Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2003síða 31

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 229 - 2. desember 2003 Nr. 229 - 2. desember 2003 5 Tað gongur væl at selja vørurnar hjá Kemilux í skotsku oljuvinnuni. Vørur- nar eru kappingar- førar og av bestu dygd sigur skotski sølumaðurin hjá Kemilux Jason Lombston FØROYSKAR VØRUR Jan Müller Langt áðrenn føroyskar fyritøkur fóru at hugsa um at vera við í eini oljuvinnu her heima og seinni eisini uttan fyri landoddarnar hevur Kemilux í Havn roynt at marknaðarføra sína vørur í útlandinum, eitt nú í Skotlandi, har stóri olju- ídnaðurin nú hevur brúkt føroysku reinsievnini í mong ár. Jason Lombston arbeiðir fyri Kemilux Supplies í Abderdeen. Sosialurin hitti hann á oljuráðstevnuni her- fyri. Jason vitjar javnan oljufeløg, borifeløg, olju- framleiðarar o.o. og vísir fram serstøku vørurnar frá Kemilux í Føroyum. Pápin, Mike Lombston hevur eisini selt Kemiluxvørur í mong ár. Hesi seinastu trý árini hevur so sonurin tikið sær av søluni. Hann viðgongur, at kapp- ingin er hørð, og at aðrar fyritøkur í vinnuni royna at eftirgera nógv eftirspurdu vørurnar hjá Kemilux, men tað ber ikki til. At vørurnar hjá Kemilux eru nógv eftirspurdar heldur Jason vera gott bæði fyri seg og fyri fyritøkuna í Føroyum. Tað ger, at ein er fúsur at brúka nógva orku uppá søluarbeiðið. Jason roynir alla tíðina at fáa samband við nýggjar kundar, og her er nógv at fara eftir, tá hugsað verður um, hvussu stór oljuvinnan er í Skot- landi - Eg havi góðar vónir fyri framtíðina, tí tað er so stórur áhugi fyri vørunum hjá Kemilux, sum oljuídn- aðurin eftir øllum at døma er nøgdur við. Hann hevur sjálvur ar- beitt umborð á boripalli áður, og tí veit hann, hvørji kemikaliur verða brúkt har og hvørjar kemiskar vørur tørvur er á. Tað hevur tikið sína tíð at fáa góðkenning alla staðni fyri vørunum men nú hev- ur tað eydnast Kemilux at fáa vørur sínar góðkendar av avvarandi myndugleik- um. Kemilux evnini eru sostatt loyvd at brúka alla staðni í oljuvinnuni. Tað verða annars sett sera strong krøv til slíkar vørur. Vørurnar hjá Kemilux koma við Skipafelagnum til Scrabster og verða koyrdar til Peterhead. Kemilux væl umtókt í oljuvinnuni í Skotlandi Jason Lombston er sølumaður fyri Kemilux Supplies í Skotlandi. Hann sær fyri sær eina bjarta framtíð hjá Kemilux í Skotlandi Mynd Jan Müller Føroya Kolvetni hevur gjørt tað sum einki annað føroyskt felag higartil hevur megnað: at gerast alment tøkt fyri út- lendskar íleggjarar og tann vegin fáa til vega kapital til umfatandi virksemi í oljuvinn- uni KAPITALUR Búi Tyril / PRnewsMedia.com Tað var ein langur og stundum seigur vegur, leiðin til Alternative Invest- ments Market, AIM parta- brævamarknaðin í London; tað kunnu Graham Stewart og Nils Sørensen ídag skriva undir uppá fyri Føroya Kolvetni. Men fe- lagið hevur sett sær stór mál ið innibera nógvar milliónir í kapitalkravi. Áðrenn listingina á AIM tann 27. juni 2003 varð eigarabygnaðurin í Føroya Kolvetni PF lagdur um via eitt bretskt felag, Faroe Petroleum PLC, ið bjóðaði at býta partabrøvini í Før- oya Kolvetni um við parta- brøv í Faroe Petroleum, so- leiðis at partaeigararnir í Føroya Kolvetni blivu partaeigarar í Faroe Petro- leum PLC. Aftan á at umleið 