Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 18 — 29. JANUAR 1998 13 Hyruvognar í Klaksvík i 1950/60 árunum Fyrsti bilurin, sum Eilev i Vågi i Klaksvik keypti heim til Føroya at koyra rutukoyring, var ein Standard Vanguard, ið var fluttur heim við farma- og fiskibåtinum Poppy úr Leith f Onglandi MANNI HØGNESEN: Myndin av hesum trimum bilunum (mynd 1) er tikin uttan fyri húsini hjá Jóan Petur Brekku á Lítlubrekku í 1959.) T. e. húsini, sum Vagn Leivsgarð nú eigur). Jóan Petur koyrdi hýru- vognskoyring í Klaksvík og hevði eitt skiftið hesar tríggjar bilarnar. Bilurin, ið hevur Fø 1182 er ein Ford Taunus, umleið árgang 1958. Hesin bilurin varð eisini kallaður >det fly- vende tæppe<. Hann var reyður og hvítur. Bilurin við nummarinum Fø 64 (bilurin í miðjuni) er ein Vauxhall Cresta árgang umleið 1957. Hesin var myrkt bláur og hvítur. Tann innasti bilurin, við nummarinum Fø 452, er ein Ford Consul árgang umleið 1955. Hesin bilurin var ljós- ablaur og hvítur. Jóan Petur flutti til Havn- ar umleið 1961. Úti í Búðini 1956 Mynd 2 (niðast á síðuni til høgru) er frå 24. juni 1956 úti í Búðinum, har Aksel Jacobsen hevði Taxa - tlf 39. Bilarnir á myndini eru: Fø 23 ein Austin“ lastvognur, sum var bláur og lastaði umleið trý tons. Fø 129 (bussurin í miðjuni) er eitt VW fólka- vongsrugbreyð, sum hevði umleið 9 sitipláss. Fø 369 (bilurin til høgru) ein ein persónbilur av merkinum Austin 40. Aftanfyri síggjast sjúkra- húsið og høgrumegin lækn- ahúsini, har Petur Waag- stein búði um hetta mundið. Eilev í Vági byrjaði hýr- uvognskoyrin í 1951 Fyrsti bilurin var ein Morris Oxford. Hann hevði numm- arið Fø 317 (mynd 3), og varð hann keyptur frá Diaba Joensen úr Klaksvík, sum eisini hevði brúkt hann til hýrukoyring. Næsti bilurin var ein Standard Vanguard, Fø 438, sum kom til landið íl3 mars. 1953 (mynd 3). Hesin bilurin varð bílagd- ur í oktober í 1952, og bleiv hann goldin forrút kr. 10.000. Bilurin kostaði 13.000 krónur. Ikki var altíð so lætt at fáa bilar úr Onglandi tá, men í mars 1953 var fiski- og farmabáturin Poppy niðri og seldi fisk í Aber- deen. Heim við P: ; Bilurin sum stóð í Leith Hýruvognar og aðrir bilar í Klaksvík Í dag og í nøkrum komandi hésdagsblødum fara vit eftir áheitan at prenia greinar um bilar í Klaksvík í farnum døgum, sum Manni Høgnesen hevur skrivað í Norðlýsinum. Vit leggja fyri við hýruvognum í Klaksvík í fimti og sekstiårunum varð nú koyrdur til Aber- deen og niður í lastina á Poppy. Triði bilurin var eisini ein Standard Vangaurd, Fg 347 (mynd 4). Hetta er í 1955. Petur Háberg og Rósing Rasmussen høvdu bilsøluna Norrøna (Jens Chr. Christ- iansen, Kissa var eisini vid). Teir umbodadu Vanguard. Fjórði bilurin er ein fínur Opel Kaptain, Fø 946. Hes- in bilur var )jésagrønur og kom til Klaksvikar i 1959. BR | . 3 Mynd 3: Ein Morris Oxford, keyptur frå Diaba Joensen i 1951, og ein Standard Vanguard frå 1953. Eigari: Eilev Joensen, Klaksvik Eilev var við í kongafylgi- num í 1959 við hesum bili, har hann koyrdi prinsessur- nar. Hann fekk tá heiðurs- medalju frá kongi. Henda bilstød hevði tele- fon 288. Eilev gavst at koyra hýru- vogn í 1959 og fór tá at koyra lastvogn. Eskild Norðbúð plagdi at hjálpa til at koyra hýruvogn hesa tíðina. Tveri Standard Van- guard. Tann fyrii frá 1955 hin frá 1953 28 Mynd 1: Hesir tríggir bilarnir standa uttan fyri húsini hjá Jóan Petur Brekku á Lítlubrekkur í Klaksvík. Tann fyrsti er ein Ford Taunus, 1958, tann næsti ein Vauxhall Cresta, 1957 og tann triðji ein Ford Consul, 1955 he Mynd 2: Hendan myndin er tikin úti i Búðini á joansøku 1956, har Aksel Jacobsen hevði Taxa - telefonnummarið var 39