hósdagur 29. januar 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A rr
Nr. 18 — 29. JANUAR 1998
Sverri Hansen er aftur for-
maður í Framtaksgrunninum
Undir vitjanini hjá forsætisráðharranum fyrr í mánaðinum, gjørdu løgmadur og forsætisráðharrin
av, at øll nevndin í Framtaksgrunninum skuldi afturveljast, hóast stórur partur av tingmonnunum
beinleiðis hava lagt hatur á nevndina. Nevndin hevur nú skipað seg, og er Sverri Hansen
framvegis formaður
EIRIKUR LINDENSKOV
Formaðurin í Framtaks-
grunninum eitur framvegis
Sverri Hansen.
Hetta gjørdist greitt, tå
afturvalda nevndin nú um
dagarnar skipaði seg.
Nevndin sær soleiðis út:
Sverri Hansen, formaður
Heini Fossaa, næstformaður
Richard L. Thomsen
Niels Larsen og
Nierls K. Agner eru nevnd-
arlimir.
Skeiðið hjá nevndini hev-
ur verið trý ár, men hetta
skeiðið er bert eitt ár, og
situr hendan nevndin tí til
16. januar 1999.
Orsøkin til, at skeiðið nú
er stytt til eitt ár sigst vera,
at m. a. Oli Jacobsen kravdi
hetta, tí hann vónar, at annar
maður tá situr í løgmans-
sessinum - ein maður, sum
vil skifta Sverra Hansen út
við annan persón.
Fólkafloksmenn hava eis-
ini lagt stóran dent á at fáa
Sverra Hansen frá, men for-
maður floksins, Oli Breck-
mann hevur kortini í blað-
grein víst á, at Sverri Han-
sen ikki er verdur at slíta
eina samgongu uppá.
Lógarbroyting er kortini
gjørd fyri Framtaksgrunnin,
sum sigur, at nevndarlimir í
grunninum ikki kunnu vera
nevndarlimir í feløgum,
sum grunnurin eigur pengar
í. Sverri Hansen sigur við
Sosialin, at neyndarlimirnir
í Framtaksgrunninum
leggja hesar neyndarsessir
frá sær á fyrst komandi að-
alfundum í ymsu felggu-
num.
Flutt í egin heli
Fiskavirking, sum hevur
havt skrivstovu í bygningi-
num hjá Føroya Fiskasølu,
er annars flutt í egin høli.
Skrivstovan hjá Fiskavirk-
ing heldur nú til í umbygd-
um hølum hjá Fiskavirking
í Havn - gamla Baccalao á
Vestaru Bryggju.
Nýggi stjórin í Fiska-
virking, Meinhardt Jacob-
sen, er eisini byrjaður í
starvinum.
Lesið
feskastu
tíðindini
á Inter-
netinum
Www.sosialurin.fo
tíðindablaðið Sesar
„.Kann tað verða lættari...
„nú greiða tey
eisini húsatryggingina
yri meg...
| Sum nakað nýtt kanst tú nú eisini tekna
tína húsatrygging í Sparikassanum. Tað vil
siga, at tú kanst koma inn í Sparikassan at
tosa um húsatrygging, við tann ið vanliga
tekur sær av tínum fíggjarviðurskiftum.
Tað er so nógv lættari.
Kom og tosa við Sparikassan um hver
trygging hóskar tær best.
Sethúsatryggingar, Innbústryggingar,
Pakkatryggingar og aðrar.
& sn mm
FØøRova <>
| SPARIKASSI
í samstarvi vid Føroya Brunatrygging
Sverri Hansen, formadur
i Framtaksgrunninum