hósdagur 29. januar 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Mr
Nr. 18 — 29. JANUAR 1998
tíðindablaðið
Log um arbeiðs-
rætt lagt fram
Tad eru teir bådir samgongutingmenninir, Bjørn å Heyg-
um og Oli Breckman, sum við stødi í einum áliti frá 1990,
hava lagt fram løgtingslåg um Arbeidsrætt Føroya
LEo POULSEN
I viðmerkingunum til upp-
skotið siga teir báðir løg-
tingsmenninir
A sumri í 1989 samtykti
tásitandi landsstýri at seta
eina nevnd, hvers setningur
skuldi vera at fyrireika upp-
skot til legtingslóg um ar-
beiðsrætt. 18. januar 1990
legði nevndin fram álit um
arbeiðsrætt
Í álitinum var millum
annað eisini eitt uppskot til
løgtingslåg um arbeiðsrætt
Uppskotið varð tó ongatíð
borið niðan í løgtingið. Hjá-
lagda uppskot byggir í stór-
an mun á álitið frá 1990
Endamálið við lógini um
arbeiðsrættin er at skapa
trygd fyri, at møgulig 6-
semja á arbeiðsmarknaði-
num, sum hildin verður at
vera í stríð við galdandi sátt-
málar ella avtalur, kann
roynast við ein skipaðan
rætt og har fáa rímiliga og
skjóta viðgerð. Um bíðast
skal eftir viðgerð við van-
liga dómstóli, tekur tað
langa tíð, ofta ár, áðrenn av-
gerð fellur í málinum. Sam-
bært lógaruppskotinum
kunnu hesi mál verða løgd
fyri arbeiðsrættin:
1. Brot á sáttmálar um løn
og — arbeidsvidurskifti
millum Jøntakarafelag
ødrumegin og arbeids-
gevarafelag ella einstak-
an arbeidsgevara hinu-
megin.
Um fráboðað
stríðsstig eru lólig
Um felags sáttmáli fyri-
liggur
4. Um loyvt er at nýta
felags stríðsstig til stuðul
fyri krav um sáttmálagki,
har felags sáttmáli ikki
er gjørdur
Osemja millum løntak-
arafeløg ella millum ar-
beidsgevarafeløg = um
yrkisøki teirra.
6. Osemja um tulking av
såttmålanum.
NV
felags
3
in
Sambært lógaruppskotinum
verða bæði løntakara- og
arbeidsgevarafeløgini javnt
umbodad f arbeidsrættinum.
Skipanin vid gerdarrætt-
um f teimum ymisku lønar-
såttmålunum taka sær ein-
ans av tulkingarspurning-
um. Mett verður ti, at neyð-
ugt er vid einum arbeids-
rætti til tess at avgreida mål,
har spurningurin snyr seg
um brot å såttmålan. I fak-
rættarligum vidurskiftum
finnast tvey sløg av ósemj-
um, rættarósemjur og á-
hugaósemjur.
Rættarósemjurnar snúgva
seg um møgulig brot á ein
gildugan sáttmála, meðan á-
hugaósemjur stinga seg
upp, tá ein skal samráðast
um ein sáttmála. Tá talan er
um áhugaósemjur (interes-
sekonflikter), og sáttmálin
er farin úr gildi, er loyvt at
fara í verkfall/verkbann
Stingur hinvegin ein rætt-
arósemja seg upp, er friðar-
skylda millum partarnar, til
ósemjan um tulkingina er
greidd við ein gerðarrætt. Í
sáttmálaskeiðinum er so-
statt fridarskylda hjá báðum
pørtum. Flest lond í heimi-
num hava ein arbeiðsrætt til
at taka sær av sáttmálabrot-
um á arbeiðsmarknaðinum.
Nú tá oljuvinnan stendur
fyri durum, og útlendingar
hava áhuga at stovna ar-
beiðspláss í Føroyum, er
bráðneyðugt, at tey fakrætt-
aðu viðurskiftini verða
skipað.
Mett verður, at umsitingin
av arbeiðsrættinum fer at
kosta 1. mió. kr. árliga.
Annars verður víst til við-
merkingarnar til hvørja lóg-
arparagraf sær.
Fyrsta viðgerð av upp-
skotinum kemur fyri tingið
í dag.
Karl Johansen, formaður í HA:
Gerðarrætturin
virkað higartil
Uppskotið er komið knappliga á, tí heldur ikki Karl
Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag visti
meiri enn tað, hann hevdi hoyrt í útvarpinum
LEo POULSEN
— Eg havi ikki sæð hattar
uppskotið, so eg veit ikki
meiri enn tað, ið eg hoyrdi í
útvarpinum. Eg kann tiskil
als ikki úttala meg í hasum
málinum.
So greiður var Karl Jo-
hansen, tá Sosialurin fekk
orðið á hann í gjár.
