Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. januar 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 19 — 30. JANUAR 1998 tíðindablaðið S0slaluin Nýggja målnevndin farin til arbeiðis Nývalda målnevndin vónar at fáa gott samstarv við fjølmiðlar, stovnar og ein- staklingar. Nevndin er vald at sita fram til oktober í 2001 EIRIKUR LINDENSKOV Nýggja målnevndin er nú farin til arbeiðis. Nevndin, sum vald er fyri valskeiðið, sum endar 1. oktober í 2001, er mannað soleiðis: Jógvan í Lon Jacobsen, for- maður. Hann umboðar Før- oyamálsdeildina. Jeffrei Henriksen umboð- ar Móðurmálslærarafelagið. Nýggja málneyndin: Randi Jacobsen, Katrin Næs Simonsen, Ann- finnur í Skála, Jógvan í Lon Jacosen, formaður. Jeffrei Henriksen, ið er tann einasti, sum er aft- urvaldur, vantar á myndini Mynd: Jens Kristian Vang Annfinnur í Skála um- boðar Rithøvundafelag Før- oya, Randi Jacobsen umbodar Føroya Blaðmannafelag. Katrin Næs Simonsen umbodar Undirvisingar- og mentamálastýrið. Einasti av gomlu lim- unum, ið eftir er í nevndini, er Jeffrei Henriksen, sum hevur sitið í nevndini síðani hon varð stovnað í 1985. Jógvan í Lon Jacobsen er útbúgvin í norrgnari mál- fróði. Hann starvast á Før- oyamálsdeildini og undir- vísir á Føroya Studenta- skúla og HF-skeiði í Hoy- dølum. Jeffrei Henriksen er fyrr- verandi lærari å Føroya Læraraskúla. Annfinnur í Skála er lær- ari í søgu og enskum á Før- oya Studentaskúla og HF- skeiði í Hoydølum Randi Jacobsen er blað kvinna á Sosialinum, men fer í næstu viku í starv á Dimmalætting. Katrin Næs Simonsen er lærari á Eysturoyr Student- askúla og HF-skeiði og ar beiðir eisini í Undirvísing- ar- og mentamálastýrinum sum lærugreinaráðgevi í føroyskum fyri miðnáms- skúlarnar Skrivarin, Elin Súsanna Jacobsen, er ph.doktari í søgu Føroyska målnevndin hevur sina egnu skrivstovu, sum er å Føroyamålsdeildini, V U. Hammershaimbsgøtu 16. Tann, ið vil hava fatur á målnevndini kann ringja tel 12397 ella faksa á nummar 18448. Til ber eisini at senda nevndini teldupost, og er adressan: elinsjefmd.fo Skrivarin hjá nevndini sit- ur á Málstovuni og tekur ímóti málsligum spurning- um, og hon veitir eisini ráð og vegleiðing í málsligum ivamålum. Tad er ikki altid, at svar verdur givid alt fyri eitt, stundum krevur spurningur- in åvist kanningararbeiði, ådrenn spyrjarin kann fåa svar, verdur sagt fra Mål- nevndini, sum letur heilsa, at hon vónar at fáa eitt gott samskifti við fjølmiðlar, stovnar og einstaklingar í framtíðini. Hvønn gerandisdag frá klokkan 10 - 15 fara eldri havnarborgarar at hittast í gamla Føroya Banka Tilhaldið letur upp á grækarismessu Nevndin hevur uppskot um, hvat skal fara fram fyrsta mánaðin. Men síðani er ætlanin, at tey, sum koma har, skulu koma við hugskotum EIRIKUR LINDENSKOV Nú verður umsíðir klárt hjá eldru havnarborgarunum at taka í nýtslu hølini í Gamla Føroya Banki í Torsgøtu í Havn. Hetta sigur Hanna Lis- berg, sum er limur í neynd- ini fyri Tilhaldinum í Tórs- gøtu, sum húsið verður nevnt. Hon sigur, at arbeitt hevur verið uttan fhald at fingið húsini klár at flyta inn í. — Har hevur verið stoypt, smíða, málað o. s. fr. Hanna Lisberg sigur eis- ini, at fólk eru farin at 6- tolnast. — Men nú kunnu vit ugga tey við, at nevndin hevur sett sær fyri at lata upp á grækarismessu - hós- dagin 12. mars Málararnir eru lidnir, gólvini eru smurd, og inn- búgv er keypt, og ein vakur køkur verður settur upp fyrsta dagin. Fyrsta mánaðin hevur nevndin eitt uppskot um hvat ið skal fara fram í hús- inum. Ætlanin er so, at tey, sum koma har, skulu vera við at siga sína hugsan og koma við hugskotum. — Vit vóna, at alt er liðugt uppsett, so vit kunnu taka ímóti fólki á grækaris- messu, og hetta gleða vit okkum til, sigur Hanna Lis- berg. Upplatingartíðinar verða hesar: Mánadag til fríggjadag frá kl 1 - 159, 46. YV. S fimm dagar um vikuna — Hetta er ætlanin fyrstu tíðina, men umframt hesar føstu tíðirnar verður eisini gjørligt at hava onnur tiltøk, sigur Hanna Lisberg vegna nevndina fyri Tilhaldið í Térsgøtu. 2. februar 1998 fer P/F TRYGD aftur at selja tryggingar Í hesum sambandi eru øll, sum hava áhuga, væikomin at stekka inn á gólvið í heli felagsins í Tórsgetu 16, Tórshavn, mánadagin 2. februar frá kl. 15 til kl. 17.