týsdagur 2. desember 2003síða 30
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 229 - 2. desember 2003
Nr. 229 - 2. desember 2003
3
Atlantic Supply Base
liggur í vetrardvala
fram til summarið
2005 - innan tess
gevur tað ikki
meining at hava fólk í
føstum starvi, vísir
nevndarformaðurin á
LOGISTIKKUR
Búi Tyril /
PRnewsMedia.com
Tað var ongantíð meiningin
at Atlantic Supply Base
skuldi hava fólk í føstum
starvi uttan veruligt arbeiði.
So, hóast tað er keðiligt at
siga fólk upp, har var einki
í at velja: seinkingar í
royndarboringunum á tí
føroyska landgrunninum
høvdu sínar natúrligu fylgj-
ur.
Nakað soleiðis ljóðar
resonementið hjá teimum
flestu vit hava tosað við um
Atlantic Supply Base, nú ið
stjórin er sagdur úr starvi
og virksemið eftir øllum at
døma fer at liggja lágt fram
til næstu royndarboringar á
sumri 2005.
"Einki offshore virksemi
er við Føroyar í løtuni,"
staðfesti
formaðurin
í
nevndini
fyri
Atlantic
Supply Base, Nils Søren-
sen.
"Vit
mugu
sjálvandi
skrúva blussið niður so
nógv sum møguligt sum
støðan er… Vit bíða jú eftir
virksemi. Tað bleiv ikki
tann kontinuitetur sum vit
høvdu hugsað okkum. Fýra
boringar eru eftir í fyrsta
loyvirumfari hvar støðin í
øllum førum skal brúkast.
Men sum tað er í løtuni
halda vit stongt, og lata upp
aftur tá tørvur er."
Endamálið hjá Atlantic
Supply Base var millum
annað at fáa eina olju út-
gerðar havn í Runavík og
partaeigararnir í felagnum
er fyritøkur í Eysturoy um-
framt Føroya Kolvetni ið er
størsti eigari.
"Men er eingin boring so
er einki virksemi," vísti
nevndarformaðurin á, "tað
er jú boringarnar sum eru
drívmegin. Tað tekur langa
tíð at byggja hetta upp og
basin verður ikki opin alt
árið fyrr enn meira virk-
semi kemur. Tað er í grund-
ini einki forgjørt í at liggja
lágt beint nú, tí basin
byggir á boringarnar."
"Runavíkar Býráð skilir
eisini. Tað varð lagdur
dentur á realismu frá byrj-
an, hóast alt.
Kommunan bygdi eina
serliga kai sum hellir inn-
eftir – hon skal kunna brúk-
ast sum oljuhavn og ann-
að… Men tað er ein lang-
tíðar íløga sum samstundis
ikki er ovurstór. Samstarvið
við Skipafelagið hevur
eisini gjørt sítt til at ASB er
sloppið undan at gera
nakrar størri íløgur. Felagið
hevur veitt tænastu í teim-
um fýra boringunum higar-
til og tað hevur fungerað
væl."
Nevndarlimirnir eru ann-
ars, umframt Nils Søren-
sen, John Eli Olsen, Olaf
Olsen, Áki í Skemmuni og
Ólavur Olsen.
Tann fráfarandi stjórin
Lassi Borðoy var fámæltur
men kundi illa dylja ein
ávísan harm.
"Hvat skal man siga?"
viðmerkti hann. "Tá einki
arbeiði er, so er einki ar-
beiði… Her er einki at
viðmerkja. Vit roknaðu við
og gingu jú út frá at tað fór
at vera virksemi undir
2004… Tað var jú lagt upp
til at átta brunnar skuldu
borast innan tey fyrstu trý
árini men tað bleiv bara
helvtin. Tað var keðiligt at
tað skuldi draga út, men tað
gerst ikki við. Teir mugu so
seta fólk aftur tá boringin
fer í gongd aftur."
Lassi Borðoy var stjóri á
Atlantic Suply Base í smá
trý ár; formelt situr hann í
starvi fram til 1. mars.
Hann arbeiðir annars á
skeiðsdeildini hjá Føroya
Sjómansskúla; har fer hann
nú frá hálvari til fulla tíð.
‘Ein nýggjur partur’
Sáttmálin millum ASB og
Skipafelagið Føroyar øðru-
megin og tey í Føroyum
virknu oljufeløgini hinu-
megin, kom í lag aftan á at
oljufeløgini í felag lýstu út
licitatión fyri at fáa tilboð
upp á eina útgerðar havn.
Hetta kann síggjast í sam-
anhangi við tað føroyska
kravið ásett via Løgtings-
lóg um Kolvetnisvirksemi,
har tað millum stendur:
"(...) flutningur av útgerð
og fólki til og frá føroysk-
um øki skal fara um før-
oyskan bryggjukant ella
føroyskan flogvøll."
Skipafelagið
Føroyar
hevur sambært upplýsingar
ikki koyrt fólk heim síðani
oljuboringarnar hildu uppat
á hesum sinni.
Ein av teimum sum vóru
við til at gera uppleggið hjá
Runavík var Tórheðin Jen-
sen, sølu- og marknaðar-
stjóri á Skipafelagnum Før-
oyar.
Sambært Tórheðin Jen-
sen bygdi uppleggið frá
ASB og Skipafelagnum frá
byrjan á at tað einans var
virksemi um summarið, at
raksturin ikki skuldi vera
ov dýrur, og at íløgurnar
skuldu vera minimalar.
"Við Skipafelagnum sum
samstarvsfelaga høvdu vit
alt," staðfesti Tórheðin Jen-
sen. "Vit høvdu fólk sum
kundu lænast eftir tørvi, vit
høvdu pakkhús, kranar,
bingjur, you name it…"
Tórheðin Jensen vísti á at
talan var um logistikk, um
enn eitt speciliserað slag av
logistikki.
"Hvat er ein olju útgerðar
havn í grundini?" spurdi
hann. "Skipafelagið hevur
hanterað góðs við egnum
pakkhúsi í Runavík í meira
enn 30 ár. Ein olju útgerðar
havn snýr seg um logistikk
- og tað er júst tað sum
Skipafelagið hevur fingist
við í umleið eina øld. Talan
er ikki um nakað nýtt
vinnuøki, heldur er talan
um ein nýggjan part í
einum vinnuøki, ein partur
sum setir síni serligu krøv."
Atlantic Stand By
Frederik Hansen frá Skipafelagnum Føroyar er sum ‘Base Manager’ dagligur leiðari fyri oljuútgerðarhavnina í Runavík.
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
C
M
Y
K
3
2