90 milliónir fyrst vóru fingnar til vega gjøgnum privatar íløgur, og aftan á drúgvar fyrireikingar og bíðitíðir eftir røttum líkindum, eydnaðist tað at fáa Faroe Petroleum PLC alment skrásett og í tí sambandi fingust inn umleið 160 milliónir feskar krónur gjøgnum sølu av partabrøv- um í felagnum – við øðrum orðum hevur felagið út- vegað umleið 250 milliónir krónur til sítt virksemi. Ein og hvør føroyskur vinnulívsmaður kann vátta at hetta ljóðar sum eitt ævintýr. "Tú kanst kalla tað eitt ævintýr um tú vilt," segði Graham Stewart. "Fyri meg er luttøka í føroyskari olju- vinnu ein gamal dreymur sum bara gerst meira og meira veruligur." ‘Bara ein byrjan’ Sum skilst hevur einki ann- að føroyskt felag fyrr gjørt sum Føroya Kolvetni og útvegað sær váðafúsan kapital gjøgnum eina børs- listing: Ístaðin fyri at stara seg blindar í hvussu torført tað er at fáa fatur á veru- ligum kapitali á okkara leiðum, gjørdu Graham Stewart og Nils Sørensen nakað meira ítøkiligt við spurningin og vendu sær til kapitalmarknaðin í einum av heimsins størstu fíggjar- ligu miðdeplum. "Oljuvinnan er ein al- tjóða vinna," viðmerkti Nils Sørensen, "so hví ikki venda sær til altjóða íleggj- arar… Hetta er í grundini nakað sum fleiri kanska áttu at hugsað um at gjørt." Faroe Petroleum hevur ídag so mikið sum ein fjórðing av føroysku leiti- loyvunum 002 og 005, og arbeiðir samstundis við at finna aðrar hóskandi verk- ætlanir. Felagið fokuserar á Atlantsmótið sum fevnir um Føroyar, Írland, Stóra Bretland og Noreg og møguleikarnir har eru sum skilst ógvuliga nógvir. Oljuvinnan verður ofta býtt upp í trý sløg av virk- semi: leiting, menning av ómentum feltum, fram- leiðsla. Tey bæði fyrst nevndu bera í sær stóran váða men kunnu eisini geva einum felag stórar virðis- økingar. "Vit leggja størsta dent á leiting og menning av ómentum feltum," staðfesti Graham Stewart. "Føroyar er okkara høvuðsøki innan leiting og vit koma at lut- taka í nominering av økjum í sambandi við annað út- bjóðingar umfar sum vit eisini ætla at luttaka í." Tosa føroyskt Tá ið Faroe Petroleum PLC í sambandi við børslisting- ina varð gjørt til móður- felag hjá Føroya Kolvetni, fór Graham Stewart úr starvi hjá Dana Petroleum fyri ístaðin at gerast stjóri í Faroe Petroleum. Sam- stundis er ein nýggjur pro- fessionellur nevndarfor- maður komin inn, Joe Dar- by, fyrrverandi stjóri í oljufelagnum Lasmo. Hetta felag hevur arbeitt nógv á Atlantsmótinum og var við í fyrsta útbjóðingar umfari í Føroyum. Joe Darby er eis- ini nevndarlimur í British Nuclear Fuels PLC. Um- framt hann sita nú Graham Stewart, Nils Sørensen, og Meinhard Jacobsen frá Før- oya Fiskavirking í nevndini hjá Faroe Petroleum PLC. Høvuðsskrivsstovan hjá Faroe Petroleum liggur í Aberdeen, á Carden Place 24, eitt øki har fleiri olju- feløg og ráðgevingarfeløg halda til. Men tann føroyski samleikin er alla tíðina nærverandi í Skotlandi. "Sjálvt um skrivstovan liggur í Aberdeen so verður tosað nógv føroyskt her," helt Nils Sørensen fyri. Tá Føroya Kolvetni varð stovnað í 1997, var Nils Sørensen einasti persónur knýttur at felagnum í føst- um starvi. Í dag arbeiða átta fólk hjá felagnum í Aber- deen og Tórshavn. Bogi Vang, útbúgvin sum Chartered Accountant hjá Deloitte & Touche, er ný- liga