Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

internet: www.sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Eirikur Lindenskov, Joensen, Eyðun Klakkstein, Edvard Joensen Emil L. Jacobsen Sveinur Poulsen Ljósmyndari: Jens Kristian Vang pr, uppseting og prent: Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: sosialur & post.olivant.fo Mugu ikki missa bankamálið á gólvið Oddagrein MAMMUTORÐASKIFTIÐ á fólkitingi um bankamálið er av á hesum sinni - ella kanska rættari med alla. Í hvussu er tann parturin av hesum málinum, sum snýr seg um danska sjålvrannsakan. Eftir eina øgiliga meld- uródn við vindmegi 24 er nú gott veður bæði so og so á fólkatingi. Stjórnin hevur yvirlivað ringastu brota- sjógvarnar og stuðulsflokkar hennara halda seg kunna fara út aftur til veljarar sínar at biðja um stuðul, tí teir hava funnist at stjórnini - samtíðis hava teir heldur ikki lovad førovingum gull og grenar skógir. TAÐ sýnist sum, at danskir politikarar hava gloymt, hvat hetta snýr seg um, nú teir hava gjørt málið til eitt innanríkispolitiskt ping-pongspæl, har taðmeira ræð- ur um at vinna sær tekkju millum donsku veljararnar enn at skula taka steðu til eitt endurgjald til Foroyar. NÚ tá alsamt fleiri halda, at tað rætta hevði verið ein dómarakanning heldur enn hesin kanningarhátturin, nívir tað ikki sørt at vera føroyingur. Tvs. at alt hetta stríðið hjá Grenborg hevur lutvíst verið til fánýtis, nú sjálvt útgangssteðið ikki var tað rætta, nevniliga at kunna plasera ábyrgd. Nú hevur bráddliga eingin á- byrgd men fyri at sleppa undan henni vilja teir kortini lata foroyingum ein skilling ella tveir fyri tort og svie. HÓAST vit føroyingar ikki eiga at leypa framav og bara seta krøv og aftur krøv og sleppa okkum undan ábyrgd, so kann ein tó siga - við m.a. fólkatingsdebattini sum grundarlag - at tekin eru ikki til, at vit fara at fáa tað afturgoldið, sum vit hava rætt til eftir donsku svika- gerðina. Tí jú nærri nærkast vali í Danmark tess tor- ferari verður hjá donskum politikarum at vera „yvir- galantir“ móti føroyingum, sum jú sjálvir hava åbyrgd- ina av ollum. Hetta er tað, sum nógvir veljarar í Dan- mark fara at sita eftir við, nú vit hoyrdu, hvussu de- battin á fólkatingi gjørdist ein uppgerð við føroyskt oysi og yvirforbrúk. Ja ein moralskur peikifingur VIT førovingar eiga ikki at vera undirbrotligir. Vit eiga heldur ikki at seta órímulig krøv. Vit eiga krevja at verða virdir sum fólk á jovnum feti við aðrar borgarar í ríki- num og við teimum serstøku umstødum sum vit liva undir, her eitt nú eina økonomi, sum byggir á fiska- stovnar og fiskaprísir, ið kunnu verða so svikaligir, at teir koppa samfelagnum. Vit hava einki ímóti góðum ráðum frá dønum, men havið tykkara moralsku peiki- fingrar fyri tykkum sjálvar. Føroyingar krevja av harra Nyrup Rasmussen - eftir hansara so yvirblíðu framferð undir vitjanini i Foroyum - at hann og hansara nú liva upp til tað, sum liggur í kortunum í hesi bankakanning, nevniliga, at foroyska samfelagið fær tað endurgjald, sum rímuligt er, hvussu tað so enn verður útgoldið TA hetta er sagt halda vit eisini , at foroyski fólka- tingsmaðurin Óli Breckmann átti at fingið durafjórð- ingin frå føroyskum veljarum við næsta val. Nettup ein av orsekunum til, at nógvir danir í dag eygleiða okkum sum tað teir gera, eru meiningar, sum eru skaptar av óhugnaliga og niðurgerandi retorikki Breck- manns. Hvat líkist tað, tá eitt fyri allar foroyingar so stórt ávlarsmál verður viðgjert, at ein foroyskur fólka- tingsmaður brúkar