fríggjadagur 30. januar 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
Nr. 19 — 30. JANUAR 1998
Fyrireika hátíðarhald:
Frelsarin kallar sítt fólk á fund
Í samband við. at tað eru umleið 1.000 år, síðan kristna trúgvin kom til Føroya, fara føroyingar at hátíðarhalda hetta
ár 2.000. Settur er ein bólkur fyrireika hátíðarhaldið
EDVARD JOENSEN
Feroyingar fara ár 2.000 at
hátíðarhalda, at vit hava
havt kristna trúgv í Føroy-
um í umleið 1.000 ár
Hetta boðaði ein fyrireik-
ingarbólkur frá á tíðinda-
fundi í Havn mikudagin
Endamálið við tíðinda-
fundinum var at kunna um
tær ætlanir, fyrireikararnir
hava. Og at fáa fólk at lut-
taka aktivt í hesum fyrireik-
Tað kunnu fólk gera við
at gera vart við seg og koma
við hugskotum, sum kunnu
leiða til eitthvert, sum hevur
samband við tiltakið
Tað verið seg eina kon
sert, ein fyrilestur, útferð
ella hvat tað nú skuldi verið
Breitt forum
sen. DISKUDUr, Sum n
emner man aða ør LOK SUE
rY
ur stnum samkomum
landinum, og hava allar, utt-
an Brødrasamkoman, bod-
að frå, at tær vilja luttaka
Brødrasamkoman hevur
sagt frå, at tey verða ikki
við, men hava onga grund-
geving givið, upplýsti bisk-
upur á tíðindafundinum
mikudagin
Ætlanin við hesum breiða
forum! er, sigur Hans Jacob
Joensen, at vísa, kristna
trúgvin júst er ætlað at
savna og ikki spjaða, hóast
tað mangan sær soleiðis út
Fleiri tiltøk
Umframt samkomurnar og
kirkjuna, eru Landsstýrið og
Felagið fyri kirkjurådslimir
eisini umboðað í ráðnum,
sum fyrireikar hátíðarhald-
ið
Ætlanin er, at fáa vitjan
aðrastaðni frå til hátíðar-
haldið
Hans Jacob Joensen
biskupur upplýsti. at donsku
biskupparnir verða allir
bodnir til Føroya í hesum
sambandi. Eisini verda um-
boð fyri kirkjurnar í hinum
N rðan ndunum boðin
3. Og avgjørt er, at bjóða
Margrethu drotning at lut
taka Men hon vi boðir
av Føroya Landsstýri
| vitjanir og slik
ikkøk. verður eisini annað
gjørt samband við 00
ára haldið
Eitt nú verða onkrar
bókaútgávur fyrireikaðar
Talan er um før
ysku ru
arjattarnirnar, sum í grund
im ongantíð eru týddar til
føroyskt
Hetta hevur Hans Jacob
Joensen, biskupur nú gjørt
Tó er okkurt týtt áður. Til
dømis verða týðingarnar hjá
Búmerkið, sum arbeiðsbólkurin hevur valt til tiltakið í samband við 1.000 ára haldið fyri Kristnitrúnni i Fóroyum, er
partur av málninginum hjá Jógvan Waagstein, har Sigmundur boðar Kristni í Føroyum fyrstu ferð
Jákupi Dahl av apostólsku
dópsjáttanini og Luthers
lítla katekismus við í bókini,
sum nú kemur út í samband
við 1.000 ára haldið.
Tað er grunnurin Før-
oyskt kirkjumál, sum gevur
út
Eisini kemur ein nýggj,
føroysk koralbók til nýggju
sálmabókina út nakað
skjótt, upplýsti Bjarni Bæk,
dómpróstur á tíðindafundi-
num. Bókin er næstan klár,
segði Bjarni Bæk, og onkur
er longu farin at royna hana.
Onkrar smærri justeringar
eru eftir, og so verður hon
givin út
Við í hesi bókini verða tey
vanligu, kendu sålmaløgini,
umframt tey føroysku, sum
komin eru seinnu árini. Tað
vil siga, væði tey, sum vit
við tíðini eru von við og
kenna, umframt onnur heilt
nýggj. sum ikki eru so kend.