Hann segði tó, at tá Havn-
ar Arbeiðsmannafelag
hevði gjørt ein sáttmála, so
plagdu teir at halda seg til
hann og gav annars Inge-
borg Vinther rætt, tá hon
segði, at tað í flestu fórum
vóru arbeiðsgevararnir, ið
brutu sáttmálan.
Karl Johansen sigur, at
tað hava ikki verið nakrir
trupulleikar av týdningi, og
annars hava vit jú ein gerð-
arrætt, ið higartil hevur
virkað bæði skjótt og gott.
— Men tað kann vera, at
ein arbeiðsrættur er betri
fyri arbeiðsgevararnar, og tí
er uppskotið kanska komið
fram, heldur Karl fyri.
Í sjálvdrátti
Formaðurin í Havnar Ar-
beiðsmannafelag heldur
annars, at Bjørn á Heygum
og Oli Breckman kunnu
ikki vita, hvat landsstýrið
ger, tí so seint sum í gjár
fekk Havnar Arbeiðs-
mannafelag eitt bræv frå
landsstýrinum, har lagt
verður upp til at seta á stovn
eina arbeidsnevnd.
Henda arbeidsnevnd skal
arbeida just vid målinum
um ein arbeidsrætt, og
fyrsta stigið er at seta saman
nevndina, sum skal hava
umboð frá fakfeløgunum,
arbeiðsgevarunum og
landsstýrinum.
At so eitt uppskot verður
lagt fram á ting um júst
sama mál, og um júst somu
tíð, sum landsstýrið ætlar at
seta nevnd at viðgera málið,
bert kann merkja tað, at teir
báðir tingmenninir einki
kenna til hetta arbeiðið í
landsstýrinum og tískil ar-
beiða í sjálvdrátu
Gunnleivur Dalsgaard, formaður
í Starvsmannafelagnum:
Uppskotið
er ein krigs-
avbjóðing
Formaðurin í Starvsmannafelagnum er avgjórdur um
uppskotið, sum varð lagt fram á ting týsdagin um
arbeiðsrætt. Hann hevði ikki sæð sjálvt uppskotið, men
líktist tað tí, ið var við í álitinum frá 1990 — og tað ger
tað sambært viðmerkingunum — so er hetta einki minni
enn ein krígsavbjóðing
LEo POULSEN
Lat tað vera sagt beinanveg-
in, at Gunnleivur Dalsgaard
ikki sjálvur hevði sæð upp-
skotið, sum teir báðir, Bjørn
á Heygum og Óli Breck-
man, løgdu fram á ting tys-
dagin.
Men — uppskotið í áliti-
num frá 1990 kennir hann
alt til, og líkist hetta nýggja
uppskotið tí, er tað at meta
sum ein rættilig avbjóðing
til fakfeløgini.
Gunnleivur visir t6 å, at
tad er ein åvisur munur å,
hvør tad er, id leggur upp-
skotið fram.
— Stendur landsstyrid aft-
anfyri hetta uppskot, ella
tekur ein meiriluti av løg-
tinginum undir vid ti, er
hetta beinleiðis at meta sum
ein krígsavbjóðing, sigur
formaðurin í Starvsmanna-
felagnum
Hann sigur tó, at fyrr enn
hann kennir meiri nágreini-
ligt til málið, kann hann ikki
úttala seg itøkiliga. Hann
vísir tó á, at tað eru ting-
menn á uttasta høgravongi-
num, ið hava lagt uppskotið
fram, og frá teirru síðuni
kunnu fakfeløgini vænta
sær alt, sum Gunnleivur
tekur til.
Hann vísir eisini á, at tá
uppskotið frá nevndini kom
fram i 1990 vóru øll fak-
feløg ímóti.
Ódámligt
Formaðurin í Starvsmanna-
felagnum heldur ikki tað er
rætt, at ein bólklur av borg-
arunum, í hesum føri ar-
beiðarastættin, verður pilk-
að út og skal svara fyri ein-
um serligum rætti, sum aðr-
ir borgarar ikki skulu svara
fyri
Somuleiðis vísir hann á,
at hetta, at brúka oljuvinn-
una sum undanførslu fyri at
leggja uppskotið fram, er
einki annað enn hjáputur
— Skulu oljumillióningar
nú avgera lønina í Føroyum,
so er hetta ein sera ódámlig
gongd, sigur hann.
Gunnleivur vísir enn
einaferð á, at hann ikki hev-
ur havt høvi at kanna hetta
nýggja uppskotið enn, men
tað verður tað næsta,
Starvsmannafelagið fer at
gera. Tástaðni ber til itøki-
liga at gera viðmerkingar
Hann heldur tó fast um,
at verður hetta uppskotið
samtykt soleiðis sum hann
hevur skilt tað — gjøgnum
útvarpið og við gamla upp-
skotinum sum grundarlag
so er hetta at rokna sum ein
krígsavbjóðing móti fak-
feløgunum