hevið til at reka sín egna parta- politikk á fólkatingi! Hverjum tænir hansara niður- gerðing av feroyskum sosialistum annað enn til at skapa enn sterri mótsteðu frá danskari síðu móti før- oyingum sum heild! TAÐhvílir ein stór og tung ábyrgd á feroyskum poli- tikarum í hesum degum . Talan er um eina uppgåvu, sum skal útinnast ikki bert á skilagóðan og avgjørdan hátt men eisini við virðing. Vit eiga at krevja rætt okkara men samtíðis rekja okkara skyldur. Danir skulu gjalda fyri sítt svik - og tá tað er gjørt - eiga vit og danir at stinga út í kortið av nýggjum. Bankamálið má ikki sleppa at detta á gólvið- ti tá verða viðurskiftini millum Danmark og Feroyar ongantíð at koma aftur í rætt lag. Her hvílir so sanniliga eisini stór ábyrgd á dønum - ikki at lata bankamålid detta á gólvið Sosialurin Lesarabrøv Skulu vit varðveita søguliga byar- partin við Vestaru Vág í Havn? Í seinastu viku sóu vit í SVF, at ætlanin er at beina fyri >Gamla Hospital<, ið liggur í Sigmundargøtu. Sendingin ávirkaði meg stórliga, og eg hugsaði við mær: >Eru tað veruliga havnarfólk, ið eru so kensluleys, og ikki hava virðing fyri tí, ið farið er? Ber tað til, at nakar havnar- maður/kona kann fáa seg til at forkoma ella taka burtur av søguligu bygningunum, ið vit eiga her í Havn, bert fyri at brúka økid til pen- ingaligan vinning hjá einari fyritøku, ið eins væl kann liggja aðrastaðni enn inni í miðbýnum? Um so verður, at >Gamla Hospitalið< verður burtur- beint og økid brúkt til vinnuligt endamál, so missa vit føroyingar ein part av søgu og fortid okkara. Vit fara eisini at missa ein part av okkum sjålvum, sum vit (føroyingar) skulu byggja framtidina å. At hava eina fortidarsøgu er ógvuliga týðandi fyri eitt fólk, og er hetta eisini galdandi fyri okkum føroyingar Søguligu virðini í Sigmundargøtu/ í Rættará ella við Vestaru Vág: Gamla hospitalið er ein søguligur bygningur við søguligum virði, og sam- stundis er hospitalið partur av gomlu søguligu bygning- unum og umhvervinum í Sigmundargøtu, eisini nevnt í Rættarå ella við Vestaru Vág Gamla hospitalið stendur sum sagt í Sigmundargøtu, har nógv onnur søgulig hús eru, og eg vil her nevna nøkur av teimum søguligu virðunum, sum eru har í grannalagnum: I søguliga grannahúsið er Millers Pakkhús, ið er friðað. 2.søguliga grannahúsið er Skeiva Pakkhús. Á sjónum — undir Skeiva Pakkhúsi, við høgukei tiggur søguliga skipið Norðlýsið. Oman fyri vegin úti í Sig- mundargøtu 34 standa gomlu bóndahúsini hjá Miller, ið enn ikki er millum søguligu húsini, men sum eg haldi átti at verið friðað. Norðan fyri bóndahúsið, t.v.s. í Sigmundargøtu 30 stendur søguliga húsið Kristines Minde - eisini kallað Bauers hús, har fyrstu katolikkarnir hildu til og høvdu teirra fyrstu kirkju. Við norðaru áarsíðu niðri í Rættará standa gomlu sethúsini hjá Østrøm. (Østrøm kenna vit øll frá sanginum >Her nógv er at gera< ella <til Havnar vit fara«) Grannahúsið hjá Østrøm í Rættará er húsið hjá Elias í Rættará, spell at slíkt hús fær loyvi at for- falla, tí húsið er serstakt, hugnaligt og hevur ikki sørt av gomlum týdningi niðri í Rættará. T.d. hevur húsið vindeygu frá niður- tiknu katólsku kirkjuni, men vindeyguni siggjast tiverri ikki longur, ti plåta Lesarabræv er negld fyri. Vestan fyri húsið hjá Elias í Rættará stendur gamla myllan, ið vit eiga at varðveita. Fara vi tút aftur í Sig- mundargøtu og hinu megin vegin (t.v.s. eystur eftir ella sum fyrr, so oman móti sjónum), so stendur har tann gamla søguliga og hugnaliga fa- brikkin hjá Østrøm, ið hevur sítt