Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 17 — 28. JANUAR 1998 tíðindablaðið 01 13 sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: emil Gsosialurin.fo Føroyskur hondbolts- spælari roynir seg í anmark Hondbóltur: Heini Joensen bíðar eftir, at FR 5 kemur, so hann kann spæla við rhus KFUM í donsku 2. deild. Í síðstu viku var hann við í einum venjingardysti móti einum av bestu liðum í Europa Ein av okkara frægastu hondbólts- spælarum Heini Joensen er nú far- in at royna seg í donskum hond- bólti. Heini, sum fyrr hevur spælt við KÍF og Kyndli, er farin til Árhus á ítróttarskúla og er samstundis farin at venja við Árhus KFUM, sum í løtuni er besta hondbóltslið í býnum. — Eg var við í einum venjingar- dysti tyskvøldid í síðstu viku, og tað gekk gott, haldi eg, sigur Heini í telefonini úr Arhus. Liðið, Arhus KFUM spældi ímóti, var Flensborg úr Týsklandi. Hetta er eitt av bestu liðum í Eu- ropa, og teir hava fleiri lands- liðsspælarar úr m.a. Danmark og Russlandi. Týska liðið vann 29- 25, og hetta verður mett sum eitt stak gott úrslit fyri Árhus KFUM. Heini spældi tilsamans góðan hálvan tíma av dystinum. — Eg dekkaði á vonginum og á bakkinum og spældi eisini á bakk- plássinum í álopinum, sigur Heini. Hetta eru eisini plássini, hann helst vil spæla á, so leingi tað er í høgru síðu. Spæliloyvið ikki komið Enn hevur Heini Joensen bert spælt ein venjingardyst við Århus KFUM. Hann spældi sin seinasta dyst í Føroyum tann 14. januar, tå Kyndil í hålvfinaluni í steypa- kappingini vann á StIF, og reglur- nar siga, at tað skulu ganga 30 dagar, áðrenn hann kann spæla í Danmark. Spæliloyvið kemur 14. februar, og tað er sama dag, sum føroyska steypafinalan verður. Søgur hava gingið um, at Kyndil ætlar at fáa Heina heim til final- una, men enn er ikki greitt, um hetta verður til nakað. Um Heini Joensen verður við í finaluni, noyðist hann at bíða 30 dagar aft- urat eftir spæliloyvinum, og tað veit hann ikki sjálvur, um hann hevur hug til. Málið er uppflyting Arhus KFUM er í løtuni nummar fýra í 2. deild. Danska landskapp- ingin er skipað á tann hátt, at um tú endar millum fýra tey ovastu liðini í 2. deild, kanst tú spæla kvalifikationsdyst móti einum av fýra teimum niðastu liðunum í 1. deild um upp- og niðurflyting. Arhus hevur einki lið í 1. deild, men tvey í 2. deild. Arhus KFUM er sum nevnt nummar fýra, meðan hitt Árhus-liðið er nummar fimm. — Málið hjá felagnum er heilt greitt uppflyting, sigur Heini Jo- ensen. — Til dømis fingu teir sunnu- dagin bert javnt móti Møgeltøn- der, sum er niðast í deildini — og so vóru teir enntá framman fyri 12-6 í hálvleikinum. Hetta varð í felagnum mett sum ein katastrofa, sigur hann. Arhus KFUM hevur góðar um- stødur at liva undir. Felagið hevur heimavøll í Stadionhallen, sum er ein stór og glæsilig ítróttarhgll. Tey bæði feløgini í Arhus eru fel- ags um høllina, og tað riggar fínt. Sunnudagin skal Árhus KFUM spæla móti Viborg, sum er fremst í deildini. Felagið er ikki professionelt, hóast summir av spælarunum fáa eitt sindur av peningi fyri at spæla. Heini Joensen hevur alt gott at bera sínum lidfeløgum. — Teir stinga meg eitt sindur við bankamálinum, sum koyrir nú, men tað er vinarliga meint, og eg svari eisini aftur. Hetta er eitt gott lið, og tað er sjálvandi kapping um plássini, men eingin er óvinur við nakran, sigur hann. Herð venjing Heini Joensen heldur, at stødid í donsku 2. deild er eitt sindur hægri enn í føroysku 1. deild. Og venj- r ” | Lesið eisini ítróttin á | Internetinum www. .sosialurin. fo Føroyski hondbóltsspælarin Heini Joensen er farin at venja við danska felagnum Árhus KFUM, sum spælir í 2. deild. Í løtuni bíðar hann eftir spæliloyvinum, sum væntandi kemur 14. februar ingin er eisini rættiliga hørð. — Vit venja fýra ferðir um vik- una — týsdag, mikudag, hósdag og leygarmorgun. Venjingin er rætti- liga fysisk — eitt nú byrja allar venjingarnar við at vit renna í ein hálvan tíma, sigur hann. Tað verður nógvur ítróttur til- samans, tá tú gongur á ítróttar- skúla og við síðuna av eisini venur við einum hondbóltsliði. Heini hevur valt hondbólt og frælsan ítrótt sum sergreinir á skúlanum. Fyrrapartar stendur hondbóltur á skránni og seinna- partar frælsur ítróttur. Hetta kann vera strævið til tíðir, men friløtur eru eisini. Mikudag er eingin kropslig venjing. Skúladagurin gongur við åstødiligari frålæru um mannakroppin, vøddar og skaðar 0.s.fr. Speakari og tonleikur Heini Joensen er væl nøgdur vid Århus KFUM higartil. — Til dystin f sidstu viku var ikki so nógv fólk og hugdi, helst tí tað var ein venjingardystur, sigur hann og leggur afturat: — Men lagið í høllini var gott. Teir hava ein speakara undir dyst- inum og tónleik í stedgunum, sum vóru í dystunum. Heini heldur, at hetta vantar í Føroyum. — Við at hava t.d. tónleik, tå stedgur er í spælinum, verður tað nógv meira undirhaldandi fyri áskoðararnar. Hetta kundu vit eis- ini havt í Føroyum, sigur hann. Danska landskappingin endar í mars mánaði, og so verða kvalifi- (Tilvildarlig mynd) kationsdystirnir um, hver skal spæla í 1. deild næsta kappingarár Skúlin endar 19. mai, og hvat so hendir, veit Heini Joensen ikki — Nú fáa vit at síggja, hvussu eg fari at klára meg, og so mugu vit síggja, hvussu stødan er til ta tíð, sigur hann elj Komandi sunnudag klokkan 14.30 setur EB/Streymur skoti! á kappingarárið 1998 við einum steypadysti millum EB og STREYM — »som i fordums tider«, Dagin fyri — leygarkvøldid klokkan 19.00 — verður fundur í EB-húsinum á Eiði, har øll Fótbóltsárið í Sundalagnum byrjar sunnudagin fótbóltshugað — serliga foreldur | at smáum fótbóltsspælarum — | kunnu hitta leiðandi kreftirnar í felagnum við nærgangandi spurningum.