Eisini verða onkur ensk
3 í bókini, men høv-
uðsparturin verður tað tradi-
tionella, sigur Bjarni Bæk
Tiltøkini, ætlanin er at
samband við 1.000
ára haldið. verða hildin alt
árið 2.000 og
staðni í Fer
Tað stóra
haldið verður hvítusunnu
dag. sum verður tann Il
juni år 2.000
Eitt sindur av
stóðst av
Øg VM
hava I
verða
yum
hevuðshátíðar
ymsaå
skemti
hesum å fundi-
at 11. juni, sum
kunnugt, manna millum å
donskum verður nevndur
»Fandens fødselsdag«
num, av ti
Men hvi ikki håtidarhalda
kristnu trúnna júst tann dag-
in? Fanin er ein rættiliga
stórur partur av okkara lívi
og trúgv.
Men tað var tó ótilætlað,
sigur biskupur, at tað gjørd-
ist hendan dagfestingin.
Sjálvandi er tað hvítusunnu-
dag, sum er fødingardagur
Kristnitrúnnar, sum haldið
er sett til
Ymsar hugsanir
Almenn hugsan er, at Før-
oyar vórðu kristnaðar við
Sigmundi Brestissyni um-
leið ár 1.000
Hans Jacob Joensen,
biskupur, sigur, at hann hev-
ur spurt seg fyri hjá søgu-
monnum, og eru teir eitt
sindur ójavnir á málið um
heilt nágreiniliga árið. Onk-
ur sigur , at tað hendi í 998,
onkur sigur 999, men mett
verður, at vit við góðari
samvitsku kunnu hátíðar-
halda hesa hending ár 2.000
og siga, at tá eru 1.000 ár
liðin, síðan fyrsti missio
nerurin steig á land i Før
vum
Men vit vita, at írskir
munkar, sum helst hava ver
ið kristnir, hava búð i Før-
oyum, áðrenn víkingarnir
komu hendanvegin
Tað sigur Dicuil, ein írsk
ur munkur í Fraklandi, í
bók, hann skrivaði í árinum
825
Vísindarligar kanningar
av plantuleivdum siga okk-
um, at fólk hevur búð í Før
oyum í fyrra helmingi av
sjeyndu øld. Og møguleiki
er fyri, at hesi fólk hava
verið kristin, hóast pollen-
kanningarnar sjálvandi ikki
siga nakað um tað.
Hart og effektivt
Hvussu er og ikki, so rokna
vit kortini við, at tað er
kristniboðan Sigmunds til
víkingarnar umleið ár
1.000, sum er grundarlagið
undir okkara trúgv í dag.
Føroyingasøga, sum er
einasta kelda, vit eiga um
hendingarnar, sigur okkum,
at ikki hevur hann farið heilt
fram eftir boðum meistar-
ans.
Tá ikki hjálpti við orðum,
varð tíkið til gerðir. Tað vil
siga svgrðið. Og so bar til,
hóast neyvan allir, sum
kristnaðir vórðu á hendan
hátt, hava meint so øgiliga
nógv við sína trúgv.
Og nakað væl av politikki
man hava verið uppi í eisini.
Skaldskapurin hevur eis-
ini fingið væl burtur úr hesi
hending á Tinganesi, tá Sig-
mundur stevndi føroyingum
til fundar. Og Tréndur fór
úr Gøtu, sigur Tróndar-
kvæðið okkum, ikki bara til
at mótmæla trúnni, men líka
nógv at mótmæla, at hon
kom frá útlendskum kongi.
Yrkjarin letur Trónd siga
soleiðis við menn sínar, áðr-
enn farið verður úr Gøtu:
Heilir, sælir mínir menn!
Á hesi morgunstund
skulum vær nú til Havnar
suður
á tann trúnarfund.
Skulum vær níga Ólavi
kongi,
skulum vær honum lúta?
Skulum vær krúpa so í
krågv,
tå man mangur súta.
Og einki spurdist heldur
burtur år missiónsferðini
hjá Sigmundi á tí sinni.
Seinni, tá hann við svik-
um og sverði gekk á Trónd,
bar betur til
Urslitid er so kortini, at
føroyingar 1.000 år seinni
kunnu hátíðarhalda hetta
við ymsum tiltøkum
Og tann, sum hevur eitt
hvert gott hugskot til hátíð-
arhald, kann venda sær til
formannin í stýrisbólkinum,
Poul Jákup Thomsen, sum
hevur
tlf. I 75 22
ella
postboks 1121
FR 110 Tórshavn.
Nógv vatn er runnið, síðan Grímur Kamban tók land í Funningi, og seinni kristna
trúgvin kom til lands