heilt sermerkta snið. Fabrikkin hjá Østrøm setur, saman við gllum hinum í økinum, sín serstaka dám á umhvørvid við Vestaru Våg. Vit kunnu fara frå Gamla Hospitali, um Millers Pakkhús, Stabbarnar við Millers Pakkhús, Skeiva Pakkhús, Høgu kei, Lågu kei, fabrikkin hjá Østrøm (nå å Skålatrød), yvir til Smiðurnar í Litluvik, yvir og út í Vágsbotn, út í Bakka og út á Nesið — Tinganesið har serstaki hugnin fram við Vestaru Vág endar ella byrj- ar, og har útsýnið móti gamla hsopitali, ið eisini er byrjanin ella endin á økin- um, er ein sera hugnalig og friðsæl sjón. Við hesum vil eg vísa á, at verður >Gamla Hospi- talið< burturbeint, missa umhvørvid og vit øll — t.v.s. allir føroyingar — stór søgulig virði, ein søguligan bygning og eitt søguligt og hugnaligt umhvørvi, ið vit ikki eiga ov nógv av. Eg kundi hugsað mær at vita, um havnarfólk og før- oyingar sum heild veruliga góðtaka, at nútíðar vandal- isma, mammon og løtu- vinningur hjá einstøkum borgarum taka og ræna burtur av fåtæksliga søgu- tilfari okkara? Tá húsið, t.v.s. Gamla Hospital, er burtur og økid brúkt til annað endamál, er ov seint at angra, at vit hava søplad burtur søgulig virði av berari vandalismu og egoismu hjá vinnulívinum. Um Gamla Hospitalið verður burturbeint, hvat verður tá næsta húsið har í grannalagnum, ið kemur at standa fyri skotum? Eg seti spurningin, hóast eg havi gjørt mær nakrar tankar um tað. Vónandi fær hetta lesara- brævið ávirkan á landsins myndugleikar, bý- og bygdaråd, og øll, ið skulu taka avgerðir í slíkum málum. Hugsið tykkum væl um, áðrenn stórar broyting- ar skulu fara fram í einum umhvørvi. Takið granna og áhugað við í samráðingar- nar, soleiðis at ikki bert eitt einstaklinga áhugamál kemur fram og vinnur frama — demokrati hildnast, sum vit væl vita, best í longdini Tit — landsins myndug- leikar, mugu minnast til, at øll fólk hava eitthvert gott hugskot, tað eru ikki bert myndugleikarnir og sokall- að lærd fólk, ið duga og hava eitthvørt gott at bera fram. Vónandi verður gkið við Vestaru Vág og tí eisini >Gamla Hospital varð- vettt. Tórshavn, 22. jan. 1998 Solveig Isfeldt Meira um ferðatrygging í Føroyum Fyrst vil eg takka trygging- arsambandinum fyri skjóta aftursvarið til innlegg mítt í Sosialinum nr. 12 frá 21. januar 1998. So er tað okkum føroy- ingum kunnað, at trygging- arsambandið eisini má inn- rokna møguligan sjúku- og heimflutnings kostnað. Sjúkratrygging okkara sjúkrakassin - vil ikki gjalda fyri slíkt Í Danmark eru allir lands- ins borgarar tryggjaðir í cini trygging, nevnd >Sygesik- ringen<. Øll grannalond okkara hava fingið hesa skipan. Nú eru mong ár síð- an okkara avoldaða sjúkra- kassaskipan var slept. I 1995 kostaði tað donsk- um >Sygesikringum< 92 mill. kr. í samband við sjúkraflutning v.m. Tað er í meðal kr. 17,- fyri hvønn íbúgva í Danmark. Fyri at kunna gera eina samanmeting er eftir at fáa upplýst, hvat tað kostaði donskum ferðatryggingum í endurgjaldi til tryggingar- takarar t.d. í 1995? Vit hava fingið upplýst frá danskari ferðamanna- stovu, at tryggingin har er lækkað pr. |. desember 1997. Nú hava teir bert eitt slag av ferðatrygging, ið liggur í prísi eitt stað ímill- um tað bíligu og dyraru. So- statt er munurin nú stórri, enn hann var í fyrra dómi mínum. Vildi tryggingarsamband- ið gjørt so væl at upplýst greiðliga nærri frá um hesar fyrispurningar. Orsøkin til skriving mína er at fáa upplýst, um vit, ið búgva her á landi, fáa eina rímuliga tænastu frá okkara einasta sølufelag á hesum øki. Tórshavn, 27. jan. 1998 Eiko Apol | em