settur í starv; harafturat hevur t.d. búskaparfrøð- ingurin Teitur Poulsen ar- beitt hjá felagnum tey seinastu árini. "Vit royna at hava so lítlan og professionellan starvsfólkahóp sum møgu- ligt og keypa okkum síðani tær tænastur vit hava brúk fyri," greiddi Graham Stewart frá. "Hóast vit hava ein altjóða eigarabygnað, leggja vit okkum eftir at nýta føroysk starvsfólk við røttum førleika innan olju- vinnuna." Aðrar reglur At leiðin inn á partabræva- marknaðin í London mátti ganga umvegis eitt felag undir eingilskari lóg, eigur ikki at koma óvart á mong. Tað hevur hetta seinasta árið fleiri ferðir verið frammi alment at føroysk vinnulóggáva enn ikki er búgvin til tey krøv ið stórir íleggjarar seta, ikki minst hvat krøvum um roknskap viðvíkur. Greiðar og væl kendar eingilskar reglur fyri rokn- skap og skatt umframt onnur viðurskifti so sum gjaldoyra, gjørdu at loysnin við Faroe Petroleum PLC sum eigarafelag uttan iva var tann tryggasti og mest einfaldi mátin at gjøg- numføra eina børslisting uppá. Loysnin inniber millum annað at partaeigararnir í Føroya Kolvetni ístaðin gerast partaeigarar í Faroe Petroleum PLC sum í sín- um lagi yvirtekur øll parta- brøvini í Føroya Kolvetni. Við øðrum orðum: átti tú partabrøv í Føroya Kol- vetni, so kanst tú hava gjørt kvettið. Leiðin til London kann loysa seg Frá vinstru: Graham Stewart, Julian Riddick, Nils Sørensen, Bogi Vang og Teitur Poulsen C M Y K 5 4 8.30–9.00 Registration and coffee OPENING ADDRESS 9.00–9.15 Opening address EYÐUN ELTTØR, Minister of Petroleum SECOND LICENSING ROUND 9.15–9.30 Second licensing round HERÁLVUR JOENSEN, Permanent Secretary of the Ministry of Petroleum THE ATLANTIC MARGIN IN CONTEXT OF NORTH WEST EUROPE DEVELOPMENT 9.30–9.55 The future of the north Sea and BP’s role in it CRAIG MCKENZIE, North Sea Projects PUL, BP 9.55–10.20 Atlantic Petroleum, a new player in North West Europe WILHELM PETERSEN, General Manager, Atlantic Petroleum 10.20–11.00 Coffee 11.00–11.45 Atlantic Frontier … a 10-year perspective JEREMY CRESSWELL, Editor, The Press and Journal Energy Monthly 11.45–13.00 Lunch During lunch the prize will be handed to the winner of the Petroleum Exploration Business Game Xplore THE CHALLENGE OF THE BASALT 13.00–13.15 Future exploration issues of the Faroe Islands SIGURÐ Í JÁKUPSSTOVU, Director, Faroese Geological Survey 13.15–13.40 The basalt challenge – seeing through it, drilling through it GARETH ALLINSON, Exploration Manager Western Europe, Statoil 13.40–14.00 Coffee STATUS 14.00–14.30 Still early days MAGNI ARGE, Faroe Oil Industries’ Association Status of exploration of the Faroese Area BEN ARABO, Faroe Oil Industry Group THE IMPACT OF MEGA-PROJECTS IN SMALL COMMUNITIES 14.30–15.00 The impact of Mega-projects in small communities? KJARTAN ÓLAFSSON, Sociologist, University of Akureyri Research Institute 15.00–15.15 Magni Arge, Chairman of FOIA, concludes the day Refreshment PROGRAMME: PROGRAMME: Oljuvinnufelagið, c/o Vinnuhúsið, Boks 1038, R.C. Effersøesgøta 30, FO-110 Tórshavn Tlf. 31 18 64 · Fax 31 72 78 industry@industry.fo · www.industry.fo „Vertshúsið“ Niels Finsensgøta 32, in the centre of Tórshavn will be open for participants at Offshore Faroes 2003 Tuesday evening from 21.00. R E P R O Z