hósdagur 29. januar 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
Lívið er eitt spæl
Ráðið fyri Ferðslutrygd,
Bileftirlitið, Føroya
Koyrilærarafelag og
Bókadeild Føroya Lær-
arafelags hava tikið stig
til at samstarva um út-
gávu av bókini >Lívið er
eitt spæl<
Bókin er upprunaliga
norsk, men í týðingini er
hon bæði stadførd og
lagað til føroysk viður-
skifti, og hesum hevur
Sjúrður Gullbein staðið
fyri. Skrivað bókina
upprunaliga hevur Erl-
ing Pedersen
>Lívið er eitt spæl« er
ungdómsbók, sum í
skaldsøguformi viðger
avleiðingar, sum ferðsl-
uvanlukkur kunnu hava
við sær. Her verða evni
havd á lofti, sum hava
stóran týdning fyri ung-
dóm - eitt nú kærleiki,
sum jú ikki altíð er so
lættur at finna út av. Eis-
ini verður komið inn á
tráanina eftir ferð og
spenningi og trongdina
hjá ungum monnum at
vísa seg fyri gentum
Men bókin er eisini um
tað, at gerast vaksin og
skula taka ábyrgd av
egnum gerðum. Um
sjálva segugongdina
kann verða sagt, at vit
uppliva fyrst káta og
trupulleikaleysa ung-
dómslívið, sum við eitt
verður broytt, tann dagin
vanlukkan hendir.
Hevuðspersónurin í
bókini er Eyði - tað er
hann, ið greiðir frá. Besti
vinmaður hansara er
Áki, og teir eru altíð
saman. Áki hevur júst
tikið koyrkort, so nú bert
alt til. Men so
Lisa upp í leikir
KCmur
Endamálið við
er at geva k
eitt amboð, sum kann
gera tað lættari at koma
í gongd við at viðgera
menniskjaligu avleid-
ingarnar av ferðsluvan-
lukkum í koyriundirvis-
ingini. Hóast bókin nem-
ur við sera álvarslig og
døpur evni, so er mál-
búnaðurin í bókini lættur
og vælhýrdur og mang-
an ikki sért skemtiligur
- og ti er bókin løtt at
lesa. Tá ið so næming-
arnir hava lisið bókina,
er so møguleiki at við-
gera innihaldið. Til hetta
endamál er gjørt eitt
uppgávublað við spurn-
ingum og uppleggi til
kjak.
Bókin verður, ókeyp-
is, latin sellum ungdómi,
sum tey næstu 3-4 árini
fer at taka koyrikort, og
tað vera koyrilærarar,
sum lata hana út, tá ið
fólk melda seg til koyri-
undirvísing hjá teimum.
Sjålva hevuðsbóka-
goymsluna kemur
Ferðslutrygd av hava um
hendi.
Almenni útgávudag-
urin hjá bókini er fríggj-
adagin 29. januar 1998
og í hesum sambandi eru
koyrilærarar bodnir á eitt
skeið í hølunum hjá
Ferðslutrygd Yviri við
Strond 21, henda dag kl
10.00, har kunnað verð-
ur um, hvussu bókin
kann verða nýtt.
Bókin fæst til keyps í
bókahandlunum, so tey,
ið hava tíkið koyrikortið,
hava eisini høvi at ogna
sær hesa sera viðkom-
andi bók. Stuðlað útgáv-
uni hevur oljusamtakið
Texaco-Conoco-Murp-
hy, Suduroyar Spari-
kasst, Norðoya Spari
kassi og Norðurlendska
Få
áðharraráðið
tíðindablaðið SOS
Harri formaður
Til viðgerðar er uppskot til
løgtingslog um setan av
stjørnmålanevnd, sett fram
av Javnadarflokkinum
Tvær reisur fyrr hava lik-
nandi uppskot verið til við-
gerðar á løgtingi. Framtíð-
arstøda Føroya, sum Tjóð-
veldisflokkurin legði fram,
og eitt frá Javnaðarflokkin-
um. Tað førdi til stjórnar-
kreppu
Hetta uppskotið er eisini
frá Javnaðarflokkinum. Upp-
skotið gongur út uppá, at seta
eina 13-mannanevnd, sum
skal
I. Kanna og lýsa verandi
ríkisrættaligu stóðu Føroya.
2. Kanna og lýsa hverjir
karmarnir eru fyri broyting,
og hver formliga broyting-
armannagongdin eigur at
vera
3. Gera uppskot um nýggja
skipan við størn sjálvræði og
4. viðgera allar stjórnmál-
aspurningar, sum nevndin
heldur hava týdning.
