstýrismanninum og
metti, at hann hevði gjørt
alt ov lítið fyri at fáa ein
enda á ósemjuni.
Eins og fleiri aðrir ting-
menn, m.a. Marita Petersen
og Ingcborg Vinther, vísti
hann á, at landsstýrismað-
urin longul8. desember
1997 visti, ella burdi vita,
at málið kundi fara so langt,
sum tað nú er komið.
Tordur fíltist á, at sam-
bandið partanna millum
ikki var hildið viðlíka eftir
at Yrkisfelgið hevdi sagt
seg ikki kunna taka undir
vid ætladu samanleggingini
av tveimum studentaskúl-
um við skúlan á Kambsdali.
Miðflokkamaðurin
metti, at Eilif Samuelsen als
ikki hevdi livad upp til ta
ábyrgd, ið ein landsstyris-
madur åtti at visa. Sam-
stundis råddi Tordur Eilifi
til, at fåa eina loysn å måli-
num, tí hann skuldi ikki
kenna seg alt ov tryggan i
landsstyrissessinum.
— Fyrstu tiggju reglurnar
í misålitinum til landsstyris-
mannin í skúlamálum eru
longu skrivaðar, segði Tord-
ur Niclasen, tingmaður fyri
Miðflokkin at enda í við-
merkingum sínum.