Í álitinum til løgtingsmål
nr. 6/1996, fyrireiking til set-
an av stjøårnmålanevnd, sum
fall, søgdu fyra minnilutar
teirra hugsan um tad upp-
skotid
Umbod Sambandsfloks-
ins (Bjørn å Heygum og
Maria Hansen) avvistu upp-
skotið, og teimum tók eg fult
undir við.
Umboð Fólkafloksins
(Rúna Sivertsen og Kjartan
I. Joensen) hildu tað vera
bæði rætt og neyðugt at fáa
broytingar í viðurskiftini
millum Føroyar-Danmark,
fyri at fáa stórri sjálvræði,
bæði fíggjarliga og statsrætt-
arliga.
Umboð Javnaðarfloksins
(Marita Petersen) legði
størsta dentin á ikki at for-
telja hvat tað er Javnaðar-
flokkurin vil. Hon segði m.a.,
eg endurtaki: >Fyri ikki
framman undan at styggja
nakran flokk frá at viðgera
málið, og fyri ikki at læsa
málið fast, áðrenn spurning-
urin um setan av stjórnmála-
nevnd er vidgjørdur, valdi
Javnaðarflokkurin í viðmerk-
ingunum til uppskotið ikki at
siga nakað itøkiligt um floks-
ins stóður til ymsu spurning-
arnar... 0.5.fr.
Síðan hevði Marita Peter-
sen nakrar almennar ella gen-
erellar viðmerkingar um av-
gerðarrætt og ábyrgd og áset-
an av avtalum. Alt hetta kann
gerast innan víðu karmarnar
av verandi heimastýrislóg.
Boðskapurin frá Javnaðar-
flokkinum er: Sig onki fyrr
enn nevndin er sett. Tá hava
Tjóðveldisflokkurin og Javn-
aðarflokkurin og yvirtøku-
og loysingarflokkarnir hond
og hålsrætt yvir nevndini og
kunnu gera tað teimum lystir
Hetta er boðskapurin.
Umboð Tjóðveldisfloks-
ins (Signar á Brúnni) setur
onki uppskot fram. Tað nýt
ist honum heldur ikki. Mót
sett Javnaðarflokkinum.
Fólkaflokkinum og hinum
loysingarflokkunum hevur
hesin flokkur altíð torað at
sagt tað hann meinar
Harri formaður
Stødan á Føroya Løgtingi
er óbroytt síðan miðjuna av
sjeytiárunum. Síðan tá er tað
støðugt vorðið greiðari, at
bert ein sambandsflokkur er
Føroyum, og at hinir flokk-
arnir vilja arbeiða fram móti
loysingini.
Hetta er ein sannroynd, hó-
ast bert ein av loysingar-
flokkunum torir at viðganga
sína sonnu stóðu alment.
Ikki bert nógvir politskir
flokkar, men eisini nógvir
persónar, bæði føroyingar og
danir, bera upp undir at
broyta heimastýrislógina.
sg havi tosað við nógvar,
eg havi lisið nógv tilfar frá
hesum flokkum og persón-
um. Enn havi eg onga grund-
geving fyri at broyta heima-
stýrislógina fingið frá nøkr-
um, uttan grundgevingina frá
Tjóðveldisflokkinum. Vit
skulu loysa frá Danmark.
Sjálvt skilamaðurin, Bent
Klinte, hevur í dag í Sosial-
inum onki uppskot til broyt-
ingar út yvir eitt >service-
eftirlit«.
Tjóðveldismenn siga, at vit
ikki kunnu kenna ábyrgd fyrr
enn vit hava fingið loysing-
ina. Teir skuldu verið teir
fyrstu til at vita tað. Teir
royndu at reka føroyska sam-
felagið í seinnu helvt av átta-
tiårunum. Teir høvdu fríar
hendur til at gera alt tað teim-
um lysti, eisini at læna pen-
ing runt allan heimin. Ur-
slitið kenna vit, og hetta úr-
slitið er høvudsorsøkin til
fíggjarligu stóðu okkara í
dag.
Vit í Sambandsflokkinum
eru grundleggjandi ósamdir
við hinar flokkarnar um hesi
viðurskiftini. Vit eru ímóti at
loysa.
Sambandsflokkurin var
ósamdur, tá tær stóru yvir-
tøkurnar vóru framdar. Vit
vóru eisini ósamdir, tá talan
var um at broyta ríkisstuðul-
in til blokkstuðul. Loysing-
arflokkarnir grundgóvu
broytingarnar við at gera før-
oyska samfelagið sterkari. Í
dag kann hvør einstakur
sjálvur meta um hetta eydn-
aðist.
Harri formaður
Aftaná tað sum eg havi ført
fram, kann ein náttúrliga
spyrja, um vit í Sambands-
flokkinum í einum og gllum
eru nøgd við samarbeiðið
millum Føroyar og Dan-
mark.
Svarið er nei. Vit eru ikki
nøgd. Men orsøkin til okk-
ara ónggd er ikki, at nakað
er galið við heimastýrislóg-
ini. Tað sum var galið er, at
vit íkki høvdu avtalaðar
spælireglur innan fyri karm-
arnar av heimastýrislógini.
Og hví høvdu vit ikki tað?
Hava føroyingar bíðið um,
ella skotið upp, greiðar
spælireglur, sum danir hava
nokta fyri at fremja? Ikki
mær vitandi i
Lat meg nevna eitt dómi. Í
fyrru helvt av åttatiårunum
Nr. 18 — 29. JANUAR 1998
høvdu vit rikisfundir, har pol-
itisku leidslurnar i Danmark,
Grønlandi og Feroyum
kundu hittast m.a. fyri at upp-
lýsa hvønn annan um øll vid-
urskifti av tydningi. Hesir
rikisfundir vóru nidurlagdir
so skjótt Sambandsflokkurin
ikki meira var í samgongu.
Vit tóku teir uppaftur, so
skjótt sum vit komu fram at
aftur, og góvu teimum enn
stórri innihald, og eiga teir
at hava upp aftur stórri týdn-
ing í framtíðini.
Mær dámar ikki at fara inn
í smálutir í sambandi við ver-
andi stóðu, og verandi mill-
umverandir, við donsku
stjórnina og við Danmark.
Hetta ber illa til, fyrr enn vit
politiskt eru vorin samd um,
hvat skal gerast.
Hetta er heldur ikki neyð-
ugt. Ein frágreiðing uppá
2.500 blaðsíður gevur nógv
av svarunum. Lesið hesa frá-
greiðing.
Hon viðger samskiftið
millum danskar og føroysk-
ar politiskar myndugleikar.
Danir hava viðgingið, at teir
hava gjørt mistøk. Hetta eru
mistøk, gjørd av persónum.
Onki av hesum mistøkum er
gjørt, tí vit hava heimastýr-
islógina, og tí heimastýris-
lógin er orðað sum hon er.
Tá tit lesa frágreiðingina,
áttu tit ikki eisini at mett um
okkara menn, politikkarar og
embætismenn, hava gjørt
teirra heimaarbeiði ella ikki.
Eg spyrji bara.
Harri formaður
Lat meg eina ferð enn end-
urtaka, at meðan nógvir
flokkar og nógvir persónar
bera fram, at heimastýrislóg-
in er gomul, og tað kann tað
vera nakað um, og av hesi
orsøk eigur at verða broytt,
so hevur ongin enn víst á, hví
og hvussu hon skal broytast,
uttan Tjóðveldisflokkurin
Lat meg runda av við at
vísa til Harhoff professara,
sum er serfrødingur á økin-
m æ æ
Stjornmålanevnd
um. I sambandi vid at bank-
afrågreidingin kom fram,
svaraði hann í sjónvarpinum
uppá hendan spurningin nak-
að soleiðis: >Jeg synes det
mest konstruktive man kan
sige, er at der má tages ini-
tiativ til at der indføres øje-
blikkeligt nogle spilleregler,
nogle procedurer og nogle
rutiner, så man sikrer sig, at
dette problem ikke opstår i
fremtiden«.
Lat okkum bíða við at fyri-
reika ta loysningina sum tit
leggja upp til her. Lat okkum
ístaðin skjótast gjørligt, sam-
an við dønum, gera neyðugar
spælireglir, prosedurur og
arbeiðsreglur fyri framhald-
andi samarbeiði millum Dan-
mark og Føroyar innan fyri
verandi heimastýrislógina.
Hetta seinast nevnda hev-
ur stóran skund. At loysa
hevur hafturímóti ongan
skund.
Eg havi fyrr sagt, at tað í
sambandi vid 50 ára dagin
fyri heimastýrislógina eigur
at vera hildin ráðstevna í Før-
oyum. Hendan rådstevna, har
eisini útlendskir serfrødingar
eiga at luttaka, eigur at geva
okkum eitt kvalifisera boð
uppá fyrimunir og vansar við
ríkisfelagsskapinum, hvgnn
status Føroyar hava aftaná 50
åra heimastyri, og hvørjir
møguleikarnir eru uttan
heimastýrisskipanina.
Skuldi tað hóast alt verið
ein meiriluti her á tingi, sum
hevur so stóran skund at fyri-
reika loysingina, at teir ikki
kunnu bíða eftir einari tílík-
ari ráðsteynu, so eiga vit at
leggja spurningin fyri før-
oyska fólkið. Eg rokni við at
eg fái viðhald fyri mínum
sjónarmiði.
Edmund Joensen,
løgmadur
7